Skip to main content

Køtturin

 

Nú skulu tit hoyra um ein mann í staðnum Neapel. Hesin maður var so fátækur, at hann gekk spillnakin, átti ikki trevilin at fjala seg við og so rak, at sólin bar á brá at síggja tvørtur ígjøgnum hann.

Best sum er, fellur hann frá og kennir á sær, at hetta verður deyðin. “Sektin liggur á,” hugsar hann við sær: “Eg havi verið hornagestur í lívinum allar mínar dagar, hví skal eg ikki ekkaleysur leggja meg at doyggja?”

Men alt, hann gremur, er, at tveir synir skulu liva eftir, og ikki eigur hann inn í eygað at geva teimum í arv. Ája, hann kann ikki bøta tað, vanlukku maður, men rópar teir til sín korti og sigur:

“Stakkalir, hóast eg havi strítt og strevað trúliga allar mínar dagar, eigi eg hvørki leyst ella fast at geva tykkum í arv, nú eg fari í Harrans hendur. Men um enn tað, lystir meg tó at anda at tykkum við tí lítla, sum er. - Tú, mín elsti sonur, tak hatta sáldið, á bróstinum hongur, og nýt tað væl, mestur lívbjargar tú tær við tí. - Og tú, yngri sonur, tak køttin, á bríkini liggur, vita, hvat tú fær burtur úr honum.”

Tá ið hann hevði sagt hetta, bað hann Jesus vera eftir hjá teimum, dró andan tungliga og slóknaði.

Tann eldri sonurin letur nú fátækrafyrisætið jarða faðirin, tekur sáldið niður av bróstinum og fer út at valtra við tí. Tess meir hann sáldar, tess meira fær hann burturúr - væl ber til hjá honum.

Hin yngri sonurin tekur køttin og heldur fyri munni sínum: “Hetta er tann faðirarvurin, ið er - ovboðið at fáa ein bita til sín egin munn, og nú hava køttin afturat at matskaffa.”

Nú hendir tað løgna, at køtturin tekur at tala: “Bíða nú, bíða nú,” sigur hann við drongin, “grem teg ikki so, fyrr enn tú sær, hvussu leikur fer; eg skal siga tær, tú hevur betri eydn-una enn vitið - veit tað bert ikki sjálvur. Er tað ríkur og navnframur, tú vil verða? Tað eri eg førur at gera teg, leggi eg meg eftir tí, mær er einki ovboðið.”

Nú drongurin hoyrir hetta, fer hann at pjátra uppi yvir køttinum, kínir honum, fær hann at murra, lovar honum jól og góðar dagar hjá sær, hvussu víkur og vendir.

Jú, køtturin fær tokka til drongin og tekur sær fyri, hvørja lýsing at fara til strandar og fiska tann besta fiskin, í havinum var, og bera konginum við hesum orðum:

“Her er havsins besti fiskur, gáva til tygara hátign frá mikla harra mínum, Gagliasi.”

Kongurin tekur blíðskortaður ímóti, dámar væl at fáa til gávus og biður heilsa tí mikla gevara. “Eg kenni hann ikki, Várharra kennir hann,” sigur kongurin.

Tá ið hetta hevur vart eina tíð, tekur køtturin sær fyri at elta menn, ið eru á fuglaveiði. Tá ið teir hava skotið eitthvørt, sum gott er, námar hann tað frá teimum og fer við tann spentarál til kongin við tí við somu orðum sum áður.

Tá ið hetta aftur hevur gingið eina tíð, heldur kongur ein dagin við køttin: “Tann mikla harra tín, Gaglias, lystir meg at hitta, hann hevur verið bæði blíður og góðgjørdur móti mær, nú vil eg vísa honum sømdir afturfyri.”

“Tað er harra míns besta trá at vága lív og limir fyri tygara hátign. Eg ivist ikki í, at hann verður her við degnum í morgin at vitja harra sín, kongin,” sigur køtturin.

