Hin lítla havfrúin
Langt úti í havinum er sjógvurin so bláur sum bløðini á teim fagrastu kornblómum, og hann er so klárur sum tað reinasta glar, men har er ógvuliga djúpt, nógv djúpari enn at nakað ílatog røkkur á botn, tað mugu mong, mong kirkjutorn setast oman á hvørt annað fyri at røkka av botni og upp í sjóvarmálan. Har niðri búgva havfólkini.
Nú mugu tit als ikki halda, at har bert er hin nakni, hvíti sandbotnur; nei har vaksa tey sjaldsamastu trø og plantur, ið hava so smidlig bløð og stelkar, at havið rørir seg aldri so lítið, fyrr enn tey fara at láta, rætt sum vóru tey livandi. Allir fiskarnir, stórir og smáir, smúgva millum greinarnar eins og fuglarnir í luftini. Har sum allardjúpast er, stendur slott havkongsins, múrarnir eru av korálum, og tey longu spísku vindeyguni eru av tí alraklárasta ravi; men takið er av øðuskeljum, ið latast upp og aftur, sum streymurin er; tað er frálíka vakurt; tí í hvørjari øðu liggur glógvandi perla, bert einans av teimum hevði verið hitt størsta prýði í eini drotningarkrúnu.
Havkongurin hevði verið einkjumaður í mong ár; men gamla móðir hansara helt hús hjá honum; hon var ein klók kona, men hugstór, hon var aðalborin, og tí gekk hon við tólv skeljum um hálsin, hini hábornu sluppu ikki at hava meir enn seks. - Annars er vert at rósa henni, serliga tí hon var so góð við tær smáu havprinsessurnar, sonardøtur sínar. Tær vóru seks yndislig børn; men hin yngsta var tó alravakrast, hold hennara var so klárt og skært sum eitt rósublað, eyguni so blá sum hitt djúpasta vatn; men eins og hinar hevði hon ongar føtur, allar høvdu sporl.
Allan dagin sluppu tær at spæla sær niðri í slottinum í teimum stóru høllunum, hvar livandi blómur vuksu út úr veggjunum. Tey stóru ravvindeyguni vóru upplatin, og so komu fiskarnir svimjandi inn til teirra, eins og svalurnar koma flúgvandi inn til okkara, tá vit lata upp; men fiskarnir svumu tætt yvir til prinsessurnar, ótu úr hondum teirra og lótu tær strúka sær.
Kring um slottið var stórur urtagarður við alreyðum og myrkabláum trøum, ávøkstrirnir glógvaðu sum gull og blómurnar sum logandi eldur, tí altíð vóru tey í ófrið. Jørðin sjálv var hin fínasti sandur, men bláur eins og svávullogi. Um alt lá ein bláur dámur; tað var meira trúligt, at ein hevði staðið høgt uppi í luftini og bert sá loft oman fyri seg, enn niðri á havsbotninum. Í blikalogn hómaðist sólin, og sýndist hon sum ein sparlaksblóma, hvaðan alt ljós streymaði frá.
Hvør av teimum smáu prinsessunum átti ein lítlan blett í urtagarðinum, og í honum kundu tær velta og sáa, sum tær vildu; ein gjørdi sín vorðnan sum ein hval, eini aðrari dámdi best, at sín líktist eini havfrú; men hin yngsta gjørdi sín rundan sum sólin og hevði í honum einans blómur, ið vóru eins glógvandi og hon. Hon var eitt undarligt barn, so still og hugsandi; tá hinar systrarnar skrýddu upp við teim merkiligastu lutum, tær høvdu fingið av burturgingnum skipum, vildi hon, umframt tær reyðu blómurnar, sum líktust sólini, ið stóð har høgt uppi, einans hava eina vakra marmaramynd, ein frálíka vakur drongur var tað, høgdur í hin skínandi hvíta stein og var komin niður á havsbotnin frá einum burturgingnum skipi. Við myndina plantaði hon eina grátirdu, sum vaks so frálíka væl og hongdi sínar frísku greinar kring um hana niður móti hinum bláa sandinum, har skuggarnir sýndust vióllitaðir og altíð vóru í ófrið eins og greinarnar; tað var, sum krúnan og røturnar høvdu spælt at kyssa hvørja aðra.
Hennara størsta gleði var at hoyra søgur um mannaheimin uppi yvir teimum. Hin gamla omma hennara mátti siga henni frá øllum, sum hon visti um skip og býir, menniskjur og djór, serliga helt hon tað vera so sera yndisligt, at uppi í mannaheiminum angaðu blómurnar, tað gjørdu tær ikki á havsbotninum, og so var skógurin grønur, og fiskarnir, ið har sóust, dugdu at syngja so hart og fagurliga, at tað var ein njótan at hoyra teir; tað vóru smáfuglarnir, sum omman kallaði fiskar, annars kundu tær ikki fata hana, tí tær høvdu ongantíð sætt nakran fugl.
”Tá ið tit vera fimtan ára gamlar,” segði omman, ”skulu tit sleppa upp um sjóvarmálan og sleppa at sita á flesjunum í mánalýsinum og síggja tey stóru skipini, ið sigla framvið, skógir og býir skulu tit sleppa at síggja.”
