Skip to main content

Glassvørðið

Nú er tað einaferð ein skraddari, sum býr við eina á. So ein dagin hann er eftir vatni, sær hann eitt koma rekandi eftir ánni. Hetta fellur honum so í eyguni. Hann tekur ein bandastaka, har liggur, og rakar tað innat. Tá er tað ein kistil.

Skraddarin fær hann upp á turt og hyggur, hvat í er. Nú er tað ein pinkalítil smádrongur, sum liggur so góður og svevur.

”Á títt neyðardýr,” sigur skraddarin, ”skamm og last fái tann, sum hevur sett teg út, so fittur tú er! Nú skal tú koma heim við mær og sleppa at vaksa upp til stóran mann hjá okkum.”

So skundar hann sær findarglaður til hús og sigur við konuna: ”Hygg, hvat eg havi funnið í ánni í dag, eitt so yndisligt dreingjabarn. Tak tað nú til tín og verð góð við tað, sum var tað títt egið barn.”

Men konan snýsti og físti - hvat hon skuldi gera við eitt so lítið barn, tað fór bert at verða henni til ampa og einki annað, bað hann fara til onkran annan við barninum.

Tað vildi skraddarin ikki. ”Barnið skal ikki av aftur húsinum!” segði hann. So fekk hann lokkað konuna at hava tað, hon skuldi fáa ársløn afturfyri.

Nú ganga sjey ár. Tá doyr skraddarin. So er eingin at geva konuni ársløn fyri at hava barnið, og tí vil hon ikki hava tað. - Fær borið so í band, at barnið skal vera eitt ár í hvørjum húsinum í bygdini. Hetta gongur nú so, til drongurin er fjúrtan ára gamal; tá verður hann settur út at tæna.

Drongurin, sum eitur Per, kemur nú til eina ovurríka konu at vera. Hon hevur orð fyri at vera ógviliga ill í sær, og aldri hevur tænastufólk fingist at heftast har hjá henni, tí hon fer so illa við teimum. Mannin hevur hon verið so óargalig við, at hann visti sær eingi onnur ráð enn at rýma frá henni burturav.

Meðan hon nú situr einingi eftir í húsinum, er tað, hon fær Per til sín at vera neytadrongur.

”Lítið skal tú eta, og nógv skal tú gera!” er tað fyrsta, hon sigur við hann tað kvøldið, hann kemur til garðs. Hon fylgir honum upp í hoyløðuna og biður hann nú beinanvegin leggja seg í hoyggið at sova, so hann kann vera tíðliga á fótum í morgin at fara við neytunum.

Í dimmalættingini morgunin eftir er matmóðirin aftur á hoynum og glintar Per upp við einari bjøllu, hon hevur, sigur honum, hvussu mong neytini eru, hann skal fara við, og at hon kemur aftur at telja tey í kvøld, so hvørt hann letur tey inn í fjósið. Síðani deilir hon hann fyri, at hann er ikki uppi, áðrenn hon kom; nú høvdu kríatúrini longu staðið og svøltað av hansara ávum, tí hann vaknaði ikki, meðan tíð var.

Per fær eina breyflís frá henni at hava við sær, og so fer hann avstað við neytunum.

Tá ið Per er komin út um liðað, hugsar hann við sær: ”Eg eri ókunnugur, og eingin hevur sagt mær, hvar eg skal lata neytini; best er, at eg lati tey sjálv ráða fyri ferðini.” Tey fara nú gangandi, til tey koma á eina slætta, grøna ong; har leggja tey seg á bit.

Tætt við, har neytini liggja, er ein høgur hamari. Per kleiv upp á hann. Hiðani sá hann so væl út yvir neytini og eingirnar. Tá ið hádagurin kemur, og sólin sær so brennandi heitt, fer Per eitt sindur longri inn frá hamaranum undir nøkur lindatrø, sum skugga so væl. Har setur hann seg við frið at eta breyðflísina, hann fekk við sær heiman ífrá.

Best sum hann situr, sær hann okkurt skyggja í grasinum; hann tekur hetta upp og sær, at tað eru einir pinkalítlir glasskógvar. Per tekur teir við sær, tí hann heldur, teir eru so fittir.

