13. LÚRIVØTTUR OG DÝRIVØTTUR
Uppskrift frá Fossá í Borðoy
Um tann, sum rør hart, er í Føroyum orðtakið: Hann rør sum Dýrivøttur.
Eina ferð vóru tveir risar; annar æt Dýrivøttur og annar Lúrivøttur. Teir tóku at rógva eftir einum skipi ein dagin og ætlaðu at taka tað. Skipið sigldi undan teimum alt tað, ið tað kundi; men tó nærkaðust risarnir í hvørjum.
Tá ið teir hildu seg vera nóg nær, fór Lúrivøttur fram við einari langari jarnstong til at krøkja í skipið; men tá tók at draga sundur ímillum báðar partar, av tí at Dýrivøttur var einsamallur til at rógva. Lúrivøttur rópar:
”Ró nú, Dýrivøttur!”
Hesin spennir í; men í sama bragði fær Lúrivøttur eitt skot beint frammaní, so hann dettur øvigur aftur á kroppin á Dýravøtti.
Og so var alt.
Frásøgn: Pætur Olsen, Fossá, Borðoy
Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901
Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.
13 Einki AT-nr.