19. KRÁKUDÓTTIR OG KALSDÓTTIR
a. Uppskrift úr Fugloy
Ein kona var, sum tey eyknevndu »kráku«. Hon átti eina dóttur, ið skírd varð krákudóttir, og eina fosturdóttur, sum tey rópaðu kalsdóttur. Mamman gav sínari egnu dóttur alt gott, men visti ikki alt tað illa, hon vildi gera fosturdóttrini.
Ein dagin setti hon báðar at spinna, fekk sínari dóttur silki, men fosturdóttrini einki uttan høvda- og fótaull, og legði so við, at tann, sum tað slitnaði hjá fyrri, skuldi verða útkoyrd. Sum vituligt slitnaði tað fyrri hjá kalsdóttur, og við tað sama koyrdi krákan hana út.
Hon tók at ganga og kom til eina kúgv, sum stóð við biði á hornunum.
Kúgvin bað hana mjólka sær og drekka av mjólkini so mikið, sum hon vildi, og hon so gjørdi.
“Alt gangi tær væl og einki illa! gull og silvur rapi fyri fótunum á tær, hvørt spor tú stígur!” segði kúgvin við hana.
Hon gekk longur fram og kom til eina ær, sum bað hana hjálpa sær at lemba. Hon so gjørdi, og ærin bað gott fyri henni líkasum kúgvin.
So kom hon til ein mann, sum hevði so sítt skegg, at tað stóð niður á knøini á honum. Hann bað hana raka sær; hon so gjørdi, og maðurin bað gott fyri henni sum kúgvin og ærin.
Hon gekk vegin fram og kom til ein harragarð; har fekk hon tænastu og varð so sett til at sópa túnið. Tá ið hon hevði tænt í eina tíð og vildi sleppa haðani, vóru tvey skrín sett fram fyri hana til at velja ímillum sum løn: annað skínandi bjart, annað svart. Hon tók tað svarta, tí tað var nóg gott fyri hana, helt hon og fór heim aftur til krákuna.
Tá ið hon kom heim við skríninum og opnaði tað, lógu tríggir kjólar niðrií: hin fyrsti skein sum stjørnurnar, annar sum mánin og triði sum sólin. Stjúkmamman og dóttir hennara vóru tá um at rivna av illsinni.
Eftir hetta var hin gamla krákan nóg avindsjúkari enn fyrr inn á kalsdóttur og sendi við tað sama sína egnu dóttur út at tæna: hennara dóttir fór saktans at fáa betri løn, helt hon.
Krákudóttir fór sama vegin, sum kalsdóttir hevði gingið, og møtti teimum somu. Men kúnni, sum bað hana mjólka sær, svaraði hon, at hon fór ikki at spilla sínar reinu fingrar upp á skitnu reyv hennara, og kúgvin bað henni tí illbøn:
“Alt gangi tær illa og einki væl! Ormar og paddur skríða fyri fótunum á tær, hvørt spor tú stígur!”
Hon kom til ærina, sum bað hana hjálpa sær at lemba, og so til mannin við tí síða skegginum, sum bað hann raka sær, men hon sýtti báðum.
So kom hon til hin sama harragarðin, sum kalsdóttir hevði verið í, og varð sett til at sópa túnið. Óvandaliga varð sópað, og ikki var long tíð umliðin, so segði krákudóttir seg úr tænastuni. Tvey skrín vóru tá sett fram fyri hana, annað gylt og annað svart, til at velja ímillum; tað skuldi vera løn hennara. Hon tók tað gylta - einki at ivast í.
Tá ið hon kom heim við tí, var frøi á krákuni: hetta var vakurt at síggja - her mundi frálíkt vera innaní, helt hon.
Men tá ið skrínið varð opnað, skriðu ormar og paddur útúr og krupu upp á krákudóttur og mommu hennara, so tey vóru at læsa skrínið aftur sum skjótast.
Nú var krákan spinnandi óð, stoytti eina tunnu av ertrum í øskuna á grúgvuni fyrsta sunnumorgunin og segði við kalsdóttur, at hon skuldi pilka alt uppaftur og vera liðug, til tær báðar, krákan og dóttirin, komu aftur úr kirkjuni.
