Skip to main content

Svínadrongurin

help with metric science homework dissertation consulting services ann arbor dissertation com uacartEinaferð var tað ein fátækur prinsur. Hann átti eitt kongaríki, men tað var heilt lítið. Kortini var tað so frægt, at tað bar til at gifta seg og liva av tí, og gifta seg, tað vildi hann.

Nú var tað nógv avgjørt av honum at tora at siga við dóttur keisarans: ”Vilt tú hava meg?" men tað tordi hann kortini, tí navn hansara var víða gitið, og tað vóru í hundrað tali av prinsessum, sum fegnar høvdu sagt ja, men heldur tú, hon gjørdi tað!

Nú skalt tú hoyra:

Á grøvini hjá pápa prinsin vaks eitt rósutræ, eitt so ógvuliga vakurt rósutræ. Tað fekk bara eina rósu fimta hvørt ár, men tað var ein rósa, sum angaði avbera væl. Hon angaði so væl, at tá ið tú kendi angan av henni, gloymdi tú allar tínar sorgir og alla tína stúran. Og so átti hann ein náttargala, sum dugdi at syngja so væl, at tað var, sum allir vakrir tónar vóru í bringu hansara. Hesa rósuna og henda náttargalan skuldi prinsessan fáa, og tí blivu tey pakkað inn í stórar silvureskjur og send til hennara.

Keisarin læt tænarar bera eskjurnar, meðan hann gekk undan, inn í stóra salin, har prinsessan spældi fólk í húsi saman við sínum hovgentum. Tær gjørdu onki annað, og tá ið hon sá tær stóru eskjurnar við gávum í, klappaði hon í hendurnar av gleði.

”Hevði tað nú bara verið ein lítil kiskulingur!" segði hon - men so kom tann deiliga rósan.

”Nei, sum hon er fitt!" søgdu allar hovgenturnar.

”Hon er meira enn fitt, hon er vøkur!" segði keisarin.

Men prinsessan nart við hana, og so mundi hon farið at grátið.

”Skamma teg pápi!" segði hon, ”hon er ikki kunstig, hon er verulig!”

”Fý!" søgdu allar hovdámurnar, ”hon er ordilig!"

”Latið okkum nú fyrst síggja, hvat ið er í hini eskjuni, áðrenn vit øsa okkum!" helt keisarin, og so kom náttargalin fram á borðið. Hann sang so vakurt, at ikki bar til at finnast at honum tá beinanvegin.

”Superbe, charmant!" søgdu hovdámurnar, tí tær tosaðu allar franskt, hvør verri enn onnur.

”Sum hasin fuglurin minnir meg um spælidósina hjá keisarinnuni, sálu!" segði gamli kavalerurin. ”So sanniliga, sami tóni, sama lag!"

”Ja!" segði keisarin, og so græt hann sum eitt smábarn.

”Eg vil ikki hopa, at hann er veruligur!" segði prinsessan.

”Jú, hatta er ein veruligur fuglur!" søgdu tey, sum vóru komin við honum.

”Ja, sleppið honum so á flog!" segði prinsessan og vildi ikki hoyra tala um, at prinsurin skuldi vísa seg.

Men prinsurin smæddist ikki. Hann smurdi seg við brúnum og svørtum, setti kollin á høvdið og bankaði uppá.

”Góðan dagin, harra keisari!" segði hann, ”høvdu tygum viljað lovað mær at arbeitt her á slottinum?"

”Ja, her koma so nógvir at biðja um arbeiði," segði keisarin, ”men latið okkum nú síggja! Vit hava fyri neyðini at fáa onkran at passa svínini, tí svín eiga vit nógv!"

Og so fekk prinsurin arbeiði sum keisaraligur svínadrongur. Hann fekk eitt lítið, vánaligt kamar har niðri við svínastallin, og har mátti hann búleikast. Men allan dagin sat hann og arbeiddi, og tá ið kvøldið kom, hevði hann smíðað eina so fitta grýtu. Um alla tromina vóru bjøllur, og beinanvegin, sum grýtan kom upp á kók, ringdu bjøllurnar so vakurt og spældu hitt gamla lagið:

”Ach, du lieber Augustin,

alles ist vekk, vekk, vekk!"

Men tað stuttligasta av øllum var kortini, at tá ið tú helt fingurin inn í guvin frá grýtuni, kundi tú beinanvegin lukta, hvat ið tey fingu til døgurða har í býnum. Og tað var so sanniliga annað enn ein rósa.

Nú kom prinsessan spákandi við øllum sínum hovdámum, og tá ið hon hoyrdi lagið, steðgaði hon á og lurtaði væl nøgd, tí hon dugdi eisini at spæla ”Ach du lieber Augustin!" Tað var einasta lag, hon dugdi, og hon spældi tað eisini bara við einum fingri.

”Hatta er lagið, sum eg dugi!" segði hon. ”So man hatta vera ein mentaður svínadrongur! Hoyr, leyp inn og spyr, hvat ið hatta musikktólið kostar."

Og so mátti ein av hovdámunum fara inn, men hon læt seg í tuflur.

”Hvat kostar handa grýtan?" spurdi hovdáman.

”Tíggju kossir frá prinsessuni!" svaraði hann. ”Oys, oys!" segði hovdáman.

”Ja, minni kann tað ikki vera," segði svínadrongurin.

”Nú, hvat segði hann?" spurdi prinsessan.

”Tað tori eg ikki at siga!" segði hovdáman, ”tað er so illavorðið!"

”So kanst tú teska mær tað!" Og so teskaði hon tað.

”Hann er illavorðin!" segði prinsessan og rýmdi. Men tá ið hon hevði gingið nøkur fótafet, hoyrdi hon bjølluljóðið aftur:

”Ach, du lieber Augustin,

alles ist vekk, vekk, vekk!"

