Skip to main content

Fuglurin Griff

 

environmental science help homework essay on my pet lion writing paper sizesEina ferðina var tað ein kongur, sum ráddi yvir einum ríki langt burturi í verðini. Hann átti ongar synir, bert eina dóttur. Hon var altíð sjúk, og eingir læknar kundu hjálpa henni. Men tað var spáað, at hon kundi eta seg fríska av einum epli.

Kongurin letur nú lýsa yvir øll síni ríkir og lond, at tann, sum kann geva prinsessuni eitt epli, sum hon kann eta seg fríska av, skal fáa hana til konu og hartil ríkið alt.

Hetta hoyrir eisini ein bóndi, sum eigur tríggjar synir. Nú sigur hann við tann elsta: ”Far út í urtagarðin og tak upp í eitt ílati av teimum vøkru reyðdæmdu súreplunum og ber á slottið; hvør veit, um prinsessan verður ikki frísk av at eta tey. So fær tú hana til konu afturfyri og verður kongur.”

Sonurin so ger og fer av stað við súreplunum. Tá ið hann er komin nakað áleiðis, hittir hann ein pinkulítlan mann, sum spyr, hvat tað er, hann hevur í ílatinum.

”Marflugur!” svarar bóndasonurin.

”Tað so veri!” sigur tann lítli maðurin afturímóti og fer sína leið.

Bóndasonurin fer víðari fram á vegin og kemur umsíðir til slottið. Hann bangar á dyrnar og sigur, at hann er komin við súreplum; tá ið prinsessan etur tey, verður hon frísk.

Kongurin verður ógvuliga glaður fyri hetta, letur bóndasoninum upp og býður honum inn. Men, vanlukkutíð! Nú upp verður latið, er einki í ílatinum uttan tær beru marflugur.

Tá verður kongurin ovsintur, kunnu tit ætla, tekur í herðatoppin á bóndasoninum og hirðir hann út á geilar. ”Kemur tú eina ferð aftur at halda meg fyri gjøldur, skal tað ikki vera gott av.”

Elsti sonurin fer nú so nakkalangur heim aftur til pápa sín og sigur, hvussu sær hevur gingist.

Bóndin sendir nú sín næstelsta son við einum ílati av súreplum. Tað gongur sum hjá tí elsta beiggjanum, hann hittir eisini tann pinkulítla mannin, sum spyr:

”Hvat er tað, tú hevur í ílatinum-?”

”Neytaull!” svarar bóndasonurin.

”Tað so veri!” sigur tann lítli maðurin og fer.

Bóndasonurin heldur nú leiðina fram og kemur langt um leingi til slottið, bangar á dyrnar og sigur: ”Slepp mær inn! Eg komi við súreplum; tá ið prinsessan etur tey, verður hon frísk.”

Men nú er kongurin ikki so glaðbeintur at lata upp: ”Eg trúgvi tær ikki,” sigur hann, ”tú sleppur ikki inn.”

Men bóndasonurin bað so vakurt fyri sær og tóktist so sannførur, at hann slapp inn. Men vanlukkutíð! Nú upp verður latið, er bert neytaull í ílatinum.

Tá verður kongur ikki óður, men galin, hann tekur í háryggin á bóndasoninum og hirðir hann út fyri dyr, so hetta neyðardýrið fer fram eftir grúgvu bóltandi: ”Kemur tú eina ferð enn higar at halda meg fyri gjøldur, skal tú fáa so mikið, at tú skal ikki standa upp aftur.”

Næstelsti bóndasonurin má nú so nakkalangur heim aftur til pápa sín og siga, hvussu sær hevði gingist.

Nú loypur yngsti sonurin upp: ”Slepp mær av stað, pápi, eg vil eisini royna, tí tað hevði verið stuttligt at fingið prinsessuna til konu og verið kongur.”

Tá læa hinir: ”Tú royna!” sigur pápin, ”eitt, ið situr sum sviðin kattur við eldin og grevur í øskuni, hvat skal tú gera, tá ið brøður tínir, sum eru rættir menn, koma aftur sum hunda-sjúrður?”

Jú, tann yngsti vildi av stað og legði einki í, at hinir læðu at honum, bað og bønaði, til faðirin gav honum loyvi at fara: ”Men ikki fyrr enn í morgin, tí nú er so seint, at tú leggur nátt á teg,” sigur bóndin.

