Skip to main content

Lítli Klávus og stóri Klávus

dissertation cid corneille best writing paperÍ einum býi vóru tveir menn, sum báðir itu tað sama. Báðir itu Klávus, men annar átti fýra ross og hin bara eitt. Og fyri at duga at kenna teir at, róptu tey hann, sum átti fýra ross, stóra Klávus og tann við tí eina rossinum, lítla Klávus. Og nú skulu vit hoyra, hvussu tað gekst teimum báðum, tí hetta er ein sonn søga.

Alla vikuna á tamb noyddist lítli Klávus at pløga fyri stóra Klávus og læna honum ross sítt. So hjálpti stóri Klávus hinum við sínum fýra hestum, men bara ein dag um vikuna, og tað var sunnudagin.

Heysa! Tað var ikki lukkuligt, sum lítli Klávus veipaði við koyrlinum uppi yvir øllum fimm rossunum, tí henda eina dagin kendi hann tað, sum átti hann allar fimm hestarnar. Sólin sá so vælsignað, og allar kirkjuklokkurnar ringdu og kallaðu fólk í kirkju. Fólk fóru so uppskrýdd við sálmabók í hondini eftir vegnum at hoyra prest prædika, og tey hugdu at lítla Klávusi, sum gekk og pløgdi við fimm rossum, og hann var í so góðum lag, at hann bresti við koyrlinum og rópti: ”Heysa, allir mínir hestar!"

”Hatta mást tú ikki siga," segði stóri Klávus, ”tí tað er bara tað eina rossið, sum er títt!" Men tá ið so onnur fólk komu eftir vegnum í kirkju, gloymdi lítli Klávus, at hann ikki mátti siga tað og rópti aftur: ”Heysa, allir hestar mínir!"

”Ja, nú biði eg teg eina ferð enn at gevast við hasum!" segði stóri Klávus, ”tí sigur tú tað eina ferð aftur, so gevi eg hesti tínum eitt so dygt slag í pannuna, at hann skal liggja við brestin, og statt tá!"

”Tað skal ikki henda seg, at eg sigi tað aftur!" segði lítli Klávus, men tá ið so nøkur onnur fólk komu tann vegin í kirkju og nikkaðu so blídliga, gjørdist hann so glaður og helt, at hetta sá so stórbært út at pløga við fimm rossum, og so bresti hann aftur við koyrlinum og rópti: ”Heysa! Allir hestar mínir!"

”Eg skal heysa tínar hestar!" segði stóri Klávus, tók hælkeppin og lammaði hann í pannuna á hestinum hjá lítla Klávusi, so at hann small niður so steindeyður.

”A dú, nú eigi eg onki ross longur!" segði lítli Klávus og fór at gráta. So fletti hann rossið, tók húðina og turkaði hana, koyrdi hana í ein posa og legði á bakið og fór so til býin at selja rossahúðina.

Hann hevði langan veg at ganga, skuldi ígjøgnum ein stóran, myrkan skóg, og so kom eitt so ógvuligt ódnarveður. Hann viltist, og áðrenn hann var komin aftur á beint, var tað seinkað so nógv, at ikki var hugsingur um at koma til býin tað kvøldið.

Tætt við vegin var ein stórur bóndagarður. Lúkurnar vóru settar fyri vindeyguni, men ljósið grímdi kortini út ígjøgnum. ”Har mátti eg sloppið at gist í nátt," hugsaði lítli Klávus og fór og pikkaði uppá.

Bóndakonan kom og læt upp, men tá ið hon hoyrdi, hvat ið hann vildi, segði hon, at hann skuldi sleppa sær burtur. Maður hennara var ikki heima, og hon tók ikki móti fremmandafólki.

”Íðan so, so noyðist eg at liggja uttandura," segði lítli Klávus, og bóndakonan klamsaði hurðina aftur.

Tætt við har stóð ein des, og millum desina og húsini var ein skúrur, sum hevði flatt hálmtak.

”Har uppi kann eg liggja," segði lítli Klávus. ”Hetta er góð song. Storkurin man ikki flúgva niður og bíta meg í tærnar.” Tí satt var, har stóð ein livandi storkur uppi á takinum, har hann hevði reiður sítt.

