Skip to main content

66. GENTAN, SUM JOMFRÚ MARIA TÓK

 

Frásøgn úr Porkeri

Ein fátæk olmussugenta sat úti í skóginum, útkoyrd heimanífrá av pápanum, og visti sær einki at liva av.

Jomfrú Maria kom tá til hennara og spurdi, um hon vildi tæna hjá sær.

Gentan játtaði, og Maria tók hana við sær. Ein dagin, tá ið Maria fór niður aftur (á jørðina), bað hon gentuna vera eftir og fekk henni lyklar til øll kømur uttan eitt, sum hon ikki mátti fara inn í.

Jomfrú Maria var ikki meira enn farin, so hugsaði gentan, at hon skuldi tó royna at kaga har inn kortini, gloppaði hurðina og setti fingurin inn. Hann varð tá gyltur alt fyri eitt. So kom Maria aftur og spurdi gentuna, um hon hevði latið dyrnar upp; men hon svaraði nei.

Maria segði, at, vildi hon ikki siga satt, skuldi hon koma at vera so fátæk aftur, sum hon hevði verið fyrr, og so varð: gentan sat aftur har, sum Maria tók hana frá.

Ein maður kom ferðandi tann vegin, sá, at gentan hevði gyltan fingur, tók hana og giftist við henni.

Tá ið hon hevði átt barn, kom jomfrú Maria til hennara og spurdi, um hon hevði latið dyrnar upp; men hin segði aftur nei.

So tók Maria barnið og fór avstað við tí. Av tí at eingin uppspurningur kom um barnið, førdist tað út í orð, at mamman hevði etið tað aftur í seg.

Aðra ferð hon lá í barsilsong, kom Maria aftur við barninum og bað hana ganga við, hvat hon hevði gjørt: so skuldi hon fáa tað fyrra barnið aftur, men annars skuldi hon missa annað barnið afturat hinum. Svarið var nei sum fyrr.

Árið eftir kom Maria triðju ferð, triðju ferð nei og fór avstað við triðja barninum. Tað segðist, at mamman skuldi hava etið øll trý børnini aftur í seg; hon varð tí dømd til at brennast, og eldur varð kyndur.

Tá hugsar konan: ”hevði nú jomfrú Maria komið!”

Alt í einum kom Maria við øllum trimum børn-unum; eitt bar hon á arminum, eitt leiddi hon, og eitt gekk sjálvt. Hon spurdi konuna, um hon læt dyrnar upp á sinni, og konan játtaði.

So gav Maria henni børnini aftur, og hon slapp undan at verða brend.

Frásøgn: Elsebeth Malena Jaspursdóttir, Porkeri

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

                                            

66 AT 710