Skip to main content

9. RISIN, IÐ LOKKAÐI SMÁDREINGIR Í NETIÐ

 

Uppskrift frá Fossá, Borðoy

Eina ferð var tað ein risi, sum setti net út til at fanga smádreingir í, sum komu gangandi. Hann fløkti tað um føturnar á teimum, lyfti teir so upp eftir hárinum og tók teir tyngstu til krás hjá sær.

Ein dagin, meðan risin var úti, hildu teir dreingirnir, ið eftir livdu í hellinum, ráð um, hvussu teir skuldu sleppa frá risanum.

So var tað eina nátt, tá ið risin var sovnaður, at teir sluppu at spritunum og gløddu tvey, annað til hvørt eygað. Tveir fóru so hvør við sínum spriti og rendu tey inn í eyguni á risanum. Hann leyp óður av songini og slerdi um seg; men ið hvussu hann leitaði eftir dreingjunum, fann hann teir ikki, tí teir krógvaðu seg í allar krókar og holur, í hellinum vóru.

Um morgunin skuldi risin hava seyðin út at grasa - inniseyður var tað, ið hann hevði - læsti hellisdyrnar upp og slepti flokkinum út, einum seyði í senn, meðan hann krámaði uppi á bakinum og rundan um til at vita, um dreingirnir vóru har. Men teir goymdu seg undir búkinum á seyðinum og sluppu so út. Tá rópaðu teir:

”Á, skálkur og tjóvur risi! nú eru vit uttanfyri.”

Sinni kom í risan; hann skuldi leypa út eftir teimum, men slerdi høvdið upp í hellisgrótið, og tað var hansara bani.

Frásøgn: Pætur Olsen, Fossá, Borðoy

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

9 AT 1137