Skip to main content

Tey fýra ynskini

nursing report writing dissertation litterature terminale typewriter paper onion skinNú er tað ein jólaaftan fyri mongum árum síðani. Ilsligt var veðrið, luftin full av kavaroki, og kavin lá tjúkkur yvir allar vøllir. Í øllum húsum brimaðu eldarnir, tí allastaðni hevði fólk skund at fáa baking og brygging, steiking og kóking liðugt til jóla.

Uttan fyri ein stórbóndagarð stendur tann breiða, hyldliga bóndakonan og telur sínar nógvu dunnur, sum eru á veg úr ánni inn aftur gjøgnum garðsgrindina. Tá ið tann síðsta er komin innum, fær konan eyga á eitt stórt, svart, sum kemur gangandi gjøgnum tann djúpa kavan. Hon verður standandi við hondunum undir fyriklæðnum, til hetta kemur nærri, so hon fær skil á, hvat tað er.

Nú er hetta ein gamalur, langur maður í svørtum síðklæði, sum er slitið og armóðsligt á at líta. Hann hevur ein illan klæðsekk um herðarnar og langan stav í hondunum at styðja seg við. Maðurin er ivaleyst deyðgivin, tað sæst á gongulagnum. Umsíðir vinnur hann seg fram til bóndakonuna og sigur málveikur:

”Guds friður í húsi og gleðilig fest!”

Stórbóndakonan ønir ikki, hyggur burtur.

Gamli maðurin sigur: ”Tit skuldu ikki viljað givið mær innivist fyri náttina? Eg eri langfaramaður, og nú tykjast beinini ikki vilja bera meg longur.”

Stórbóndakonan breiðir fyriklæðið út við eitt kast, rættar tað niður eftir fanginum og ger seg til at fara inn; fýsir illfør at tí gamla manninum: ”Nei, vit herberga ikki sovorðnum vesalingum sum tær. Far tú yvir um vegin, til handa lítla garðin har; tey eru von at lata upp fyri sovorðnum fólkaslag.” So ripar hon grindina aftur við eitt brak.

Ja, tann gamli maðurin segði sjálvandi ikki meir; men vendi fáligur frá aftur garðsgrindini og stríddi seg yvir til tann lítla garðin hinumegin vegin. Hann dunkar varliga á dyrnar. Maður og kona koma at lata upp. Gamli maðurin ynskir Guds frið í húsi og gleðilig fest, spyr um hann kundi sloppið at verið her í nátt, hann er langfaramaður, men kennir seg ikki føran fyri at ganga longri í kvøld.

”Jú, jú,” siga maðurin og konan, ”tað er ikki um at tala; tað ber ikki til, at ein gamal, deyðgingin maður skal valtra á landavegnum eina háhalga jólanátt, kom tú bara inn og vælkomin skal tú vera!”

Tá ið tey fara til nátturðaborðið, tekur gamli maðurin klæðsekkin og letur kjaftbandið av, skal taka sær okkurt lítið til matna uppúr. Men konan segði: ”Nei, í kvøld skal tú ikki eta úr egna klæðsekki; tað er kanska ikki so mætt, vit hava at bjóða; men kastar tú tað ikki aftur á okkum, verður her ivaleyst til okkum trý.” Og nú eta tey tann fátæka halgidagskostin, henda blíða konan hevur gjørt til av góðum hjarta.

Tá ið tey hava etið, vísa tey tí gamla manninum til songar í teirra egnu song og siga, at har skal hann liggja, tí tey halda hann hava ein góðan svøvn fyri neyðini. Sjálv løgdu tey seg í ból, tey reiddu á gólvinum.

Næsta morgun vildi tann gamli maðurin fara av stað. Men húsbóndafólkini søgdu, at tað orkaðu tey ikki at vita sær hann valtrandi á landavegnum jóladagarnar: ”Nei, kom tú nú við okkum í kirkju, og tá ið vit koma heim aftur, skulu vit kóka kjøt til døgurða, tí vit hava dripið veðurlambið hjá okkum, so tú skal vera væl komin at búgva her alla halguna - um tú hevur einki betri at fara til.”

Gamli maðurin verður nú hjá teimum, takkar hjartaliga fyri.