Tá ið tað líður at kvøldi, klívur Per niður í aftur dalin, letur neytini saman og rekur tey heim. Komin hálva leið til garðs, kemur ein undarliga skapað smágenta til hansara og sigur:

”Hevur tú glasskógvar mínar, so gev mær teir aftur.”

Per svarar: ”Hvussu veit tú, at eg havi funnið nakrar glasskógvar?”

Gentan sigur: ”Tí tú er tann einasti, sum hevur verið uppi á hamaranum í dag. Gev mær skógvarnar; annars verða øll neytini ikki við, tá ið teljast skal í kvøld.”

Tá óttast Per, men hevur kortini á orði: ”Tú mátti boðið mær eitt lítið sindur í finningarløn.”

Gentan svarar: ”Tað fær tú eina aðra ferð.”

Per tekur nú teir smáu glasskógvarnar og gevur henni. So skjótt, hon hevur fingið teir, hvørvur hon.

Tá ið Per kemur heim við neytunum, er matmóðirin har og telur, so hvørt tey koma inn í fjósið, og hon njellur og smellur um, at nú hevur hann drálað sær tíðina burtur á heimvegnum, so hann er nógv ov seinur til hús.

Men hann fær greyt frá henni til nátturða. So skjótt, hann er liðugur at súpa, koyrir hon hann upp aftur á hoyggið at leggja seg at sova, so hann kann vakna í góðari tíð morgunin eftir.

So skjótt, sólin rennur, er matmóðirin aftur við bjølluni, glintar Per úr svøvni og deilir hann sum harðast, at nú hevur hann aftur latið neytini standa og svølta, tí hann er ov seinur upp. Hann fær nú talið á neytunum og breyðflísina, hann skal hava við; so fer hann við kríatúrunum. - Tað gongur sum dagin fyri, neytini fara sjálv á somu ongina og leggja seg at eta.

Per klívur upp aftur á hamaran og setur seg; hugsar við sær: ”Finni eg nakað í grasinum aftur í dag, man vera best, at eg lati tað ikki av hondini, um onkur av hesum undarligu skapningunum kemur og krevur tað.” Um hádagin fer hann aftur í skuggan undir lindatrøunum og setur seg at eta breyðflísina. Nú sær hann, at tað aftur liggur okkurt og skyggir í grasinum. Tá ið hann tekur tað upp, er tað eitt glasur. Hann koyrir tað upp á seg.

Tá ið líður út á seinnapartin, fer hann niður aftur í dalin, letur neytaflokkin saman og fer heim við honum. Komin hálva leiðina til garðs, rópar ein so undarliga skapaður smádrongur á hann:

”Gev mær glasur mítt aftur!”

Peri dámar einki at lata glasurið av hondini, hevði nú mest sum sett sær fyri at hava tað sjálvur.

Men drongurin sigur, at fær hann ikki urið, verða øll neytini ikki við, tá ið teljast skal í kvøld.

Tá óttast Per og gevur dreinginum glasurið; men nevnir kortini lítillátin um at fáa eitt sindur í finningarløn.

”Tað fær tú eina aðra ferð,” sigur drongurin, og horvin er hann.

Per kemur heim við neytunum. Matmóðirin telur, so hvørt tey koma inn í fjósið. Sum vanligt deilir hon um, at hann hevur vøsað tíðina burtur á heimvegnum, so nú er hann aftur ov seinur at húsum við neytunum. Men hann fær sín greyt, og so beinanvegin út í hoyggið at sova.

Morgunin eftir er matmóðirin aftur, glintar og deilir, gevur Peri neytatalið og breyðflísina. So fer hann við kríatúrunum. Alt gongur sum dagin fyri; neytini fara sjálvboðin á sama beitið. Per klívur upp á hamaran og setur seg. Hann er bæði leiddur og keddur av, at alt er tað sama og tað sama dag um dag - og so tann óargaliga matmóðirin, sum altíð deilir og er illfýsin, hvussu víkur og vendir. - Og so ikki ein gang at sleppa at eiga tað, hann finnur í grasinum.