Í tí komandi árinum fylti ein systirin fimtan, men hinar, - ja, hvør var ár yngri enn onnur, hin yngsta mátti bíða heili fimm ár, áðrenn hon kundi sleppa upp av havsbotninum at síggja, hvussu vorðið er her hjá okkum. Men hvør hevði lovað aðrari at siga frá, hvat hon hevði sæð og hildið verið tað vakrasta tann fyrsta dagin; tí omman segði teimum ikki nóg mikið, tað var so ræðuliga nógv, tær máttu hava greiði á.
Eingin var so altráin sum hin yngsta, júst hon, sum hevði longstu tíðina at bíða og var so still og hugsandi. Manga náttina stóð hon fyri opnum vindeyga og hugdi upp gjøgnum hin dimmbláa sjógvin, har fiskarnir slettu við fjaðrum og sterti. Hon sá mánan og stjørnurnar; tær vóru ógvuliga bleikar at síggja; men gjøgnum sjógvin vístu tær seg nógv størri enn fyri okkara eygum; var tað so, sum eitt svart skýggj hevði farið tvørtur undir teimum, visti hon, at annaðhvørt var tað ein hvalur, sum svam uppi yvir henni, ella eitt skip við mongum menniskjum; lítið mundu tey hugsa um, at ein yndislig, lítil havfrú stóð niðri undir teimum og rætti hvítu hendur sínar upp móti kjølinum.
Nú var hin elsta prinsessan fimtan ár og slapp upp um sjóvarmálan.
Tá hon kom aftur, var hon full av søgum; men tað stuttligasta, segði hon, var at liggja á eini sandgrynnu í kyrrum veðri og mánalýsi og hyggja at býnum, ið lá tætt við strondina, síggja ljósini, ið glampaðu sum hundraðtals stjørnur, hoyra tónleik og levnað og larm frá monnum og vagnum, síggja tey mongu kirkjutorn og spír, hvar klokkurnar ringdu; júst tí hon ikki kundi sleppa hagar, longdist henni mest eftir øllum hesum.
Nei, sum hin yngsta legði sær nær at lurta, og tá hon seinri um kvøldið stóð fyri hinum opna vindeyganum og hugdi upp gjøgnum hin dimmbláa sjógvin, hugsaði hon um hin stóra staðin við øllum larminum, og tá tókti henni, at hon hoyrdi kirkjuklokkurnar ringja niður til sín.
Árið eftir skuldi næstelsta systirin sleppa upp gjøgnum sjógvin og svimja, hvar hon vildi. Hon kom undan í sama bili, sum sólin søkk í kav, og hesa sjón helt hon vera so frálíka vakra. Allur himmalin var sum tað skínandi gull, segði hon, og skýggini, ja, vakurleika teirra kundi hon als ikki greiða frá! reyð vióllitað fóru tey fúkandi tvørtur yvir henni; men nógv skjótari enn tey høvdu flogið; tað var sum hvítt tám, sum ein flokkur av villum svanum fóru tey fúkandi móti sólini; hon svam móti henni; men hon sakk í kav, og rósudámurin fánaði av havinum og skýggjunum.
Árið eftir kom hin triðja systirin upp, hon var tann djarvasta av øllum, og tí svam hon niðan gjøgnum eina breiða á, sum rann út í havið. Fagrar, grønar heyggjar við vínberjum sá hon, slott og borgir sá hon hómast millum trøini í hinum tjúkka skóginum, hon hoyrdi, hvussu fuglarnir sungu, og sólin skein so heitt, at hon fleiri ferðir mátti kava at svala andlitið. Í eini lítlari vík rakti hon við ein flokk av smáum mannabørnum, tey vóru spilnakin og vóðu har í víkini, hon ætlaði at spæla uppi í teimum; men tá fóru tey øll hjartkipt rennandi undan henni; so kom eitt lítið svart djór móti henni, tað var ein hundur; men hon hevði ongantíð áður sætt nakran hund; hann goyði so ræðuliga at henni, at hon gjørdist heilt bangin og skundaði sær tí út í rúman sjógv; men aldri kundi hon gloyma teir stóru skógirnar, teir grønu heyggjarnar og tey yndisligu børnini, sum dugdu at svimja, um tey einki sporl høvdu.
Hin fjórða systirin var ikki so djørv, hon helt sær úti á tí víða havinum og segði, at tað helt hon vera tað fagrasta; har sá ein mangar mílir kring um seg, og himmalin var sum holvd glasklokka. Skip hevði hon sæð; men tey vóru langt burtur, tey vóru ikki størri enn rytur at síggja; hinir kátu hvessingarnir bóltaðu rút, og blástrarnir frá stórhvalunum vóru, eins og hundrað goysarar høvdu verið kring um hana.
Nú átti fimta systirin at fara; burðsdagur hennara var um veturin, og tí sá hon tað, sum hinar ikki høvdu sætt fyrstu ferðina. Sjógvurin sýndist heilt grønur, og kring um hana róku stór ísfjøll, og hvørt teirra glógvaði sum ein perla, segði hon, og tey vóru nógv hægri enn nakað kirkjutorn, sum menniskjuni høvdu gjørt. Tey vóru ógvuliga merkilig til útsjóndar og glógvaðu sum gimsteinar. Hon setti seg á eitt tað størsta, og øll før sigldu langt burtur frá haðani, sum hon sat og læt vindin kemba hár sítt; men út á kvøldið gjørdist himmalin døkkur og samdrigin, ljósini skygdu, og toran gekk, hinar stóru aldurnar lyftu tey stóru ísstykkini høgt upp, so tey glógvaðu, tá ljósini skygdu. Øll skipini minkaðu segl síni, og ótti fell á fólkið; men hon sat kvirr á rekandi ísfjalli sínum og sá tey bláu snarljósini krókandi sláa niður í sjógvin.
