Skip to main content

55. SKERI EG TEG HER, SO MISSI EG TEG HAR

 

Uppskrift frá Fossá

“Skeri eg teg her, so missi eg teg har” er eitt føroyskt orðatak, ið tikið verður til, tá ið ein skal velja annað av tveimum tingum, sum hann vildi fegin havt bæði.

Ein fremmind genta var komin ferðandi til eitt hús og varð sett til borðs. Fótamørur sum annað varð lagdur á borðið til hennara.

Hon tók hann, snúði honum ymsar vegir, men ivaðist í, hvar hon skuldi helst seta á hann: kultrið (aftasta stykkið) var tað tjúkkasta og feitasta, men bróskið (fremsta stykkið) var tað, sum reinasta og fínasta fitin var í; tað mittasta petti var so tunt.

Tá datt henni í hug at leggja fótamørin í bukt og so skera av báðum endum í senn. Á henda hátt fekk hon at smakka bæði kultrið og bróskið.

Frásøgn: Pætur Olsen, Fossá

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

55 Einki AT-nummar