Prinsessan á ertrini
Einaferð var tað ein prinsur, hann vildi hava sær eina prinsessu, men tað skuldi vera ein røtt prinsessa. So ferðaðist hann um allan heim til at finna eina tílíka, men allastaðni var okkurt, ið bilaði. Prinsessum var nóg mikið av, men um tær vóru rættar prinsessur, kundi hann ikki reiðiliga fáa skil á, altíð var okkurt, ið ikki var so greitt. So kom hann tá heim aftur og var so forharmaður, tí hann vildi so fegin hava eina rættiliga prinsessu.
Eitt kvøldið brast eitt ódnarveður á; ljósini gingu, og toran dundi, regnið oysti niður, tað var heilt ræðuligt! So bankaði á býggjarportrið, og gamli kongurin fór at lata upp.
Tað var ein prinsessa, ið stóð uttanfyri. Men á tú, sum hon sá út av regninum og illveðrinum! Vatnið dreiv niður úr hári og klæðum hennara, og tað rann inn um tánna á skógvinum og út undan hælinum, og so segði hon, at hon var ein rættilig prinsessa.
”Ja, hasum skulu vit skjótt fáa greiði á,” hugsaði tann gamla drotningin, men hon segði einki, fór innar í seingjakamarið, tók øll seingjarklæðini av og legði eina ertur á botnin í songini, so tók hon tjúgu madrassur, legði tær oman á ertrina og so tjúgu æðudúndýnur afturat oman á madrassurnar.
Har skuldi nú prinsessan sova um náttina. Um morgunin spurdu tey hana, hvussu hon hevði sovið.
”O, ræðuliga illa!” segði prinsessan, ”eg havi næstan ikki blundað alla náttina! Gud viti, hvat ið hevur verið í songini? Eg havi ligið á nøkrum hørðum, so eg eri heilt brún og blá um allan kroppin! Tað er heilt ræðuligt!”
So skiltu tey, at hon var ein røtt prinsessa, tá ið hon hevði følt ertrina gjøgnum tær tjúgu madrassurnar og tær tjúgu æðudúndýnurnar. So erkvisin kundi eingin vera uttan ein rættilig prinsessa.
Prinsurin tók sær hana so til konu, tí nú visti hann, at hann hevði eina rætta prinsessu, og erturin kom á forngripagoymsluna, hvar hon enn er til skjals, um eingin hevur tikið hana.
Hygga hetta var ein rættilig søga!
Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Prindsessen paa Ærten”, ”Eventyr fortalt for Børn”, 1835
Christoffur Lützen (1891-1981) týddi. H.C. Andersen: ”14 ævintýr”, Egið forlag 1953.