Ta fyrstu ferðina ein av systrunum hevði verið oman fyri sjóvarmálan, var hon heilt hugtikin av øllum tí vakra og nýggja, sum hon hevði sætt; men nú tær vóru vorðnar vaksnar og kundu fara upp, tá tær vildu, løgdu tær einki í tað longur, tær longdust altíð heim aftur, og tá ein mánaður var farin, søgdu tær, at niðri hjá teimum var tó alravakrast, og tað var so frálíkt at vera heima.
Mangt kvøldið tóku tær fimm systrarnar í hendurnar á hvørji aðrari og fóru fylgjandi upp gjøgnum sjógvin; frálíkt mál høvdu tær, nógv vakrari enn nakað menniskja, og tá tað sá út til illveður, og tað kundi ætlast, at skip fóru at ganga burtur, svumu tær framman fyri skipinum og sungu so fagurliga um, hvussu vakurt tað var niðri á havsbotninum, og bóðu skipsmenninar ikki ræðast at koma niður hagar; men teir skiltu ikki orðini, teir hildu tað bert vera stormin, sum ýldi, og teir sóu heldur ongan vakurleika har niðri, tí tá skipið sakk, sjólótust teir allir, og deyðir komu teir til slott havkongsins.
Tá ið systrarnar um kvøldið hond í hond svumu upp gjøgnum sjógvin, stóð hin yngsta systirin einsamøll eftir og hugdi aftan á teimum, og var tað, sum vildi hon grátið; men havfrúin eigur eingi tár, og tess meira ilt hava tær.
”O, hevði eg bert verið fimtan ár,” segði hon, ”eg veit, at mær hevði dámt væl bæði verðina og fólkini, har uppi búgva!”
Endiliga fylti hon fimtan ár.
”So nú ert tú frá hondini,” segði omma hennara, hin gamla einkjudrotningin. ”Kom nú, lat meg skrýða teg eins og hinar systrar tínar!” og setti hon henni krans av hvítum liljum á høvdið; men helvtin av hvørjum blómublaði var ein perla; og hin gamla omman læt átta øður bíta seg fastar í hálsin á prinsessuni; so tað kundi síggjast, hvussu háborin hon var.
”Eg fái so ilt!” segði hin lítla havfrúin.
”Ja, ilt má ein tola av skrúðinum!” segði hin gamla.
Uff! hon hevði besta hugin til at tveita alt hetta stásið frá sær; hinar reyðu blómur hennara í urtagarðinum høvdu borið henni nógv betur, men nú tordi hon einki at gera.
”Farvæl!” segði hon og fór so løtt og klár sum ein bløðra upp gjøgnum sjógvin.
Tað var nett sólsett, tá hon setti høvdið upp um sjóvarmálan; men øll skýggini glitraðu sum rósur og gull, og mitt á tí bleikreyðu luftini glógvaði stakkalastjørnan so bjørt og føgur, og tað var logn og silvetni. Har lá eitt stórt skip við trimum mastrum, einans segl hekk uppi, tí lot var ikki skapt, skipsmenninir sótu uppi í mastratogunum og á ráunum. Har hoyrdist songur og tónleikur, og sum tað skýmdi meir og meir, vórðu tendraðar hundrað ymist litaðar lyktir; so tað var, eins og merkini frá øllum tjóðum veittraðu í luftini. Hin lítla havfrúin svam yvir at einum glugga, og hvørja ferð, sum aldurnar lyftu hana upp, sá hon inn gjøgnum teir spegilsblonku rútirnar, hvar ein mongd av uppskrýddum fólkum stóðu; men tann vakrasti av øllum var tó hin ungi prinsurin við teimum svørtu eygunum, hann var neyvan stórt meiri enn sekstan ár, tað var burðsdagur hansara, og tí var har so mikið sták. Skipsmenninir dansaðu á dekkinum, og tá hin ungi prinsurin trein út, fuku yvir hundrað rakettir upp í luftina, tað var so ljóst sum á degi, so hin lítla havfrúin gjørdist heilt óttafull og smoygdi sær niður undir sjóvarmálan; men hon var kvik upp aftur við høvdinum, og tá var tað, eins og høvdu allar stjørnurnar rapað niður yvir hana, slíkan eldleik hevði hon aldri sæð fyrr. Stórar sólir mólu í klingur; prýðiligir eldfiskar sveimaðu uppi í luftini, og alt speglaðist í tí klára og stilla sjónum. Á sjálvum skipinum var so ljóst, at hvør snørisendi tektist, enn betur menniskjuni. Nei, sum prinsurin var vakur, hann tók í hondina á hvørjum manni og brosaði við, meðan tónleikurin ljóðaði í føgru nátt.
