Skip to main content

45. KONGARÍKID VERÐSINS ENDI

 

Uppskrift úr Fugloy

Ein maður átti tríggjar synir. Teir eldru hildu einki um hin yngsta og happaðu hann altíð, tí hann gjørdi einki gagn.

Pápin átti ein stóran akur, sum stóð í besta blóma, men varð niðurvavdur hvørja nátt; hann gramdi seg nógv um hetta og segði við synirnar, at ein teirra skuldi sita uppi eina nátt úti hjá akrinum til at vita, hvussu hetta bar til.

Hin elsti helt seg til at vaka. Náttin var bert hálv, tá ið hann sovnaði, og ongantíð hevði akurin verið verri niðurvavdur enn morgunin eftir.

So helt miðlingasonurin seg til; men náttin var lítið meira enn hálv, tá ið hann sovnaði, og líka illa var akurin niðurrassaður tann morgunin.

Hin yngsti beyð sær nú til, tóat teir eldru brøðurnir spottaðu hann: Slík svøvnhít skuldi duga at sita uppi? Men pápin helt, at tað kom ikki at vera verri: hann sovnaði, og teir høvdu sovið.

Hin yngsti setur seg tá til akurin og vakir alla nátt.

Tá ið líður at degi, hoyrir hann dun - tríggir svanir koma flúgvandi og seta seg við akurin. Teir lata seg úr svanahamunum og eru nú tríggjar vakrar jomfrúir. Tær fara inn í akurin at dansa, og meðan krýpur hann hagar, sum hamirnir liggja, og tekur ein: tann, sum hin yngsta og vakrasta moyggin eigur.

Út ímóti lýsing, tá ið tær skulu taka hamirnar aftur, er ein burtur. Tær hitta drongin, og hin yngsta krevur ham sín frá honum; men hann sigur, at hon fær hann ikki, tí tær hava spilt akurin hjá pápa hansara. Hon heldur so við at biðja og bøna, at hann lovar at geva henni hamin aftur undir teimum vilkorum, at hon lovar at vera kona hansara.

Hesi kor gongur hon undir, tó so, at hann verður at lova henni aldri at bannast: kemur vandabøn av hansara munni, so eru tey leys.

Hann spyr hana, nær brúdleypið skal vera; men hon sigur, at tað kann hann búgva til, sum honum sjálvum lystir: tá ið brúðfólkið er samankomið, tá skal hon koma.

So fær hann henni hamin; jomfrúgvirnar flúgva burtur í svanalíki, og hann fer heim.

“Er tað ikki líka illa statt í morgun við?” halda brøðurnir, tá ið teir hyggja at akrinum.

“Ja, ikki er akurin sloppin óskalaður í nátt, men valla skal tað vera so uppaftur,” svarar hin yngsti.

Hann tekur nú at búgva til brúdleyps, og hetta undrast øll á, tí eingin veit, at hann hevur fríggjað til nakra gentu. Brøðurnir spyrja, nær brúðurin kemur.

“Hon kemur tá,” svarar hann.

Hetta er tað býttasta av øllum, ið hann hevur gjørt, halda teir.

Tá ið alt er liðugt til brúdleypið og fólkið komið, spyrja øll eftir brúðrini.

“Brúðurin kemur tá,” er svarið hjá honum.

Hon man seint fara at koma, halda tey.

So biður hann fólkið lata seg í til at fara í kirkjuna, og rætt sum alt er samlað fyri kirkjudurunum, koma tríggir svanir flúgvandi, lata seg úr hamunum og eru tá gentur, ein teirra brúðklædd. So verða tey samanvígd bæði, og aftaná verður dansað og drukkið.

Um kvøldið fylgja tey brúðarparinum í brúðarhús; systrarnar báðar hjá brúðrini eru brúðkonur hennara og lata hana úr. Brúðgómurin er skjótt úrlatin og niðurfarin; men einki røkist fyri, at brúðurin verður liðug: so hvørt sum tær lata hana úr einum plaggi, er altíð eitt nóg vakrari innanundir. Soleiðis líður hálv náttin.

Hetta er ein devuls tíð, tær eru um at lata hana úr, heldur hann við brúðkonurnar.

Ja, nú eru tey leys hvør frá øðrum, tí nú hevur hann bannast, sigur brúðurin, men leggur tó afturat, at hann skal fáa at síggja tær aftur tríggjar ferðir, um hann kann vara seg fyri mommu risans - vakir hann ikki, tá ið tær koma, so sær hann tær aldrin aftur.

So flúgva tær burtur í hamunum; men drongurin situr eftir við sorg og sút, og alt brúdleypsfólkið rýmir um morgunin, nú ið so er vorðið.

Drongurin fer til gongu, kemur í ein skóg og rakar við eitt hús; har er ein gomul kona inni. Hon spyr hann, um hann vil høgga brennivið fyri hana í tríggjar dagar, og hann játtar.

Tíðliga á morgni fer hann út at høgga, og á middegi kemur kellingin til hansara við mati.

Tá ið hann hevur etið, kemur slík tyngd á hann, at hann orkar ikki at vika ein fingur og sovnar. Tá ið hann er sovnaður, stingur hon honum svøvntoll, at hann skal ikki vakna við aftur, fyrr enn hon sjálv vil.

Meðan koma jomfrúirnar flúgvandi, lata seg úr svanahamunum og biðja kellingina vekja drongin; men hon noktar.

So royna tær sjálvar at vekja hann; men ið hvussu tær rópa inn í oyruni á honum, skaka og kitla og prika hann við nálum, fáa tær ikki vakt hann. Tær biðja kellingina siga honum frá, at tær hava verið har og koma tvær reisur aftur.