Tá ið hesin gamli fjórðadags morgun býr seg til at fara frá teimum, sigur hann: ”Tað ger mær ilt, at eg einki havi at bjóða tykkum aftur fyri, so væl tit hava tikið ímóti mær.”

”Tað skal tú einki petti leggja í,” sigur konan, ”tí tað var ikki fyri at vinna nakað av tær, vit tóku ímóti tær, hildu bert, at tú trongdi til at verða eitt sindur tikin um hond.”

”Tað kundi borið á,” sigur tann fremmandi maðurin, ”at eg kom aftur næstu jól; sleppi eg so aftur at vera hjá tykkum?”

”Ja, ja, Gud eigi teg, tú skal vera væl komin,” søgdu maðurin og konan, og tað kendist á lagnum, at tey meintu tað so staðiliga.

Men tá ið tann gamli maðurin stendur á durahelluni, búgvin at fara, vendir hann sær aftur móti manninum og sigur: ”Sigið mær eitt, veðurlambið, tit drópu, hevði tað eingi horn?”

”Jú, horn hevði tað, men tey vóru nú meira at siga knavar, so tey dugdu einki soleiðisini.” Maðurin helt, at hin gamli ætlaði at biðja geva sær tey.

”Men tað hevði so horn kortini,” sigur fremmandamaðurin, ”hvussu nógv horn hevði tað?”

”Tvey,” sigur maðurin og undrast á henda spurna.

”Ja, nú skal tú fáa tvey ynski,” sigur gamli maðurin, takkar einaferð enn fyri seg og fer av stað í sínum langa, klodduta síðklæði og við tí langa stavinum í hondini.

Tá ið maðurin kemur inn aftur, sigur hann við konu sína um henda undarliga spurna, maðurin hevði spurt, hvussu mong horn, veðurlambið hevði, og at tey skuldu fáa eitt ynski fyri hvørt hornið; men hann helt, at hetta var einki at fara eftir, soleiðis; ”hann hevur ivaleyst verið fegin yvir at vera her hjá okkum, og so sagt hetta, mest sum eitt góðynski til okkara.”

”Ja, eingin veit,” sigur konan, ”okkurt egið var við hasum manninum, hann var øðrvísi enn fólk, sum vanliga kemur; tey eru von at stjala, fáa tey høvi til tað. Men hesin maðurin var so lítillátin og varligur, at vit skuldu noyða upp á hann, áðrenn hann tók ímóti nøkrum.”

”Vilt tú hava annað ynski?” sigur maðurin og lær upp á konuna, sigur tað bert til stuttleika.

”Ja, tað er nú bert at royna tað” svarar konan, ”ein hevur tá hoyrt so mætt sum tað frá forðum. Og er mær lagað, soleiðis rættiliga at ynskja, so ynski eg altíð at hava nóg mikið av pengum.”

”Ja, so ynski eg, at vit altíð skulu hava gávur til at nýta teir rætt,” lær maðurin.

”Tað ynskið gongur nú altíð út, so leingi tað er tú, sum stendur fyri tí sindrinum, vit eiga,” sigur konan.

”Far nú og tak okkum pengapungin,” sigur maðurin. ”Tað skulu vera tríggir markar í honum. Høvdu nú bert verið fimm dálar meir í honum, sum vit skylda tí ríka bóndanum hinumegin vegin, so kundu vit kent okkum trygg fyri framtíðini. Kona hansara er farin at gletta upp á tonn eftir mær, hvørja ferð eg hitti hana á vegnum, so tey hava ivaleyst okkurt í kvittanum ímóti okkum.”

Konan skundar sær eftir pengapunginum og fer at koyra burtur úr honum niður á borðið. ”Eru ikki meir enn tríggir markar í honum?” sigur hon, ”tel tú eftir.”

Fyrst detta nakrir smáskillingar á borðið; síðani tvey markastykki, men nú koma fimm klingandi silvurdálar, hvør í hølunum á øðrum; har liggja teir allir og glitra á borðinum.

Konan blakar rødd pungin frá sær, og maðurin situr ovfarin, kláar sær í skegginum.