Náttin leið; men henda lítla havfrúin fekk ikki eyguni av skipinum og tí yndisliga prinsinum. Hinar ymist litaðu lyktirnar vórðu sløktar, eingin rakett fór upp í luftina, einki kanónskot hoyrdist; men langt niðri í havinum skramblaði tað; meðan alt hetta hendi, sat hon á sjónum og vaggaði upp og niður, so hon kundi síggja inn í skipið; men skipið fór á gongd, teir drógu upp eitt seglið fyri og annað eftir, ófriður kom í sjógvin, stór skýggj sóust í havsbrúnni, og toran hoyrdist langt burtur. O, tað fór at koma eitt ræðuligt ódnarveður! tí lækkaðu skipsmenninir seglini við miklari ferð higar og hagar í hesum ódnarsjónum, aldurnar vóru sum stór fjøll, ið hóttu við at leggja á mastratopparnar; men skipið hoppaði sum ein svanur eftir sjónum, fyrst niður í dalin og so upp á toppin á teim fjallhøgu aldunum. Hetta helt havfrúin vera ógvuliga stuttligt; men skipsmenninir hildu annað, tað brakaði og knakaði í skipinum, og tey tjúkku borðini bognaðu við hvønn smekkin, tey fingu av sjónum, mastrarnar brotnaðu um tvøran, sum høvdu tær verið hálmstrá, og skipið datt á liðina, so hin kolblái fossurin stóð inn í tað. Nú sá hin lítla havfrúin, at teir vóru í vanda, hon mátti sjálv ansa sær fyri rekum av skipinum, sum slongdust kring um hana. Eitt lítið bil var tað blá niða, so hon sá ikki petti; men tá tað lýsti í aftur, varð tað so ljóst, at hon kendi allar á skipinum; hvør royndi at bjarga sær, sum hann best kundi; hon hugdi serliga eftir hinum unga prinsinum, og hon sá hann eisini søkka í sjógvin, tá skipið sorlaðist. Fyrst varð hon so findarglað, tí nú kom hann niður til hennara; men so mintist hon til, at menniskjuni ikki kundu liva í sjónum, og at hann einans sum lík kundi koma í faðirsslott hennara. Nei, doyggja mátti hann ikki, tí svam hon inn millum rekarnar, ið flutu á sjónum, hon gloymdi heilt, at teir kundu løsta hana, hon kavaði djúpt niður í sjógvin, stakk seg upp aftur millum aldurnar, og at endanum kom hon til hin unga prinsin, sum tá næstan ikki var mentur at halda sær uppi longur í hesum ringa sjógvinum, armar og bein vóru farin at dovna, og tey vøkru eyguni løgdust afturá, ivaleyst hevði hann doyð, um ikki havfrúin hevði komið til hjálpar. Hon helt høvdi hansara uppi og læt síðan aldurnar reka hana við honum, hvar tær vildu.
Móti morgni blíðkaði; skipið sást einki farvegis til, sólin reis so skínandi reyð upp um havsbrúnna, og var tað eins og kinnar prinsins ernaðust av henni; men eyguni vóru lokin; havfrúin kysti høga, vakra enni hans, og streyk hitt váta hárið burturfrá: hon helt, at hann líktist marmaramyndini, sum stóð í urtagarði hennara, og hon kysti hann aftur og ynskti, at hann skuldi liva.
Nú tekti hon land við høgum, bláum fjøllum, tindarnir vóru kavataktir, so tað var, eins og svanir høvdu sitið har; niðri við strondina vaks hin fagri, grøni skógurin, og niðanfyri stóð ein kirkja ella eitt kleystur, hon var tó eitt sindur í iva; men ein bygningur var tað. Í urtagarðinum vuksu appilsintrø, og fyri framman grindina stóðu høg pálmatrø. Havið gjørdi her eina lítla vík, har inni var stoytt og ógvuliga atdjúpt inn móti helluni, hvar hin hvíti, fíni sandurin var upplagdur; hagar svam hon við tí vakra prinsinum, legði hann niður á sandin og ansaði serliga eftir, at høvdið lá væl uppi í sólini.
Nú ringdu klokkurnar í tí stóru, hvítu borgini, og ein flokkur av ungum gentum kom gangandi gjøgnum urtagarðin. Tá svam hin lítla havfrúin longri út aftur undir nakrar steinar, ið har stóðu upp úr sjónum, breiddi hjóm upp á hárið og barmin, so eingin skuldi síggja andlit hennara, síðan ansaði hon eftir, hvør ið kom til hendan neyðar prinsin.
Tað leið ikki long tíð, fyrr enn ein genta gekk fram á hann, hon tóktist at verða heilt bangin, men bert eitt lítið bil, so leyp hon eftir fólki, og havfrúin sá, at tað kom lív aftur í prinsin, og at hann brosaði blídliga móti øllum, ið stóðu kring um hann; men út til hennara brosaði hann ikki, hann visti heldur ikki, at tað var hon, sum átti lívið í honum; hon kendi seg so tunga í huga, at tá hann varð borin inn í hina stóru borgina, smoygdi hon sær niður í sjógvin og leitaði heim í faðirsslottið.
Altíð hevði hon verið still og hugsandi; men nú bar av rættiliga. Systrarnar spurdu, hvat hon hevði sæð fyrstu ferð, hon var oman fyri sjóvarmálan; men hon svaraði ikki.
Mangt kvøldið og mangan morgunin fór hon upp har, sum hon skiltist frá prinsinum. Hon sá, hvussu ávøkstirnir í urtagarðinum búnaðust og vórðu heystaðir, hon sá, hvussu kavin bráðnaði á teimum høgu fjøllunum; men prinsin sá hon einki til, og tí kom hon altíð tunglyntari aftur, enn hon fór. Einasta troyst hennara var at sita í lítla urtagarði sínum við ørmunum krøktum um hina vøkru marmaramyndina, ið líktist prinsinum; blómur hennara liðu órøkt, tær vuksu, sum tær vildu, út eftir gøtunum og fløktu longu stelkar sínar og bløð um trægreinarnar, so har gjørdist heilt skýmligt.