So kreyp lítli Klávus sær upp á skúrin, og har lá hann og vendi sær fyri at vita, hvussu best var at liggja. Vindeygalúkurnar komu ikki so væl at í erva, og lítli Klávus sá heilt inn í stovuna.

Har var borðreitt við øllum góðum, vín og steik og ein deiligur fiskur. Bóndakonan og deknurin sótu við borðið og annars ongin annar, og hon skonkti fyri honum, og hann fekk sær fisk, tí fisk dámdi honum væl.

”Gævi eg hevði kunnað bjargað mær eitt sindur av hasum góðgætinum!" segði lítli Klávus og toygdi seg longri inn móti vindeyganum. Ikki eiti á kaku, hann sá standa har eisini. Jú hatta mátti sigast at vera gildi við lít!

Nú hoyrdi hann, at onkur kom ríðandi tann vegin móti bóndagarðinum. Tað var bóndin, sum kom heim.

Tað var ein stak fittur maður, men eina sjúku hevði hann, hann toldi ikki at síggja deknar. Fekk hann eyga á ein dekn, so spann øðin í hann. Og tí var deknurin farin inn at heilsa upp á konuna, meðan hann visti, at maðurin var frá húsum, og tann góða konan borðreiddi við øllum tí besta, sum hon hevði í húsinum. Tá ið tey nú hoyrdu, at bóndin kom, gjørdust tey so bangin, at konan bað deknin krúpa sær niður í eina tóma kistu, sum stóð í einum króki. Tað gjørdi hann eisini, tí hann visti, at neyðars bóndin toldi ikki sjónina av einum dekni. Konan beindi skjótt allan tann góða matin burtur og setti inn í bakarovnin, tí hevði maður hennara sæð matin, so hevði hann helst spurt, hvussu tað bar til, at hann stóð á borðinum.

”Áh ja," suffaði lítli Klávus uppi á skúrinum, tá ið hann sá matin hvørva. ”Er nakar har uppi?" spurdi bóndin og kagaði upp til lítla Klávus. ”Hví liggur tú har? Kom heldur niður í stovuna!"

So segði lítli Klávus, hvussu hann var vilstur og spurdi, um hann kundi sleppa at vera har um náttina.

”Sjálvandi tað," segði bóndin, ”men nú skulu vit allarfyrst hava nakað at liva av."

Konan tók ógvuliga blídliga móti teimum báðum, legði dúk á eitt langt borð og setti eitt stórt greytarfat fyri teir. Bóndin var svangur og fekk sær við góðum matarlysti, men lítli Klávus sat og hugsaði um ta góðu steikina, fiskin og kakuna, sum stóðu í ovninum.

Undir borðið hevði hann lagt posan við rossahúðini, tí vit minnast jú, at tað var henni, hann var farin heimanífrá við at selja í býnum. Hann var onki fyri greyt, og so sat hann og traðkaði á posan, og tað brakaði hart í tí turru húðini.

”Kúss, kúss!" segði lítli Klávus við posan, men traðkaði uppaftur fastari á posan, so at tað brakaði uppaftur meir.

”Nei! Hvat er tað, tú hevur í hasum posanum?" spurdi bóndin.

”Á, tað er bara ein gandakallur!" segði lítli Klávus, ”hann sigur, at vit skulu ikki sita og eta greyt, tí hann hevur gandað ovnin fullan av steik og fiski og kaku!"

”Hvat sigur tú?" segði bóndin og læt ovnin upp við ein dekans fart, og satt var tað, har lá allur maturin, sum konan hevði krógvað, men sum bóndin helt, at gandakallurin í posanum hevði gandað inn í ovnin. Konan tordi onki at siga, men setti matin á borðið beinanvegin, og so ótu teir bæði av fiskinum og steikini og kakuni. So traðkaði lítli Klávus aftur á posan, so at tað brakaði í húðini.

”Hvat sigur hann nú?" spurdi bóndin.

”Hann sigur," segði lítli Klávus, ”at hann hevur gandað tríggjar fløskur av víni inn í ovnin!" So mátti konan eftir víninum, hon hevði krógvað, og bóndin tók nógv til sín, so hann gjørdist í góðum lag. Ein sovorðnan gandakall, sum lítli Klávus hevði í posanum, hevði hann fegin viljað átt.