Men tá ið tey rættiliga hava fingið hugsað seg um, var tað ikki eiti á frøi, ið kom yvir tey. Hvat skuldu tey hava at óttast fyri? tí tað kundi ikki annað enn gott koma frá tí góðmenninum, sum hevði verið jólagestur hjá teimum. Maðurin var ikki seinur at leypa oman til stórbóndan hinumegin vegin og gjalda honum hvørt oyra, hann skyldaði honum.

Og tað ótrúligasta av øllum var, at tá ið maðurin kom niðan aftur til sín sjálvs, og tey hyggja aftur í pungin bæði, er hann aftur fullur av pengum.

Tey nýta pengarnar væl. Tá ið várið kemur aftur, fara tey undir at byggja nýggjan garð, sum er bæði størri og lýggjari enn tann gamli; tey keypa sær nýggj amboð, sáðkorn og kýr, seyð og svín. Tá ið so heystið kemur, hava tey almikið av øllum, bæði í fjósi, løðu og støllum.

Og nú gleða tey seg til jóla, tá ið tann fremmandi helt, at hann fór at koma aftur, tá tey skiltu, at alt, tey høvdu fingið, tað var frá honum.

Sjálvandi undraðust fólk í bygdini yvir, hvussu tað bar til, at tann fátæki smábóndin kundi seta alt hetta í verk, og tey flestu vóru bæði gul og grøn av øvundsjúku; men mest øvundaðu tann ríki stórbóndin hinumegin vegin og kona hansara.

Ein dagin nú hittir stórbóndin grannan hinumegin vegin úti í bygdini. Tá kann hann ikki bara sær, men spyr bart út hin, hvussu hann hevur fingið, soleiðis alt í einum, endurnýggjað alt á garðimum.

Smábóndin hinumegin vegin heldur seg einki hava at dylja og sigur nú alt um tann gamla, hugnaliga jólagestin, tey høvdu havt, at hann hevði givið teimum tvey ynski, tá ið hann fór av stað aftur, og nú gleddu tey seg til at fáa hann aftur til jóla.

Stórbóndin fer nú aftur til konu sína og sigur, hvussu grannafólkini hava fingið síni miklu veldir. Tá verður hon heilt frá sær sjálvari av øvund og heldur enntá, at grannafólkini hava tikið hetta frá teimum, tí tað var til tey, maðurin kom, hevði hon bert tikið ímóti honum, hevði hon havt fingið hesi bæði ynskini. Og hon setur sær fyri, at grannafólkini nú aldri skuldu fáa ta fragd aftur hesi jólini at fáa henda gamla mannin til gest, nú skal hon hava hann; og so var tað kanska ikki ov seint hjá teimum eisini at fáa tvey ynski.

Tess meira jólini nærkast, tess meira spent verður stórbóndakonan. Einsamøll má hon stríðast til jóla, tí alt sítt tænastufólk, bæði kall og konu, hevur hann sett út á vegirnar og við garðaliðini, so tey beinanvegin kunnu lata hana vita, tá ið tann fremmandi, gamli maðurin kemur. Hon sigur við tænastufólkini hjá sær: ”Her renna so mong rekavættini, vita tit, sum ganga og bidda og bidda, men teimum skulu tit ikki geva tykkum far um, bara hyggja eftir tí gamla manninum í tí langa, svarta síðklæðinum.”

Øll tey neyðardýr, sum komu til garðs og bóðu sær ein bita inn í munnin, koyrdi stórbóndakonan av aftur durunum við skomm og skitnum orðum, segði, at sá hon tey aftur har, skuldi hon beita hundarnar á tey.

Tá ið jólaaftan er komin, og tað er farið at skýma, var hon heilt uppi á gosi, risti sum í hitasótt. Umsíðir kemur ein av dreingjunum stórleypandi og rópar: ”Nú er tann fremmandi her, ein gamal vesalingur í longum, svørtum síðklæði og longum stavi í hondini; hann meira krýpur enn gongur, so móður og neyðarsligur tykist hann at vera.”

Stórbóndakonan legði til brots beinanvegin, út av grindini, út eftir landavegnum, rann hvørt spor. Jú, har kom hann strevandi. Og hesaferð var tað hon, sum ynskti: ”Guds friður og gleðilig fest! Nú mugu tygum fyri alt í verðini koma inn til okkara og halda jól, vit skulu gera alt tað besta fyri tygum, bæði á ein og annan hátt.” Konan var so blíð og smílandi, at andlitið lýsti, sum hevði hon lænt hetta smílið frá Guds einglum.