Yngsta sonin róptu tey Lítlan. Hann blundar ikki um náttina, liggur bert og sær alt hetta stórbæra fyri sær: Slottið, prinsessuna, kongin, hovmenninar, ross við gullmeili og skarlak, silvurhóvjørn og alt hetta.

Á morgninum leggur hann til brots við súreplaílatinum á bakinum, fróur og glaður. Tá ið hann hevur gingið ein góðan tein, hittir hann tann pinkulítla mannin, sum spyr:

”Hvat hevur tú í ílatinum?”

”Súreplir, sum eg skal bera prinsessuni at eta, so hon kann verða frísk,” svarar Lítlin.

”Tað so veri!” sigur tann lítli maðurin og fer.

Ája, Lítlin fer knuggandi longri fram á vegin og kemur langt um leingi til slottið. Men har vildu tey ikki sleppa honum inn: ”Tú kann vera sami skelmurin sum teir, ið fyrr hava verið her,” søgdu tey.

Men Lítlin bað so bønliga og var so meinaleysur á at líta, at endin var tann, hann slapp inn:

”Ja, ja, kom so meðni,” sigur kongur, ”men lýgur tú fyri mær, skal tað verða minniligt!” Hann stóð við einum áhaldsi yvir høvdið, tá ið Lítlin læt ílatið upp. Men nú kongur sær, at hetta eru tey vakrastu og leskiligastu súrepli, hann nakrantíð hevur sætt, blíðkast hann og biður dreingin bukka beinini, nú skal hann beinanvegin fara og biðja prinsessuna eta.

Jú, hann kemur aftur og sigur, at nú skuldu teir sita har eina løtu og bíða, um gentan batnaði, ein terna skuldi koma at siga frá, hvussu leikur fór. Ája, teir sita so har. Kongur er ógvuliga frýntligur, ein rættiligur fróðarmaður, heldur Lítlin.

Og so komu boðini um, hvussu súreplini høvdu gagnast. Men tað var ikki ternan, sum kom, nei, prinsessan sjálv, og hon segði, at nú var hon longu vorðin heilt frísk, og hon dansaði og læði á gólvinum av gleði. Tá klárnaði kongur sum eitt glar í andlitið og takkaði Lítlanum fyri hjálpina.

Men Lítlin duldi ikki fyri, at hann hevði væntað sær at fáa prinsessuna til konu beinan vegin í dag - og ríkið eisini, sum kongur hevði lovað.

Men kongur var nú ikki so útlopin við hesum. Hann segði: ”Ja, ja, tað skal verða, sum eg havi lovað. Men fyrst má tú gera mær ein bát, sum siglir líka væl yvir land sum yvir hav.”

Lítlin er ikki væl við hetta, kongur sigur; men hann gevur seg til. So fer hann heim aftur til faðir sín og sigur, hvussu gekst, og hann fekk hvørki kongsdóttrina ella ríkið, fyrr enn hann hevði smíðað kongi ein bát, sum sigldi líka væl yvir land sum yvir hav.

”Hatta fær tú aldri í lag, við tínum klombruta handalagi!” sigur bóndin við Lítlan, og so sendir hann elsta sonin út í skógin at smíða bátin.

Hann smíðar nú hugaliga, so spønirnir fúka, og hann kvøður so lystiliga.

Um hádagin kemur tann pinkulítli maðurin og spyr: ”Hvat er tað, tú tekst við?”

”Eg geri eitt trog!” svarar elsti bóndasonurin.

”Tað so veri!” sigur tann lítli maðurin og fer.

Tá ið kvøldið kemur, heldur bóndasonurin, at hann er liðugur við bátin; men tá ið hann setur seg í hann og skal royna dygdina, er tað bert eitt trog. Hann má so aftur at húsum við sítt gráin skinn.

Morgunin eftir sendir bóndin næsta sonin út í skógin at smíða bát; men hann kemur líka nakkalangur aftur sum hin elsti.

Triðja morgunin legði Lítlin til brots út í skógin at smíða bát. Faðir og brøður standa í túninum og læa, tá ið hann fer niðan um garðarnar.

Men tað leggur Lítlin einki í, hann stríðir og strevar sveittan í barm, og øksahøggini dynja í skóginum.

Um hádagin kemur tann pinkulítli maðurin og spyr: ”Hvat er tað, tú tekst við?”

