Skip to main content

78. GULLGÁSIN

Frásøgn úr Fugloy

Eini fátæk hjún áttu ein drong. Tá ið hann var tilkomin, fór hann út at søkja sær tænastu. Kongurin í landinum átti eina dóttur, sum aldri vildi læa; hann hevði tí ásett, at tann, sum kundi fáa hana til at læa, skuldi eiga hana. Allir komu og royndu seg og høvdu alt møguligt fyri; men einki batti. Ein dugdi tann kunst, at, tá ið hann stóð á øðrum beini, var hann so lítil sum ein lundi, men tá ið hann stóð á hinum, var hann tann alrastørsti maður. Tá ið prinsessan sá hann, vildi hon smírast; men ikki læði hon kortini. Hin fátæki drongurin kom til kongsgarðin, varð festur í tænastu og settur til at bera vatn. Ein dagin møtir hann einum manni, sum kemur berandi eina gullgás, og biður lata seg fáa hesa gás. Maðurin sigur seg vilja lata hana: men ein eginskapur er við henni - hvør, sum nertir við hana, verður fastur í henni, tá ið eigarin sigur: ”Vil du følge med, så hæng fast!” Drongurin avstað við gásini. Fólk komu og hugdu at hesum undarliga fugli, nertu við og voru áføst alt fyri eitt, tá ið drongurin segði orðini. Alt komu fleiri og fleiri - hvør skuldi hjálpa øðrum - til ein heilur flokkur var áfastur. Ein genta sær fríggjara sín uppií, slær hann og er so áføst. Drongurin avstað við øllum flokkinum tvørtur við slotið. Tá ið kongadóttirin sá hesa sjón, tók hon at læa so hjartaliga, at hon datt, sum hon stóð, og kongurin mátti reisa hana upp aftur. Soleiðis fekk vatndrongurin kongadóttrina.

Frásøgn: Jóhan Hendrik Matras, Kirkju

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

70 AT 571