Skip to main content

Fylgisveinurin

Jóhannes, neyðardýrið, var í so ringum lag, tí faðirin var so sjúkur, at hann kundi ikki liva. Ongin annar uttan teir báðir vóru inni í teirri lítlu stovuni. Lampan á borðinum fánaði, og tað var heilt seint á kvøldi.

”Tú hevur verið mær ein góður sonur!” segði tann sjúki pápin. ”Várharra fer at hjálpa tær fram í verðini!” og hann hugdi við álvarsomum, mildum eygum upp á hann, dró djúpan anda og doyði. Tað var, sum hann skuldi sovna. Men Jóhannes græt, tí nú átti hann als ongan í allari verðini, hvørki faðir ella móður, systur ella bróður. Neyðardýrið Jóhannes! Hann lá á knæ framman fyri songini og kysti hondina á pápanum, græt síni søltu tár, men at enda duttu eyguni saman, og hann sovnaði við høvdinum niður á songarstokkin.

Tá droymdi hann ein merkiligan dreym. Hann sá, hvussu sól og máni nigu fyri honum, og hann sá pápa sín aftur frískan og ferðigan, og hann hoyrdi hann flenna, sum hann altíð plagdi at flenna, tá ið hann var í rættiliga góðum lag.

Ein vøkur genta við gullkrúnu um sítt langa, vakra hár, rætti Jóhannesi hondina, og pápi hansara segði: ”Sært tú, hvussu vakra brúður tú hevur fingið? Hon er vakrast í allari verðini.” So vaknaði hann, og alt tað vakra hvarv, pápin lá deyður og kaldur í songini, og ongin var hjá honum. Neyðardýrið Jóhannes.

Vikuna eftir fór tann deyði til gravar. Jóhannes gekk tætt aftan fyri kistuna og fór ongantíð aftur at sleppa at síggja pápa sín, sum hevði verið so góður við hann. Hann hoyrdi, at teir skumpaðu aftur yvir kistuna, sá tann seinasta bera blettin av henni, men tá ið næsta skuplan kom niður í grøvina, sást ikki meir til kistuna. Tá var tað, sum hjartað skuldi brostið, so ringur var hann. Tey á grøvini sungu ein sálm, og tað ljóðaði so vakurt. Tárini komu í eyguni á Jóhannesi, hann græt, og tað lætti um sorgina. Sólin skein so vakurt á tey grønu trøini, eins og vildi hon siga: ”Tú skalt ikki vera so syrgin, Jóhannes! Sært tú, hvussu bláur og vakur himinin er? Har uppi er faðir tín nú og biður fyri tær hjá tí góða Gudi, at tað altíð má gangast tær væl!”

”Eg fari altíð at royna at vera góður!” segði Jóhannes, ”so sleppi eg eisini til himmals til pápa, og tá verður frøi á okkum, tá ið vit møtast aftur! Tá verður tað nógv, sum eg veit at siga fyri honum, og hann fer at vísa mær mangt og læra meg um alt tað vakra, sum er í himlinum, eins og hann lærdi meg her á jørðini. Tá verður gleðin stór!”

Jóhannes tonkti so skilliga, at hann mátti smílast við, meðan tárini enn runnu niður eftir kjálkunum. Smáfuglarnir sótu uppi á kastanjutrøunum og lótu: ”Kvivitt, kvivitt!” Teir vóru so glaðir, tó at teir eisini vóru til jarðarferðina, men teir vistu, at tann deyði nú var uppi í himlinum, hevði veingir, nógv vakrari og størri enn teirra, og var lukkuligur nú, tí at hann hevði verið góður her á jørðini, og tað gleddu teir seg yvir. Jóhannes sá, hvar ið teir flugu frá teim grønu trøunum, langt út í verðina, og hann fekk eisini hug at flúgva við. Men fyrst telgdi hann ein stóran trækross at seta á grøvina hjá pápa sínum, og tá ið hann um kvøldið fór út á grøvina hjá honum, var grøvin prýdd við sandi og blómum. Tað høvdu fremmand fólk gjørt, tí tey vóru so góð við tann kæra pápan, sum nú var deyður.

Tíðliga næsta morgun pakkaði Jóhannes pjøkar sínar saman, stakk arvapartin, sum var hálvt hundrað dálar og nakrir silvurpeningar, í lumman, og við hesum viðførinum ætlaði hann at fara út í verðina. Men fyrst fór hann út á kirkjugarðin á grøvina hjá pápanum, las Faðir vár og segði: ”Farvæl, kæri faðir! Eg skal altíð vera eitt gott fólk, og so manst tú tora at biðja tann góða Gud, at mær má gangast væl!”

Úti á markini, har sum Jóhannes gekk, stóðu øll blomstrini frísk og vøkur í tí heita sólskininum, og tey nigu í vindinum, sum vildu tey siga: ”Vælkomin út í hagan! Er her ikki yndisligt?” Men Jóhannes vendi sær eina ferð enn um fyri at hyggja eftir teirri gomlu kirkjuni, har hann sum lítið barn var doyptur, har hann hvønn sunnudag við gamla pápa sínum hevði verið í kirkju og sungið sálmar. Tá sá hann høgt uppi í tornglugganum kirkjuvætturin, sum stóð við síni lítlu, reyðu, spísku húgvu. Hann skuggaði fyri andlitið, tí sólin skein beint í eyguni. Jóhannes veittraði farvæl til hansara, og tann lítli vætturin veittraði við húgvuni aftur ímóti, legði hondina á hjartað og mussaði fleiri ferðir á fingrarnar til at vísa, at hann ynskti honum alt gott, og at hann skuldi fáa eina lukkuliga reisu.

Jóhannes hugsaði um, hvussu nógv vakurt hann fór at síggja úti í stóru verð, og longri og longri gekk hann, so langt, sum hann ongantíð hevði verið áður. Hann kendi als ikki býirnar, sum hann kom ígjøgnum, ella menniskjuni, sum hann møtti. Nú var hann langt burturi millum fremmand.