”Kann hann eisini ganda hin versta fram?" spurdi bóndin. ”Hann hevði eg fegin viljað sæð, tí nú eri eg í góðum lag!"

”Ja," segði lítli Klávus, ”gandakallur mín dugir alt, sum eg vil hava hann at gera. Er ikki so?" spurdi hann og traðkaði á posan, so at tað brakaði í. ”Hoyrir tú, at hann sigur jú? Men illimaður er ljótur á at líta, so tað er kanska ikki vert at ganda hann fram."

”Tvætl, eg eri als ikki bangin, hvussu man hann síggja út?"

”Ja, hann er meinlíkur einum dekni!"

”Tví for dekan!" segði bóndin, ”tað var ræðuligt! Eg skal siga tygum, at eg toli ikki deknar. Men nú veit eg, at tað er illimaður, og so er tað frægari! Nú havi eg dirvi. Men hann má ikki koma ov nær."

”Nú skal eg spyrja gandakall mín," segði lítli Klávus, traðkaði á posan og lætst at lurta.

”Hvat sigur hann?"

”Hann sigur, at tygum kunnu fara at lata kistuna upp, sum stendur har yviri í krókinum, so sleppa tygum at síggja illamann, sum situr har og kúrir, men ansið eftir, at hann ikki loypur út."

”Kunnu tygum hjálpa mær at halda lokinum?" segði bóndin og fór yvir til kistuna, har konan hevði krógvað deknin, sum nú var um at doyggja av bangilsi. Bóndin gloppaði lokinum og kagaði.

”Á for dekan!" rópti hann og hopaði aftur eftir hæli. ”Eg sá hann, og hann var meinlíkur dekni okkara. Nei, hatta var ræðuligt!"

Eftir hetta helt bóndin, at teir trongdu til at styrkja seg við onkrum, og so sótu teir og drukku til langt út á náttina.

”Tú mást selja mær handa gandakallin!" segði bóndin. ”Tú kanst krevja, hvat ið tú vilt fyri hann, ja, tú skalt beinanvegin fáa upp í eina fulla skeppu av pengum!"

”Nei, eg kann ikki lata hann!" segði lítli Klávus. ”Hugsið tygum til, hvat gagn eg havi av honum!"

”Ja, men eg havi so ógvuliga góðan hug á honum," segði bóndin og bleiv við at bøna og biðja.

”Ja, ja," segði lítli Klávus at enda. ”Tá ið tygum hava verið so beinasamur at hýst mær í nátt, so kann tað vera tað sama. Tygum skulu fáa gandakallin fyri eina skeppu av pengum, men eg vil, at skeppan skal vera rokað."

”Tað skal hon vera," segði bóndin, ”men hasa kistuna mást tú taka við tær, eg vil ikki hava hana standandi her eina løtu aftrat, tí væl kann hasin versti sita har enn."

Lítli Klávus gav bóndanum posan við tí turru rossahúðini og fekk eina rokafulla skeppu av pengum afturfyri. Bóndin gav honum eisini eina stóra hjólbøru at hava pengarnar og kistuna í.

”Farvæl!" segði lítli Klávus, og so fór hann av stað við pengunum og teirri stóru kistuni, sum deknurin sat í.

Hinumegin skógin var ein stór, djúp á. Hon fór fossandi omaneftir, so at neyvan hevði borið til at svomið ímóti streyminum. Yvir um ánna høvdu teir gjørt eina stóra spildurnýggja brúgv, og nú stóð lítli Klávus mitt á hesi brúnni og segði so hart, at deknurin í kistuni skuldi hoyra tað: ”Nei, hvat skal eg ganga sum eitt býtt og dragsa hesa lorta kistuna? Hon er so tung, sum var hon full av gróti! Eg orki ikki at koyra við hesum longur, eg tveiti hana beinanvegin út í ánna. Rekur hon so heim til mín, er tað gott, og kemur hon ikki tann vegin, so verður tað harvið."

Nú tók hann í aðra honkina á kistuni og lætst, sum hann ætlaði at kasta hana í ánna.

”Nei, lat vera!" rópti deknurin í kistuni. ”Lova mær út!"

