Finka - Næmingabók
Finka er móðurmálstilfar til annan flokk. Høvuðseyðkenni við Finku er, at arbeitt verður miðvíst og tilvitað við lesisnildum - bæði avkodingarsnildum og fatanarsnildum. Næmingarnir verða gjørdir tilvitaðir um snildirnar og verða undirvístir í at brúka tær alla tíðina eftir tørvi. Snildirnar eru sjónligar í næmingabókini. Hetta er gjørt við ímyndum, sum vísa, hvussu tey skulu brúka eygu, fingrar og munn, meðan tey lesa og lurta.
Tekstir: Gunvør S. Petersen, Steintór Rasmussen, Sólrún Michelsen, Alexandur Kristiansen, Hans Andrias Djurhuus, Símun av Skarði, Fríðrikkur Petersen, Karl Martin Samuelsen, Elinborg Lútzen og Louis Jensen.
Tekstsløg: Søgur, yrkingar og yrkistekstur.
Leitorð:
Lesisnildir, tær frálíku fýra, vanlig orð, les og skil, spyr og git, ævintýr, muður og tenn, kelidýr, orðabók, stavimynstur.
Aðrar bøkur at vísa til: Arbeiðsbók 1 og 2, Ljóð- og mállæra og læraravegleiðing