Skip to main content

Hjartasorg

Hetta er í grundini ein søga í tveimum pørtum, sum vit nú fara at hoyra. Fyrri partur nýttist ikki at verið, men vit fáa forkunnskapir av honum, og teir eru hentir.

Vit vóru úti á landinum á einum harragarði, og so bar tað so á, at harragarðsfólkini henda eina dagin vóru burturstødd. Tá kom úr keypstaðnum har næst við ein fín frúa. Hon hevði hundin við sær og kom, sum hon sjálv segði, at fáa tey at gerast partaeigarar í skinnavirki hennara. Hon hevði pappírini við sær, og vit ráddu henni til at leggja tey í ein brævbjálva og skriva navnið á harramanninum uttaná, og navnið var: Aðalhermannaumboðsmaður, Riddari o.s.fr.

Hon lurtaði, tók pennin, ivaðist og bað okkum taka uttanáskriftina uppaftur, men spakuliga. Hetta gjørdu vit, og hon skrivaði, men mitt í ”aðalher” steðgaði hon, suffaði og segði: ”Eg eri ikki annað enn eitt konufólk!” Hundin hevði hon sett á gólvið, meðan hon skrivaði, og hann grenjaði. Hann var komin við til stuttleika og fyri heilsuna, og so eigur ein ikki at verða settur á gólvið. Flatnasaður og lendabreiður vóru eyðkennir hansara.

”Hann bítur ikki!” segði frúan, ”hann er tannleysur. Hann er sum eitt í familjuni, trúfastur og illsintur, men illsintur er hann vorðin, tí hann er argaður av ommubørnum mínum. Tey spæla brúdleyp, og so vilja tey hava hann at vera brúðkona, men tað pøsir hann so, neyðardýrið!”

So legði hon pappírini í brævbjálvanum frá sær, tók hundin í favnin og fór av stað.

Hetta var fyrri partur - sum vit kundu verið fyriuttan.

So var tað eina viku seinni. Vit komu til keypsstaðin og fóru inn í vertshúsið. Vindeyguni í kamarinum vendu út mót garðstúninum, sum var býtt í tvey við eini timburgirðing. Í øðrum partinum hingu skinn og húðir, ótilgjørd og barkaði. Her var alt, sum hoyrdi til eitt garvivirki, og hetta átti einkjan.

Hundurin var deyður henda morgunin og grivin í garðinum. Ommubørnini hjá einkjuni, eg meini garvaraeinkjuni, tí hundurin hevði ongantíð verið giftur, slættaðu grøvina, og tað var ein vøkur grøv, tað átti at vera hugnaligt at liggja grivin har.

Tey høvdu sett leikapettir uttan um hana og stroytt sand á, og við høvdalagið høvdu tey sett eina ølfløsku við hálsinum uppeftir, men tað var als ikki ímyndarligt.

Børnini dansaðu uttan um grøvina, og tann elsti drongurin, ein skilagóður, sjey ára gamal smádrongur, skeyt upp, at tey skuldu sýna grøvina fram fyri atgongugjald, og atgongugjaldið skuldi vera ein selaknappur. Tað var nakað, sum allir dreingir áttu, og teir kundu eisini lata fyri genturnar, og uppskotið varð samtykt.

Og øll børnini í grannalagnum komu og lótu hvørt sín knapp, og tað vóru fleiri dreingir, sum tann dagin gingu brókaleysir, men so høvdu teir sæð hundagrøvina, og tað var væl vert ein selaknapp.

Men uttan fyri garvaragarðin, tætt við portrið, stóð ein lítil, kloddut smágenta, ógvuliga væl skapt, við yndisligum, purlutum hári og eygum so bláum og klárum, at tað var hugnaligt at síggja. Hon segði onki, og ikki græt hon, men royndi at hyggja so langt, sum eygað røkk, hvørja ferð portrið fór upp. Hon átti ongan knapp og noyddist tí at standa sorgarbundin uttanfyri, stóð har, til øll hini vóru farin, sum høvdu sæð grøvina. Tá setti hon seg niður og skar í grát. Hon var tað einasta, sum ikki hevði sæð hundagrøvina. Hetta var hjartasorg við lít so stór, sum sorgin hjá teim vaksnu mangan man vera.

Hetta sóu vit frá úr erva - og sædd frá úr erva - hendan, sum so mangar aðrar sorgir okkara - ja, so kunnu vit flenna at teimum!

Hetta var søgan, og tann, sum ikki fatar hana, kann keypa sær partabræv í skinnvirkinum hjá einkjuni.

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Hjertesorg”, ”Historier. Anden samling”, 1853.

Marius Johannesen (1905-1986) týddi. H.C. Andersen: ”11 ævintýr”, Bókaforlagið Grønalíð 1981.