Kalsdóttir settist at gráta, tí hon helt tað vera óført.
Sum hon sat, kom ein hvíttklæddur maður til hennara og bað hana fara í kirkjuna, tí hann skuldi sjálvur síggja fyri, at alt var liðugt og upppilkað, tá ið hon kom aftur: men hon mátti fara úr kirkjuni, áðrenn tað fór at ringja frá.
Hon læt seg í kjólan, ið skein sum stjørnurnar, fór avstað og var heima aftur undan hinum fólkunum.
Øll tosaðu um hesa ókunnugu vøkru gentuna, í kirkjuni hevði verið; men eingin visti, hvør hon var.
Tá ið tær báðar, kráka og dóttir, komu heim, sat kalsdóttir við eldin í pjøltrum sínum, og allar ertrarnar vóru upppilkaðar.
Næsta sunnumorgun stoytir krákan bygg í øskuna til kalsdóttur at pilka upp í kirkjutíðini. Tað gekk sum fyrru ferð: hin hvíttklæddi maðurin kom, gentan fór í kirkju í tí kjólanum, ið skein sum mánin, og var heima aftur undan hinum. Tá var alt byggið longu upppilkað.
Prinsurin hevði verið í kirkjuni, sæð hesa fremmindu gentu og lagt hug á hana: næsta sunnudag vildi hann seta menn í forkirkjuna til at fanga hana, tá ið hon vildi sleppa sær út.
Triðja sunnumorgunin stoytti krákan grýn í øskuna til kalsdóttur at pilka upp, og alt gekk sum hinar báðar fyrru ferðirnar. Hesa ferð læt kalsdóttir seg í kjólan, ið skein sum sólin; men áðrenn hon fór í kirkjuna, bað hin hvítklæddi maðurin hana hava skógvin leysan á høgra fóti.
Øll í kirkjuni undrast á hesa vønu gentu, venda sær við til at hyggja at henni, og presturin sjálvur missir málið.
Tá ið hon skal sleppa sær út, eru menninir í forkirkjuni fyri henni og skulu grípa hana; men hon sleppir skónum; teir leggjast á henda skógv, og meðan smýgur hon út.
Prinsurin upplýsir skógvin og kunnger, at tann genta, sum nýtir hann, skal vera kona hansara.
Alt tað unga konufólkið fer avstað til at royna skógvin; men ikki ber til: summum roynist hann ov stórur, summum ov lítil.
Krákan biður sína dóttur høgga av hælinum og sneiða av tánni og so fara avstað til at vita, um hon nýtir skógvin. Krákudóttir so ger og nýtir hann.
Prinsurin verður at halda orð og førir gentuna heim til slottið sum brúður; men tá ið hann kemur til borgarliðið, syngur ein fuglur uppi í einum træ:
»Høggin hæl og sniðin tá!
heima situr jomfrú, ið gullskógvin á(r).«
Prinsurin letur gentuna úr skónum og sær, at hann er fullur av blóði. So rekur hann hana frá sær og letur samla alt konufólkið aðra ferð á slottinum til at vita, hvør ið skógvin nýtir.
Hann spyr, um alt er samankomið nú.
Ja, siga tey: alt uttan eitt ilt, ið er hjá krákuni.
Tað batar ikki at fara eftir tí, heldur krákan; men prinsurin sigur, at alt skal koma, og sendir menn eftir kalsdóttur at heinta hana til slottið.
Hon letur seg í kjólan, ið skínur sum sólin, tekur pjaltrarnar uttanyvir og fer við monnunum til slottið.
Tá ið hon kemur inn, smoyggir hon pjaltrarnar uttan av sær, roynir skógvin og nýtir hann. Hann situr sum stoyptur uppi á fótinum.
Nú kennir kongasonurin gentuna aftur - hetta er hon, ið hann skal hava til konu.
So giftust tey bæði; men krákan og dóttir hennara vóru báðar brendar á báli.
