Skip to main content

Eldførið

Ein hermaður kom marsjerandi eftir landavegnum: Eitt, Tvey! Eitt, Tvey! hann hevði klæðsekk sín á bakinum og korðu við liðina, tí hann hevði verið í hernaði, og nú var hann á heimferð. So møtti hann einari gamlari gívur á landavegnum; hon var so andstyggilig, lippan hekk henni heilt niður á bringuna. Hon segði: “Gott kvøld hermaður! sum tú hevur vakra korðu og stóran klæðsekk, tú ert ein rættur hermaður! Nú skalt tú fáa so nógvan pening, sum tú skoytir um!”

”Takk skalt tú hava, tín gamla gívur!” segði hermaðurin.

”Sært tú hatta stóra træið?” segði gívurin og vísti á tað træið, ið stóð tætt hjá.

”Tað er heilt tómt innan! Har skalt tú klúgva upp í toppin, so sært tú eitt hol, sum tú kanst sleppa tær ígjøgnum og koma djúpt niður í træið! Eg skal leggja línu á teg, so at eg kann draga teg upp aftur, tá ið tú rópar á meg!”

”Hvat havi eg í hasum trænum at gera?” spurdi hermaðurin.

”Heinta pening!” segði gívurin, ”veitst tú, tá ið tú kemur niður á botn í trænum, so ert tú í eini stórari forstovu, har er heilt ljóst, tí har brenna yvir hundrað lampur. So sært tú tríggjar dyr, tú kanst lata tær upp, lykil stendur í. Fert tú inn í fyrsta kamar, tá sært tú mitt á gólvinum eina stóra kistu, oman á henni situr ein hundur; hann hevur eygu so stór sum einir tekoppar, men einki skalt tú leggja í tað! Eg gevi tær mína blápuntutu svintu, hana kanst tú breiða út á gólvið; ver so kvikur og tak hundin, set hann á svintu mína, lat kistuna upp og tak so nógvar skillingar, tær lystir. Teir eru allir úr kopari; men vilt tú heldur hava silvur, so skalt tú fara inn í næsta kamar; men har situr ein hundur, ið hevur eygu so stór sum hjólrokkar; men tað skalt tú einki leggja í, set hann á svintu mína og tak so tú av peninginum! Vilt tú harafturímóti hava gull, tað er eisini at fáa, og tað so nógv sum tú orkar at bera, um tú fert inn í triðja kamar. Men hundurin, ið situr á peningakistuni her, hann hevur tvey eygu, hvørt sum rundatorn av stødd. Tað er ein ordans hundur, skal eg siga tær! men tað skalt tú einki leggja í, set hann bara á svintu mína, so ger hann tær einki, og tak tú úr kistuni so mikið gull, tær lystir!”

”Hygga síggj!” segði hermaðurin. ”Men hvat skal eg geva tær, tín gamla gívur? Tí okkurt vilt tú hava burturav, kann eg ætla!”

”Nei” segði gívurin, ”ikki ein einasta skilling vil eg hava! Tú skalt bara taka mær eitt gamalt eldføri, sum omma mín legði eftir sær, seinast hon var har niðri!”

”Íðan! legg so línuna á meg!” segði hermaðurin.

”Her er hon!” segði gívurin, ”og her er mín blápuntuta svinta.”

So kleiv hermaðurin upp í træið, slepti seg niður í holið og stóð nú, sum gívurin segði, niðri í tí stóru forstovuni, hvar tær nógvu hundrað lampurnar brunnu.

Nú læt hann fyrstu dyr upp. Huff! Har sat hundurin við eygum so stórum sum tekoppar og bíndi at honum.

”Tú heldur teg vera!” segði hermaðurin, setti hann á svintuna hjá gívrini og tók so nógvar koparskillingar, sum rúmaðust í lummanum, læt so kistuna aftur, setti hundin upp aftur og fór inn í hitt kamarið. Eyeyameg! har sat hundurin við eygum so stórum, sum hjólrokkar.

”Tú skuldi ikki hugt so upp á meg!” segði hermaðurin, ”tú kundi fingið ilt í eyguni!” og so setti hann hundin á svintuna hjá gívrini, men tá ið hann sá tann nógva silvurpening í kistuni, tveitti hann allan koparpeningin, hann hevði, og fylti lumman og klæðsekkin við berum silvuri. Nú fór hann inn í triðja kamarið!

- Nei tað var ikki tespiligt! Menn hevði hundurin harinni tvey eygu so stór sum rundatorn! og tey mólu runt í heysinum eins og hjól.