Tann gamli maðurin takkar fyri og sigur, at hann vildi nú heldur stríða seg yvir til garðin hinumegin vegin; tí har vóru tey von at taka ímóti fólki av hansara slag.

”Nei, tað kann ikki verða talingur um,” sigur konan. Stórbóndin kemur eisini til staðar, hvørt tekur undir sín armin á gamla manninum, og tey leiða hann inn gjøgnum garðsgrindina, tvørtur um túnið og inn í stovuna. Nú var eingin endi á hávastáki, tey gjørdu burtur úr honum. Ein oksa høvdu tey dripið til jóla, og nú skuldi gesturin gera so væl og eta alt, hann orkaði, tí hetta var ein góður oksi, og tey untu honum tað so inniliga væl.

Jólamorgun ger tann gamli maðurin seg ferðarbúnan, tekur klæðsekkin á herðarnar og tann langa stavin í hondina, sigur, at hann ætlar sær í kirkju, og frá kirkjuni fer hann so beint av stað longur fram á vegin.

”Nei, ikki talan um, at tygum skulu ganga til kirkju,” sigur stórbóndakonan, ”maður mín skal beinanvegin spenna besta rossatoymið, vit hava, fyri stásvognin, og so skal hann sanniliga koyra tygum til kirkju!”

Ja, ja, tann gamli maðurin takkar fyri kirkjuflutningin og alt, tey hava borðreitt fyri honum, sigur, hann er illa við, at hann er ikki førur at geva nakað aftur fyri vistarhaldið, tí hann var ein fátækramaður og átti ongar pengar.

Ja, tað skuldi hann einki leggja í!

Tað skuldi hann einki hugsa um! søgdu maður og kona hvørt í munnin á øðrum; tey fullvissaðu hann um, at tað var sanniliga ikki fyri at fáa vinning, tey høvdu tikið ímóti honum.

Tann gamli maðurin knikkar við høvdinum og sigur farvæl, skal til vogns. Men á durahellluni vendir hann sær á og sigur: ”Sigið mær, oksin, vit ótu av, hevði hann horn?”

”Ja, ja, horn hevði hann, tað var vist, hann hevði horn,” sigur stórbóndin ivrigur, tí smábóndin hinumegin vegin hevði sagt honum, hvussu orðini vóru fallin síðstu jól, og hann skilti, hvat ið lá aftan fyri tað, gamli maðurin spurdi um.

”Hvussu nógv horn hevði hann?” spyr gamli maðurin.

Stórbóndakonan skundar sær at nippa í mannin: ”Sig fýra, sig fýra horn,” teskar hon.

”Fýra horn,” sigur maðurin.

”Ja, tað var tað undarliga við hesum oksanum,” sigur stórbóndakonan, ”hann hevði fýra horn. Tí var tað, vit drópu hann, at hann var so undarligur.”

”Fýra horn?” sigur tann gamli maðurin og hyggur fyrst upp á mannin og so upp á konuna. Tey bæði standa har við spentum eygum og látast sannsigandi.

”Ja, ja,” sigur tann gamli maðurin lágmæltur, ”so fáa tit eisini fýra ynski, tit fáa tvey hvørt!”

Og so koyrir stórbóndin tann gamla mannin til kirkju í stásvogni sínum við sínum besta rossatoymi fyri.

So skjótt stórbóndin hevur sett tann gamla mannin av við kirkjuna, vendir hann rossunum og skundar sær heim, leggur einki í at fara til jólagudstænastuna, tí nú skal hann heim at ynskja, og hann dýkir á rossini, so hann kann koma heim sum snarast, ongantíð ov skjótt!

Tað verður tvísporað alla tíðina. Men vanlukkutíð, nú snávar annað rossið og slítur ein drátt. Stórbóndin má støðga, stíga av og knýta aftur, áðrenn hann kann koyra longri. - Aftur tvísporar hann, nýtir koyrilin dúgliga, hugsar bert um at skunda sær heim at ynskja. Men skamm fái tað so víst, nú snávar hin hesturin. Tá verður stórbóndin so ovursintur, at hann rópar á rossini:

”Á, hevði hin versti havt tykkum bæði tvey!”

