Skip to main content

Floggarparnir

Loppan, grashoppan og springgásin fóru einaferð at royna, hvør teirra kundi leypa hægst, og so bjóðaðu tey øllum í verðini, og hvørjum ið annars løgdu í at koma og síggja teirra skreytir, og tríggir rættir floggarpar vóru teir, tá ið teir komu saman í stovuni.

”Ja, eg gevi honum dóttur mína, ið loypur hægst!” segði kongur, ”tí tað er so fátæksligt, at hesir persónar skulu leypa fyri einki!” Loppan kom fyrst fram, hon hevði slíkar tekkiligar lótir og heilsaði í allar ættir, tí hon hevði moyggjarblóð í sær og var von við bert at fáast við fólk, og tað hevur nú nógv at siga.

Nú kom grashoppan, hon var satt at siga ein góðan mun førligari. Men hon hevði kortini reiðiliga hampiliga medferð og var í grønum floksbúna, og hann var henni í kjøti borin; hesin persónur legði afturat, at hann var av ógvuliga gamlari ætt úr Egyptalandi, og at hann her á landi var sera væl umtóktur, hann var tikin beinanvegin inn úr bønum og settur í eitt korthús, ið hevði trý loft, øll av harrabløðum, ið vendu ta málaðu síðuna inneftir; har vóru bæði dyr og vindeygu og tey skorin út í miðjuni á hjartarfrúgv. ”Eg syngi svá,” segði hon, ”at sekstan tjóðrunnir fárahjúlingar, ið hava hvinið frá barnsbeini, hava av at hoyra meg gramt seg enn meira rak enn teir vóru!”

Báðar tvær, loppan og grashoppan, gjørdu soleiðis væl greiði fyri, hvørjar tær vóru, og at tær hildu seg til at geva seg í hjúnalag við eina prinsessu.

Springgásin segði einki, men tey søgdu um hana, at hon hugsaði so mikið meira, og tá ið hóvshundurin bert fekk tevið av henni, vildi hann standa til svars fyri, at springgásin var av góðari ætt; tann gamli ráðmaðurin, ið hevði fingið trý riddaramerki fyri at sita og tiga, helt fram, at hann visti, at springgásin hevði serar gávur til at spáa, tað sást á bakinum á henni, um tey fingu lýggjan ella harðan vetur, og tað sæst verri enn so á bakinum á honum, ið skrivar álmanakkan.

”Ja, eg sigi nú einki!” segði tann gamli kongurin, ”men eg gangi nú altíð soleiðis og hugsi mítt!”

Nú var lopið um at gera. Loppan leyp so høgt, at eingin tekti tað, og so hildu tey fyri, at hon als ikki hevði gjørt nakað lop, og tað var illavorðið.

Grashoppan leyp bert helvtina so høgt, men hon leyp beint í andlitið á konginum, og so segði hann, at tað var ónæriligt.

Springgásin stóð leingi still og ivaðist, tey hildu at enda, at hon als ikki var før fyri at leypa.

”Bara hon ikki hevur fingið ilt fyri hjartað!” segði hóvshundurin, og so snoddaði hann aftur at henni: rutsj! leyp hon eitt lítið skeivt lop upp í fangið á prinsessuni, ið sat lágt á einum gullskamli.

Tá segði kongurin: ”Hægsta lop er at leypa upp til dóttur mína, tí tað er stórbært, men tílík hugskot krevja heila, og springgásin hevur víst, at hon hevur heila, hon hevur ein góðan skalla.”

Og so fekk hon prinsessuna.

”Eg leyp hægst kortini!” segði loppan. ”Men tað kann vera tað sama! lat hana bara hava handan gásaskrokkin við spritu og biki! eg leyp hægst kortini, men í hesi verð má kroppur til, um tey skulu ansa einum!”

Og so fór loppan í fremmanda hertænastu, hvar tey siga, at hon var vegin.

Grashoppan setti seg úti í veitini og hugsaði um, hvussu tó verðin var vorðin, og hon segði eisini: ”Kroppur má til! kroppur má til!” og so sang hon sína egnu grøtiligu vísu, og haðani hava vit tikið søguna, ið tó saktans kundi verið lygn, tó at hon er komin upp á prent.

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Springfyrene”, ”Nye eventyr, Første bind, Tredie samling”, 1845

Christoffur Lützen (1891-1981) týddi. H.C. Andersen: ”14 ævintýr”, Egið forlag 1953.