Fyrstu náttina noyddist hann at leggja seg at sova í eini hoyrúgvu úti á bønum, aðra song visti hann sær ikki. Men hetta var bara stuttligt, helt hann. Kongur hevði tað ikki vakrari. Allur bøurin, áin, hoyrúgvan og so himmalin uppiyvir var sanniliga eitt vakurt sovikamar. Tað grøna grasið við teim reyðu og hvítu blomstrunum var gólvteppið. Berjarunnar og rósurunnar vóru blómuprýðini, og til at vaska sær í hevði hann alla ánna við klárum, frískum vatni. Og sevini nigu og søgdu bæði góðan morgun og gott kvøld. Mánin var ein stór náttlampa høgt uppi undir tí bláa loftinum, og hon setti ikki eld í gardinurnar. Jóhannes kundi leggja seg tryggur at sova, og tað gjørdi hann eisini, vaknaði ikki, fyrr enn sólin kom upp, og allir smáfuglarnir lótu: ”Góðan morgun! Góðan morgun! Ert tú ikki uppi enn?”

Kirkjuklokkurnar ringdu í kirkju, tí sunnudagur var. Fólk fóru at hoyra prestin, og Jóhannes fór aftan á teimum, sang ein sálm og lurtaði eftir Guds orði, og tað var fyri honum, sum sat hann í síni egnu kirkju, har hann var doyptur og hevði sungið sálmar saman við pápa sínum.

Úti á kirkjugarðinum vóru nógvar gravir, og á summum vaks grasið sítt. Tá hugsaði Jóhannes um grøvina hjá pápanum, sum eisini mundi fara at líkjast hesum, nú hann ikki var at lúka og prýða hana. Hann setti seg tí niður og fór at royta grasið burtur, reisa trækrossarnar, sum dotnir vóru, og leggja kransarnar, sum vindurin hevði skrætt burtur av gravunum, aftur har, sum teir áttu at liggja, meðan hann hugsaði: ”Kanska onkur ger tað sama við grøvina hjá pápa, nú eg ikki kann gera tað.”

Uttan fyri kirkjugarðsportrið stóð ein gamal biddari og heyk á høkju síni. Jóhannes gav honum teir silvurpengarnar, sum hann hevði, og fór so lukkuligur og glaður út í ta víðu verð.

Móti kvøldi kom eitt so ræðuligt ódnarveður. Jóhannes skundaði sær fyri at sleppa undir tak, men skjótt kom náttarmyrkrið á hann. Tá kom hann endiliga til eina lítla kirkju, sum stóð púra einsamøll uppi á einum heyggi. Til alla lukku var hurðin opin, og hann slapp sær inn. Her ætlaði hann at vera, til illveðrið hæsaði av.

”Her fari eg at seta meg í ein krók!” segði hann, ”eg eri móður og havi fyri neyðini at hvíla eina løtu!” So setti hann seg niður, helt saman hendur og bað aftanbøn, og áðrenn hann visti av, svav hann og droymdi, meðan toran gekk, og snarljósini skygdu uttanfyri.

Tá ið hann vaknaði aftur, var tað mitt á nátt, men veðrið var batnað, og mánin skein inn gjøgnum vindeyguni til hansara. Mitt á kirkjugólvinum stóð ein opin líkkista, sum ein deyður maður lá í, tí hann var ikki grivin enn. Jóhannes var als ikki bangin, tí hann hevði góða samvitsku, og hann visti, at tey deyðu gjørdu onki. Tað eru tey livandi, óndu menniskjuni, sum tú skalt ræðast. Tvey sovorðin livandi, illavorðin fólk stóðu tætt hjá tí deyða manninum, sum var borin inn her í kirkjuna, áðrenn hann skuldi leggjast í grøvina. Tey ætlaðu at gera honum ónáðir, ikki lova honum at liggja í kistuni, men kasta hann út um kirkjudyrnar, henda neyðars deyða mann.

”Hví ætla tit at gera tað?” spurdi Jóhannes, ”tað er bæði ljótt og illavorðið, latið hann sleppa at sova í Jesu navn!”

”Tvætl í teg,” søgdu tey ljótu fólkini, ”hann hevur lumpað okkum! Hann skyldar okkum pengar, og teir var hann ikki førur fyri at gjalda, og nú er hann eisini deyður, so vit fáa ikki eitt tveyoyra. Tí er tað, vit ætla at hevna okkum. Hann skal liggja sum ein hundur fyri kirkjudurunum!”

”Eg eigi ikki meir enn hálvt hundrað ríkisdálar,” segði Jóhannes, ”tað er arvapartur mín, men hann kunnu tit gjarna fáa, um tit trúliga lova at lata tann neyðars deyða mannin fáa frið. Eg man fara at klára meg uttan hasar pengarnar, eg eri frískur og sterkur, og Várharra fer at vera við mær!”

”Ja,” søgdu tey ljótu fólkini, ”tá ið tú soleiðis hevur hug at gjalda skuld hansara, skulu vit so satt ikki vinna honum nakrar neisur, tað kanst tú líta á.” Og so fóru tey við pengunum, sum Jóhannes gav teimum, flentu upp á háð, tí hann var so býttur, og fóru sín veg. Men Jóhannes legði líkið aftur í kistuna, sum tað átti at liggja, helt saman hendur, segði farvæl og fór so væl nøgdur gangandi gjøgnum ta stóru skógina.

Allastaðni, har mánin fekk skinið millum trøini, sá hann smáar álvar spæla so lystiliga. Teir ræddust ikki, tí teir vistu, at hann var eitt gott, meinaleyst fólk, og tað eru einans tey illavorðnu fólkini, sum ikki sleppa at síggja álvarnar. Summir álvar vóru ikki størri enn ein fingur, og tað langa, gula hárið høvdu teir fest upp við gullkambi, og so sótu teir tveir og tveir og vaggaðu á teim stóru døggdropunum, sum lógu á bløðunum og tí síða grasinum. Viðhvørt gleið dropin, og so duttu teir niður ímillum tey høgu stráini. Tá skuldi tú hoyrt láturin og prátið á hinum pinkulingunum. Tað var øgiliga stuttligt. Teir sungu, og Jóhannes dugdi allar vísurnar, tí hann lærdi tær, meðan hann var lítil. Stórir, sprøklutir eiturkoppar við silvurkrúnu um høvur máttu spinna heingibrýr og prýðiligar borgir millum runnavøkstirnar, sum, tá ið tað var farið at døgga, sóu út sum skínandi glar í tí bjarta mánalýsinum. Soleiðis helt tað á, líka til sólin reis. Teir smáu álvarnir krupu tá inn í blomsturknubbarnar, og vindurin treiv í brýr og borgir, sum tá flugu sum eiturfon burtur í luftini.

