Skip to main content

Forherðingurin

Einaferð var tað eitt gamalt skald, rætt eitt sovorðið gott gamalt skald. Eitt kvøldið, hann sat heima, kom eitt ræðuligt illveður í; regnið díkti niður, men tað gamla skaldið sat fjálgt og gott við ovnin, hvar eldurin logaði og súreplini snerktust.

”Tað verður ikki tráðurin turrur á teimum neyðardýrum, ið eru úti í slíkum veðri!” helt hann, tí hann var eitt sovorðið gott skald.

”Og lat mær upp! eg eri so kaldur og so vátur!” rópti eitt lítið barn uttanfyri. Tað græt og dukaði upp á dyrnar, meðan regnið díkti niður og vindbløkini skakaðu í vindeyguni.

Títt lítla neyðaradýr! segði tað gamla skaldið og fór út at lata upp hurðina. Har stóð ein lítil drongur; hann var heilt nakin, og vatnið dreiv úr hansara síða hári. Hann skalv av kulda; var hann ikki innum komin, var hann ivaleyst útideyður í illveðrinum.

”Títt lítla neyðardýr!” segði tað gamla skaldið og leiddi hann innar. ”Kom tú til mín, so skal eg royna at fløva teg! Vín og súrepli skal tú fáa, tí tú ert ein vakur drongur!”

Tað var hann eisini. Eygu hansara sóu út eins og tvær bjartar stjørnur, og hóast vætan rann úr hansara gula hári, purlaði tað tó so vakurt. Hann sá út sum eitt lítið einglabarn, men var so bleikur av kulda og skalv um allan kroppin.

Í hondini hevði hann ein vakran boga, men hann var heilt spiltur av regninum; allir litirnir vóru runnir saman av vátaveðrinum.

Tað gamla skaldið setti seg við ovnin, lyfti tann lítla drongin upp í fangið, vant vatnið úr hári hansara, vermdi hendurnar í lógvum sínum og kókaði søtt vín til hansara; so ressaðist hann við, fekk roða á kjálkarnar, leyp niður á gólvið og dansaði rundan um tað gamla skaldið.

”Tú ert ein kátur drongur!” segði tann gamli. ”Hvussu eitur tú?”

”Eg eiti Amor!” svaraði hann, ”kennir tú meg ikki? Har liggur bogi mín! honum skjóti eg við, skal eg siga tær! Hygg, nú blíðkar veðrið uttanfyri; mánin skínur!”

”Men bogi tín er spiltur!” segði tað gamla skaldið.

”Tað var illa!” segði tann lítli drongurin, tók hann upp og hugdi at honum.

”O, hann er heilt turrur, hevur púra einki mein fingið! Strongurin er heilt stinnur! nú skal eg royna hann!” so spenti hann hann, legði píl á, mundaði og skeyt tað gamla skaldið beint í hjartað;

”Sært tú nú, at bogi mín var ikki spiltur!” segði hann, setti í ein skellilátur og leyp á dyr. Ein slíkur forherðingur! soleiðis at skjóta eftir tí gamla skaldinum, ið hevði lovað honum inn í sína fjálgu stovu, verið so blíður við hann og givið honum tað leskiliga vínið og tað besta súreplið.

Tað góða skaldið lá á gólvinum og græt, hann var reiðiliga skotin beint inn í hjartað, og so segði hann: ”fý, sum hasin Amor er ein forherðingur! hatta skal eg siga fyri øllum góðum børnum, so at tey kunnu ansa sær og aldri spæla við hann, tí hann spillir teimum leikin!”

*

Øll tey góðu børnini, gentur og dreingir, hann segði tað við, varðaðu seg so væl fyri tí bannsetta Amor, men hann lumpaði tey kortini, tí hann er so snildur!

Tá ið studentarnir fara frá fyrilestri, so rennur hann við liðina á teimum, við bók undir arminum og í svørtum búna. Teir bera ikki kenslu á hann, og so leiðast teir við honum og halda hann eisini vera student, men so stingur hann teimum pílin inn í barmin.

Tá ið genturnar fara frá presti, ella tær standa á kirkjugólvinum, so er hann eisini eftir teimum. Ja, hann er allar tíðir eftir fólki. Hann situr í tí stóru ljósakrúnuni í leikhøllini og brennur í bjørtum loga, so fólk halda, tað man vera ein lampa, men tey fáa síðani annað at føla. Hann sveimar í Skemtigarðinum og á Sýnini! ja, hann hevur einaferð skotið pápa og mammu tína beint inn í hjartað! Spyr tey bara, so fært tú at hoyra, hvat tey siga. Ja, hatta er ein bannsettur drongur, hasin Amor, hann skalt tú aldri geva teg í hóslag við! hann er eftir øllum. Hugsa tær til, hann hevur eisini skotið ein píl eftir gomlu ommu, men tað er langt síðani, tað er afturbatnað; men slíkt gloymir hon aldri. Fý, tann bannsetti Amor! Men nú kennir tú hann! veit hvat hann er fyri ein forherðingur.

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Den uartige dreng”,”Eventyr, fortalte for børn. Første samling. Andet hefte”, 1835.

Christoffur Lützen (1891-1981) týddi. H.C. Andersen: ”14 ævintýr”, Egið forlag 1953.