Skip to main content

8. GENTA OG DRONGUR Í RISAHELLINUM

 

Uppskrift av Syðradali, Kalsoy

Risi hevði gentu hjá sær, sum hann hevði stolið. Drongur gav seg til at vera húskallur risans, tí hann kundi ikki síggja av gentuni.

Eftir einari tíð segði drongurin við risan, at hann vildi hava gentuna; men risin vildi ikki lata hana, uttan drongurin kundi gera tríggjar treytir, sum hann vildi leggja á hann.

Hin fyrsta var, at hann skuldi velta alla veltingarjørð risans í ein dag. Risin fekk honum ein haka, sum einki grev hevði.

Tá ið gentan kom út til hansara við døgurða, lá hann í sjóðheitum gráti. Hon spyr, hvat honum líður; men hann sigur, at hann fær einki gjørt, tí hann hevur fingið ein haka við ongum grevi. Hon skuldi hjálpa honum í stundini, segði hon, tí hon hevði fingið ein ring frá risanum, sum alt kundi gera. So legði hon ringin á - tá var velt alt fyri eitt. Ikki mátti hann koma aftur fyrr enn seinast á dimmuni, segði hon við hann.

Tá ið hann kom aftur um kvøldið, spurdi risin, um hann var liðugur. Ja, segði drongurin. Risin vildi ikki trúgva; men hin bað hann fara út sjálvan at hyggja.

Tá ið slóttutíð kom, bað risin hann fara út og sláa sær allan bøin í ein dag og fekk honum eitt orv, sum eingin líggi var á.

Tá ið gentan kom til hansara við døgurða, lá hann og græt, tí hann fekk einki sligið. Hon hjálpir honum, leggur ringin á, og er tá alt sligið við tað sama bæði væl og virðiliga. Ikki mátti hann koma aftur fyrr enn seinast á dimmuni.

Hann aftur um kvøldið; risin heldur vera illa sligið, men drongurin biður hann fara út at hyggja.

Triðja morgunin sigur risin við drongin:

”Fjør mítt! nú skalt tú fáa ta triðju treytina; tað er tað, at tú skalt reinsa mær nátthúsið.”

Drongurin stóðst ógvuliga við at fara undir hetta arbeiði, hann tordi ikki at koma nær í námindu og legðist at gráta. Gentan kom fyrst við morgunmati og síðan við døgurða, og lá hann enn við sama lag. Hann bønar hana at hjálpa sær, men hon sýtir: ”Hetta er eitt arbeiði, tú kant gera sjálvur.”

Tá ið hon kemur við nátturðanum, liggur hann enn og grætur. Nú leggur hon ringin á, og alt er reint, ov gott at siga. Nátthúsið skínur sum gull bæði uttan og innan.

Tá ið risin sær hetta, stendur hann bilsin. Innafturkomin sigur hann við drongin:

”Fjør mítt! Í morgin skalt tú verða dripin.”

Drongurin er hjartkiptur og biður gentuna leggja sær ráð, hvussu hann skal fáa dripið risan.

Á nátt, meðan risin liggur í fasta svøvni, gløða tey eina jarnstong í øðrum endanum. Drongurin ripar hana tvørtur um eyguni í risanum, so hann loypur fram úr songini í øði og út fyri dyr. Men tá fór hann skeivt og datt beint í vatnið, sum var øðrumegin dyrnar.

Tað var risans endi, og so fingu tey hellið.

Frásøgn: Erika K. Johannessen, Syðradali, Kalsoy

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

 

8  AT 313 A,  AT 1137