Hann hevur ikki meir enn felt hesi orð, nú eru bæði rossini burtur, stórbóndin situr eftir á akfjølini við tómum teymum í hondunum. - Ja, nú gerst einki uttan at ganga heim, stórbóndin fer í ringum skørum av vogninum og til gongu at húsum. Hann iðrar seg eftir, at hann var so óansin, at spilla tað eina ynskið burtur og beina sær fyri rossunum, men uggar seg við, at tey hava tó trý eftir. Hann skundar sær tað dýrasta, hann kann eftir landavegnum; nú skal hann heim at ynskja fyri álvara.

Ímeðan gongur konan heima og væntar og væntar, hevur fingið ilt í búkin av berari bíðan eftir manninum, so hon kann sleppa at ynskja. Nú skulu tey til at verða rættuliga rík, hugsar hon; tað er einki mark fyri øllum, hon nú vil hava.

”Gævi hann var nú her!” mutlar hon fram fyri seg, tí nú orkar hon ikki at bíða eftir honum meir. Og í somu løtu stendur stórbóndin undir liðini á henni.

”Á, ein skamm fái!” rópar hon illa heitin, ”har fór hatta ynskið. Men, hvussu er tað, tú kemur tøssandi? - til gongu, eingi ross, eingin vognur! Hvussu er vorðið hjá tær?”

”Ja, tað er tín skyld!” hvessir stórbóndin ovursintur, ”tað er eingin eydna við hesum ynskjunum; tað gekk mær illa heim, so datt nærra rossið, so datt fjarra rossið, altíð var okkurt í ólagi; tá kom ilt í meg, og eg ynskti rossini at veikanum til. Ja, og so vóru tey burtur - míni eiggiligu ross, nógv tey bestu vit áttu á garðinum. Tað var eisini tú, sum fekk meg at siga, at oksin hevði fýra horn, eg var til sins, at tey bæði lyguhornini sótu mitt í pannuni á tær!”

Og so sótu tey har - sjálvandi, tvey stór, blonk horn við sínum mjáu stiklum beint upp í loft.

Vit kunnu ætla, hvussu illa tey verða við bæði. Øll teirra frøi yvir ynskini, tey fingu, er burtur, hatsk og uppøst í andlitið sita tey og stara illoygd hvørt upp á annað - og nú var bert eitt einasta ynski eftir.

Stórbóndakonan tekur varliga hendurnar upp til hornini, tekur tvørtur um tey, trilvar upp eftir teimum og sker í at gráta og vena seg, bæði hørm og hám, rúkandi óð, so hon er til sins at leggja á mannin at stanga beinanvegin.

Men maðurin sigur: ”Hasi hornini gera tær ikki stórt; tú fær tær eina húgvu, sum fjalir tey, og tú er jú vorðin gomul, ið hvussu er! Latum okkum nýta tað síðsta ynskið skilaliga, ynskja okkum til dømis eina ríviliga peninganøgd!”

”Skal eg so ganga við hesum ræðuligu hornunum til mín doyggjandi dag”, rópar konan hamskift og veipar við ørmunum, peiggjar við nevunum inn í eyguni á manninum, ”nei, aldri í veranum!”

Stórbóndin verður blíðmæltur, roynir at sissa konuna, pjátrar og er søtorðaður; men tað nyttar alt einki, hon ynskir hesi ræðuligu hornini at hinum manninum til.

Og burtur eru tey! bæði tað síðsta ynskið og hornini.

Tað einasta, hesi ríku stórbóndafólkini fingu burtur úr teimum fýra ynskjunum, var, at tey mistu síni bestu ross. Tey verða nú meira og meira illfør fyri hvønn dag, sum gongur, deila og muta hvørt inn á annað, so tað er einki uttan ógæva yvir teirra lívi.

Men hjá grannanum hinumegin vegin, har trívist alt, har liva maður og kona glað og nøgd; hvør dagur, ið rísur yvir teimum, er gævudagur, og einki ilt orð fer nakrantíð ímillum teirra.

Úr bókini ”Ævintýr 6”. Heðin Brú týddi. Føroya lærarafelag gav út í 1974.

Upprunaheiti: ”De fire ønsker”. Danske folkeeventyr. Thormod Kidde. Gyldendal, 1964.