”Oy, oy," segði lítli Klávus og lætst, sum hann gjørdist bangin. ”Situr hann í kistuni enn! So má eg beinanvegin tveita hann út í ánna, so at hann druknar!"

”Nei, vælsignaður, nei!" rópti deknurin, ”eg skal geva tær upp í fulla skeppu av pengum, um tú vilt lata vera."

”Ja, tað er so eitt annað!" segði lítli Klávus og læt lokið heilt upp á kistuni. Deknurin slapp sær beinanvegin upp úr henni, rendi ta tómu kistuna út í ánna og fór heim, har lítli Klávus fekk eina fulla skeppu av pengum. Eina hevði hann fingið fyrr, so nú hevði hann hjólbøruna fulla av pengum!

“Ja, handan hestin fekk eg væl fyri!" segði hann fyri seg sjálvan í tí hann stoytti burtur úr hjólbøruni mitt á stovugólvið. Tað var ein ordilig rúgva. ”Nakað øvundsjúkur verður stóri Klávus, tá ið hann fær at vita, hvussu ríkur eg eri vorðin við mínum eina hesti. Men eg fari ikki beinleiðis at siga honum tað."

So sendi hann ein smádrong yvir til stóra Klávus at læna eitt skeppumál. ”Hvat man hann fara at gera við tað!" hugsaði stóri Klávus og smurdi tjøru upp undir botnin á skeppumálinum, so okkurt kanska fór at hanga uppií av tí, sum hann máldi. Tað gjørdi tað eisini, tí tá ið hann fekk skeppumálið aftur, hingu tríggjar silvurkrónur undir botninum.

”Hvat sørin!" segði stóri Klávus og leyp beinan vegin yvir til lítla Klávus. ”Hvaðani hevur tú fingið allar hasar pengarnar?"

”Á, teir fekk eg fyri rossahúðina, sum eg seldi í gjárkvøldið!"

”Tað má eg siga, at har gjørdi tú kubbið!" segði stóri Klávus, skundaði sær heim, tók eina øks og drap øll fýra rossini. So fletti hann tey og fór inn til býin at selja húðirnar.

”Húðir, húðir! Hvør vil keypa húðir?" rópti hann, meðan hann fór gjøgnum gøturnar.

Allir skómakarar og garvarar komu rennandi og spurdu, hvat ið hann vildi hava fyri tær.

”Eina skeppu av pengum fyri hvørja!" segði stóri Klávus.

”Ert tú spinnandi óður í høvdinum?" søgdu teir allir samlir, ”heldur tú, at vit hava pengar í skeppuvís?"

”Húðir, húðir! Hvør vil hava húðir?" rópti hann. Øll, sum spurdu, fingu at vita, at ein húð kostaði eina skeppu av pengum.

”Hann heldur okkum fyri spott," søgdu tey øll, og so tóku skómakararnir til leðurreimarnar og garvararnir svintunar og fóru at buka stóra Klávus.

”Húðir, húðir!" hermdu teir, ”vit skulu geva tær avbarda húð, og sjúgva teg út úr staðnum!" róptu teir, og stóri Klávus mátti skunda sær, alt hann orkaði, tí so avbardur hevði hann ikki verið áður.

”Ja," segði hann, tá ið hann kom heim, ”hatta skal lítli Klávus fáa afturlønt, eg drepi hann afturfyri!"

Men heima hjá lítla Klávusi var gamla omman deyð. Satt var tað, hon hevði verið bæði knarrut og órein við hann, men kortini var hann ringur um, at hon var farin, og hann tók ta deyðu ommuna og legði hana í sína flógvu song at vita, um hann ikki fekk lív í hana aftur. Har skuldi hon sleppa at liggja alla náttina, og sjálvur skuldi hann so sita og sova í einum stóli, í krókinum, tí tað hevði hann gjørt so mangan áður.

Sum hann nú situr har um náttina, fer hurðin upp, og inn kemur stóri Klávus við øks í hendi. Hann visti væl, hvar ið songin hjá lítla Klávusi var og fór beinanvegin yvir og lammaði øksina í pannuna á deyðu ommuni, tí hann helt, tað var lítli Klávus.

”Ligg har!" segði hann, ”nú skalt tú ikki lumpa meg oftari!" og so fór hann aftur til hús.

