65. HJÚNINI OG TRØLLINI
Uppskrift úr Skálavík
Eina ferð vóru tvey hjún, sum ikki torgaðust. Ein dagin, sum maðurin er burtur í haga og hevur sett seg undir ein stein, hoyrir hann trøll tosa hinumegin steinin.
Nú skulu tey valda so mikið í kvøld, siga tey, at maðurin skal beina fyri konuni, og gera so av, at tey skulu skjóla sær í einum skýmaskoti í húsinum, so eingin skal síggja tey. Tá ið maðurin hoyrir hetta, heldur hann:
“Er tað so, at tað eru trøll, ið seta ilt ímillum okkum bæði, tá skal tað ikki vera so hereftir, sum tað hevur verið.”
Um kvøldið, tá hann er heimkomin, undrast konan upp á, at hann er so hjartansblíður. Hon at kynda eld upp og gera nátturð; men meðan hon ger mjølið út á, hvølvir hon pottin og stoytir alt í eldin.
Hann biður hana kynda upp aftur og spyr, um hon eigur nakað mjøl eftir. Hon letur uppyvir aftur og ger útá.
Tá lukkast henni at fáa kókað greytin og sett pottin á gólvið; men so kemur hon at stoyta undir, og potturin hvølvist eftir gólvinum.
Alt er maðurin blíður og spyr konuna, um hon eigur einki mjøl eftir enn til at lata uppyvir aftur.
Jú, hon eigur til eina ferð enn, sigur hon.
Tað lukkast henni at kóka, seta á gólvið og oysa upp í ílátið; men tá ið hon skal bera mann-inum ílátið, dettur hon, og greyturin flýtur eftir gólvinun.
Tá loypur maðurin upp og springur eftir øksini; konan svímar av ræðslu, tí hon heldur hann koma eftir sær; men hann fer í skýmaskotið, har sum trøllini eru, og høggur við øksini til ymsar síður.
Trøllini fóru rínandi og hvínandi avstað; summi gramdu seg um armar og summi um bein, sum hann hevði høgt.
Tá komu tey ikki aftur, og eftir tað samdust bæði hjúnini altíð væl.
Frásøgn: Jógvan Dánjalsson Øre, Skálavík
Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901
Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.
65 Einki AT-nummar