At endanum kundi hon ikki ráða sær longur, men segði sín vanda fyri eini systrini, og alt fyri eitt vistu allar, hvussu til stóð; men so heldur eingin annar uttan tær og so einar tvær aðrar havfrýr, sum ikki søgdu tað fyri nøkrum uttan bestu vinkonum sínum. Ein av teimum visti at greiða frá, hvør prinsurin var, hon hevði eisini sæð stásið á skipinum, hon visti, hvaðan hann var, og hvar kongaríkið hansara lá.
”Kom, lítla systir!” søgdu hinar prinsessurnar, og við ørmunum um herðarnar á hvørji aðrari fóru tær á rað upp gjøgnum sjógvin beint framman fyri, har tær vistu, at slott prinsins lá.
Tað var laðað upp av einum ljósagulum glógvandi grótslagi, hevði stórar marmaratrappur, einar gingu heilt oman at sjónum. Prýðilig og gylt hválv hevjaðu seg høgt upp um takið, og millum súlurnar, sum stóðu kring um alla borgina, stóðu marmaramyndir, ið vóru eins og livandi. Gjøgnum tað klára glasið í teimum stóru vindeygunum sást inn í stórar, prýðiligar hallir við dýrmætum tjøldum bæði fyri vindeygum og á veggjum, og allir veggirnir vóru skrýddir við stórum, vøkrum myndum. Á! sum tað var vakurt at síggja. Miðskeiðis í teirri størstu høllini sprændi vatn høgt upp móti hválvinum í loftinum, og sólin skein á vatnið og planturnar í tí stóra brunninum.
Nú visti hon, hvar hann búði, og hagar vitjaði hon mangan bæði kvøld og nátt; hon svam nógv nærri landi, enn nøkur av hinum hevði hættað sær, ja, hon svam niðan gjøgnum eina tronga gryvju, sum gekk niðan undir hin prýðiliga marmaraútbygningin, skuggin av honum gekk langt út eftir vatninum í grøvini. Har sat hon og hugdi at hinum unga prinsinum, sum helt seg vera heilt einsamallan í tí fagra mánalýsinum.
Mangt kvøldið sá hon hann fara siglandi í prýðiliga báti sínum við føgrum tónleiki og veittrandi merkjum; um hon kagaði út millum hini grønu sevini, og vindurin slongdi hitt langa, silvurhvíta slørið so langt upp, at onkur sá tað, hildu tey tað bert vera ein svan, sum lætti veingirnar.
Manga náttina, tá útróðrarmenninir sótu úti á havi við stórum ljósum, hoyrdi hon teir tala so nógv gott um prinsin, at hon var hjartans glað, tí hon hevði bjargað honum, tá hann hálvdeyður rakst í havinum, og hon mintist, hvussu væl høvd hansara hevði ligið móti barmi hennara, og hvussu fast hon hevði kyst hann; men hann visti ikki petti um alt hetta, hann kundi ikki so mikið sum droyma um hana.
Betur og betur dámdi henni menniskjuni, oftari og oftari ynskti hon sær at vera teirra millum; teirra verð tyktist henni vera nógv størri enn hennara; tey kundu í skipum sínum flóta eftir havinum, tey kundu fara niðan á tey høgu fjøllini, høgt upp um øll skýggini, og land teirra við skógum og eingjum rukku nógv longri, enn hon eygndi. Tað var so mangt, hon ynskti at vita; men systrarnar dugdu ikki at greiða henni frá tí, og tí spurdi hon hina gomlu ommu sína, og hon dugdi væl at greiða henni frá tí hægru verðini, sum hon av røttum kallaði londini fyri oman havið.
”Um menniskjuni ikki sjólátast,” spurdi hin lítla havfrúin, ”kunnu tey so liva altíð, doyggja tey ikki, eins og vit her niðri á havsbotninum?”
”Jú,” segði hin gamla, ”tey mugu eisini doyggja, og æviskeið teirra er enn styttri enn okkara. Vit kunnu verða trý hundrað ára gomul, men so, tá vit ikki eru til longur, verða vit til hjóm á havinum, eiga ikki so mikið sum eina grøv millum okkara kæru. Vit eiga onga ódeyðiliga sál og fáa ongantíð lív aftur, vit eru eins og hitt grøna sevið, er tað eina ferð avkvett, gerst tað aldri grønt aftur! menniskjuni har afturímóti hava eina sál, ið altíð livir, livir sjálvt um likamið er vorðið mold; hon fer upp gjøgnum ta kláru luftina, upp til allar tær glitrandi stjørnurnar! eins og vit koma upp úr havinum at hyggja at menniskjaverðini, so koma tey til ókend yndislig støð, slík vit aldri fáa at síggja.”
”Hví fingu vit onga ódeyðiliga sál?” spurdi hin lítla havfrúin sorgtyngd, ”eg vildi givið øll tey hundrað árini, eg havi at liva í, fyri bert ein einans dag at vera menniskja og har aftur fyri fingið lut í teirri himmalsku verðini!”
”Slíkt mást tú ikki ganga og hugsa um!” segði hin gamla, ”vit liva nógv eydnuríkari enn menniskjuni har uppi!”