”Hatta er ein øgiliga illavorðin maður!" segði lítli Klávus. ”Har ætlaði hann at sláa meg í hel. Tað var fyri neyðini, at gamla omma longu var deyð áðrenn, annars hevði hann nú havt dripið hana!"

So læt hann ommu sína í sunnudagsklæðini, lænti eitt ross frá granna sínum, spenti tað fyri vognin og setti ommuna upp á baksetrið, so at hon ikki skuldi detta út, meðan hann koyrdi. Og so koyrdu tey teinin gjøgnum skógin. Tá ið sólin kom upp, vóru tey beint uttan fyri eitt vertshús, og har steðgaði lítli Klávus og fór inn at fáa sær okkurt at liva av.

Vertshúshaldarin var ein ógvuliga ríkur maður, og hann var eisini ein góður maður, men illsintur, sum var hann fullur av pipari og tubbaki.

”Góðan morgun!" segði hann við lítla Klávus, ”tú ert tíðliga komin í sunnudagsklæðini í morgun!"

”Ja," segði lítli Klávus, ”eg fari til býin við gomlu ommu míni, hon situr úti í vogninum, tað er ikki til at fáa hana inn í stovuna, men høvdu tygum viljað borið henni eitt glas av mjøði! Tygum mugu tosa hart, tí hon er ógvuliga deyv."

”Jú, tað skal eg!" segði verturin og læt upp í eitt stórt glas av mjøði, sum hann fór út við til gomlu ommuna, sum sat á baksetrinum.

”Her er eitt glas av mjøði frá soni tygara!" segði verturin, men tað kvøtti sum rímiligt var ikki úr tí deyðu.

”Hoyra tygum ikki!" rópti verturin so hart, sum hann orkaði, ”her er eitt glas av mjøði frá soni tygara!"

Hetta rópti hann fyrst eina ferð og so eina ferð aftrat, men tá ið hon als ikki lætst um vón, kom ilt í hann, og hann tók glasið og tveitti tað beint í andlitið á tí gomlu, so at mjøðurin rann av henni, og hon fell afturav, tí hon sat bara aftrat og var ikki bundin.

”For hundarnar!" rópti lítli Klávus, sum kom leypandi út í tún, ”nú hevur tú dripið ommu mína! Hygg, sært tú ikki, hon hevur stórt hol í pannuni?"

”Á, hatta var ein vanlukka!" rópti verturin og sló hendurnar saman. ”Og alt ger mítt óreina illsinni. Góði lítli Klávus, tú skal fáa eina fulla skeppu av pengum, og eg skal lata ommu tína fara til gravar, sum var hon mín egna omma, bara tú vilt tiga við hesum, tí annars verði eg avhøvdaður, og tað dámar mær lítið!"

So fekk lítli Klávus eina fulla skeppu av pengum, og verturin jarðaði gomlu ommuna, sum var tað hansara egna omma.

Tá ið nú lítli Klávus kom heim aftur við øllum pengunum, sendi hann drongin yvir til stóra Klávus at læna eitt skeppumál.

”Hvat sigur tú?" segði stóri Klávus, ”havi eg ikki dripið hann meðni? Tað má eg sjálvur fara at kanna!" Og so fór hann sjálvur við skeppuni yvir til lítla Klávus.

”Nei, hvaðani hevur tú fingið allan henda peningin frá?" spurdi stóri Klávus og gløddi við, tá ið hann sá alla pengarúgvuna.

”Tað var gomlu ommu mína og ikki meg, sum tú drapst!" segði lítli Klávus. ”Hana seldi eg og fekk upp í skeppu av pengum fyri hana!"

”Tað má eg siga, tað var góður prísur!" segði stóri Klávus, skundaði sær heim, tók øksina og sló gomlu ommu sína í hel. So legði hann hana upp í vognin, koyrdi inn í býin, inn til apotekaran og spurdi, um hann hevði hug at keypa eitt lík.

”Hvat er tað fyri lík, og hvaðani hava tygum fingið tað?" spurdi apotekarin.

”Tað er gamla omma mín!" segði stóri Klávus, ”eg havi dripið hana og rokni við at fáa upp í eina skeppu av pengum fyri hana!"