Tíðliga morgunin eftir kemur køtturin aftur til kongin: “Tygara hátign! Harri mín, tann mikli Gaglias, biður umbera seg, hann kann ikki koma at finna harra sín, kongin, tí skósveinur hansara er rýmdur í nátt og hevur stolið øll klæðini, í húsinum vóru, av stað við sær, nú var ikki eitt plagg at draga upp á seg í morgun.”

Tá ið kongurin hoyrir hetta, tekur hann eina mongd av klæðum úr goymslum sínum og biður bera til tann mikla harra Gaglias.

Jú, Gaglias letur seg í av einlistum og so av stað til kongsgarðin, har hann verður móttikin við miklum kurteisi. Tað verður borðreitt, og hesin hábærsligi gestur fær pláss undir kongsins lið, tað munti ikki minni.

Meðan tey eta, talar Gaglias á køttin upp ímillum og biður hann vera varnan við labbunum, ikki at taka teir niður í skeivt ílat, so hann gjørdi teimum fyri skommum. Køtturin bað hann ikki hugsa um sovorðið putl: “Sektin á, hvar tú krámar, bert væl er krámað.”

Kongurin vildi fáa at vita, hvat tað var, teir hálvbrokkaðust um við borðið.

“Nei, tað var einki,” var køtturin so bráður at svara. “Tað var bert hetta, at mín mikli harri, Gaglias, sóknast eftir einari sitrón á borðinum.” Tað var alt í einum, kongur býður at bera ein heilan leyp av sitrónum inn. Tað er ikki meir enn ein løta, nú fer Gaglias aftur at mutla við køttin um at vara labbarnar. “Tig, tig,” svarar køtturin, “lat ikki nakran hoyra teg.” Men kongurin hoyrdi og vildi aftur fáa at vita, hvat teir tutlaðu um. Og aftur mátti køtturin penta eitthvørt saman til umberingar fyri tann heimføðisliga Gaglias.

So skjótt borðhaldið var liðugt, smoykir Gaglias sær út - er ikki álviligur inni her, tí hann kennir seg bæði lofnaðan og lavnan. Men køtturin verður eftir sitandi, tosar við kong, rósar óført tí mikla harra sínum, Gagliasi, bæði fyri dygdir og ognir, letur falla orð um, at ein sovorðin maður fær sjálvandi eina kongsdóttur til konu, ikki um at tala.

Kongur spyr nú, hvussu nógv tann mikli harri Gaglias eigur av ognum.

Hetta segði køtturin seg ikki duga at siga, tí Gaglias visti valla tølur á sjálvur. Men hevði kongurin hug at fáa tað at vita, var bert at fáa nakrar menn at kanna hetta, tí so fekk hann prógv fyri, at ilt var at finna javnlíka hans í ríkidømi um allan heim.

Jú, kongurin heldur, hetta eru hyggjuráðini, fær nakrar álitismenn at fara við køttinum og Gagliasi at kanna ognirnar, áleggur teimum at siga honum gjølla frá øllum.

*

Ája, teir fara av stað allir. Beint, teir koma um ríkismarkið, leggur køtturin undan, sigur við kongsins menn, at nú má hann fara frá teimum at skipa fyri vistarhaldi og sovorðið. Men hvat ger køtturin, sneiðursettur? Hvørja ferð, hann hittir ein seyðamann við øni sínum, ein geitreka við fylgi sínum, ein rossadrong við flota sínum, ein neytadrong við flokki sínum, sigur hann við teir:

“Á, armingarnir, nú koma ránsmenn á tykkum og ætla at gera bart. Men eini ráðini eru: Tá ið illgerðsmenninir spyrja, hvør ið eigur dýrini, sigið tá: tann mikli Gaglias, tí tá tora teir ikki at rætta hondina frá sær.” Hetta sama sigur køtturin við allar bøndur, allar akurskurðarmenn, allar slóttumenn, ið vóru á teimum leiðum, har kongsins menn komu fram.