Aftur rýmir hann undan middagssólini í skuggan undir lindatrøunum og setur seg at eta breyðflísina. Hann hevur ikki meir enn sett seg, nú sær hann aftur eitt skyggja í grasinum og tekur tað upp. Tá er tað ein glasbjølla. Hann hyggur at henni og ringlar, so tað hoyrist langa leið.

Alt í einum kemur ein yvirvaksin risi við stórum glassvørði í hendi og spyr Per: ”Hvat áleggur tú mær at gera?”

”Á,” svarar Per, ”eg eri nú ikki soleiðis fyri, at eg eri vanur at áleggja nøkrum nakað.”

”Tað man helst so vera,” heldur risin, ”kann nú eisini vera tað sama fyri í dag, tí eg fái einki gjørt, í hvussu er; men ið morgin komi eg aftur higar at tala við teg.”

Tá ið hann hevur sagt hetta, hvørvur hann.

Per undrast stórliga á allar hesar undarligu hendingar og leingist eftir morgindegnum, forvitin eftir at hoyra, hvat risin hevur at siga við hann.

Síðani fer Per skundisliga oman aftur í dalin, savnar neytaflokkin og fer heim við honum.

Komin hálva leiðina til garðs, hoyrir hann aftur onkran rópa eftir sær: ”Gev mær glasbjøllu mína aftur, ella verða øll neytini ikki til teljingar í kvøld.”

Hetta er ein evarska lítil maður, ið rópar, og hann er ikki so vorðin sum annað fólk.

Per gevur honum glasbjølluna.

”Einaferð seinri fær tú finningarlønina,” sigur tann undarligi maðurin og hvørvur.

Per fer nú heim við neytunum, og matmóðirin telur trúliga, so hvørt tey koma inn í fjósið, - deilir, sum hon er von, at hann aftur í dag hevur beistað sær tíðina burtur á heimvegnum og tí er ov seinur at húsum. Per fær sín greyt og so aftur í hoyggið at leggja seg. Men nú ber ikki til at sova, tí alla náttina liggur hann og hugsar um risan, sum lovaði at koma at tala við hann í morgin.

Snimma á morgninum fer Per upp og niður í túnið at ganga. Henda morgun hevði matmóðirin ongar áneyðir at koma og ringla við bjølluni, deila um, at hann var ov seinur. Hann bíðar eina løtu eftir henni. Jú, tað er ikki leingi, so er matmóðirin har, telur neytini, gevur Peri talið og breyðflísina, hann skal hava við og gloymir at deila, fer tigandi inn aftur.

Per skundar sær at loysa neytini og so av stað við teimum, letur tey fara sama vegin sum hinar dagarnar. Tá ið tey eru løgst á bit, klívur Per upp aftur á hamaran - hugsar um, hvørt risin nú man fara at halda orð og koma at tala við hann; men rætt sum hann situr og hugsar um hetta, sær hann risan við glassvørðinum koma sáttliga gangandi ímóti sær.

Risin sigur: ”Í gjár lovaði eg at koma og tala við teg; nú eri eg her. Trý ting hevur tú funnið, og onga finningarløn hevur tú fingið. Nú skal tú sleppa at ynskja tær trý ting. Hugsa teg nú um eina løtu; eg fari so frá tær ímeðan.”

Tað er nú ikki leingi, Per hevur fyri neyðini at hugsa seg um; og tað er heldur ikki leingi, til risin kemur aftur til hansara. Per sigur: ”Fyrst ynski eg mær, at verða so mætur maður, at eg sleppi at ráða og nýti ikki at lýða onnur; hartil ynski eg at sleppa at búgva í so vandaligum húsum, at eg kann taka ímóti góðum fólki. Triðja ynski skal vera, at eg fái eina prinsessu til konu.”

Tá sigur risin við glassvørðinum: ”Nú letur tú neytini bert sæta sær, sum tey best kunnu, og tú kemur við mær.”

Tá leyp Per upp og dansaði av gleði - skuldi hann nú umsíðir sleppa undan øllum tí ringa, hann hevði liðið undir í barndóminum, og síðst av hesi illføru matmóðrini - og hann takkar risanum so staðiliga fyri, at hann vil taka seg burtur hiðani, sum hann hevði liðið bæði hungur og hall.