”Harra mín!" segði apotekarin. ”Tygum tosa, sum tað, ið ørt er! Standið ikki og sigið sovorðið, tí hatta kunnu tygum missa høvdið fyri!" Og so segði hann fyri honum, hvat ið ræðuligt tað var, hann hevði gjørt, og at hann var eitt ónt menniskja, sum mátti revsast. Stóri Klávus gjørdist so bangin, at hann leyp út av apotekinum, út í vognin og dreiv á hestarnar heim, og apotekarin og fólk hansara hildu hann vera óðan í høvdinum og lótu hann fara.

”Hatta skalt tú fáa afturlønt!" segði stóri Klávus, tá ið hann var komin út á landavegin, ”ja, hatta skalt tú sanniliga fáa afturlønt, lítli Klávus!"

Og beinanvegin, sum hann var heim komin, tók hann størsta posan, hann átti, fór yvir til lítla Klávus og segði: ”Nú hevur tú aftur lumpað meg! Fyrst drap eg ross míni, so gomlu ommu mína, og alt hevur tú gjørt, men hereftir skalt tú ikki lumpa meg meir!" Og so tók hann lítla Klávus, fekk hann niður í posan, tók posan á bakið og rópti: ”Nú fari eg at drukna teg!"

Langt var at ganga til ánna, og lítli Klávus var ikki so lættur at bera. Vegurin yvir til ánna gekk beint fram við kirkjuni, onkur spældi upp á orglið, fólk sungu so vakurt í kirkjuni. So setti stóri Klávus posan við lítla Klávusi tætt við hurðina inn í forkirkjuna og helt, at tað kundi verið ein hvíld í at farið inn og hoyrt ein sálm, áðrenn hann fór longri fram á vegin. Lítli Klávus slapp ongan veg, og so fór stóri Klávus inn í kirkjuna.

”Á ja, á ja!" suffaði lítli Klávus í posanum. Hann lá og brestist og royndi at sleppa út, men ógjørligt. Í tí sama kom ein gamal maður har við einum stórum neytafylgi. Snjóhvítt hár hevði hann og stóran putt í hondini. Har vóru bæði kýr og tarvar í fylginum, og tey komu undir posan, so hann datt.

”Á ja," suffaði lítli Klávus, ”eg, sum eri so ungur, skal longu upp til himmals!"

”Og eg, neyðar maður!" segði neytamaðurin, ”sum eri so gamal og ikki sleppi har enn!"

”Loysið posabandið av," rópti lítli Klávus, ”og krúpið so niður í posan, so sleppa tygum til himmals beinanvegin!"

”Ja, tað vil eg ógvuliga fegin," segði neytamaðurin, loysti posabandið av, so at lítli Klávus slapp út.

”Vilt tú so ansa mær eftir neytunum?" spurdi gamli maðurin, meðan hann kreyp sær niður í posan.

Tað lovaði lítli Klávus, meðan hann bant kjaftbandið fyri posan, og so fór hann sín veg við øllum neytunum.

Løtu seinni kom stóri Klávus út úr kirkjuni. Hann tók posan aftur á bakið, men hann helt, at hann varð vorðin nógv lættari, tí gamli maðurin vigaði ikki meir enn helvt móti lítla Klávusi. ”Sum hann er vorðin lættur, tað man vera, tí eg havi verið í kirkju og lýtt á sálmasongin!" So fór hann yvir til ánna, sum var bæði stór og djúp, kastaði posan við gamla neytamanninum útí og rópti eftir honum, tí hann visti ikki betur, enn at tað var lítli Klávus: ”Dusa tær har, nú skalt tú ikki lumpa meg meir!"

So fór hann heim, men tá ið hann kom heim á krossvegin, møtti hann lítla Klávusi, sum fór rekandi sítt neytafylgi.

”Hvussu!" segði stóri Klávus, ”havi eg ikki druknað teg?"

”Jú," segði lítli Klávus, ”tú tveitti meg í ánna fyri einum hálvum tíma síðani."

”Íðan, hvaðani hevur tú so fingið øll hasi deiligu neytini frá?"