Tað varir heldur ikki leingi, fyrr enn kongsins menn keðast av at ganga longur, tí alla staðni, hvar teir koma og spyrja fólk, bæði úti og inni, fáa teir hetta sama svarið: Tann mikli Gaglias eigur. So taka teir leiðina heim aftur til kongin og siga honum frá hesum ómetaligu ognum, tann mikli harri Gaglias eigur.

Kongurin undrast stórliga á henda megnarmann, fer til køttin og biður hann bera so í band, at Gaglias kemur í kongsgarðin at biðja um eina av døtrunum. “Tú skal ikki gera tað lønarleysur, eydnast tað,” tekur hann aftur í orðið.

Jú, hetta ber væl í lag, tað varir ikki leingi, fyrr enn Gaglias kemur í kongsgarðin og biður um eina av kongsdøtrunum til konu.

Tað varð ja, áðrenn hálvtalað varð orð, kunnu tit ætla, ein sovorðin ríkmaður er ikki undir hvørjum steini, hann fær kongsdóttrina og hartil stóra heimanfylgju. Gaglias og hansara frú verða nú búgvandi leingi á kongsgarðinum bæði við gleði og gaman.

Men so ein dagin, nú lystir Gagliasi at fara á stórgarðar sínar at búgva. Kongurin fylgir teimum ávegis at ríkismarkinum; tá biður hann tey heil og sæl fara og vendir heim aftur til síns sjálvs. Men tey fara longur fram á vegin, heilt norður til Lombardíið og keypa har stórar jarðarognir fyri heimanfylgjuna, hann hevði fingið við kongsdóttrini, hann setir búgv í einum slotti og livir sum ein greivi.

Tá ið nú Gaglias er komin til sættis á slottinum og sær allar ognir sínar uttan um seg, takkar hann køttinum so miriliga og sigur við hann: “Alt hetta havi eg tær fyri at takka, nú skal tú vera hjá mær alla ævi tína og liva og láta, sum tær lystir. Tá ið tú so doyr, skal eg balsamera teg og jarða teg í einum gullskríni aftur fyri alt, ið tú hevur útint fyri meg.”

Køtturin lýður tigandi á hesi føgru orð. - Hugsar hann við sær: “Tað hevði verið sum ein smeitur at vitað, um hetta, hann sigur, er so meint.”

Einar tveir dagar seinni letist køtturin vera deyður, liggur á liðini úti í urtagarðinum við øllum fýra út frá sær, stívur. Kongsdóttirin kemur fyrst fram á hann og sker í eitt gallróp: “Gaglias, Gaglias, á tann vanlukku standur, køtturin, neyðardýrið, liggur steindeyður her á vøllinum!”

Gaglias svarar, sum einki skuldi verið: “Sektin liggur á tí, ver tú glað, tað ikki var tú ella eg, ið har liggja.”

“Hvat skulu vit gera við hann?” spyr kongsdóttirin.

“Áh, tak í háryggin á honum og ripa hann í køstin, hvat annað gera vit við køttaskrokkar?” sigur hann.

Tá ið køtturin hoyrir hetta, fer hann aftur á føtur og heldur fyri: “Ája, hatta er takkarlønin fyri, at eg havi hjálpt tær til heiðurs og æru, fekk tær klæðir upp á kroppin og stórar ognir, lyfti teg upp úr vesæladóminum til tað, tú nú er. Vorðið gullskrín var, tú ætlaði mær. Eg má sanna orðatakið: Eingin ger skálkinum gott, hann lønar tað aftur við háð og spott - og at ilt er at leiða í kór, tað sum sjálvt vil í flór - ognirnar fekk tú stórar, men tærið er alsamt vesælingsins.”

Tá ið køtturin hevði sagt hetta, streyk hann av stað. Tey bønaðu og bóðu hann ikki fara, men hann ønti teimum ikki aftur.

Úr bókini ”Ævintýr 1”. Heðin Brú týddi. Føroya lærarafelag gav út í 1959.

Upprunaheiti: ”Gaglinso”. V. Hermann, B. Pio: “Eventyrbogen”, København 1862