Nú ið hann vaknar og frættir hetta, er hann so harmur og lovar sær sjálvum at vaka næstu ferð. Men bæði annan og triðja dagin, ið hvussu hann strevast, kemur hin sama armóðin á hann, tá ið hann hevur etið, og ið hvat tær so gera við hann, vaknar hann ikki.

So biðja tær kellingina siga við hann, at nú koma tær ikki aftur: tær eru frá kongaríkinum Verðsins Enda og noyðast at fara heim aftur við tað sama. Tríggjar gávur leggja tær til hansara og biðja kellingina fáa honum; ein gevur ein knív, sum bítur, hvat tað skal vera, onnur ein saks, sum ger tað sama, og hin triðja (brúðurin) ein lykil, sum kann læsa allar lásar upp.

Nú er drongurin so ónatúrliga ringur og tekur at ganga langar vegir sum í ørviti. Sum hann gongur, sær hann nógv fólk samansamlað í einum stað; tey hava til arbeiðis at drepa neyt og fletta bjølg av teimum. Spjarrar og kloddar og hvat annað, ið til er at taka, lata tey upp í bjølgarnar.

Drongurin spyr, hvat ið hetta hevur at týða, og tey siga fyri honum, at ein óføra stórur fuglur kemur á hvørjum ári, og tey noyðast altíð at hava slíkt til at kasta fyri hann, tí annars tekur hann fólk.

Drongurin biður um lov til at sleppa niður í eina hítina og verða blakaður fyri fuglin.

Tað er lítið fyri at lova honum, tó tey halda tað vera undarliga bøn. Fuglurin kemur, og hítin við dronginum í verður kastað fyri hann; hann tekur hana í nevið og flýgur langan veg burtur við henni.

Drongurin veit einki til sín, fyrrenn fuglurin leggur hítina frá sær; klangur kemur í, og ungarnir láta ræðiliga. Hinar tríggjar gávurnar hevur hann hjá sær; hann sker seg út ígjøgnum við knívinum og tekur at drepa ungarnar; men teir skríggja so ræðiliga, at hin gamli fuglurin, sum ikki er langt burtur, hoyrir skríggini til teirra og kemur flúgvandi. Sum hann setur seg í reiðrið - í einum høgum bergi er hetta - er drongurin so knappur at renna knívin í bróstið á honum, so hann dettur deyður niður.

Drongurin hugsar sær nú um at sleppa upp á slætt, sker sær spor í bergið við knívinum og klintrast so, at hann sleppur uppá.

Tá ið hann hevur gingið nakað leingi, kemur hann til eitt hús og fer inn. Har sita ein gamal maður og ein gomul kona inni.

Hann spyr mannin um navn hansara.

Hann kallast “bróðir Eystan”, sigur hin gamli.

Drongurin spyr, um hann veit nakað um vegin til kongaríkið Verðsins Enda.

Nei, hann hevur ongantíð verið har; men bróðir hansara Sunnan kann væl vita um vegin at siga, heldur bróðir Eystan og lovar at fylgja dronginum til hansara.

Tað var so snart, sum vindurin blæsur, at teir fuku suður.

Drongurin spyr bróður Sunnan eftir veginum til Verðsins Enda; hann sigur seg ikki vita hann, men heldur bróður sín Vestan duga at finna.

Teir til bróður Vestan. Hann sigur seg ikki vera væl kunnugan við vegin, tí hann hevur bert verið har eina ferð: men bróðir hansara Norðan veit ivaleyst vegin, tí hann hevur verið har ofta.

Teir til bróður Norðan og spyrja hann eftir.

Jú, hann veit væl um vegin, sigur Norðan: hann var við Verðsins Enda í gjár, og har var slík stákan, tí yngsta prinsessan skuldi giftast við einum prinsi.

Drongurin biður Norðan fylgja sær, og tað er so snart, sum vindurin fýkur, at Norðan førir hann til eitt ógvuliga høgt og bratt glasbjørg.

Drongurin sker sær spor og handtøk uppeftir við knívinum og sleppur uppá. Har stendur eitt slott uppi; hann tekur lykilin og læsir upp, fer so inn og sær allar systrarnar sita. Teirri elstu fær hann knívin, aðrari saksin og teirri yngstu, brúðrini, lykilin.

Tá svímaði brúðurin, og í sama sinni umskapast alt: glasbjørgið var burtur og vøllur í staðin fyri. Prinsurin, sum giftast skuldi, varð umskapaður til trøllmann aftur, sum hann hevði verið; hann var tað, ið hevði gandað kongadøturnar, tí kongadøtur vóru tær tríggjar systrarnar. Trøllskapurin kundi ikki ganga burtur, fyrrenn eitt kristið menniskja kom til teirra upp á glasbjørgið.

So giftist drongurin við yngstu prinsessuni og var nú kongur við Verðsins Enda.*)

*) Eftir aðrari frásøgn var endin øðrvísi: Prinsurin er tríggjar nætur á slottinum, áðrenn trøllskapurin gongur burtur. Tvær tær fyrstu næturnar kann hann ikki vakna av gandinum hjá móður risans (hon leggur ein gandaðan kodda undir høvdið á honum, tá ið hann er sovnaður). Men triðju ferðina stingur hon óvart koddan ov tíðliga innundir, áðrenn hann er sovnaður - hann letst at sova - og so hittast tey aftur hann og prinsessan. Tá gekk trøllskapurin burtur.

Frásøgn: Jóhan Hendrik Matras, Kirkju

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

 

45 AT 400