”Hetta eru sjóneyt!" segði lítli Klávus. ”Eg skal siga tær alla søguna, og takk skalt tú hava fyri, at tú druknaði meg. Nú veit væl við hjá mær, eg eri ein ríkmaður, skal eg siga tær! Eg var so bangin, meðan eg lá í posanum, og vindurín súsaði fyri oyrunum á mær, tá ið tú tveitti meg út av brúnni og niður í tað kalda vatnið. Eg fór beinanvegin til botns, men eg fekk ikki ilt, tí har veksur so ógvuliga sítt og bleytt gras. Eg datt niður í grasið, og beinanvegin varð posabandið loyst upp, og ein undurvøkur jomfrú í hvítum klæðum og við grønum kransi um høvdið tók í hondina á mær og segði: ”Ert tú her, lítli Klávus? Nú skalt tú fáa nøkur neyt. Um eina míl frammi á vegnum stendur eitt neytafylgi, sum eg vil geva tær!" Nú sá eg, at áin var ein stórur landavegur hjá havfólkunum.

Niðri á botni gingu og koyrdu tey beint úr sjónum og inn á land heilt inn har, sum áin endar. Har var so vakurt við blomstrum og grønum grasi, og fiskur, sum svam í ánni, smeyg mær um oyruni sum fuglur í luftini. Har var nógv hampafólk og nógv neyt, sum gingu og skræddu í seg."

”Men hví ert tú beinanvegin komin upp aftur til okkum, tá ið tað var so avbera gott har niðri? Tað hevði eg ikki gjørt," segði stóri Klávus.

”Jú," segði lítli Klávus, ”tað er rættiliga snilt gjørt av mær! Hoyrir tú ikki, at eg segði, at havmoyggin segði, at um eina míl uppi á vegnum, og tá ið hon sigur vegnum, so meinar hon ánni, tí aðrar staðir kann hon ikki fara, har stendur eitt neytafylgi, sum eg skal eiga. Men eg veit, hvar áin rennur í buktum, so henda vegin, so handa, so tað er stórur umvegur. Nei, so verður tað so nógv skjótari, tá ið tú kanst koma her upp á land og so sneiða yvir aftur til ánna. Á tann hátt spari eg næstan hálva míl og komi skjótari til sjóneyt míni!”

”Oh, tú ert ein eydnuríkur maður!" segði stóri Klávus, ”heldur tú, at eg eisini fái sjóneyt, um eg komi niður á born í ánni?"

”Ja, tað rokni eg avgjørt við!" segði lítli Klávus, ”men eg orki ikki at bera teg yvir til ánna í posanum, tí tú ert so tungur, men vilt tú sjálvur ganga yvir til ánna og sleppa tær niður í posan, so skal eg fegin tveita teg útí."

”Takk skalt tú hava!" segði stóri Klávus, ”men fái eg ikki sjóneyt, tá ið eg komi niður á botn, so skalt tú fáa av at vita, skal eg lova tær!"

”Á nei, ver ikki so bannsettur!" og so fóru teir til ánna. Tá ið neytini, sum vóru tyst, sóu vatnið, fóru tey at renna tað dýrasta, tey orkaðu, fyri at sleppa at drekka.

”Hygg, hvussu tey skunda sær!" segði lítli Klávus, ”teimum leingist eftir at sleppa niður aftur í ánna!"

“Ja, hjálp mær nú fyrst!" segði stóri Klávus, ”tí annars verður tú avsmurdur!"

Og so kreyp hann niður í posan, sum hevði ligið á bakinum á einum tarvi. ”Legg ein stein í posan, tí annars óttist eg fyri, at eg fari ikki at søkka!" segði stóri Klávus.

”Tað man fara at ganga!" segði lítli Klávus, men legði kortini ein stóran stein í posan, bant kjaftbandið væl fyri og gav honum so eitt bólt. Bums!

Har fór stóri Klávus út í ánna og sakk beinanvegin til botns.

”Eg óttist fyri, at hann fer ikki at finna neytini!" segði lítli Klávus og fór so heim við neytafylginum, hann hevði fingið.

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Store Claus og lille Claus”, ”Eventyr fortalte for børn. Første samling, Første hefte”, 1835.

Marius Johannesen (1905-1986) týddi. H.C. Andersen: ”Ævintýr – eitt úrval”, Bókadeild Føroya Lærarafelags 2005.