Skip to main content

79. YNSKINI

Frásøgn úr Fugloy

academic writing for graduate students second edition answer key scotiabank business account plans interpretation essay radiography dissertation ideasMaður og kona høvdu fingið trý ynskir, sum skuldu ganga út. Konan sá eina aðra konu gera blóðmør og ynskti, at hon hevði átt sær eitt langapetti frá henni. Tað var ikki meira enn ynskt, so hevði hon tað. Tá ið hon kom inn aftur til sín sjálvs við langapettinum, spurdi maðurin, hvaðan hon hevði fingið tað. Hon segði, at hon hevði ynskt sær tað frá eini aðrari konu. Tá gjørdist maðurin spinnandi óður og ynskti, at tað hevði staðið fast í nøsini á henni. So varð: langapettið hekk fast har, sum tað var ynskt, og nú vóru eingi onnur ráð uttan at nýta triðja ynskið til at fáa tað burtur aftur. Illa fóru tey ynskini.

Frásøgn: Jóhan Hendrik Matras, Kirkju

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

79 AT 750 A