Jóhannes var nú komin út úr skógini. Tá hoyrdi hann ein mann rópa hart á seg: ”Hoyr meg, søti mín! Hvar gongur leiðin?”

”Út í víðu verðina!” segði Jóhannes. ”Eg eigi hvørki faðir ella móður, eri ein fátækur drongur, men Várharra man fara at hjálpa mær!”

”Eg ætli mær eisini út í víðu verðina!” segði ókunnumaðurin, ”skulu vit báðir ikki fylgjast?”

”Lat okkum tað!” segði Jóhannes, og so fóru teir til gongu saman. Tað var skjótt, at teir gjørdust vinmenn, tí báðir vóru teir hampafólk. Men Jóhannes legði skjótt til merkis, at hin var klókari enn hann, hann hevði verið næstan alla verðina runt og visti at siga frá øllum, sum til er.

Sólin var longu komin høgt á himmalin, og teir settu seg undir eitt høgt træ at eta morgunmat. Tá kom ein gomul kona. Á, sum hon sá gomul út og gekk heilt bogin, meðan hon styðjaði seg við einum putti, og á bakinum hevði hon eitt bundi av brenniviði, sum hon hevði sankað sær í skógini. Fyriklæðið hevði hon bundið upp, og Jóhannes sá, at nakrir trøllakampar og pílagreinar peigaðu útundan. Tá ið hon var komin tætt til teirra, gleið hon og datt og rópti hart av pínu, tí hon hevði brotið beinið, neyðars gamla konan.

Jóhannes ætlaði beinanvegin, at teir báðir skuldu bera hana heim til, har sum hon búði, men ókunnumaðurin fór í klæðsekkin, tók eina krukku burturúr og segði, at her hevði hann eina salvu, sum beinanvegin fór at fáa beinið heilt aftur, so at hon sjálv kundi ganga heim uttan at tað fór at síggjast høgg á fóti. Men afturfyri vildi hann hava trøllakamparnar, sum hon hevði í fyriklæðnum.

”Tað má sigast at vera dýrgoldið!” segði tann gamla og nikkaði so undarliga við høvdinum. Henni dámdi illa at lata trøllakamparnar, men ikki var tað heldur stuttligt at liggja har við brotnum beini, og so gav hon honum teir. Beinanvegin, sum salvan var komin upp á beinið, reisti tann gamla seg og fór til gongu, og gongulagið var nógv betri nú enn áður. Tað kundi hon takka salvuni fyri. Men tann salvan fekst ikki á apotekinum.

”Hvat skalt tú brúka trøllakamparnar til?” spurdi Jóhannes fylgisveinin.

”Eg haldi teir vera so vakrar,” segði hann, ”og mær dámar teir so væl, tí eg eri eitt sindur løgin!”

So gingu teir eina løtu.

”Tað sær út fyri illveðri!” segði Jóhannes og peikaði frameftir. ”Hatta eru eini ræðuliga ljót skýggj!”

”Nei,” segði fylgisveinurin, ”hatta eru ikki skýggj, hatta eru fjøll, tey vøkru, høgu fjøllini, sum røkka upp um skýggini, upp í ta frísku luftina! Tað er frálíkt, skal eg siga tær! Í morgin eru vit so langt úti í verðini!”

Fjøllini vóru ikki so nær, sum tey sýntust, og teir gingu ein heilan dag, áðrenn teir komu til tey, har sum tær svørtu skógirnar vuksu heilt upp móti himli, og har sum steinarnir vóru so stórir sum heilir býir. Tað fór at verða strevið at koma heilt upp um tey, og tí fóru Jóhannes og fylgisveinurin inn á eitt vertshús at hvíla seg og styrkja seg til morgindagin.

Niðri í teirri stóru drykkjustovuni í vertshúsinum var hópur av fólki samankomin, tí har var ein maður, sum spældi dukkusjónleik. Hann hevði júst sett tað lítla sjónleikarhúsið upp, og fólk sótu uttanum fyri at hyggja at sjónleikinum, men á fremsta bonki hevði ein gamal, tjúkkur slaktari fingið sær sess og tann besta sessin, ið var. Stóri hundur hansara, á, hann sá so glúpskur út, sat við liðina á honum og gløddi sum øll hini.

Nú byrjaði sjónleikurin, og tað var ein vakur sjónleikur við einum kongi og eini drotning, sum sótu á eini floyalstrúnu, høvdu gullkrúnu á høvdinum og langt vel á kjólunum, tí tað høvdu tey ráð til. Fittir trædukkumenn við glaseygum og yvirskeggi stóðu við allar hurðar og lótu upp og aftur, fyri at frísk luft kundi koma inn í stovuna. Hetta var sanniliga ein frálíkur sjónleikur, og hann var als ikki syrgiligur, men júst í tí, drotningin reisti seg og fór eftir gólvinum, so - ja Gud viti, hvat ið tann stóri hundurin hugsaði, men við tað, at tann tjúkki slaktarin helt honum ikki, gjørdi hann eitt lop beint inn í sjónleikarhúsið, beit tvørtur um miðjuna á drotningini, so at tað brakaði í. Tað var heilt ræðuligt!