Teir fara nú niður av hamaranum báðir og taka leiðina beint ímóti einum tjúkkum kjarrlendi, sum er so tætt og fult av hvøssum tornum, at har kundi aldri nakað menniskja sleppa ígjøgnum. Men risin bað hann ikki óttast fyri tí, hann visti ráð. Og so tekur hann glassvørðið, høggur til báðar liðir og banar breiða rás gjøgnum forræðið.

Tá ið teir hava gingið ein langan tein, spyr risin: ”Tørvar tær nakað, drongur?”

”Eg eri so svangur,” sigur Per.

”Okkurt gerst við tað,” sigur risin; og so ruddar hann rás fyri teimum við glassvørðinum at einari lítlari bygd og sigur við Per. ”Far nú inn onkustaðni í bygdini og sig frá mær, at tú skal hava til matna av tí besta, tú nevna kann.”

Per fer og fær alt, hann ynskir sær, etur seg mettan og væl settan; tað kom væl við, kunnu tit ætla, aftan á ta slættisligu greytatíðina hjá teirri illføru matmóðrini. Síðani fer Per út aftur, og glaður er hann, tá ið hann sær, at risin við glassvørðinum stendur í túninum og bíðar eftir honum.

”Nú fara vit aftur til gongu,” sigur risin.

So ganga teir og ganga eina mílina fyri og aðra eftir. Tá spyr risin: ”Tørvar tær nakað, drongur?”

”Ja,” sigur Per, ”eg eri so deyðgivin og vil illa sova.”

”Ráð eru fyri tí,” sigur risin; og so tekur hann glassvørðið og høggur topparnar av nøkrum pálmatrøum, reiðir dreinginum ból av bløðunum, sum er so gott at liggja í, sum tann bleytasta dúnsong.

Per svevur nú trygt og fast, til sólin sær í eyguni á honum morgunin eftir.

Tá ið Per vaknar, stendur risin undir liðini á honum og sigur: ”Nú fara vit til gongu.”

Aftur ganga teir bæði langt og leingi, míl fyri míl. Tá spyr risin aftur: ”Baggar tær nakað, drongur?”

”Ja, eg eri so tystur,” sigur Per.

”Tað eru ráð fyri tí,” sigur risin og slær við glassvørðinum á ein stein, og beinanvegin rennur tað leskiligasta vatn útúr, so drongurin kann drekka seg ótystan.

Aftur ganga teir bæði langt og leingi. Tá spyr risin: ”Baggar tær nakað, drongur?”

”Ja, eg eri so sárføttur,” sigur Per.

”Tað gerst okkurt við tað,” heldur risin, rívur fínar trevlar burtur av trøunum og bindur honum um føturnar; so ganga teir aftur, trætrevlarnir eru sum bestu skógvar at ganga á.

Nú slær risin meira um seg við glassvørðinum einaferð, tí her er kjarrvøksturin so tjúkkur at koma ígjøgnum. Tá ið teir aftur hava gingið eitt langt og sjey breitt, spyr risin:

”Sær tú nakað framman fyri okkum, drongur?”

”Ja, eg síggi eitt dimt skýggj,” sigur Per.

”So koma vit til tína fyrstu roynd,” sigur risin.

Tá ið teir koma eitt sindur longri fram á vegin, verður ógongt báðumegin gøtuna, ið er mest sum ein gjóta at síggja frameftir, og mitt á rásini liggur eitt øðiligt ljón við gapandi kjafti og gløðir at teimum. ”Nú verður verri vorðið,” hugsar Per við sær og ógvast við. Risin sigur: ”Far nú fram drongur og leyp tvørtur um ljónið.”

”Tað tori eg ikki, tí so verði eg etin,” svarar Per.

”Tað verður tú noyddur til, annan veg slepst ikki, og aftur er ikki at venda, tí har er tann óargaliga matmóðirin, sum altíð deildi; royn og herð teg í huga!”

Per er deyðaræddur, men tekur renningarlop á seg og loypur. Ljónið sperdi kjaftin enn meira upp og toygdi seg eftir honum, men rakk ikki, drongurin kom óskaddur tvørturum, mest sum borin av duldari megi.

