Skip to main content

11. RISAKONAN VIÐ KAMBFJØÐRINI

 

Uppskrift av Syðradali í Kalsoy

Maður og kona áttu trý børn. Børnini fóru at reka neyt ein morgunin og komu at einum helli, har sum ein gomul blind kelling stóð og mól. Tey fóru inn og tóku mjøl av kvørnini frá henni, so nógv, at hon fór at sakna og hevði fyri munni á sær:

”Annaðhvørt er tað músin, ið melur, ella er tað tjóvurin, ið stjelur, ella ruggar henda gamla ikki rætt.”

Hon at leita; men meðan hon leitaði, sluppu tey sær út og heim til foreldrini við mjølinum.

Annan morgunin fara tey avstað aftur at reka neyt, koma aftur at hellinum og fara inn. Tá liggur hin gamla og knoðar. Tey við tað sama í pottin at taka deiggið frá henni; men hon følir, at tað minkar í pottinum, og sigur:

”Aftur lokist helli mítt! verði her ongar dyr!”

Síðan trilvar hon um hellið, fangar børnini og sigur við tey:

”Eri eg ikki prúð?”

Jú, siga tey: tað er einki uttan ein kambfjøður á hálsinum, sum misprýðir hana. Hon spyr, um tey kunnu fáa sær hana burtur. Ja, siga tey: høvdu tey havt eitt svørð. So biður hon tey taka sítt svørð, sum hongur á bróstinum. Elsti drongurin tekur svørðið niður og høggur høvdið av henni. Síðan kvetta tey hana sundur, seta afturpartin upp á eina sneis fram við eldin og rýma.

Ein son átti henda gamla, sum var útistaddur. Tað fyrsta ið risadrongurin kemur heim, trívur hann eftir hesari steik, ið fram við eldin stendur.

”Fý fý, hetta er rumpustykki av mommu,” rópar hann og flýr á dyr, men fer skeivt og dettur í eitt vatn, sum er fyri durunum øðrumegin við, og druknar.

So fingu børnini og foreldur teirra hellið og alt tað, ið har var.

Frásøgn: Erika K. Johannessen, Syðradali, Kalsoy (Petur Jakob Sivertsen frá Gjógv hevur sagt eitt brigdi)

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

 

11  AT 327 A