”Eg smíði bát, sum skal sigla líka væl yvir land sum yvir hav, og tá ið eg eri liðugur við hann, skal eg fáa kongsdóttrina til konu.”

”Tað so veri!” sigur tann lítli maðurin og fer.

Tá ið líður út á kvøldið, er báturin liðugur við øllum reiðskapi, sum hoyrir til. Lítlin setur seg í hann og strýkur avstað til høvuðsstaðin. Tað gekk við kolandi ferð.

Kongurin sá, tá ið hann kom, og stóð á túninum fyri honum. Jú, honum dámdi bátin væl, tað var ikki at siga, og rósti hesum góða handaverki. Men dóttrina vildi hann ikki lata nú heldur, sigur við Lítlan:

”Eg eigi hundrað harur, goymir tú mær so væl at teimum ein heilan dag frá snimma á morgni til síðla á kvøldi, at eingin verður burtur, so skal tú fáa dóttrina.”

Lítlin var illa við - goyma at so nógvum harum, tað kundi vera torført; men prinsessuna vildi hann hava, so hann gav seg til.

Við degnum morgunin eftir rekur hann so allar harurnar út á beitið og situr hjá teimum. Men tað var ikki liðið langt út, fyrr enn ein genta av slottinum kemur og sigur, at hon má fáa eina haru, tí nú var fremmandafólk komið til garðs, og hon skuldi matgera við haruni.

Lítlin sigur nei: ”Sig kongi frá mær, at í dag fær hann onga haru; men í morgin kann hann taka so nógvar, hann vil til gestir sínar.”

Gentan gavst ikki, trokar á og bønar, heldur ikki uppat. At endanum sigur Lítlin: ”Ja, far heim og sig, at um prinsessan kemur sjálv eftir haruni, so skal hon fáa hana.”

Gentan fer nú aftur á slottið við hesum boðum, og kongsdóttirin kemur eftir haruni.

Í tí sama er tann pinkulítli maðurin komin til Lítlan og spyr, hvat hann hevst at.

”Tú má so spyrja,” svarar Lítlin, ”her noyðist eg at sita og goyma at hundrað harum, so eingin verður burtur; men so skal eg eisini fáa kongsdóttrina til konu, tá ið kvøldið er komið.”

”Eg hoyri teg,” sigur tann lítli maðurin. ”Hygg, tak hesa lítlu látipípuna. Um onkur hara skuldi slept sær burtur, blás tá í pípuna, so kemur hon beinanvegin aftur.” Tann lítli maðurin fór frá honum.

Nú kom kongsdóttirin. Lítlin gav henni eina haru, og hon fór av stað við henni. Tá ið hon var komin eitt sindur burturfrá, blásti Lítlin í látupípuna, og ey, har leyp haran úr fyriklæðnum hjá henni og beint aftur í flokkin.

Tá ið líður á kvøldið, og tað er farið at skýma, nú blæsur Lítlin aftur í látipípuna, og allar harurnar tyrpast saman; hann telur, og talið er fult. So fer hann heim á slottið við teimum.

Kongur tekur ímóti honum og undrast á. - Tað mátti hann siga, væl var goymt at, hundrað harur, og ikki ein einasta burtur! - Men dóttrina vildi hann ikki lata enn, segði við Lítlan:

”Tú má fáa mær fatur á einari veingjafjøður av fuglinum Griff, áðrenn eg gevi tær dóttrina.”

”Tann fuglurin man ikki vera so vísur at finna,” svarar Lítlin; men kongsdóttrina vildi hann hava, so hann gav seg til.

Morgunin eftir fer hann so av stað, gongur bara, sum nøsin vendir. Um kvøldið kemur hann til eina borg og fer inn, biður borgharran um innivist fyri náttina. Tað var gaman í, segði borgharrin - hvar hann skuldi fara? Jú, hann skuldi út at taka eina fjøður úr veinginum á fuglinum Griff.

”Áha, tað var ikki lítið,” heldur borgharrin. ”Tey siga mær, at fuglurin Griff veit alt. Eg havi mist lykilin á pengaskríni mínum burtur, gott í teg, spyr mær fuglin, hvar hann er.” Jú, tað skuldi hann gera, segði Lítlin.

Við degnum morgunin eftir fer hann aftur til gongu. Leiðin er long, og meira enn long, so hann gongur allan dagin. Úti á kvøldinum kemur hann aftur til eina borg, fer inn og biður sleppa sær at gista har í nátt.