Tann neyðar maður, sum spældi sjónleikin, gjørdist so kløkkur og so harmur um drotningina, tí hon var tann vakrasta dukkan, sum hann átti, og nú hevði hasin glúpski hundurin bitið høvdið av henni. Men tá ið fólkið var farið út, segði fylgisveinurin, sum var komin við Jóhannesi, at hann nokk skuldi gera dukkuna aftur, og so tók hann hina krukkuna og smurdi dukkuna við salvuni, sum hann hjálpti teirri gomlu konuni við, tá ið hon hevði brotið beinið. Og beinanvegin, sum dukkan var smurd, gjørdist hon heil aftur, ja, nú dugdi hon sjálv at láta bæði við hond og fót, so tað nýttist ikki at toga í nakað snøri. Dukkan var eins og eitt livandi menniskja uttan tað, at hon dugdi ikki at snakka. Maðurin, sum átti tað lítla sjónleikarhúsið, gjørdist so glaður, tí nú nýttist honum ikki at hugsa um hesa dukkuna, hon dugdi at dansa sjálv, og tað var tað ongin av hinum, sum dugdi.

Tá ið so náttin kom, og øll fólkini í vertshúsinum høvdu lagt seg at sova, var tað eitt, sum lá og suffaði so ógvuliga tungan og gavst ikki. So fóru øll aftur á føtur at vita, hvat ið tað mundi vera. Maðurin, sum hevði spælt sjónleik, fór yvir til lítla sjónleikarhúsið, tí har var tað, at onkur lá og suffaði. Allar dukkurnar lógu tilsamans, kongurin og allir lívverjarnir, og tað vóru teir, sum suffaðu so syndarliga og gløddu við teim stóru glaseygunum, tí teir vildu so fegin eisini verða smurdir eins og drotningin, so at teir eisini kundu duga at røra seg sjálvir.

Drotningin legði seg á knæ og rætti ta vøkru gullkrúnuna upp, meðan hon bað: ”Takið hana, men smyrji mann mín og hovfólkini!” Tá fekk tann neyðar maðurin, sum átti sjónleikin og allar dukkurnar, ikki barað sær, men mátti fella tár, tí so hjartaliga tókti honum synd í teimum. Hann lovaði beinanvegin fylgisneytanum, at hann skuldi fáa allan peningin, sum kom inn fyri sjónleikin næsta kvøld, bara hann hevði viljað smurt fýra ella fimm av teim vakrastu dukkunum. Men fylgisneytin segði, at hann legði ikki í at fáa annað enn tað stóra svørðið, sum hann hevði við lið, og tá ið hann hevði fingið tað, smurdi hann seks dukkur, sum beinanvegin fóru at dansa so vakurt, at allar genturnar, tær livandi menniskjagenturnar, sum sóu hetta, eisini fóru at dansa. Vognstjórin og kokkagentan dansaðu, tænarin og arbeiðskonan, øll tey fremmandu, og øskuskuffan og klovin. Men tey bæði duttu við fyrsta stig, tey gjørdu - jú, hetta var ein stuttlig nátt.

Morgunin eftir fór Jóhannes við sínum fylgisveini frá teimum øllum somlum niðan á tey høgu fjøllini og gjøgnum tær stóru grannaskógirnar. Teir komu so langt upp, at kirkjutornini niðri undir teimum at enda sóu út sum smá, reyð ber, niðri í øllum tí grøna, og teir sóu so langt, nógvar, nógvar mílir, har teir aldri høvdu verið!

So nógv vakurt av teirri føgru verð hevði Jóhannes ongantíð sæð í senn, og sólin skein so heit úr tí frísku, bláu luftini. Hann hoyrdi eisini veiðimenninar blása í veiðilúður inni millum fjøllini, so vakurt og vælsignað, at hann fekk tár í eyguni av gleði, og tað kom sum av sær sjálvum, at hann segði: ”Tú góði Várharra! Eg kundi havt hug at kyst teg, so góður tú ert ímóti okkum øllum somlum og hevur givið okkum alt tað vakra, sum er í verðini!”

Fylgisveinurin stóð eisini og helt saman hendur og hugdi út yvir skógina og býirnar í tí heita sólskininum. Tá hoyrdu teir eitt ljóð uppi yvir sær. Tað ljóðaði so vakurt, og tá ið teir hugdu upp, sóu teir, at tað var ein svanur, ein stórur, hvítur svanur, sum sveimaði í luftini. Hann var so vakur og sang, sum teir aldri áður høvdu hoyrt ein fugl syngja, men so fánaði ljóðið so spakuliga burtur, hann boygdi høvdið og fall spakuliga niður fyri føturnar á teimum, har hann lá deyður, tann vakri fuglurin.

”Tveir so yndisligir veingir,” segði fylgisveinurin, ”so hvítir og stórir sum hesir, eru gull verdir, teir vil eg hava mær! Sært tú nú, hvussu hent tað var, at eg fekk svørðið!” og so høgg hann við einum høggi báðar veingirnar av tí deyða svaninum, tí hann ætlaði at hava teir.

Teir ferðaðust nú mangar, mangar mílir fram eftir fjøllunum og komu at enda so langt, at teir framman fyri sær sóu ein stóran bý við meir enn hundrað tornum, sum skinu sum silvur í sólskininum. Mitt í býnum stóð eitt marmaraslott takt við reyðargulli, og her búði kongur.

Jóhannes og fylgisveinurin vildu ikki beinanvegin fara inn í býin, men hildu til í vertshúsinum uttanfyri, har teir gjørdu seg til, tí teir vildu síggja væl út, tá ið teir komu millum fólk. Verturin segði teimum, at kongurin var eitt so fitt fólk, sum ikki gjørdi hønu halta, hvørki so ella so. Men dóttirin, skamm sett, tað var ein illavorðin prinsessa. Vøkur var hon, ongin kundi vera so yndislig og dámlig sum hon, men hvat hjálpti tað! Hon var ein órein og ónd gívur, sum var atvoldin í, at so nógvir vakrir kongasynir høvdu latið lív.