”Nú var tú raskur, og væl gekst,” sigur risin glaður. So fara teir aftur til gongu.

Teir ganga aftur eitt langt og sjey breitt. Tá sigur risin: ”Sær tú nakað framman fyri okkum, drongur?”

”Ja,” sigur Per, ”okkurt sum glitrar har burturi, tað brúsar og brimar.”

”So er tað tín næsta roynd,” sigur risin.

Tá ið teir koma longri, er ein breið og djúp á tvørtur um gøtuna, og annan veg slepst ikki. Vatnið brúsar í stríðum streymi, og í ánni eru nøgdir av ormum og drekum, sum beistast og leypa so høgt á loft.

Risin sigur nú: ”Gakk fram drongur og leyp um ánna.”

Per aftrar seg, tí áin er so stríð, og so øll hesi ódjórini, sum leika í.

Risin heldur fyri: ”Tú verður noyddur at leypa, tí til viks slepst ikki, og ikki er aftur at venda, tí har er tað gapandi ljónið og tann óargaliga matmóðirin. Herð teg í huga!”

Per tók sær renningarlop, hóast hann treyður vildi, og leyp; yvirum kom hann í øllum góðum, mest sum borin av duldari megi.

Tá rósti risin honum væl heitin: ”Hatta var vorðið sum lop. Men ikki er at gevast á føti, langt er eftir enn.” Aftur ganga teir, og risin ruddar alsamt rás við glassvørðinum gjøgnum tann tætta viðavøksturin.

Á triðja sinni spyr risin: ”Sær tú nakað framman fyri okkum, drongur ?”

Per sigur: ”Ja, tað er at síggja sum bálareldur tvørtur um gøtuna.”

”So er tað tín triðja roynd,” sigur risin.

Tá ið teir koma eitt sindur longri, er eitt øgiligt bál á gøtuni, neistarokið stendur upp, og logarnir blaktra.

Risin sigur: ”Far nú fram drongur og leyp um eldin.”

Per sigur: ”Tað tori eg ikki, eg verði steiktur at leypa yvir tann bálareld.”

Men risin eggjar til: ”Royn nú at herða teg í huga; hetta er síðsta royndin, nú eru ikki fleiri forræði fyri okkum, og aftur er ikki at venda, tí har er áin við ódjórunum, tað gapandi ljónið og tann óargaliga matmóðirin.”

Per fær sær renningarlop og loypur, hóast hann treyður vil; og yvirum kom hann snikkaleysur, mest sum borin av duldari megi.

Tá var frøi á risanum! ”So, nú er vunnið, drongur,” sigur hann og rósar Peri upp undir skýggj, so knáur hann hevði verið.

Teir ganga aftur langa leið og drúgva, von tíð fer. Tá spyr risin: ”Sær tú nakað framman fyri okkum, drongur?”

”Ja, eg síggi víðar eingir og stórt hús,” svarar Per.

”Har skal tú síggja,” svarar risin, ”Nú eru vit skjótt frammi, tað er kongsgarðurin, tú sær.”

Tað er ikki leingi, nú standa teir í slotsgarðinum. Tá sigur risin við Per: ”Tak nú glassvørð mítt og høgg høgra armin av mær.” Hann rættir honum svørðið.

”Nei,” sigur Per, ”eg fari ikki at bera hvast á tygum, sum hava verið mær so góður! hvussu skal eg kunna tað?”

Men risin sigur: ”Eg áleggi tær tað, drongur!”

Tá tekur Per glassvørðið og høggur til, armurin rýkur av, og risin fellur deyður til jarðar.

Nú hoyrist ein bjølla klinga; Per kennir beinanvegin á ljóðinum, at hetta er tann lítla glasbjøllan, hann fann á hamaranum; í tí sama fara slotsgrindirnar upp á víðan vegg, ein mongd av hovfólki tysur út og øll níga tey fyri Peri, bjóða honum væl komnum og spyrja, hvat tey kunnu gera honum til vildar.