Frásøgn: Jóhan Hendrik Matras, Kirkju (Katrina Arentsen, Norðtoftum, hevur sagt brigdi, ið liggur nær hesum)
b. Uppskrift úr Sumba
Eina ferð var tað ein maður og ein kona. Hana kallaðu tey »kráku« og hann »kall«.
Ein dagin, ið kallur var úti, fann hann eina lítla gentu og tók hana heim við sær til fosturs.
Eina dóttur áttu tey sjálv; á hana kastaði krákan allan sín alsk, og var hon tí nevnd krákudóttir, men kundi ikki torga fosturdóttrina.
Tá ið báðar vóru tilkomnar, skuldu tær út at tæna hjá einum risa, og krákudóttir fór fyrri.
Hon kemur at einum garði, sum lið er á. Garðurin biður hana laða liðið upp, men hon sigur, at ov reinar eru sínar hendur til at dálka á grótinum. So sigur garðurin:
“Allar vættrar biði tær ónt og eingin gott!”
Hon kemur til eina kálvsjúka kúgv, sum ikki fær kálvað. Kúgvin biður hana hjálpa sær; men hon svarar, at ov reinar eru sínar hendur til tess. Kúgvin sigur sum garðurin.
So kemur hon til eina lambsjúka ær, sum ikki fær lembt. Ærin biður hana hjálpa sær; men hon svarar sum fyrr. Ærin sigur sum hini.
Nú kemur hon til risan. Hann fær henni slýggj at spinna; hon í holt við tað, men alt slitnar.
Risin er burtur á skógvinum um dagin, kemur heim aftur um kvøldið og er ógvuliga ruskutur, tí einki er spunnið.
Annan dagin fær hann henni klovan og pottarnar at skúra; men teir skulu vera glitrandi sum silvur, leggur hann við. Meira hon skúrar, døkkari verður.
Hann kemur aftur og er so illur, at hann slær hana undir ymsu oyru.
Triðja dagin fær hann henni túnini at skola: hon skal nú hava tey rein, til hann kemur aftur - ella verður ónt av. Helst meira hon skolar, helst skitnari verður.
Risin kemur heim og er nú bæði grummur og grønur. Ongan mat fær hon og setst at gráta.
Nú fer kalsdóttir avstað og kemur til garðin, ið biður hana laða liðið upp. Hon so ger. Garðurin sigur:
“Allar vættrar biði tær gott og eingin ónt!”
Hon gongur og kemur til kúnna, ið fær ikki kálvað. Kúgvin biður hana hjálpa sær, og hon situr upp yvir henni, til kálvað er. Kúgvin sigur:
“Allar vættrar biði tær gott og eingin ónt!”
Hon kemur til ærina, sum fær ikki lembt. Ærin biður hana hjálpa sær, og hon situr upp yvir henni, til lembt er. Ærin sigur sum hini.
Hon kemur til risan. Hann fær henni slýggj at spinna; hon spinnur alt upp, sum er, og tað slitnar ikki ein favnur.
Risin kemur heim og er so ógvuliga blíður: hon skal vera vælkomin.
Næsta dagin fær hann henni klovan og pottarnar at skúra; teir skulu vera glitrandi sum silvur. Hon skúrar, til alt skínur.
Enn blíðari er risin, tá ið hann kemur heim hetta kvøldið.
Triðja dagin fær hann henni túnini at skola; hon skolar, og alt verður so reint og nossligt.
Risin kemur heim, takkar henni og sigur, at nú skulu tær fáa lønina báðar fyri tað, at tær hava tænt.
Hann fer eftir tveimum kistum, sum hann setur á gólvið: onnur so skínandi bjørt, onnur kolasvørt og skitin, og sigur, at krákudóttir skal fáa lov at velja fyrri: tí hon var tann, ið fyrri kom at tæna, Hon tekur við tað sama ta vøkru kistuna, og hin verður við ta svørtu.
So hvør undir sína kistu og heim aftur til kráku.
Mamman er fegin, at dóttir hennara kemur við hesi vøkru kistu og hin við teirri ljótu.
“Her man okkurt gott vera í” - og tær, mamma og dóttir, at læsa upp.
