Skip to main content

43. UNDARLIGI

 

a. Uppskrift av Syðradali, Kalsoy

phd resume industry investment property business plan literary topics for research paper how to write your dissertation very goodEina ferð var tað ein maður og ein kona. Tey áttu eina gentu saman; men konan doyði av barnferð, og so giftist maðurin uppaftur við einari gandakelling. Tey áttu barn saman, og tað var genta. Meðan báðar genturnar vóru í uppvøkstri, var stjúkmamman so ill við ta eldru, stjúkdóttrina, men helt nógv um sína egnu dóttur.

Tá ið báðar vóru tilkomnar, fekk hin eldra fríggjara. Hevði stjúkmamman verið ill fyrr, tíggju ferðir verri var hon nú. Hon hýsti stjúkdóttrini úti nógvar nætur upp í slag.

Ein dagin var hin gamla so reint óð, at hon fór til eina aðra gandakelling og bað hana hjálpa sær við at bryggja ein gandadrykk. Tær tóku okkurt av øllum djórum, ið tær vistu, settust at blanda saman og kóka og løgdu so gand í. Síðan beyð hin gamla báðum døtrunum at fara at mala korn. Tá ið tær eru lidnar, spyr kellingin stjúkdóttrina, um hon er ikki tyst, og gevur henni at drekka. Gentan túsnar so upp við tað sama, at eingin barsilkona er so tjúkk.

Um kvøldið kemur drongurin, fríggjari hennara; men hon torir ikki at koma fyri eyguni á honum og krógvar seg burt. Hann spyr eftir henni, um hon er ikki heima.

Jú, heima er hon, sigur hin gamla: men hon vil ikki koma fyri eyguni á honum.

“Hvat bagir henni?” spyr hann.

“Henni man baga so nógv,” sigur hin gamla: hon skal fara eftir henni, men honum man ikki lítast væl á hana, tá ið hann fær at síggja hana.

Nú ið gentan kemur, verður hann so illa til sins, at tað kemur til einkis ímillum teirra við tað sama.

Um kvøldið verður hon útihýst av kellingini.

Sum hon gongur og melur og kemur at einari á um miðja nátt, føðir hon eitt bøllut og svart, sum líkist hvørki fólki ella djóri. Hetta fer rullandi og rópar:

“Ræðist ikki, mamma!”

“Jesus náði meg, sum hetta er undarligt,” rópar hon.

“Ja, Undarliga hevur tú kallað meg, og Undarligi skal eg eita,” svarar hetta.

So fer tað burtur á skóg til at drepa bjarnir og fletta bjarnarhúðirnar til mommu sína at hava uttan um seg til verju. Tað fær so nógvar húðir, at tað fær gjørt eina smáttu av teimum til mommu sína at liggja inniundir. Altíð liggur hetta burturi og er ímillum bjarnirnar at drepa; tað er nú stríðið hjá tí.

Nú ber so til, at gandakellingin hevur fingið hin áðurnevnda unga mannin til at fríggja til sína dóttur.

Ein dagin, sum hann skal fara hagar at fríggja, eru so nógvar bjarnir á veginum fyri honum, at hann sleppur ongan veg. Í miðjum bjarnaflokkinum stríðist Undarligi. Maðurin sær, at hetta er so raskt ímóti bjørnunum, og biður tað vælsignað vera at hjálpa sær. Hetta svarar, at tað hjálpir honum ikki, uttan hann vil eiga mommu sína.

“Hvussu er hon vorðin?” spyr maðurin.

“Tvey so ljót sum eg,” svarar Undarligi.

Nei, so troystar hann sær ikki á nakran hátt at hava hana, sigur maðurin, men biður tó lata seg síggja hana.

Nei, sigur Undarligi, hann fær ikki at síggja hana fyrr enn í kirkjuni.

So illa er maðurin staddur, at hann noyðist at gera eið, at hann skal giftast við henni, og sleppur so vegin fram.

Ein annan dag, sum hann gongur sama veg, rakar hann aftur við Undarliga og biður lata seg síggja mommu hansara; men Undarligi sigur tvørt nei.

Brúdleypsdagurin er fyri hond, og brúðgómurin situr og stúrir. Hann skal fara fyrri í kirkjuna - so hevur Undarligi skipað fyri; brúðurin skal koma aftaná.

Sum brúðgómurin situr í kirkjuni og bíðar, hoyrir hann skrambul í forkirkjuni. Tað er brúðurin, ið kemur, og Undarligi rullar frammanfyri hana. Hon er klædd í bjarnarhúðir uttan yvir brúðarklæðini.

Tá ið hon er komin upp í stólin, letur Undarligi av henni, ein bjálvan fyri og annan eftir, og nú kennist brúðgómurin við hana: hetta er hin fyrra gentan, ið hann hevur fríggjað til.

Tá ið tey koma úr aftur kirkjuni, er borðreitt. Stjúkmamman og dóttirin eru báðar bodnar í brúdleypið; Undarligi situr undir liðini á mommu sínari beint yvir av teimum.

Meðan Undarligi situr og etur, kveitir hann so títt yvir á stjúkmommu sína, og endin er tann, at hann loypur tvørtur um borðið, tekur í herðarnar á henni, fettir hana afturá, so hon dettur á gólvið, skræðir bróstið upp á henni, rívur hjartað útúr, drekkur blóðið og etur hjartað.

Nú stendur hann umskapaður til ein so fráskila vakran drong og sigur brúðgóminum frá, hvussu stjúkmamman hevur farið við mommuni.

Hin gamla og dóttirin vóru báðar brendar; men hjúnini og Undarligi livdu lukkuliga alla teirra ævi.

Frásøgn: Erika K. Johannessen, Syðradali

 

b. Uppskrift úr Fugloy

I en anden variant, meddelt mig af J. H. Matras, Fuglø, er trækket med bjørnene borte: ”Prinsen” farer vild i tåge og hjælpes af »Underlig« mod løfte om at ægte hans moder.

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

43 AT 708