Skip to main content

32. HIN VAKRA OG VITUGA DROTNINGIN

 

Uppskrift úr Skálavík

Ein kongur vildi hava eina konu, sum var bæði vøkur og vitug, men fann onga, sum honum líktist á.

So klæddist hann sum ein fátækur drongur og fór út at ferðast til at leita sær eftir einari konu, kom í eitt fátækt hús á kvøldi og bað fólkini hýsa sær. Hjúnini søgdu, at tey høvdu onga song at leggja hann í, uttan tey løgdu hann í teirra sjálvs song og løgdu seg sjálv á gólvið.

Nei, segði hin fremmandi: hann skuldi liggja á hálminum sjálvur.

Einki fólk sá hann uttan tey bæði tvey eini og spurdi tí, um einki annað fólk var har. Men tey duldu fyri og søgdu, at einki fólk var.

Um morgunin hoyrir hann, at eitt spinnur uppi á loftinum á einum rokki.

Tey skulu lata seg síggja hetta fólkið, ið hjá teimum er, sigur gesturin: tí fólk er har.

Hjúnini noyðast tá at lata hann síggja dóttur teirra - tí hon var tað, ið spunnið hevði - og nú er hon av alravakrastu gentum at síggja, Kongurin fær sinni til hennara, men heldur tað vera ov slættligt fyri seg at hava eina fátæksmansdóttur til konu, fer so heim aftur og talar einki.

Men nú ið hann er komin heim, fær hann ikki frið; hann hugsar í heilum um vakurleika hennara, men kann ikki vita, um hon man vera vitug ella ikki. Hann vil royna hana, skrivar henni eitt bræv, leggur ein vindil av silkitráð innaní og biður hana veva sær hetta til gólvteppi.

Hon skrivar honum aftur, leggur eitt sneisarpetti innan í brævið og biður hann gera sær hetta til ein vevstað: so skal hon veva honum teppið.

Nú sær kongurin, at gentan er vitug aftur at tí, at hon er vøkur, heintar hana heim til sín og ger hana til drotning sína, men setur henni tey vilkor, at hon skal ikki blanda seg í ríkissakir.

Ein dagin kemur ein fátækur maður í kongsstaðin við eini kvidnari ryssu, og ryssan verður latin inn í ein stall, har sum hestar stóðu.

Um morgunin hevði ryssan folað; fylið stóð uppi ímillum hestarnar, og tí hildu teir, sum hestarnar áttu, sær fylið til. Maðurin varð at fara við ongum fyli og tók so upp søksmál; men einki batti.

Hann fór tá til drotningina og bað hana leggja sær ráð. Hon bað hann taka eitt fiskisnøri, fara út í ein sandbakka og halda snørið niður í sandin, og hvørjum, ið kom til hansara og spurdi, hví hann sat so, skuldi hann svara, at so ómøguligt sum tað var, at hann kundi fáa fisk upp úr sandinum, so ómøguligt var tað, at hestar folaðu.

Maðurin so ger; fólk tysa saman um hann og spyrja, hví hann situr so; men hann svarar, sum drotningin hevur lagt honum lag á. 

Nú verður hann tikin og spurdur, hvør ið hevur lært hann hetta; men hann vil ikki siga. So verður hann settur fastur og píndur, til hann sigur frá.

Nú ið kongurin hoyrir, at drotningin hevur lagt honum ráð, skjýtur hann hana frá sær, tí hann hevði forboðið henni at leggja seg upp í ríkissakir. Hon sigur, at bæði skulu halda eina veitslu fyrst, áðrenn tey skiljast, og ein dýrgrip vil hon hava við sær til áminnis, áðrenn hon fer av ríkinum. Hetta játtar hann henni: hon skal fáa, hvat ið hon ynskir.

So halda tey veitslu; drotningin letur svøvndropar í drekkað hjá konginum, so hon fær hann at sovna, tekur so ein vogn, spennir hest fyri, leggur kongin í vognin og ekur avstað við honum til húsið, har sum foreldur hennara búgva. So leggur hon hann upp á loftið í ta song, sum hon sjálv hevði verið von at sova í.

Nú ið kongurin vaknar um morgunin, er hann reint ørur; hann spyr hana sjálva eftir, hví hon hevur gjørt hetta við seg; men hon svarar, at hann hevði lovað henni at taka ein dýrgrip við sær, hvønn ið hon vildi kjósa sær, og størri dýrgrip enn hann sjálvan fekk hon ikki: tí tók hon hann avstað við sær.

Tá sá kongurin, at einki batti við hana, so vitug sum hon var; hon skuldi koma heim aftur við honum, segði hann, og hava lov at ráða eftir tykki hereftir í øllum ríkissøkum, sum hon vildi.

Frásøgn: Marjun í Nýggjubúð, Skálavík

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

 

32 AT 875