”Gott kvøld!” segði hermaðurin og trilvaði eftir húgvuni, tí slíkan hund hevði hann aldri sæð fyrr; men tá ið hann so hugdi eitt bil at honum, helt hann, at nú var nóg mikið avgjørt, lyfti hann niður á gólvið og læt kistuna upp. Jesus náði meg, sum har var nógv gull! hann kundi keypa fyri tað alt Keypmannahavn og sukurgrísarnar hjá køkukonunum, allar tinsoldátar, koyrlar og reiggjhestar, ið til vóru í heiminum! Jú, har var sanniliga peningur! - Nú tveitti hermaðurin allar teir silvurskillingar, hann hevði fylt lummarnar og klæðsekkin við, og tók gull í staðin, ja, allir lummarnir, klæðsekkurin, kaskettin og stivlarnir vórðu fyltir, so hann illa orkaði at ganga! Nú hevði hann pening! Hundin setti hann upp á kistuna, klamsaði hurðina aftur og rópti so upp ígjøgnum træið:

”Drag meg nú upp, tín gamla gívur!”

”Hevur tú eldførið við?” spurdi gívurin.

”Tað var rætt!” segði hermaðurin, ”tað havi eg gloymt,” og nú fór hann eftir tí. Gívurin dró hann upp, og so stóð hann aftur á landaveginum við lummum, stivlum, klæðsekki og kaskett fullum av peningi.

”Hvat skalt tú hava hatta eldførið til?” spurdi hermaðurin.

”Tað kemur ikki tær við!” segði gívurin, ”nú hevur tú jú fingið pening! Gev mær bara eldførið!”

”Einki møsn!” segði hermaðurin, ”sig mær í stundini, hvat tú skalt hava tað til, annars dragi eg korðuna út og kubbi høvdið av tær!”

”Nei!” segði gívurin.

So høgdi hermaðurin høvdið av henni. Har lá hon! men hann knýtti allan pening sín inn í hennara svintu, tók knýtið á bakið, koyrdi eldførið í lumman og fór beinanvegin til býin.

Tað var ein stásiligur býur, og í tí stásiligasta gistingarhúsinum fekk hann sær innivist, kravdi tær bestu stovur av øllum og mat, sum honum dámdi væl, tí nú var hann ríkur, tí hann átti so nógvan pening.

Vertshúskallurin, sum skuldi busta honum stivlarnar, helt nú, tað vóru einir løgnir gamlir stivlar, ein so múgvandi maður átti, men hann hevði ikki keypt sær nýggjar enn; næsta dagin fekk hann sær stivlar at ganga við og búna, ið var hampiligur! Nú var hermaðurin vorðin ein høgur harri, og tey søgdu honum frá øllum tí stási, sum var í teirra býi, og frá kongi teirra, og hvat fyri ein yndislig prinsessa dóttir hansara var.

”Hvar kann eg fara at síggja hana?” spurdi hermaðurin.

”Eingin sleppur at síggja hana!” søgdu tey øll somul, ”hon býr í eini stórari koparborg við so nógvum múrum og tornum rundanum! Eingin uttan kongur torir at ganga út og inn hjá henni, tí henni er spáað, at hon skal verða gift við einum óvanda hermanni, og tað dámar ikki kongi.

”Hasa hevði eg havt hug at sæð!” hugsaði hermaðurin, men tað slapp hann jú ikki.

Nú livdi hann eitt kátt lív, fór í sjónleikarhús, ók í skreytgarðin og gav fátækrafólki so nógvan pening, og tað var vakurt gjørt! hann mintist væl frá gomlum døgum, hvussu ringt tað var ikki at eiga eitt oyra! - Hann var nú ríkur, gekk í vøkrum búna og fekk tá so nógvar vinir, sum allir søgdu, at hann var ein stásmaður, ein rættur kavalerur, og hetta dámdi hermanninum væl! Men av tí at hann hvønn dag gav út pening, og púra einki legði inn, so átti hann at enda ikki meir enn tveir skillingar eftir og mátti flyta út úr teim prýðiligu stovum, hvar hann hevði búð, og upp í eitt pinkulítið kamar, heilt út undir væðingina, sjálvur busta stivlar sínar og rimpa teir aftur við eini stoppinál, og eingir av vinum hansara komu til hann, tí har vóru so nógvar trappur at ganga upp eftir.