”Ja, ja, eg skal doyggja, flóta sum hjóm um havið, ikki hoyra tónleik bylgjunnar, ikki síggja tær yndisligu blómurnar og ta reyðu sólina! Kann eg als einki gera fyri at vinna mær eina ævinliga sál?”
”Nei,” segði hin gamla, ”einans er, um maður leggur slíkan alsk at tær, at tú verður honum meir enn faðir og móðir; tá øll hansara hugsan og allur hansara kærleiki er hjá tær, og hann letur prest leggja sína høgru hond í tína við lyfti um trúskap bæði her og um allar ævir, tá rennur sál hansara yvir í likam títt, og tú fært lut í eydnu menniskjunnar. Hann gav tær sál, men hevði tó sína eftir. Men tað hendir aldri! Tað vakrasta, tú hevur her í havinum, sporlið, halda tey vera so ræðuliga ljótt; men tey duga nú ikki betur á at skyna, tey mugu hava tveir óskøffiligar stuðlar, ið tey nevna bein, fyri at vera vøkur!”
Tá suffaði hin lítla havfrúin og hugdi sorgtyngd at sporli sínum.
”Latum okkum vera nøgd, sum er,” segði hin gamla, ”leika og leypa vilja vit í tey trý hundrað árini, vit hava at liva í, tað er ivaleysa long tíð, so mikið friðarligari kann ein hvíla seg í grøv síni. Í kvøld verður havgildi!”
Har var so uppskrýtt, at ein ongantíð sær slíkt her uppi á jørðini. Bróst og loft vóru av tjúkkum, men klárum glasi. Fleiri hundrað yvirvaksnar øðuskeljar, rósureyðar og grasgrønar stóðu á rað báðu megin ein bláan logandi eld, ið lýsti um alla høllina og skygdi út gjøgnum bróstini, so allur havsbotnurin uttanfyri var heilt ljósur; ein kundi síggja tann óteljandi hóp av stórum og smáum fiskum, ið svumu kring um glashøllina, á summum var skræðan eins og skarlak, og á øðrum glitraði hon eins og gull. - Miðskeiðis gjøgnum høllina rann ein stríð á, og á henni dansaðu havmenn og havfrýr, meðan tey kvóðu so fagurliga. Slíkt mál hevur einki menniskja her uppi á jørðini. Hin lítla havfrúin hevði nógv vakrast mál, og tey klappaðu fyri henni, og eina lítla stund kendi hon seg glaða um hjartað, tí hon visti, at hon hevði tað vakrasta málið av øllum, bæði á jørðini og í havinum. Men skjótt kom hon at hugsa um verðina uppi yvir sær, hon kundi ikki gloyma prinsin; og hennara størsta sorg var, at hon ikki átti ódeyðiliga sál eins og hann. Tí sníkti hon seg út úr slotti faðirsins, og meðan kæti og songur dundu í høllini, sat hon sorgtyngd í urtagarði sínum. Tá hoyrdi hon lúðrar gella gjøgnum havið, og hon hugsaði: nú siglir hann har uppi, hann, ið er mær meir enn faðir og móðir, hann, aldri fer mær úr huga, hann, ið eg leit lívseydnu mína upp í hendi. Hon vildi seta alt í váða fyri at vinna sær hann og eina ódeyðiliga sál. Meðan systrarnar dansa inni í slottinum, vil eg fara til havkellingina, ið eg altíð havi borið slíkan ótta fyri, tí hon kann veita mær ráð og hjálp!
Nú fór hin lítla havfrúin út úr urtagarði sínum og helt leiðina yvir móti einum ræðuligum streymsnúrli; hinu megin hann búði kellingin. Tann vegin hevði hon ongantíð gingið áður, har vuksu ongar blómur, einki sjógras, har var einans tann nakni grái sandbotnur, ið røkk líka yvir móti streymsnúrlinum, har sjógvurin leikaði sum ein mylnustokkur, og seyg alt, ið hann fekk fatur á, niður í dýpið við sær. Mitt ímillum allar hesar ræðuligu snúrlar noyddist hon at ganga fyri at koma inn í búpláss havkellingarinnar, og har var eitt langt strekki eingin onnur gøta enn eitt kókandi mórudýki, ið kellingin kallaði torvheiðar sínar. Longri inni stóðu hús hennara í einum løgnum skógi. Øll trø og allir runnar vóru undarligir skapningar, helvtin djór og helvtin planta, teir líktust ormum við hundrað høvdum, ið vuksu upp úr jørðini; allar greinarnar vóru langir slýggjutir armar, ið høvdu fingrar sum smidligir ormar, og teir liðaðust og ringdust líka úr rótini og í teir ytstu endarnar. Alt, sum teir í havinum náddu at, ringdu teir seg tvørturum og sleptu tí aldri aftur. Hin lítla havfrúin steðgaði ræðslusligin uttanfyri; hjartað bardist í henni av angist, og hon ivaðist í at venda aftur; men so mintist hon til prinsin og sá menniskjurnar, og tá fekk hon dirvið aftur. Hitt langa, flákrandi hárið vavdi hon fast um høvdið, so hesi undarligu skepilsini ikki skuldu faa í tað, so tók hon hendur í favn og spenti av stað tað dýrasta, hon orkaði, inn ímillum hesi ræðuligu skepilsini, ið toygdu sínar longu og smidligu armar og fingrar eftir henni. Hon sá, at hvør teirra hevði eitt ella annað, ið hann hevði tikið, fleiri hundrað smáir armar krøktu seg fast um tað eins og jarngjarðir. Menniskju, ið sjólátin vóru og sokkin líka har niður, kagaðu sum bleikar beinagrindir út millum hesar ræðuligu armarnar. Skipsstýri og kistur vóru har, beinagrindir av landdjórum, og eina lítla havfrú høvdu teir fingið og kvalt, tað var tað ræðuligasta hjá henni at síggja.