Tað skuldi ikki standast á, segði borgharrin; hann var líka blíður og góðgjørdur, sum hin fyrri - spurdi, hvar ferðin stóð.

”Eg skal út at taka eina fjøður úr veinginum á fuglinum Griff,” svarar Lítlin.

”Áha! tað eru ikki eiti á ørindi, ið tú hevur. Hoyr, tey siga mær, at tann fuglurin veit alt. Eg eigi eina dóttur, sum er sjúk altíð. Vit hava roynt at fáa henni hjálp, men einki hevur borið til. Tú hevði mestur spurt fuglin frá mær, hvørji ráð vit skulu taka.” Jú, tað skuldi hann gera, segði Lítlin.

Morgunin eftir er hann aftur á ferð. Um middagsleitið kemur hann til eina á. Har er eingin ferja; men ein stórur maður hevur skyldu at bera øll menniskju tvørturum.

Burðarmaðurin spyr Lítlan, hvar hann fer.

”Eg eri úti og skal taka eina fjøður úr veinginum á fuglinum Griff,” sigur Lítlin.

Burðarmaðurin svarar: ”Eg hoyri, at tann fuglurin skal vita alt. Spyr hann fyri meg, hví eg skal noyðast at ganga her og bera øll menniskju um ánna.”

Jú, tað skuldi Lítlin glaðiliga gera.

So tók maðurin hann á ryggin og bar hann tvørturum.

Langt um leingi nú kemur Lítlin til húsini hjá fuglinum Griff. Hann fer inn og spyr eftir honum.

Nei, hann er frá húsum. - Men konan er inni, og hon er bæði blíð og týð, býður Lítlanum inn og biður hann bukka beinini, spyr, hvat hann hevur í ørindum.

Lítlin sigur nú fyri henni, at hann skuldi hava eina fjøður úr veinginum á fuglinum Griff. Ein borgharri hevði mist lykilin til pengaskrínið hjá sær burtur, hann bað spyrja, hvar hann var. Ein annar borgharri hevði eina sjúka dóttur, hann bað spyrja, hvat ið kundi gera hana fríska. Og so var tað ein maður, sum bar øll menniskju um ánna, hann vil hava at vita, hví hann skal noyðast at ganga soleiðis og bera og bera.

”Ja, mín vinur,” sigur konan, ”kristið fólk kann ikki tala við fuglin Griff, tí hann etur tey beinanvegin; men vilt tú bíða, kann tú leggja teg inn undir seingina, og í nátt, tá ið fuglurin Griff liggur í fasta svøvni, rættir tú hondina upp og rippir eina fjøður úr veinginum á honum. Og hatta, tú vildi fáa at vita frá honum, kann eg spyrja hann um fyri teg.”

Hetta helt Lítlin vera góð ráð og kreyp hugagóður inn undir seingina.

Um kvøldið, so nú kemur fuglurin Griff heim. Komin í dyrnar heldur hann við konuna: ”Hvussu er her vorðið? Eg meini, tað rýkur av kristnamanna blóði!”

”Ja, her hevur eisini verið eitt kristið menniskja,” sigur konan, ”men tað er langt síðani farið av stað aftur.”

So segði hann ikki meir um hetta, fekk sær nátturða og fór til songar.

Einaferð úti á náttini, so nú rýtur fuglurin Griff so frýtarliga, at tað ekkóar í skálanum. Tá rættir Lítlin hondina upp, hann er so kvikur, rippir eina fjøður úr veinginum á honum og undir aftur seingina við henni.

Fuglurin Griff loypur upp við eitt andskræmiligt róp. - Hvat hetta var, ið rippaði í veingin á sær.

”Hatta man tú hava droymt,” sigur konan, ”her er eingin at rippa í teg.”

”Jú, jú,” deilir fuglurin Griff, ”eg kendi eisini, at eg misti megina av tí.”

”Nei, trúgv mær, her hevur eingin verið. Men eg havi sagt tær, at her var eitt kristið menniskja; tað er longu farið av stað aftur korti. Tað segði ein heilan hóp fyri mær, meðan tað var inni: Í einari borg var lykilin til pengaskrínið horvin, og ikki funnu tey hann aftur.”