Per biður vísa sær eitt rúm, har hann kann tváa sær og snøgga seg eitt sindur. Ein tænari leiðir hann beinanvegin inn á slottið og inn í eitt rúm, har almikið av dýrastu klæðum lógu frammi at velja í. Ein annar tænari kemur við útgerð, so hann fær tvigið sær; ein triði tænari kemur eisini og vil sleppa at ganga honum til handa. Tað er ikki eiti á, sum har verður pjátrað og pliað fyri honum; og tá ið hann langt um leingi verður førdur inn í eina stóra høll, har túsund ljós brenna í glitrandi ljósakrúnum, er hann reinur og uppsnollaður, so hann er ikki at kenna aftur - umskaptur frá at vera tann neyðarsligi neytadrongurin hjá tí óargaligu húsmóðrini, til at vera tann stásiligasti prinsur.

Per hyggur seg um í hesi stóru høll, men einki menniskja hann sær. Har burturi síggjast einar dyr; hann fer til tær. Tá hvøkkur hann við; tí fyri gáttini sær hann standa teir somu glasskógvarnar, sum hann á sinni fann í grasinum á hamaranum. Best sum hann gongur nærri at hyggja betur at teimum, fer hurðin upp av sær sjálvari. Fyri innan situr ein alvøkur prinsessa í brúðarstási. Hon rópar hann til sín og sigur:

”Tak nú hond mína og leið meg inn til kongin, pápa mín.”

Har er beinanvegin ein heil fjøld av høgum monnum, sum spyrja, hvat teir kunnu gera fyri tey. Men prinsessan bað teir bert føra tey inn fyri kong.

Tá ið tey koma inn har, reistist kongur úr sæti, setur glassvørðið, sum vit kenna so væl, frá sær, kemur ímóti teimum og biður tey vera væl komin.

Nú hoyrist tann sama glasbjøllan klinga aftur, einar dyr fara upp, og inn kemur ein prestur berandi eina bók; alt hovfólkið kemur aftan á honum inn í hesa prýðiligu, stóru høllina. Prestur trínur fram fyri brúðarparið og fremur vígsluna.

Tá ið hetta er liðugt, stígur kongur fram og gevur prinsinum tað sama glasurið, sum Per hevði funnið á hamrinum í tí grøna grasinum. Síðani kemur har ein mikil harri, sum gevur prinsinum eitt bræv, har frá sagt verður, um alt tað dulda í ævisøgu hansara - at ein tjóvur hevði stolið kongabarnið fyri at fáa tey dýru prýði, tað hevði í klæðunum, at selja. Tjóvurin hevði tó ikki fingið seg til at taka barnið av døgum; legði tað tí í ein kistil og setti á ánna. Hvussu síðani gekst, vita vit.

Hetta dámdi prinsinum væl at fáa at vita, tí, sum vera man, hann grunaði ikki, hvør hann var.

Brævið verður lisið upp fyri øllum, sum eru hjástødd. Eftir hetta er tað eingin av stórmonnunum, sum hættar sær at vera heitstórur ímóti honum, sum prinsurin kendi hevði borið á brá áður; tí nú vistu teir, hvør hann veruliga var.

Kongur sigur nú frá, at land hansara hevur verið gandað, og at tað kundi ikki loysast úr gandinum, uttan at eitt kongabarn í lýdni og trúskapi hevði vunnið á øllum hesum vandum, sum prinsurin hevði møtt á leiðini higar til kongsgarðin. Kongur sjálvur hevði verið uppi í øllum hesum og roynt at styðja uppundir - í risalíki. Til treytirnar hoyrdi eisini, at prinsurin skuldi giftast við dóttur kongin. - ”Tí havi eg fylgt tær alla tíðina,” sigur kongur, ”líka frá tí skraddarin fann teg í ánni, til hesa stund, tú er vígdur til dóttur mína. Og eg havi verið glaður fyri at sætt, at tú var førur at lúka allar tær treytirnar, ið tann, sum gandað hevði, legði á. Tú er í einum og øllum búgvin at taka land og ríki, sum eg nú trygt leggi í tína hond.”

Úr bókini ”Ævintýr 4”. Heðin Brú týddi. Føroya lærarafelag gav út í 1970.

Upprunaheiti: ”Glassvärdet”. Svenska Sagor och Sägner. A/B Lundequistska Bokhandeln, Uppsala.