Bókaheildin Finka fevnir um 5 bøkur, eina lesibók, tvær arbeiðsbøkur, eina ljóð- og mállærubók og eina læraravegleiðing við einum ástøðisparti og einum vegleiðingarparti.
Høvuðseyðkenni við Finku er,at arbeitt verður miðvíst og tilvitað við lesisnildum - bæði avkodingarsnildum og fatanarsnildum. Næmingarnir verða gjørdir tilvitaðir um snildirnar og verða undirvístir í at brúka tær alla tíðina eftir tørvi. Snildirnar eru sjónligar í næmingabókini. Hetta er gjørt við ímyndum, sum vísa, hvussu tey skulu brúka eygu, fingrar og munn, meðan tey lesa og lurta.
Arbeiðsbók 1 og 2 eru knýttar beinleiðis at lesibókini. Í arbeiðsbókini verður allatíðina víst til síðutølini í lesibókini, so tað er greitt hjá næmingunum, hvørjar søgur ella annað,
uppgávurnar eru til.
Ljóð- og mállærubókin er ikki beinleiðis knýtt at lesibókini, men tað er samsvar ímillum allar bøkurnar. Tey arbeiða við teimum ljóðum og tí mállæru, sum eru í lesibókini.
Bókaheild
Finka - Ljóð- og mállæra
Ljóð- og mállærubók til útgávuna "Finka - føroyskt til annan flokk".
Ljóð- og mállæran arbeiðir eisini saman við lesibókini, men hevur ikki tilvísingar til lesibókina. Í…
Finka - Arbeiðsbók 2
Arbeiðsbók til útgávuna "Finka - føroyskt til annan flokk".
Arbeiðisbøkurnar arbeiða tætt saman við lesibókini, tilvísingar til lesibókina eru á hvørjari síðu. Í arbeiðsbókunum eru…
Finka - Arbeiðsbók 1
Arbeiðsbók til útgávuna "Finka - føroyskt til annan flokk".
Arbeiðisbøkurnar arbeiða tætt saman við lesibókini, tilvísingar til lesibókina eru á hvørjari síðu. Í…
Finka - Læraravegleiðing
Læraravegleiðing til útgávuna "Finka - føroyskt til annan flokk".
Finka - Næmingabók
Finka er móðurmálstilfar til annan flokk. Høvuðseyðkenni við Finku er,…