Nú kom hon til eitt stórt slýggjut pláss í skógnum, har stórir og feitir sjógvormar ringdust og veltu sær, so hin ljósaguli, ljóti búkur teirra sást. Miðskeiðis á hesum plássi stóðu eini hús, ið bygd vóru av sjólátnum mannabeinum, har sat havkellingin og læt ein skrubbtussa eta úr munni sínum, eins og menniskju plaga at lata kanariufuglar eta sukur. Hesar fúlu og feitu sjógvormarnar kallaði hon høsnarungar sínar, og hon læt teir bólta sær uppi á kvapnu bróstum sínum.
”Eg veit væl, hvat tú vilt!” segði havkellingin, ”tað er býttliga gjørt av tær; men tú skalt fáa vilja tín, tó hann vil koma tær í vanlukku, mín fína prinsessa. Tú vilt ógvuliga fegin sleppa frá sporli tínum og afturfyri fáa tveir stuðlar at ganga á eins og menniskjuni, so hin ungi prinsurin kann leggja ást saman við tær, so tú kanst fáa hann og eina ódeyðiliga sál!” Og so brast hon í ein so ræðuliga ljótan skellilátur, at skrubbtussin og sjógvormarnir duttu niður á jørðina og ringdust har. ”Tú kemur í góðum tíma,” segði kellingin, ”í morgin eftir sólarris kann eg ikki hjálpa tær fyrr enn at ári. Eg skal blanda tær ein drekkamunn, og áðrenn sólarris skalt tú svimja á land við honum og seta teg í fjøruna og drekka hann, so klovnar sporlið og snerkist saman til tað, ið menniskjuni kalla frálíka fitt bein, men ilt fært tú, tað er, eins og tað hvassasta svørð smýgur ígjøgnum teg. Øll, ið síggja teg, fara at siga, at tú ert tað yndisligasta mannabarn, tey hava sæð, tú sleppur at hava hitt sveimandi gongulagið, eingin dansikona hevur so vakurt gongulag; men hvørt stig, tú stígur, verður eins og tú steigst á hvassar knívar, og blóðið fleyt. Vilt tú tola alt hetta, so skal eg hjálpa tær?”
”Ja,” segði hin lítla havfrúin og pipraðist á málinum, hon hugsaði um prinsin og um at vinna sær ódeyðiliga sál.
”Men minst til,” segði kellingin, ”hevur tú einaferð fingið mannalíki, so verður tú aldri havfrú aftur! tú sleppur ongantíð niður aftur í sjógvin til systrar tínar og til slott faðirs tíns, og vinnur tú ikki kærleika prinsins, so hann elskar teg so, at hann gloymir bæði faðir og móður, og allur hugur hansara er hjá tær, og hann letur prest leggja hendur tykkara saman, so tit verða maður og kona, annars fært tú ikki ódeyðiliga sál! Morgunin eftir, at hann giftir seg við eini aðrari, brestur hjarta títt, og tú verður til hjóm á havinum.”
”Eg vil tað!” segði hin lítla havfrúin, bleik sum lík.
”Men mær mást tú eisini gjalda!” segði kellingin, ”og tað er ikki smávegis, eg krevji. Tú hevur tað alravakrasta málið her á havsbotninum, við tí ætlar tú kanska at ala hann at tær, nei, málið mást tú geva mær. Tað dýrasta tú eigur, vil eg hava fyri henda virðismikla drekkamunn, tí mítt egna blóð má eg koyra útí, so hann kann verða hvassur eins og tvíeggjað svørð!”
”Men tá tú tekur mál mítt,” segði hin lítla havfrúin, ”hvat havi eg so eftir?”
”Títt yndisliga skapilsi,” segði kellingin, ”títt sveimandi gongulag og tíni talandi eygu, við teimum kanst tú ivaleyst dára eitt mannahjarta. Nú, hevur tú mist mótið! rætt tungu tína út, so kubbi eg hana av, og eg fái hana sum gjald, og tú fært hin máttmikla drekkamunnin.”
”So verði!” segði hin lítla havfrúin, og kellingin setti ketilin útá at kóka gandadrekka. ”Reinsemi er ein dygd!” segði kellingin, hon skúraði ketilin við einum sjógvormi, sum hon gjørdi knút á; so skar hon eina fliku í bróstið á sær sjálvari og læt so svarta blóð sítt dryppa niður í ketilin; guvan stóð upp úr honum, og hon sýndist sum teir merkiligastu skapningar, ið øðiligir vóru á at líta. Hvørja løtu koyrdi kellingin eitt ella annað í ketilin, og tá hann rættiliga kom upp á kók, ljóðaði tað, eins og tá krokudilla grætur. At enda var drekkað liðugt, og var tað tá sum tað reinasta vatn.
”Her hevur tú tað!” segði kellingin og kvetti tunguna úr hini lítlu havfrúnni, ið nú gjørdist tigandi, kundi hvørki syngja ella tala.