Hon hevði givið loyvi til, at allir, sum vildu, kundu koma at fríggja til sín, antin teir so vóru prinsar ella vesaladýr, tað gjørdi tað sama. Teir skuldu bara gita trý ting, sum hon spurdi um. Tann, sum kundi tað, honum skuldi hon giftast við, og hann skuldi gerast kongur í øllum landinum, tá ið pápi hennara doyði. Men gitti hann ikki hesi trý tingini, so skuldi hann heingjast ella hálshøggjast. So órein og ónd var henda yndisliga prinsessan. Pápi hennara, gamli kongurin, var so ringur um hetta, men hann kundi ikki sýta henni at vera so ónd, tí hann hevði einaferð sagt, at hann vildi onki hava at gera við hennara fríggjarar, hon kundi sjálv gera, sum hon vildi. Hvørja ferð ein prinsur kom og skuldi gita fyri at fáa prinsessuna, so visti hann ikki, og so varð hann hongdur ella hálshøgdur. Hann hevði eisini fingið ávaringar, so ongin bað hann koma at fríggja. Gamli kongurin var so sorgarbundin um alla ta sorg og neyð, at hann ein heilan dag um árið lá á knæ við øllum hermonnum sínum og bað, at kongsdóttirin skuldi batna, men tað vildi hon als ikki. Tær gomlu konurnar, sum drukku brennivín, litaðu tað kølsvart, áðrenn tær drukku tað, so illa syrgdu tær, og annað kundu tær ikki gera.

”Handa ljóta prinsessan!” segði Jóhannes, ”hon átti sanniliga at fingið homlubandið, tí hevði hon havt gott av. Eg vildi fegin verið gamli kongurin, so skuldi hon vist fingið av at vita!”

Í somu løtu hoyrdu teir fólk uttanfyri rópa hurrá. Prinsessan kom tann vegin, og satt er tað, at hon var so vøkur, at øll fólk gloymdu, hvussu órein hon var, og tí róptu tey hurrá.

Tólv yndisligar gentur, allar samlar í hvítum silkikjólum og við eini tulipán í hondini riðu á kølsvørtum rossum upp á síðuna av henni. Prinsessan sjálv var á snjóhvítum rossi, skrýdd við gimsteinum og rubinum, ríðiklæðini vóru av gulli, og pískurin, hon hevði í hondini, líktist eini sólstrálu. Gullkrúnan á høvdinum var eins og smáar stjørnur á himlinum, og kápan var seymað av meir enn túsund summarfuglaveingjum, men kortini var hon sjálv vakrari enn øll hennara klæðir.

Tá ið Jóhannes sá hana, gjørdist hann so blóðreyður um andlitið, og hann fekk nóg illa orðið upp. Prinsessan var so meinlík teirri yndisligu gentu við gullkrúnu um høvur, sum kom fram fyri hann í dreymum ta náttina, tá ið pápi hansara doyði. Hann sá, hvussu vøkur hon var, og tað bar ikki til annað enn at vera góður við hana. Tað bar als ikki til, segði hann, at hon skuldi vera ein ónd gandakelling, sum stílaði fyri, at fólk vórðu hongd ella hálshøgd, tá ið tey ikki kundu gita tær gátur, sum hon bar upp fyri teimum. ”Ein og hvør hevur loyvi at fríggja til hana, enntá fátækasta neyðardýrið, og eg fari nú beinanvegin niðan á slottið, tí eg fái ikki hildið mær!”

Øll ráddu honum frá at fara og søgdu, at tað mundi fara at gangast honum, sum tað hevði gingist hinum. Fylgisveinurin mælti eisini frá, men Jóhannes helt, at tað mundi fara at ganga. Hann bustaði sær skógvarnar og klæðini, vaskaði sær um eyguni og hendurnar, greiddi sítt vakra, gula hár og fór so púra einsamallur inn í býin og niðan á slottið.

”Kom inn,” segði tann gamli kongurin, tá ið Jóhannes bankaði uppá, Jóhannes læt upp, og tann gamli kongurin í innifrakka og sprøklutum inniskóm kom ímóti honum. Gullkrúnu hevði hann á høvdinum og veldissprota í aðrari hondini, gulleplið í hinari. ”Bíða mær eitt sindur!” segði hann og fekk eplið upp undir hondina, fyri at hann kundi taka í hond Jóhannesar. Men so títt og knapt hann fekk at vita, at hetta var ein fríggjari, fór hann at gráta so hart, at bæði veldissproti og gullepli duttu á gólvið, og hann noyddist at turka tárini úr eygunum við innifrakkanum. Neyðars, gamli kongurin!

”Lat vera,” segði hann, ”tað fer at vera líka galið hjá tær sum hjá øllum hinum. Kom bara her og síggj!” Og so fór hann við Jóhannesi út í skemtigarðin hjá prinsessuni. Har var ræðuligt at síggja! Uppi í hvørjum træ hingu tríggir, fýra kongssynir, sum høvdu fríggjað til prinsessuna og ikki dugað at gitt gáturnar, hon hevði borið upp. Hvørja ferð, tað kom eitt vindblak, skramblaðu beinagrindirnar, so at smáfuglarnir gjørdust kløkkir, so at teir tordu ikki at koma inn í garðin longur. Allir plantupinnarnir, sum blomstrini styðjaðu seg við, vóru mannabein, og í urtapottunum stóðu deydningaskøltar og gapaðu. Tað var urtagarðurin, ið dugdi.

Jóhannes mundi ongantíð verið liðugur at siga frá, hvussu yndislig prinsessan hevði verið og blíð við hann, og hvussu vøkur hon var. Honum longdist longu eftir, at morgindagurin skuldi koma, tí tá skuldi hann niðan á slottið at royna sína lukku.

Men fylgisveinurin var í ringum lag. ”Eg eri so góður við teg!” segði hann, ”vit kundu enn verið saman leingi, og nú skal eg missa teg! Góði, kæri Jóhannes, eg kundi havt hug at grátið, men eg vil ikki spilla gleði tína seinasta kvøldið, vit eru saman. Nú skulu vit bara vera kátir og glaðir! Í morgin, tá ið tú ert burtur, kann eg seta meg at gráta!”

Øll fólkini inni í býnum høvdu beinanvegin frætt, at ein nýggjur fríggjari var komin til prinsessuna, og lagið var ringt á fólki. Sjónleikarhúsið varð latið aftur, og allar kakukonurnar vundu syrgibind um sukurgrísarnar. Kongur og prestur lógu á knæ í kirkjuni, og sorg var á øllum, tí tað mundi ikki fara at ganga Jóhannesi mætari, enn tað hevði gingið hjá øllum hinum fríggjarunum.