Nú ið opnað er, tysja ormar uppúr, so tær verða at smella lokið aftur.
So søkkja tær kistuna niður.
Ikki tordi kalsdóttir at opna sína kistu, meðan tær vóru inni, tí tær hagreiddu hana altíð illa.
Ein dagin, ið tær eru úti, letur hon kistuna upp - tá liggur har tríggir stakkar í: tann fyrsti sum sólin, annar sum mánin, triði sum stjørnurnar, og hartil skógvar.
Nú heldur kongur veitslu og býður øllum fólkinum saman.
Kráka fer við sínari dóttur; tær setast til borðs so hábærsligar og pilka við prónshøvdi burtur úr einum eggjareyða - tær vilja látast so væl siðaðar.
Tá ið tær koma heim aftur, eru báðar gorhungraðar og taka at skræða deyðseyðakjøt í seg.
Sunnudagin skulu tær fara í kirkjuna, og so hugsar kalsdóttir, at hon skal sleppa sær eisini.
Tá ið liðugt er at matgera, fer hon eftir stakkinum, ið skínur sum stjørnurnar, letur seg í og so í kirkju.
Kongasonurin sær, at eitt ókunnugt fólk er komið í kirkjuna - so vakurt og prútt hevur hann ikki sæð fyrr.
Hon sleppur sær út aftur undan hinum fólkinum.
Tá ið kráka og dóttir koma heim, situr kalsdóttir við eldin í pjøltrum sínum; tær speireka hana: tað mundi víst vera hon, ið var í kirkjuni.
Næsta sunnudag fór hon aftur í kirkju í stakkinum tí, ið littur var sum mánin.
Kongasonurin fær hug at hesari vøkru gentu og setur menn í forkirkjuna til at ansa eftir, tá ið hon kemur út aftur.
Hon kemur og smýgur seg út ímillum teirra, so teir fáa ikki fatur á henni.
Triðja sunnudag fer hon í stakkin tann, ið skínur sum sólin.
Kongasonurin sigur við varðmenninar í forkirkjuni, at, um teir nú ikki fáa hana hesu ferð, skulu teir láta lívið.
Hon smýgur ímillum teirra; men gáttin er tjørubrædd, so annar skógvur hennara verður standandi fastur.
Kongasonurin spyr, um teir hava fingið hana, men teir siga, at hon slapp: tó fingu teir annan skógvin av fóti hennara.
Kongasonurin sendir boð, at allar gentur, í ríkinum eru, skulu koma saman til at vita, hvør ið nýtir henda skógv. Hon, ið hann nýtir, skal vera kona hansara.
Har er krákudóttir eina fyrst; hon høggur tærnar og hælin av sær og nýtir so skógvin.
Kongasonurin verður at halda orð og førir hana heim á slottið.
Ein náttargal hevur hann, sum dugir at greiða honum frá øllum, og nú tey koma í svøvnhúsið, sigur náttargalurin:
“Høggin hæl og sniðin tá!
heima situr jomfrú, ið gullskógvin ár.”
Kongasonurin letur hana úr skónum og sær, at hann er fullur av blóði. So koyrir hann hana á dyr og letur kalla allar gentur í ríkinum saman aftur, bæði ringt og gott, úr hvørjum húsi.
Menn koma til kráku og spyrja, um eingin onnur genta er í húsinum. Kráka sigur, at her er eitt so ilsligt: tað kann ikki fara fyri kong.
Hon skal fara kortini, siga teir.
Kalsdóttir smoyggir seg í hin sólbjarta stakkin; men teir gomlu kloddarnar verður hon at hava uttanyvir - ella sleppur hon ikki út fyri kráku og krákudóttur.
Tá ið hon kemur til slottið, koyrir hon kloddarnar uttan av sær og fer innar, roynir skógvin og nýtir hann. Hann situr so snøggur á fótinum.
Nú kennir kongasonurin hana aftur og tekur hana til konu.
Men krákudóttir og mamman vóru báðar brendar.
Frásøgn: Anna Sofía og Fredrikka Langgaard, Sumba
Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901
Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.
19 AT 480, AT 510