Skip to main content

Illavorðni drongurin

essays to write about customized statistics paperEinaferð var tað ein gamal yrkjari, eitt sovorðið gott, gamalt skald. Eitt kvøldið, hann sat heima, brast eitt so herviligt illveður á. Regnið oysti niður, men tann gamli yrkjarin sat fjálgt og gott hjá ovninum, har eldurin brann, og hann stokti súreplir.

”Tað verður ikki trevilin turrur á teim neyðardýrunum, sum noyðast at vera úti í hesum veðrinum!” segði hann, tí hann var ein so fittur yrkjari.

”Á, latið mær upp! Eg eri kaldur og ígjøgnum í hvørjum tráð!” rópti eitt lítið barn uttanfyri. Tað græt og bankaði uppá, meðan regnið oysti niður, og vindurin kom strúkandi framvið.

”Á, mítt neyðardýr!” segði tann gamli yrkjarin og reisti seg fyri at lata hurðina upp. Ein lítil drongur stóð uttanfyri. Hann var spilnakin, og vatnið rann úr hansara síða, gula hári. Hann skalv av kulda, og hevði hann ikki sloppið inn, so doyði hann so vist úti í illveðrinum.

”Á, mítt neyðardýr!” segði gamli yrkjarin og tók í hondina á honum. ”Kom tú við mær, so skal eg skjótt fáa teg heitan! Vín og eitt súrepli skalt tú fáa, tí tú ert ein so ógvuliga fittur smádrongur.”

Tað var hann eisini. Eyguni á honum vóru sum tvær klárar stjørnur, og tó at vatnið dreiv úr hansara gula hári, legði tað seg kortini í so vakrar krúllur. Hann sá út sum eitt lítið einglabarn, men hann var so bleikur av kulda og skalv um allan kroppin. Í hondini hevði hann ein so fittan boga, men hann var illa farin av veðrinum, og teir vøkru litirnir á pílinum vaskaðust av í regninum.

Tann gamli yrkjarin setti seg aftur við ovnin, tók tann lítla drongin upp á knøini, vant vatnið úr hárinum, helt um hendur hansara og fløvaði tær og kókaði søtt vín til hansara. Tá bar til, hann rodnaði í kjálkunum, leyp fram á gólv og dansaði uttan um tann gamla yrkjaran.

”Tú ert ein kátur drongur!” segði gamli yrkjarin. ”Hvussu eitur tú?”

”Eg eiti Amor!” svaraði hann, ”kennir tú meg ikki? Har liggur bogi mín. Honum skjóti eg við, skal eg siga tær. Hygg, nú batnar veðrið uttanfyri. Mánin skínur!”

”Men bogin hjá tær er spiltur!” segði gamli yrkjarin.

”Tað er spell!” segði tann lítli drongurin, tók bogan og hugdi at honum. ”Á, hann er longu turrur, er als ikki spiltur. Hygg, hvussu spentur strongurin er. Nú skal eg royna hann!” So spenti hann strongin, legði píl á, meddaði og skeyt tann góða, gamla yrkjaran beint í hjartað: ”Dugir tú nú at síggja, at bogi mín er ikki spiltur!” segði hann, flenti við og leyp av durunum. Ein illavorðin drongur soleiðis at skjóta tann gamla yrkjaran, sum hevði lovað honum inn og verið góður við hann og givið honum deiligt vín og tað besta súreplið!

Tann gamli yrkjarin lá á gólvinum og græt, hann var veruliga skotin beint í hjartað, og so segði hann: ”Tví, sum hasin Amor er ein illavorðin drongur! Tað skal eg siga fyri øllum góðum børnum, at tey skulu ansa sær og aldri spæla við hann, tí hann er vissur at gera teim mein!”

Øll tey góðu børnini, bæði dreingir og gentur, sum hann segði hetta fyri, royndu at ansa sær fyri tí illavorðna Amori, men hann lumpaði tey kortini, tí hann er so snildur. Tá ið studentarnir koma frá fyrilestri, so er hann undir liðini á teimum við eini bók undir hondini og í svørtum kjóla. Teir kenna hann als ikki, og so taka teir undir armin á honum, tí teir halda, at hann eisini er ein studentur, men so rennir hann pílin inn í bringuna á teimum. Tá ið genturnar koma frá prestinum, og tá ið tær standa á kirkjugólvinum, so er hann eisini eftir teimum. Ja, altíð er hann eftir fólki. Hann situr uppi undir loftinum í sjónleikarhúsinum og lýsir, so at fólk halda, at hann er ein lampa, men seinni fáa tey annað at føla. Hann rennur millum fólk allastaðni, har tey plaga at spáka sær. Ja, einaferð hevur hann eisini skotið pápa tín og mammu tína so beint í hjartað. Spyr tey bara, so fært tú at hoyra, hvat ið tey siga. Ja, tað er ein ljótur drongur, hasin Amor, hann skalt tú ongantíð hava nakað við at gera. Hann eltir fólk. Hugsa tær til, einaferð skeyt hann enntá ein píl eftir ommu, men tað er langt síðani, so tað hevur javnað seg. Men hon gloymir tað ongantíð. Skammi hann seg, illavorðni Amor! Men nú kennir tú hann og veitst, at hann er ein illavorðin smádrongur!

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Den uartige dreng”.

”Eventyr, fortalte for børn. Første samling. Andet hefte”, 1835.

Marius Johannesen (1905-1986) týddi. H.C. Andersen: ”12 ævintýr”, Bókaforlagið Grønalíð 1982.