Um kvøldið blandaði fylgisveinurin ein stóran bolla av punsi og segði við Jóhannes, at nú skuldu teir vera glaðir og drekka skál fyri prinsessuni. Men tá ið tvey gløs vóru farin niðurum hjá Jóhannesi, kom sovorðin svøvnur á hann, at tað var hopleyst hjá honum at halda eyguni opin, hann mátti sova. Spakuliga lyfti fylgisveinurin hann úr stólinum og legði hann í songina, og tá ið tað var vorðið heilt myrkt, tók hann teir báðar stóru veingirnar, sum hann hevði høgt av svaninum, festi teir upp á herðarnar á sær, og tað størsta bundið av trøllakampum, sum hann fekk frá konuni, sum breyt beinið, stakk hann í lumman, læt vindeygað upp og fleyg so inn í býin, líka til slottið, har sum hann setti seg í ein krók uppi undir vindeyganum, sum var í sovikamarinum hjá prinsessuni.

Har var púra kvirt í øllum býnum. Nú sló klokkan trý korter til tólv, vindeygað fór upp, og prinsessan fór flúgvandi í eini síðari, hvítari kápu og við stórum, svørtum veingjum uppi yvir býnum og yvir til eitt stórt fjall. Men fylgisveinurin gjørdi seg ósjónligan, so at hon als ikki sá hann, fleyg so aftan á henni og bardi hana við trøllakampunum, so at hon blóðgaðist, har sum hann rakti. Tað var ein øgilig ferð gjøgnum luftina, vindurin treiv í kápuna hjá henni, so hon breiddi seg út sum eitt stórt segl, og mánin skein ígjøgnum hana.

”Hvassur heglingur! Hvassur heglingur!” segði prinsessan, hvørja ferð hon fekk eitt slag av trøllakampunum, og tað hevði hon gott av. Endiliga kom hon út til fjallið og bankaði uppá. Tað ljóðaði sum toran, tá ið fjallið læt seg upp, og prinsessan fór inn. Fylgisveinurin fór aftaná, tí ongin sá hann, hann var ósjónligur. Tey gingu gjøgnum eina langa gongd, har veggirnir skygdu so merkiliga. Tað vóru meir enn túsund eiturkoppar, sum skriðu upp og niður eftir vegginum og lýstu sum eldur. So komu tey inn í ein stóran sal, gjørdur úr gulli og silvuri, blomstur, størri enn hagasóljur, reyð og blá, lýstu av bróstunum, men tað bar ikki til at taka tey blomstrini, tí stelkarnir vóru ljótir eiturormar, og blomstrini vóru eldur, sum spríkti út úr kjaftinum á teimum. Loftið var alt klætt við ljósormum og himmalbláum flogmúsum, sum lótu við sínum tunnu veingjum. Tað sá merkiligt út. Mitt á gólvinum var ein trúna, sum hvíldi á fýra rossaræðum við týggjum av reyðum eldeiturkoppum. Trúnan sjálv var av mjólkhvítum glasi, og koddarnir at sita á vóru smáar, svartar mýs, sum bitu hvørja aðra í halan. Uppi yvir trúnuni var eitt tak av reyðum eiturfoni sett við fittum, smáum, grønum flugum, sum glitraðu sum gimsteinar.

Í trúnuni sat eitt gamalt trøll við krúnu á ljóta høvdi sínum og veldissprota í hondini. Trøllið kysti prinessuna á pannuna, læt hana sleppa at sita undir liðini á sær í teirri dýrabæru trúnuni, og so fóru teir at spæla uppá. Stórar, svartar ongsprettur spældu upp á munnharpu, og uglan sat og dukaði seg á búkin, tí hon átti onga trummu. Tað var ein løgin konsert. Pinkulítlir vættrar við vættraljósi á høvdinum dansaðu í salinum. Ongin sá fylgisveinin, hann stóð beint aftan fyri trúnuna og hoyrdi og sá alt. Hovfólkini, sum nú komu inn, sóu vøkur og hábærslig út, men hann, sum dugdi á at skyna, visti, hvussu vorðið var. Hetta vóru ikki annað enn kustaskøft við kálhøvdum til høvd, sum trøllið hevði gandað lív í og latið í baldýraði klæðir. Men tað kundi eisini vera tað sama, tí tey vóru ikki til annað enn stás.

Tá ið tey nú høvdu dansað eina løtu, segði prinsessan trøllinum frá, at hon hevði fingið ein nýggjan fríggjara, og spurdi trøllið, hvat tað helt, at hon skuldi hugsa um at spyrja hann um komandi morgun, tá ið hann kom niðan á slottið.

”Hoyr!” segði trøllið, ”nú skal eg siga tær nakað! Tú skalt taka okkurt heilt lætt, tí tað man ikki fara at koma honum í huga. Tonk upp á skógvar tínar. Tað gitur hann ikki. Lat teir so høgga høvdið av honum, men gloym ikki, tá ið tú kemur henda vegin komandi nátt, at taka eygur hansara við, tí tey vil eg hava at eta!”

Prinsessan neig djúpt fyri trøllinum og segði, at hon skuldi ikki gloyma eyguni.

Trøllið læt nú fjallið aftur, og hon fleyg heim, men fylgisveinurin fór aftaná og bukaði hana so fast við trøllakampunum, at hon gramdi seg illa um henda hvassa heglingin, og skundaði sær alt, hon orkaði, fyri at sleppa inn gjøgnum vindeygað og inn í sovikamarið. Men fylgisveinurin fleyg aftur til vertshúsið, har Jóhannes svav, loysti veingirnar av sær og legði seg í songina, tí nú var hann so móður.

Tað var tíðliga um morgunin, at Jóhannes vaknaði. Fylgisveinurin fór eisini upp og segði frá, at hann í nátt hevði droymt ein undarligan dreym um prinsessuna og skógvar hennara og bað hann tí endiliga spyrja, um prinsessan ikki mundi hava tonkt upp á annan av skóm sínum! Tí hetta var tað, sum hann hevði hoyrt trøllið inni í fjallinum siga, men hann vildi ikki lata Jóhannes fáa nakað at vita um hetta, men bað hann bara spyrja, um tað var annan skógvin, hon hevði tonkt uppá.

