Skip to main content

Vatndropin

Tú manst helst kenna eina sjóneyku, eitt sovorðið runt brilluglas, sum ger alt hundrað ferðirnar so stórt, sum tað veruliga er. Um tú tekur eitt sovorðið, heldur tað fyri annað eygað, hyggur, meðan tú blundar við hinum, og hyggur at einum vatndropa, sum tú hevur tikið úr einum hyli, so sært tú meir enn túsund undarlig kykt, sum annars ikki síggjast í vatninum, men tey eru har kortini, og hetta er veruleiki. Tað líkist mest einum borðiski fullum av rekjum, sum leypa og hoppa um hvønn annan, og teir eru so glúpskir, at teir skræða armar og bein av hvørjum øðrum, og kortini eru teir glaðir og væl nøgdir upp á teirra máta.

Nú var tað ein gamal maður, sum øll kallaðu Yður-Krýpur, tí tað æt hann. Hann vildi altíð hava tað besta av øllum, og fekk hann tað ikki við góðum, so fekk hann tað við gandi.

Nú situr hann ein dagin við sjóneykuni fyri eyganum og hyggur at einum vatndropa, sum hann hevði tikið úr einum runuhyli. Tú skuldi sæð, hvussu tað uddi og kreyp har! Øll tey túsund smádýrini lupu og hoppaðu, togaðu í hvørt annað og ótu hvørt annað.

”Hetta sær øgiliga ljótt út!” segði gamli Yður-Krýpur, ”man tað ikki bera til at fáa tey at liva í frið og náðum, so at hvør hevur nóg mikið í sínum?” Og hann hugsaði og hugsaði, men ongi ráð dugdi hann at finna, og so tók hann til gandin. ”Eg má lita tey, so at tey síggjast týðiligari!” segði hann, og so læt hann líka sum eitt lítið vet av onkrum reyðum í vatndropan, men hetta reyða var trøllkonublóð, tað besta, sum fáast kundi í verðini. Og nú gjørdust øll hesi merkiligu smádýrini so rósureyð um allan kroppin, so at tað sá út sum ein býur av naknum villmonnum.

”Hvat er tað, tú hevur har?” spurdi ein annar gamal gandakallur. Hann hevði onki navn, og tað var tað fína við honum.

”Ja, dugir tú at gita, hvatið hetta er,” segði Yður-Krýpur, ”so skalt tú eiga tað frá mær. Men tað er ikki so lætt at gita, táið tú ikki veitst tað!”

Og gandakallurin, sum onki navn hevði, hugdi í sjóneykuna. Tað var ongum líkari enn ein býur, har øll fólkini runnu nakin í gøtunum. Tað sá fúlt út, og uppaftur ræðuligari var tað at síggja, hvussu tey skumpaðu og fírdu hvørt annað, hvussu tey ryktu og skryktu í hvørt annað, og hvussu tey klíptu og bitu hvørt annað. Tey, sum vóru niðast, vildu sleppa at vera ovast, og tey, sum vóru ovast, vildu sleppa at vera niðast! ”Hygg, hygg, hansara bein er longri enn mítt! Bít! Burtur við tí! Har er ein, sum hevur eina pirru aftan fyri oyrað, eina meinaleysa pirru, men hann hevur ilt í henni, og so skal hann fáa meiri ilt!” Og so fóru tey at pikka í hana, og so togaðu tey í hann, og so ótu tey hann, tí hann hevði eina pirru aftan fyri oyrað.

Har sat eitt so lítið, sum ein lítil jomfrú og vildi bara sleppa at hava frið og náðir.

Men ongan frið hon fekk. Tey togaðu í hana, og tey skræddu í hana, og tey ótu hana.

”Hatta er øgiliga stuttligt!” segði gandakallurin.

”Ja, men hvat heldur tú, hatta er?” spurdi Yður-Krýpur. ”Dugir tú at gita tað?”

”Tað er so eyðsæð, hvatið hatta er!” segði hin, ”hatta er Keypmannahavn ella onkur annar stórbýur; teir eru allir so líkir. Men ein stórur býur er hatta!”

”Hatta er runuvatn!” segði Yður-Krýpur.

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Vanddraaben”, ”Nye eventyr. Andet bind. Anden Samling”, 1848.

Marius Johannesen (1905-1986) týddi. H.C. Andersen: ”10 ævintýr”, Bókaforlagið Grønalíð 1980.