”Á, tey býttlingarnir,” letur nú í fuglinum Griff, ”lykilin liggur vísur inni í brennihúsinum, undir høggastabbanum.”

”Tað segði eisini, at í eini aðrari borg liggur dóttirin sjúk, tey vita ikki, hvat tey skulu gera fyri at fáa hana fríska.”

”Á, býttlingarnir tey,” sigur fuglurin Griff, ”undir kjallaratrappuni hevur ein rotta gjørt sær reiður av hári hennara, tá ið hon fær hetta hárið aftur, verður hon frísk sum fiskurin.”

”Tað segði eisini, at tað er ein maður, sum noyðist at bera øll menniskju um ánna.”

”Á tann býttlingurin, hann skal bara seta tey, hann ber, av mitt í ánni, so sleppur hann undan.”

Tíðliga á morgninum fór fuglurin Griff av seingini og fleyg avstað.

Nú krýpur Lítlin út undan seingini við tí vøkru fjøðurini og hevur hoyrt alt, ið fuglurin segði um lykilin, dóttrina og mannin, og konan segði honum alt um aftur eina ferð, fyri at hann skuldi einki gloyma. Og so fór hann av stað frá fuglinum Griff og tók leiðina heim aftur.

Fyrst kom hann til mannin við ánna. Hann spurdi beinanvegin, hvat fuglurin Griff hevði sagt.

Lítlin svaraði: ”Ber meg fyrst yvirum, so skal eg siga tær tað.”

Hann bar hann nú um ánna.

Tá ið Lítlin er komin á bakkan hinumegin, segði hann manninum, at hann skuldi bert einaferð sleppa tí, hann bar, mitt í ánna, so slapp hann undan at bera meir.

Tá verður maðurin so findarglaður, at hann býður sær til at bera Lítlan einaferð afturat yvirum fyri einki; men tað vildi Lítlin ikki, hann helt tað vera ivaleyst, at hann hevði ómakað seg at bera hann eina ferð.

Hann kemur nú til borgina, har dóttirin liggur sjúk. Borgharrin spurdi: ”Nú, gloymdi tú tað, eg bað teg?”

”Nei, bíða mær eitt sindur.” So tekur hann dóttrina í kneppið, ber hana niður í kjallaran, tekur rottureiðrið við hárinum og gevur henni í hondina. Beinanvegin leyp gentan úr kneppinum á honum og upp trappurnar, frísk og ferðug sum aldri áður. Foreldrini verða so findarglað yvir hetta, at tey geva Lítlanum eina mongd av gulli og silvuri.

Tá ið hann kemur til næstu borgina, spyr borgharrin aftur: ”Nú, gloymdi tú hatta, eg bað teg?”

”Nei, bíða mær eina løtu,” svarar Lítlin og loypur út í brennihúsið, koyrir høggastabban um koll og tekur lykilin, ber hann inn til borgharran. Tá verður hann so glaður fyri lykilin, at hann gevur Lítlanum dastið av tí gulli og silvuri, sum í skríninum er, hartil bæði neyt, ross og annan fenað.

Lítlin fer nú heim til slottið við øllum hesum, ið hann hevur fingið. Kongur stendur sjálvur úti á túninum og tekur ímóti honum, tá ið hann kemur til garðs, og sigur:

”Áhá, tað er ikki eiti á, sum tú er vorðin múgvandi á ferðini, hvaðani hevur tú fingið alt hetta?”

Lítlin sigur: ”Hetta hevur fuglurin Griff givið mær alt samalt.”

Kongurin verður heilt ovfarin og sigur: ”Hevur fuglurin Griff givið tær, einum vesæla bóndadreingi so nógv, hvat gevur hann so ikki mær, mætasta kongi í verðini.” Og so helt hann beinanvegin av stað at vitja fuglin Griff.

Men nú bar tað soleiðis á, at kongur verður tann fyrsti ferðamaður, tann stóri burðarmaðurin skal bera um ánna.

Tá ið hann er komin mitt útí, sleppir hann kongi, og tað verður hansara endi.

Men Lítlin giftist við kongsdóttrini og varð kongur í ríkinum alla ævi sína.

 

Úr bókini ”Ævintýr 3”. Heðin Brú týddi. Føroya lærarafelag gav út í 1968.

Upprunaheiti: ”Den Fugl Griff”. Grimms samtlige Æventyr. J.F. Daugård. Stjernholm Forlag, København