Tað var heilt myrkt á kvøldi, og hann var ikki førur fyri so frægt sum at keypa sær eitt kertuljós, men so mintist hann, at ein lítil stubbi lá í eldførinum, hann hevði tikið í tí innantóma trænum, sum gívurin hevði hjálpt honum niðurí. Hann fekk eldførið og kertustubban fram, men í sama bili, sum hann sló eld, og neistarnir ruku frá steinunum, bresti hurðin upp á bak, og hundurin, ið hevði eygu so stór, sum einir tekoppar, og sum hann hevði sæð niðri í trænum, stóð fyri honum og segði: ”Hvat býður harri mín!”

”Ha!” segði hermaðurin, ”hatta var eitt stuttligt eldføri, kann eg soleiðis fáa mær, hvat eg vil! Fá mær eitt sindur av peningi! segði hann við hundin, og eitt, tvey, trý var hann burtur! eitt, tvey, trý var hann aftur og hevði ein stóran posa fullan av skillingum í kjaftinum.

Nú visti hermaðurin, hvat tað var fyri eitt óført eldføri! sló hann eina ferð, kom hundurin, ið sat á kistuni við koparpeningi, sló hann tvær ferðir, kom hann, ið hevði silvurpening, og sló hann tríggjar ferðir, kom hann, ið hevði gull. - Nú flutti hermaðurin oman aftur í tær vøkru stovurnar, fór í tey góðu klæðini, og alt fyri eitt kendu allir vinir hansara hann, og teimum dámdi hann so væl. –

So hugsaði hann einaferð: løgið er tað kortini ikki at fáa hasa prinsessuna at síggja! Øll siga tey, at hon skal vera so eiggilig! men hvat batar tað, tá ið hon skal alla ævi sita inni í tí stóru koparborgini við teim nógvu tornunum. - Skal eg ongantíð sleppa at síggja hana? - Hvar er nú eldførið hjá mær! og so sló hann eld, og eitt, tvey, trý kom hundurin við eygum so stórum sum tekoppar.

”Tað er satt at siga mitt á nátt,” segði hermaðurin, ”men eg vildi so hjartans fegin sæð prinsessuna, bara eina lítla løtu!”

Hundurin var alt fyri eitt uttandura, og áðrenn hermaðurin visti av, kom hann hann aftur við prinsessuni, hon sat og svav á bakinum á hundinum og var so von, at hvør maður kundi síggja, at tað var ein rættilig prinsessa; hermaðurin kundi ikki bara sær, hann mátti mussa hana, tí hann var ein rættur hermaður.

Hundurin fór so rennandi av stað aftur við prinsessuni, men tá ið morgunin kom, og kongur og drotning skonktu drekka, segði prinsessan, hon hevði droymt ein so margháttligan dreym um ein hund og ein hermann. Hon reið á hundinum, og hermaðurin mussaði hana.

”Tað var ikki eiti av søgu!” segði drotningin.

Nú skuldi ein av teim gomlu hirðkonunum vakja uppi yvir prinsessuni komandi nátt, til at vita, um tað var ein rættiligur dreymur, ella hvat tað kundi vera.

Hermanninum longdist øtiliga eftir at síggja ta eiggiligu prinsessu aftur, og so kom vituliga hundurin um náttina, tók hana og rann alt tað, hann orkaði, men tann gamla hirðkonan læt seg í sjóstivlar og rann líka skjótt aftaná; tá ið hon nú sá, at tey hvurvu inni í einum stórum húsi, hugsaði hon, nú veit eg, hvar tað er, og skrivaði við einum kriti ein stóran kross á úthurðina. So fór hon heim at leggja seg, og hundurin kom eisini aftur við prinsessuni; men tá ið hann varð varur við, at krossur var settur á úthurðina, hvar hermaðurin búði, tók hann eisini eitt krit og setti krossar á allar úthurðar í øllum býnum, og tað vóru hyggjuráð, tí nú kundi hirðkonan jú ikki finna ta røttu úthurðina, av tí at krossur var á teim øllum somlum.

Tíðliga á morgni komu kongur og drotning, tann gamla hirðkonan og allir officerarnir til at vita, hvar tað var, ið prinsessan hevði verið! ”Har er tað!” segði kongur, tá ið hann sá ta fyrstu úthurðina við krossi á.

”Nei, tað er har, søti mín!” segði drotningin, ið bar eyga við næstu úthurð við krossi á.

”Men har er ein, og har er ein!” søgdu tey øll somul, hvar tey sóu, krossur var á úthurðunum. Nú skiltu tey, at tað batti ikki at leita meir.