”Hoyr meg!" segði prinsessan, ”spyr hann, um hann vil hava tíggju kossir frá hovdámum mínum!"

”Nei takk!" segði svínadrongurin, ”tíggju kossir frá prinsessuni, ella ongin grýta!"

”Hatta er forargiligt!" segði prinsessan, ”men so mugu tit standa fyri, so at ongin sær!"

Og hovdámurnar stóðu í ring uttan um prinsessuna og breiddu kjólarnar út.

So fekk svínadrongurin tíggju kossir, og hon fekk grýtuna.

Hetta bleiv óførur stuttleiki. Alt kvøldið og allan dagin eftir mátti grýtan kóka. Tað var ikki eitt hús í øllum býnum, uttan at tær vistu, hvat ið tey høvdu til døgurða, bæði hjá kamarharranum og hjá skómakaranum. Hovdámurnar dansaðu og klappaðu í hendurnar.

”Vit vita, hvør ið skal hava søtsuppu og pannukakur! Vit vita, hvar ið tey fáa greyt og karbonadu! Sum tað er áhugavert!"

”Óføra áhugavert!" segði yvirhovmeistarinnan.

”Ja, men nú mugu tit duga at tiga, tí eg eri dóttir keisarans!"

”Hann varði mín munn!" søgdu tey øll somul.

Svínadrongurin, tað vil siga prinsurin, men tey vistu ikki annað, enn at hann var svínadrongur, læt ikki dagarnar fara, uttan hann hevði okkurt í hondini, og so gjørdi hann eina skrellu. Tá ið hann fekk hana at mala runt, komu allir valsir, allar hopsur og allar polkur, sum hava verið til, síðani verðin varð skapt.

”Hatta er superbe!" segði prinsessan, tá ið hon ein dagin kom framvið. ”Aldri havi eg hoyrt vakrari tónleik! Hoyr! Leyp inn og spyr hann, hvat ið hatta tónleikatólið kostar! Men eg kyssi ikki!"

”Hann vil hava hundrað kossir frá prinsessuni," segði hovdáman, sum var inni og spurdi.

”Hann er óður í høvdinum!" segði prinsessan, og so rýmdi hon. Men tá ið hon hevði gingið nøkur fet, steðgaði hon. ”Vit eiga at styðja listina!" segði hon, ”eg eri dóttir keisarans! Sig við hann, at hann skal fáa tíggju kossir sum í gjár. Hinar kann hann fáa frá hovdámunum."

”Ja, men vit vilja ógvuliga treyðugt!" søgdu hovdámurnar.

”Tvætl!" segði prinsessan, ”tá ið eg kann kyssa, so kunna tit eisini! Minnist til, tit fáa kost og innivist frá mær!" Og so mátti hovdáman aftur inn til hansara.

”Hundrað kossir frá prinsessuni!" segði hann, ”ella hvør hevur sítt!"

”Standið uttanum!" segði hon, og so stóðu tær rundanum, meðan hann kysti.

”Hvat man hatta vera fyri hóvasták, ið er har niðri við svínastallin?" segði keisarin, sum var komin út á svalan. Hann gníggjaði eyguni og fekk sær brillurnar. ”Hatta eru hovdámurnar, sum stákast har. Eg má heldur fara oman til teirra! Og so togaði hann hælin upp á skónum, tí skógvarnir vóru gamlir, og hann hevði traðkað hælin niður á teimum.

Tú skuldi sæð, hvussu hann skundaði sær!

Men, beinanvegin, hann var komin oman í garðin, gekk hann spakuliga, og hovdámurnar høvdu so nógv um at vera, tí tær skuldu telja kossirnar, at onki snýt skuldi vera, og hann skuldi ikki fáa ov nógvar kossir, men heldur ikki ov fáar, so tær ansaðu als ikki eftir keisaranum. Hann toygdi seg upp á tá.

”Hvat skammin er hetta fyri nakað?" segði hann, tá ið hann sá, at tey stóðu har og kystust, og so lammaði hann skógvin í heysin á teimum, júst sum svínadrongurin skuldi fáa tann seks og fyrsinstjúgunda kossin. ”Út!" segði keisarin, tí nú var hann illur, og bæði prinsessan og svínadrongurin blivu rikin út úr keisararíki hansara.

Har stóð hon so og græt, svínadrongurin deildi, og regnið oysti niður.

”Á, mítt neyðars menniskja!" segði prinsessan, ”bara eg hevði havt tann deiliga prinsin! Oy! Sum eg eri ólukkulig."

Og svínadrongurin slapp sær aftur um eitt træ, turkaði tað svarta og brúna av andlitinum, læt seg úr kloddunum og í aftur prinsaklæðini og stóð so har so prúður og vakur framman fyri henni, at hon mátti níga fyri honum. ”Eg eri komin at vanvirða teg!" segði hann. ”Tú vildi ikki hava ein ærligan prins. Tú hevði onga virðing fyri rósuni og náttargalanum, men svínadrongin kundi tú kyssa fyri eitt spæliverk! Nú kanst tú standa og hava tað so gott!” Og so fór hann inn í sítt kongaríki, læt hurðina aftur og setti krampan á. So kundi hon sleppa at standa uttanfyri og syngja:

”Ach, du lieber Augustin,

alles ist vekk, vekk, vekk!"

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Svinedrengen”, ”Eventyr, fortalte for børn. Ny samling. Tredie hefte”, 1842.

Marius Johannesen (1905-1986) týddi. H.C. Andersen: ”Ævintýr – eitt úrval”, Bókadeild Føroya Lærarafelags 2005.