Ævintýr
Um ævintýrini á Snar
Árni Dahl hevur við játtan frá mentamálaráðnum staðið fyri at gera ævintýrini til talgildan tekst, og í samráði við Nám er avgjørt at leggja ævintýrini á Snar.
Í fyrstu atløgu eru øll ævintýrini í ”Sagnum og ævintýrum” hjá Jakob Jakobsen løgd á Snar.
Ævintýrini eru her endurgivin við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni: Jakob Jakobsen: "Færøske folkesagn og æventyr", 1898-1901. At gera tekstin lættari at lesa eru fleiri reglubrot sett inn í netútgávuna. Tilvísingar til AT-nr. eru úr útgávuni, sum kom í 2009.
Í aðru atløgu eru 42 ævintýr, sum Heðin Brú týddi, løgd á Snar. Tey eru úr hesum bókum:
“Ævintýr 1-6”, týtt hevur Heðin Brú, myndirnar hevur Elinborg Lützen gjørt. Føroya lærarafelag 1959-1974.
Nú eru so løgd út 33 ævintýr, sum H. C. Andersen skrivaði, og sum Marius Johannessen týddi. Tey eru úr bókunum: “10 ævintýr”, 1980, “11 ævintýr”, 1981 og “12 ævintýr”, 1982.
So hvørt verða onnur ævintýr løgd út
Sendið okkum tilfar
Á hesum ævintýrasíðum á Snar er ætlanin at savna so nógv tilfar sum møguligt. Snar tekur fegin móti øllum tilfari um ævintýr, so um tit hava okkurt spennadi tilfar liggjandi, sendið tað til snar@snar.fo.