Men drotningin var eingin býttlingur, hon dugdi meira enn at aka í skreytvogni. Hon tók sín stóra gullsaks, klipti eitt stórt stykki av silki sundur, og seymaði so ein lítlan fittan posa; hann fylti hon við smáum, fínum bókhveitigrýnum, bant hann upp á bakið á prinsessuni, og tá ið hetta var gjørt, klipti hon eitt lítið hol á posan, so at grýn kundu sløðast allan vegin, hvar prinsessan kom.

Um náttina kom so hundurin aftur, tók prinsessuna upp á bakið og fór rennandi við henni til hermannin, ið var so góður við hana, og vildi so fegin verið prinsur, fyri at fáa hana til konu.

Hundurin grunaði ikki, at hann sløddi grýnini allan vegin frá kongsborgini til vindeygað hjá hermanninum, hvar hann rann upp eftir vegginum við prinsessuni. Um morgunin sóu kongur og drotning skilliga, hvar dóttir teirra hevði verið, og so tóku tey hermannin og settu hann í skansan.

Har sat hann. Huff, sum har var myrkt og óhugaligt, og so søgdu tey við hann:

”Í morgin verður tú hongdur.” Tað var ikki gamansleikur at hoyra, og eldførið hevði hann gloymt heima á gistingarhúsinum. Um morgunin sá hann millum jarnrimarnar í tí lítla vindeyganum fólk skunda sær út úr býnum til at síggja hann verða hongdan. Hann hoyrdi trummurnar og sá hermenninar marsjera. Øll fóru rennandi; har var eisini ein skómakaradrongur við leðursvintu og á tuflum, hann fór tvísporandi so, at onnur tuflan reyk av honum og beint yvir av vegginum, har hermaðurin sat og kagaði út millum jarnrimarnar.

”Halló, tú skómakaradrongur! Ver ikki so bráður,” segði hermaðurin við hann, ”einki verður burturúr, fyrr enn eg komi! men renn mær inn, hvar eg havi búð og heinta mær eldføri mítt, so skalt tú fáa fýra skillingar, men tú mást gera skjótt av!” Skómakaradrongurin vildi fegin hava teir fýra skillingarnar og fór við sjógv á baki eftir eldførinum, gav hermanninum tað og – ja, og nú fáa vit at hoyra!

Uttan fyri býin var stórur gálgi stoyptur, rundan um stóðu hermenninir og mong hundrað túsund fólk. Kongur og drotning sótu á einari prýðiligari trónu beint áraka dómaran og alt tingið.

Hermaðurin stóð longu uppi á stiganum, men í tí bili tey skuldu leggja bandið um hálsin á honum, segði hann, at tey jú altíð loyvdu einum syndara, áðrenn hann skuldi líða sína revsing, at fáa játtað eitt meinaleyst ynski. Hann vildi so gjarna roykja eina pípu av tubbakki, tað var jú seinasta pípan, hann fekk í hesi verð.

Hesum vildi kongur ikki nokta fyri, og so tók hermaðurin eldføri sítt og sló eld, eitt, tvey, trý! og har stóðu allir hundarnir, hann við eygum so stórum sum tekoppar, hann við eygum sum hjólrokkar og hann, ið hevði eygu so stór sum rundatorn.

”Hjálpið mær nú, at eg ikki verði hongdur!” segði hermaðurin, og so lupu hundarnir á dómararnar og alt tingið, tóku ein í beinini og annan um nøsina og tveittu teir nógvar favnar upp í loft, so teir duttu niður og sorlaðust sundur.

”Eg vil ikki!” segði kongur, men tann størsti hundurin tók bæði hann og drotningina og blakaði tey aftan á øll hini; tá øtaðust menninir við, og alt fólkið rópti: ”lítli hermaður, tú skalt vera kongur okkara og eiga ta vonu prinsessu!”

So settu tey hermannin í kongsins skreytvogn, og allir tríggir hundarnir dansaðu frammanfyri og róptu: ”Hurrá!” og dreingirnir bríkslaðu í fingrarnar og hermenninir gjørdu vápnaheilsu. Prinsessan kom út úr koparborgini og gjørdist drotning, og tað dámdi henni væl! Brúdleypið stóð í átta dagar, og hundarnir sótu við til borðs og gjørdu glómur.

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Fyrtøjet”, ”Eventyr fortalte for børn. Første samling, Første hefte”, 1835.

Christoffur Lützen (1891-1981) týddi. H.C. Andersen: ”14 ævintýr”, Egið forlag 1953.