IntoWords á føroyskum:
Forritið IntoWords er nú tøkt at nýta á føroyskum, og tað er Nám, sum umsitur forritið. Forritið kann samanberast við CD-orð, sum lesiveik í nógv ár hava nýtt sum hjálparamboð til at lesa og skriva. Fyrimunurin við IntoWords er, at tað riggar á flest øllum eindum. Tað kann leggjast á telduna sum eitt forrit, kann nýtast sum ískoytisforrit á kagum (browsarum) og finst eisini sum ein app til telefonir. CD-orð er eitt telduforrit bert til Windows.
Flest allir skúlar hava atgongd til CD-orð. Eisini hava nøkur virki og einstaklingar atgongd til forritið. Um mann hevur atgongd til CD-orð, hevur mann eisini atgongd til IntoWords og umvent, tí sami brúkari verður brúktur til bæði.
Tað verður enn møguligt at nýta CD-orð sum vanligt. Tó verður hetta forritið ikki ment longur, og væntast kann, at tað verður tikið av marknaðinum í 2025. Tí verður tað serliga IntoWords, sum Nám fer at leggja seg eftir at fáa brúkarar at nýta.
Sum nevnt omanfyri er tað møguligt hjá bæði skúlum, virkjum og einstaklingum at keypa sær forritið.
Prísurin fyri einstaklingar er 375,- um árið. Tað er bert møguligt at gjalda fyri eitt ár í senn.
Skúlar og virkir hava møguleika at keypa eitt skúla- ella virkishald. Nærri kunning fæst við at venda sær til kt-ráðgevingina á Námi
Hevur tú brúk fyri atgongd ella hjálp við IntoWords ella CD-orð, ella hevur tú spurningar, ber til venda sær kt-ráðgevingina á Námi.
Kt-ráðgevingin á Námi: telefon: 665161 - teldupostur: kt@nam.fo
Niðanfyri eru nøkur heint leinki til IntoWords:
Vegleiðing at leggja IntoWords á telduna (á donskum)
IntoWords Android til Android eindir
IntoWords Android APK-fíla knappaborð til Android eindir
IntoWords til Cloud (Chrome/Edge) ískoytisforrit til kagar (riggar bæði til Mac, Windows og Chromebooks)
IntoWords iOS til Apple eindir (iPhone og iPad)
IntoWords Mac forrit til Mac (føroyskar røddir eru ikki tøkar til Mac)
IntoWords á netinum → síða á netinum við ymiskum amboðum
IntoWords Windows forrit til Windows
CD-orð á føroyskum→ forrit til Windows
Filmsvegleiðingar:
Filmsvegleiðingar til IntoWords á ymiskum eindum umframt til CD-orð eru at finna her: Filmsvegleiðingar
Hesar vegleiðingar eru á donskum. Nakrar vegleiðingar koma eisini á føroyskum.
Innritan til IntoWords:
Sami brúkari verður nýttur til IntoWords sum til CD-orð. Tey flestu hava ein MV-brúkara. Fyri skúlar fer tað eisini at rigga at rita inn við unilogin.