53. HIPLINGSBLETTURIN
Uppskrift av Norðtoftum
Hvussu tað ber til, at gamal hiplingur hevur hvítan blett við lærið, er soleiðis greitt frá:
Sum øllum man vera kunnugt, var apostulin Pætur útróðrarmaður. Ein dagin, sum hann var á útiróðri, fekk hann ein stóran kalva. Sum gamal siður hevur verið, skar hann beitu av kalvanum, og tá ið hann kom upp á land aftur, tók hann kalvan sundur í limir.
Síðan fór hann til hús; men kalvin lá sundurtikin eftir á støðni.
Hvussu leingi Pætur dvøldist við hús nevnist ikki; men so mikið er sagt, at, tá ið hann kom oman aftur á støðna, fór ein hiplingur út á sjógv, dragsandi ongiljubeituna í nevinum.
Pætur kundi ikki fáa beituna aftur; men til tess at tað kundi síggjast, at hiplingurin hevði verið ov nærsøkin, læt Pætur hann fáa ein hvítan blett aftanvert við lærið.
Frásøgn: Jóhannis Olsen, Norðtoftum
Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901
Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.
53 Einki AT-nummar