Skip to main content

25. MEISTARI YVIR MEISTARA

 

Frásøgn úr Fugloy

Ein maður átti ein son, sum ikki kundi læra hvørki eitt ella annað. So hitti hann ein smið, sum hann bað taka drongin og læra hann at smíða. Eitt ár skuldi sonurin standa í læru.

Tá ið árið var umliðið, kom smiðurin aftur við honum og segði, at nú hevði hann lært at bora hol í træ. Hin gamli bað hann hava sonin eitt ár afturat.

Tá ið annað árið var umlopið, kom smiðurin aftur við honum og segði, at nú hevði hann lært at smíða nagla. Pápin var illur og bað smiðin royna drongin eitt ár afturat.

Tá ið triðja árið var umlopið, kom smiðurin aftur við honum og segði, at hann fekst ikki við hann meira, tí drongurin lærdi einki. Tá var pápin so illur, at hann koyrdi sonin út.

Drongurin tók at ganga uppá gjøt og møtti so einum svørtum manni. Hesin spurdi hann, hvar hann ætlaði sær. Hann visti ikki sjálvur, svaraði drongurin: pápin hevði koyrt hann út, tí hann kundi ikki læra at smíða.

“Vilt tú ikki koma og læra hjá mær?” spurdi hesin svarti hann: “tá skal tað ikki gretta, at tú lærir.”

“Tað vil eg fegin,” segði drongurin.

“Men tað vil eg siga tær,” segði so hin svarti - sjálvur Illimaður var tað - “at eg vil bert festa teg undir einum vilkorum: eg skal fáa tær einar skógvar, og ikki sleppur tú frá mær, fyrr enn hol er á teimum.” Mjadnarskøði av honum sjálvum var hetta. Tað virdi drongurin einki um, skar seg í fingurin, tók blóðið og skrivaði undir við tí upp á eitt pappír.

So tók hin svarti drongin heim við sær, og nú var hesin so næmur til alt at læra. Hann fekk bæði kost og klæði og tóktist liva væl; men so tók honum at leiðast: hann hugsaði um endan og hugdi at skónum: teir tjúknaðu í hvørjum. Drongurin gekk nú í døpurhuga og royndi bæði at loypa, brenna og skera skógvarnar; men hvørki løgur, eldur ella knívur beit á. At umskapa seg hevði hann lært; men ikki fekk hann hol á skógvarnar.

Eitt kvøldið, sum hann fór niður, lá hann og græt, tí hann visti sær eingi ráð at sleppa burtur. Í endanum sovnaði hann og droymdi, at hann fekk ikki hol á skógvarnar, uttan hann gekk tríggjar ferðir runt um kirkjuna.

Tað fyrsta, hann gjørdi, tá ið hann var uppi um morgunin, var at ganga runt um kirkjuna. Tá ið hann hevði gingið um hana triðju ferð, smokkaðu skógvarnir heilt uppum; tá vóru føturnir komnir niður ígjøgnum.

Hann við tað sama úr skónum og tveitir manninum:

“Nú eru vit leysir; tí nú eru skógvarnir kruvdir.”

So skapaði hann seg til ein títling - tí umskapa seg hevði hann lært - og fleyg burtur; men hin skapaði seg til eina ørn og fleyg eftir títlinginum.

Ein prinsessa stóð við vindeyga sítt og sá ørnina jaga títlingin; hon læt vindeygað upp og slepti títlinginum inn.

Tá umskapaði hann seg til fólk aftur og segði prinsessuni frá, hvussu sær hevði gingist, og at fjandin var eftir honum.

So gav hon honum lov til at gera seg til ein gullring og sita á einum fingri hennara: men - legði hann við - um ringurin varð kravdur av henni, skuldi hon kasta hann í eldin - tí hann brendist ikki.

Fjandin skapaði seg nú um til ein vakran ungan mann, fór inn í kongsgarðin og bað um lov til at tæna konginum. Hann var so fráskilaður í øllum, hesin maður; hvat ið honum var boðið at gera, gjørdi hann alt fyri eitt og tað við lít, so kongurin hevði ongantíð havt slíkan tænara. Kongurin beyð honum løn; men hann segði seg einki vilja hava, fyrr enn hann fór úr tænastuni.

Tá ið hann hevði tænt í trý ár, segði hann við kongin, at nú ætlaði hann sær ikki at vera longur og ynskti sær í løn einki uttan tann ringin, sum prinsessan bar á fingrinum.

Tað var minsta lønin, hann kundi krevja, helt kongurin og sendi ein svein til dóttur sína at fáa ringin: hon skuldi fáa ein annan í staðin; men hon segði nei.

Kongurin sendi tveir sveinar og beyð, at, vildi hon ikki lata ringin við góðum, skuldu teir taka hann av henni við veldi. Tá kastaði hon ringin í eldin og rørdi í eldinum við klovanum, so ringurin sást ikki aftur.

Sveinarnir aftur til kongin og søgdu, at teir kundu ikki fáa ringin, tí hon kastaði hann í eldin.

Tað sakaði ikki stórt, helt fjandin: hann kundi bíða, til øskan var køld, og so skuldi hann vera góður til at finna ringin aftur sjálvur.

Fjandin skapaði seg tá til ein hana og setti seg í øskuna til at ruska og skava; men drongurin í ringalíki skapaði seg til ein høggorm.

Sum hanin skavaði og pikkaði, kom hann at høvdi hansara; men høggormurin var kvikur og beit høvdið av hananum í tí sama bragdi.

Nú ið fjandin lá deyður, skapaði drongurin seg um til fólk aftur og segði konginum frá, hvat maður ið hevði tænt honum.

Tá varð hann kallaður meistari yvir meistara, giftist við prinsessuni og kom at vera kongur, tá ið hin gamli kongurin doyði.

Frásøgn: Jóhan Hendrik Matras, Kirkju, Fugloy

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

 

25  AT  325