”Eg kann tað sama spyrja um tað, sum um okkurt annað,” segði Jóhannes, ”kanska hevur tú verið sanndroymdur, tí eg havi altíð tað álit, at Várharra fer at hjálpa mær! Men eg skal kortini siga tær farvæl, tí giti eg skeivt, fari eg ongantíð at síggja teg aftur!”

So kystu teir hvønnannan, og Jóhannes fór inn í býin og niðan á slottið. Øll høllin var smekkfull av fólki. Dómararnir sótu í hvílustólunum, og teir høvdu æðudúnskoddar undir høvdinum, tí teir høvdu so nógv at hugsa um. Gamli kongurin stóð og turkaði sær um eyguni við einum hvítum lummaklúti. Nú kom prinsessan inn. Hon var uppaftur vakrari enn í gjár, og hon heilsaði so vakurt upp á øll, sum inni vóru, men hon tók í hondina á Jóhannesi og segði: ”Góðan morgun, hann sjálvur!”

Nú skuldi Jóhannes gita, hvat hon hevði tonkt uppá. Hon hugdi so blíðsníðað upp á hann, men tá ið hon hoyrdi hann siga: ”Annan skógvin”, gjørdist hon snjóhvít í andliti og fór upp at skelva um allan kroppin, men har hjálpti henni onki, tí hann hevði gitt rætt!

Pílar og skot, sum tann gamli kongurin gjørdist glaður. Hann bóltaði rút av gleði, og øll klappaðu fyri honum og fyri Jóhannesi, sum nú hevði gitt rætt fyrstu ferð.

Fylgisveinurin var findarglaður, tá ið hann fekk at vita, hvussu væl tað hevði gingið, men Jóhannes helt saman hendur og takkaði Gudi, sum mundi fara at hjálpa honum eisini tær báðar ferðirnar, sum eftir vóru. Dagin eftir skuldi aftur gitast.

Kvøldið gekk sum tað fyrra. Tá ið Jóhannes var sovnaður, fleyg fylgisveinurin aftan á prinsessuni út til fjallið, og hann bardi hana upp aftur verri enn fyrru ferð, tí nú hevði hann tikið tvey bundir av trøllakampum. Ongin sá hann, og hann hoyrdi alt. Prinsessan skuldi teinkja upp á handska sín, og tað segði hann fyri Jóhannesi, at hann hevði droymt tað. Tá bar til at gita rætt hjá Jóhannesi, og gleðin var stór á slottinum.

Øll hovfólkini bóltaðu rút, sum tey høvdu sæð kongin gera fyrru ferð, men prinsessan lá á divanini og vildi einki siga. Nú valdaðist, um Jóhannes fór at gita triðju ferð. Gjørdi hann tað, so skuldi hann fáa ta vøkru prinsessuna og arva kongaríkið, sum tað var, tá ið gamli kongurin doyði. Men gitti hann skeivt, so skuldi hann verða dripin, og trøllið fór at eta hansara vøkru, bláu eygu.

Kvøldið fyri fór Jóhannes tíðliga til songar, las kvøldbønina og sovnaði púra tryggur. Men fylgisveinurin spenti veingirnar upp á bakið, bant svørðið við lið og tók trý bundir av trøllakampum í hondina, og so fleyg hann til slottið.

Tað var tann stumma nátt og stormur, so at taksteinar fuku av húsunum, og trøini úti í garðinum, har beinaræðini hingu, sveiggjaðu eins og sevleggir í vindinum. Toruljósini gingu í heilum, og toran gekk við miklum buldri, sum vardi alla náttina. Nú fór vindeygað upp, og prinsessan fleyg út. Hon var so bleik sum deyðin, men hon flenti í ódnarveðrinum, helt tað ikki vera nóg ringt. Hvíta kápan hjá henni flagsaði í luftini sum eitt segl, men fylgisveinurin bukaði hana so við teim trimum trøllakampabundunum, at blóðið dreiv niður á jørðina, so at hon neyvan var før fyri at flúgva longur. Endiliga var tað so, at hon kom út til fjallið.

”Tað er bæði heglingur og stormur,” segði hon, ”aldri havi eg verið úti í slíkum ódnarveðri.”

”Tað ber eisini til at fáa ov mikið av tí góða,” segði trøllið. Nú segði hon frá, at Jóhannes eisini hevði gitt rætt aðru ferð, og fór hann eisini at gita rætt í morgin, so hevði hann vunnið, og hon kundi aldri koma út til hann í fjallinum, fór ongantíð at kunna gera slíkar gandagerðir aftur, sum áður, og tí var hon í ringum lag.

”Hann fer ikki at gita hesa ferð,” segði trøllið, ”eg skal nokk finna upp á okkurt, sum hann aldri hevur havt í huga! Ella er hann størri trøllmaður, enn eg nakrantíð havi verið. Men nú skulu vit vera glað!” Og so tók hann prinsessuna í báðar hendur, og so dansaðu tey runt við teim smáu vættrunum við vættrarljósum, og teir reyðu eiturkopparnir runnu so kátir upp og niður eftir bróstunum, tað sá út, sum eldblomstrini skygdu. Uglan trummaði, veggjasmiðirnir nístu, og tær svørtu ongspretturnar spældu upp á munnharpu. Tað var ein kát veitsla.

Tá ið tey so høvdu dansað nóg leingi, mátti prinsessan heim, tí annars fóru tey at sakna hana á slottinum. Trøllið segði, at tað skuldi fylgja henni, so at tey kundu vera ta løtuna saman aftrat.

