Prinsessan á ertrini
Einaferð var tað ein prinsur, sum ætlaði at fáa sær eina prinsessu, men tað skuldi vera ein rættilig prinsessa. So reikaði hann verðina runt fyri at finna eina slíka, men altíð bagdi okkurt. Prinsessurnar trutu ikki, men um tær vóru rættiligar prinsessur, dugdi hann ikki at fáa skil á, tí altíð var okkurt, sum ikki var í lagi. So kom hann heimaftur, og lagið var ringt, tí hann hevði so fegin viljað funnið eina rættiliga prinsessu.
Eitt kvøldið kom eitt so øgiligt illveður, ljósini skygdu, og torðan gekk, og regnið oysti niður, eitt satt ódnarveður! Tá bankaði upp á borgargrindina, og tann gamli kongurin fór at lata upp.
Tá var tað ein prinsessa, sum stóð uttanfyri. Men tú skuldi sæð, hvussu hon sá út av regninum og illveðrinum! Tað rann úr hárinum og klæðunum, og vatnið seyraði inn gjøgnum tánna á skónum og útaftur gjøgnum hælin, og so stóð hon har og segði, at hon var ein prinsessa.
”Ja, hatta skulu vit nokk fáa at vita!” hugsaði tann gamla drotningin, men hon segði onki. Hon fór inn í kamarið, tók øll seingjarklæðini av songini og legði eina ertur á beran songarbotnin. So tók hon tjúgu madrassur og legði oman yvir ertrina og síðani tjúgu æðudúnsdýnur, sum hon legði oman yvir madrassurnar.
Har skuldi prinsessan liggja um náttina.
Morgunin eftir spurdu tey hana, hvussu hon hevði sovið.
”Ræðuliga illa!” segði prinsessan, ”eg havi ikki fingið blund í eyguni alla somlu náttina! Gud viti, hvat ið tað er, sum hevur verið í songini? Eg havi ligið á onkrum ógvuliga hørðum, tí eg eri bæði brún og blá um allan kroppin! Tað er heilt ræðuligt!”
Nú segði tað seg sjálvt, at hetta var ein rættilig prinsessa, táið hon gjøgnum tjúgu madrassur og tjúgu æðudúnsdýnur kundi fáa ilt av eini lítlari ertur. So holdsárur kundi ongin vera uttan ein rættilig prinsessa.
Og so giftist prinsurin við henni, tí nú visti hann, at hon var ein sonn prinsessa, og erturin varð latin á forngripasavnið, og har er hon enn, uttan so at onkur hevur tikið hana.
Hetta var eitt satt ævintýr!
Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Prindsessen paa Ærten”, ”Eventyr fortalt for Børn”, 1835
Marius Johannesen (1905-1986) týddi. H.C. Andersen: ”10 ævintýr”, Bókaforlagið Grønalíð 1980.