Skip to main content

Tekannan

show my homework warriner writing a college application letter of recommendationEinaferð var tað ein tekanna. Hon var av postalíni, og tí var hon stolt av, og hon var eisini stolt av tí langa tútinum og tí breiða haldinum. Hon hevði nakað bæði fyri aftan og framman, tútin framman og haldið aftan, og tí rósti hon sær av. Men hon rósti sær ikki av lokinum, tí tað var brotnað, tað var pentað saman aftur, men tað hevði eitt lýti, og síni lýtir tosar ein ikki um, tað kunnu hini gera. Koppar, fløtakrúss, sukurkar og alt testellið, mundu heldur fara at minnast til brotna lokið enn til tað góða haldið og tann langa tútin. Tað fór tekannan at vænta.

”Eg kenni tey!” segði hon fyri seg sjálvan, ”eg kenni eisini míni brek, og eg viðgangi, at eg havi tey, og tað ger, at eg eri eyðmjúk og lítillátin. Lýtir hava vit øll, men vit hava eisini fingið vit. Kopparnir fingu eitt hald, sukurkarið eitt lok, men eg fekk bæði tvey og ein ting aftrat, sum tey ongantíð skulu vænta sær, eg fekk tút, og hann ger, at eg eri drotning á teborðinum. Sukurkarið og fløtakannan hava tað, at tey eru tænastufólk hjá vælsmakkinum, men tað eri eg, sum gevi, sum ráði, sum sløkki tostan hjá menniskjunum. Inni í mær er tað, at tey kinesisku tebløðini verða til vælsmakkandi temunn úr smakkleysum vatni.”

Alt hetta segði tekannan, meðan hon var ung og fús. Hon stóð á tí vakurt reidda borðinum, og ein fitt og vøkur hond lyfti hana. Men tann vakra hondin var lorkut, hon misti tekannuna, túturin brotnaði, haldið fór, og lokið loysir tað seg ikki at taka upp á tunguna, nóg mikið er tosað um tað. Tekannan lá svímað á gólvinum, og kókandi vatn rann úr henni. Hatta var ein harður stoytur at fáa, men ringasti stoyturin var, at tey flentu at henni og ikki at tí lorkutu hondini.

”Hatta fer ongantíð frá mær!” segði tekannan fyri seg sjálva, meðan hon hugsaði um farnar dagar. ”Tey søgdu, eg var krypil, settu meg í ein krók, og dagin eftir lótu tey eitt, sum kom at bidda fløta, fáa meg. Eg søkk niður í armóð, misti púra málið og visti hvørki út ella inn. Men har, sum eg stóð, byrjaði eitt nýtt lív hjá mær. Tú ert eitt og verður nakað heilt annað. Tey løgdu mold inn í meg, og tað er fyri eini tekannu tað sama sum at verða jarðað. Men í moldina løgdu tey ein blomsturleyk. Hvør ið legði leykin, hvør ið gav hann, veit eg ikki, men givin varð hann sum eitt uggilsi fyri kinesisku bløðini og vatnið, eitt uggilsi fyri brotna haldið og tútin.

Og leykurin lá í moldini, leykurin lá í mær og varð til eitt hjarta, mítt livandi hjarta, og hjarta hevði eg ongantíð havt áður. Lív var í mær, megi og kreftir. Pulsurin sló, leykurin spretti, hann var um at spreingjast av tonkum og kenslum. Tær sprettu út, vórðu blomstur, eg sá tað, eg bar tað, eg gloymdi sjálvandi meg í vakurleika tess. Tað er vælsignað at duga at gloyma seg sjálvan fyri onnur!

Leykurin veitti mær ikki takk afturfyri, hann hevði meg ikki í huga. Hann varð hámettur og lovprísaður. Tað frøddi meg, og hvat mátti tað tá ikki frøa hann.

Ein dagin hoyrdi eg tey siga, at hann hevði uppiborið ein betri urtapott. So brutu tey meg, eg fekk ógvuliga ilt, men blomstrið kom í ein betri urtapott, og eg varð kastað út fyri dyr og liggi nú har sum eitt gamalt pottabrot - men eg eigi minnir, og tey kann ongin taka frá mær.”

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Theepotten”, Folkekalender for Danmark. 1864, 13. Aargang. Seinni í ”Eventyr og Historier. Fjerde bind”, 1871.

Marius Johannesen (1905-1986) týddi. H.C. Andersen: ”12 ævintýr”, Bókaforlagið Grønalíð 1982.