So fóru tey flúgvandi av stað í illveðrinum, og fylgisveinurin bukaði tey so fast, at onki var eftir av trøllakampabundunum. Trøllið hevði ikki nær til verið úti í sovorðnum heglingsveðri áður. Uttan fyri slottið segði hann prinsessuni farvæl og teskaði í somu løtu í oyrað á henni: ”Hugsa um høvur mítt!” Men fylgisveinurin hoyrdi hetta eisini, og í somu løtu, sum prinsessan smeyg inn gjøgnum vindeygað, og trøllið ætlaði at venda aftur, tók hann í svarta skeggið á honum og høgdi við svørðinum ljóta høvur hansara av heilt niðri við herðarnar, so at trøllið slapp ikki at síggja tað sjálvt. Kroppin tveitti hann út í vatnið til fiskarnar, men høvdið drap hann bara niður í vatn og bant tað so inn í silkilummaklútin og tók tað síðani heim við sær á vertshúsið og legði seg so at sova.

Morgunin eftir gav hann Jóhannesi lummaklútin, men segði, at hann mátti ikki loysa upp, fyrr enn prinsessan spurdi, hvat ið tað var, hon hevði tonkt uppá. Ein heilur hópur av fólki var komin saman í tí stóra salinum á slottinum, og tey trokaðust sum seyður í rætt. Ráðið sat í hvílustólunum við bleytu koddunum undir høvur, og gamli kongurin var í nýggjum klæðum. Gullkrúnan og veldissprotin vóru væl pussað, so tað sá stásiligt út. Men prinsessan var ógvuliga bleik og var í kólsvørtum kjóla, eins og skuldi hon farið at staðið á grøvini.

”Hvat heldur tú, eg tonkti uppá?” spurdi hon Jóhannes, og beinanvegin loysti hann lummaklútin upp og gjørdist sjálvur ógvuliga kløkkur, tá ið hann sá hetta ljóta trøllhøvdið. Øll, sum inni vóru, nøtraðu av ræðslu, so ræðuligt var hetta at síggja, men prinsessan sat sum ein steinmynd og fekk ikki eitt tað einasta orð upp. At enda reisti hon seg og tók í hondina á Jóhannesi, tí hann hevði jú gitt rætt. Hon hugdi hvørki til høgru ella vinstru, men suffaði tungan: ”Nú ert tú harri mín, í kvøld skulu vit hava brúdleyp!”

”Hatta dámar mær betur!” segði kongurin, ”soleiðis eigur tað at vera!” Øll róptu hurra, varðliðið spældi uppá í gøtunum, og kakukonurnar tóku syrgibandið av sukurgrísunum, tí nú skuldu øll vera glað. Tríggir heilir oksar fyltir við dunnum og høsnum blivu stoktir mitt á torginum, so at hvør kundi fáa sær, sum hann vildi. Í gosbrunninum spríkti besta vín, og keypti tú eina tíggjuoyrakaku, so fekst tú seks bollar í tinganest, bollar við rosinum í.

Um kvøldið vóru skreytljós um allan býin, og hermenninir skutu við goturstykkjum og dreingirnir brestu bløðrur. Har varð etið, og har varð drukkið, og har varð skálað og dansað uppi á slottinum. Allir teir fínu harrarnir og vøkru genturnar dansaðu saman, og tað hoyrdist langan veg, hvussu tey sungu:

”Her eru so nógvar vakrar gentur,

sum hava hug at dansa.

Tær vilja hava gonguliðlagið,

vøkru gentur, vendið um.

Dansið og trampið,

so botnur fer úr skónum!”

Men enn var prinsessan ein gandakelling og legði onki í Jóhannes. Hetta mintist fylgisveinurin til, og tí gav hann Jóhannesi tríggjar fjaðrar av svanaveingjunum og eitt glas av nøkrum dropum í. So segði hann, at Jóhannes skuldi seta eitt stórt kar fult av vatni framman fyri brúðarsongini, og tá ið prinsessan skuldi stíga upp í songina, skuldi hann geva henni eitt skump, so hon datt í karið. Har skuldi hann so renna hana tríggjar ferðir undir, men fyrst skuldi hann kasta fjaðrarnar og droparnar í karið. So fór hon at sleppa frá gandinum, sum hon hevði ligið undir, og fara at vera góð við Jóhannes.

Jóhannes gjørdi alt, sum fylgisveinurin ráddi honum til. Prinsessan gnísti við, tá ið hann rendi hana niður í vatnið, og lá og brestist í vatninum sum ein stórur, kølsvartur svanur. Aðru ferð, hon kom uppundan aftur, var svanurin vorðin hvítur uttan ein svartur ringur, sum hann hevði um hálsin. Jóhannes bað til Várharra og rendi hana triðju ferð undir, og í somu løtu gjørdist svanurin til eina undurvakra prinsessu. Hon var vakrari enn áður, og hon takkaði Jóhannesi við tárum í eygunum, tí hann hevði vunnið á gandakunstinum.

Morgunin eftir kom gamli kongurin við øllum hovfólkunum, og tey ynsktu til lukku, og alt hetta stákið vardi til langt út á dagin. Seinast av øllum kom fylgisveinurin. Hann hevði putt í hondini og pjøka á bakinum. Jóhannes kysti hann fleiri ferðir og segði, at hann mátti ikki fara, hann skuldi verða verandi har, tí hann átti stóran lut í hansara lukku. Men fylgisveinurin risti við høvdinum og segði vinarliga: ”Nei, nú er mín tíð úti. Eg havi goldið skuld mína. Minnist tú tann deyða mannin, sum tey óndu fólkini fóru so illa við? Tú gavst alt, sum tú átti, fyri at hann kundi fáa frið í grøvini. Tann deyði maðurin, tað eri eg!”

Í somu løtu var hann burtur.

Brúdleypið vardi ein heilan mánað. Jóhannes og prinsessan vóru so góð við hvørt annað, og tann gamli kongurin livdi mong ár eftir tað og sat og ninaði abbabørnunum á knøunum og læt tey sleppa at spæla við veldissprotan. Men Jóhannes var kongur í øllum ríkinum.

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Rejsekammeraten”, ”Eventyr fortalte for børn. Første samling, Andet hefte”, 1835.

Marius Johannesen (1905-1986) týddi. H.C. Andersen: ”11 ævintýr”, Bókaforlagið Grønalíð 1981.