”Um so verður, at hasi undarligu skepilsini taka teg, tá tú fert aftur gjøgnum skógin mín,” segði kellingin, ”so slett bert ein einans dropa av drykkinum á tey, so smyldrast bæði armar og fingrar teirra í túsund molar!” Men henni nýttist ikki at gera nakað, tí hesi skepilsini krupu ræðslusligin undan henni, tá tey sóu henda skyggjandi drykkin, ið skein í hond hennara eins og ein glógvandi stjørna. Soleiðis slapp hon brátt gjøgnum skógin, mórudýkið og hinar ræðuligu streymsnúrlarnar.
Hon sá slot faðirs síns; ljósini vóru øll sløkt í teirri stóru dansihøllini, ivaleyst vóru øll sovnað; men nú tordi hon ikki at fara til teirra; nú hon einki kundi siga, vildi hon fara frá teimum með alla. Tað var eins og hjarta hennara skuldi sprongst av sorg og harmi. Hon sníkti seg inn í urtagarðin, tók einans blómu úr hvørjum blómuteigi hjá systrunum, slongdi so við fingrum sínum túsund kossar móti slottinum og fór so upp gjøgnum hitt dimmbláa havið.
Enn var sólin ikki reist, tá hon sá slott prinsins, og hon setti seg á ta prýðiligu marmaratrappuna. Tað var frálíkt mánalýsi. Hin lítla havfrúin drakk nú hin ræðuliga sterka drykkin, og tað var, eins og eitt tvíeggjað svørð hevði farið ígjøgnum hana, hon steinsvímaði og var sum eitt deytt. Tá sólin reis, vaknaði hon og kendi sær eina so ræðuliga svíðandi ilsku; men hin ungi, prúði prinsurin stóð uppi yvir henni og hugdi inn í andlit hennara við sínum kolsvørtu eygum, so hon mátti sláa síni niður og rakti nú við, at sporlið var horvið, og at hon í staðin hevði fingið tey yndisligastu smáu, hvítu bein, ein ung genta kann ynskja sær; men hon var spilnakin, og tí ballaði hon seg inn í sítt síða og tjúkka hár. Prinsurin spurdi, hvør hon var, og hvussu hon hagar var komin, og hon hugdi upp á hann við sínum mildu og tó sorgarfullu dimmbláu eygum, tí talað fekk hon ikki. Tá tók hann í hond hennara og leiddi hana inn í slottið.
Tað var, eins og kellingin hevði sagt henni, hvørt stig, hon steig til, var, eins og hon hevði stigið á spískar sýlir og hárhvassar knívar; men hon læt sum einki; tá prinsurin leiddi hana, var hon so løtt sum ein bløðra á havinum, og bæði hann og øll hini undraðust á hennara yndisliga sveimandi gongulag.
Hon var klædd í dýrmett klæði av silki og musselin, hon var alravakrast á øllum slottinum, men tigandi, kundi hvørki tala ella syngja. Fagrar trælkvinnur, skrýddar í silki og gulli, trinu fram fyri prinsin og foreldur hansara, ein teirra sang vakrari enn allar hinar, og prinsurin klappaði í lógvar og brosaði móti henni; tá gjørdist hin lítla havfrúin illa hýrd, hon visti, at hon sjálv hevði einaferð sungið so nógv vakrari! hon hugsaði við sær: ”Á, hann skuldi bara vitað, at eg fyri at sleppa at vera hjá honum havi latið mál mítt burtur í alla ævi!”
Nú dansaðu trælkvinnurnar ein yndisligan sveimandi dans, og har ljóðaði tann frálíkasti tónleikur, tá hevjaði hin lítla havfrúin sínar vøkru, hvítu armar, toygdi seg upp á tá og sveimaði eftir gólvinum, dansaði soleiðis sum einans hon kundi dansa; við hvørt kast, hon gjørdi, kom hennara yndisliga skapilsi betur og betur til sjóndar, og hennara eygu talaðu nógv djúpari til hjartað enn songur trælkvinnunnar.
Øll vóru hugtikin, serliga prinsurin, ið kallaði hana lítlu fosturdóttur sína, og hon dansaði longur og longur, enntó at hvørja ferð føtur hennara nurtu við gólvið, var tað, eins og hon steig á hvassar knívar. Prinsurin segði, at hon skuldi altíð sleppa at vera hjá honum og sleppa at sova uttan fyri kamarshurð hansara á einum fløjalskodda.
Hann læt gera henni mannfólkaklæði, so hon kundi fylgjast við honum á hestbaki. Tey riðu gjøgnum angandi skógir, har tær grønu greinarnar slongdust um akslar hennara, og smáfuglarnir sungu millum tey grønu bløðini. Prinsurin og hon kluvu upp á teir hægstu fjallatindarnar, og tó at hon skurslaði seg so, at teir smáu føturnir bløddu, so øll sóu, læði hon kortini og fór við honum so langt niðan, at tey sóu skýggini reka undir sær eins og fuglaflokkar, ið fluttu til fremmand lond.
Um náttina heima á slotti prinsins, meðan øll svóvu, fór hon oman gjøgnum tær breiðu marmaratrappurnar, og tað var so svalligt fyri hennara brennandi heitu og sáru iljar at standa við fótunum niðri í tí kalda sjónum, og tá hugsaði hon um tey har niðri á botninum.
Eina náttina komu systrar hennara leiðandi, tær sungu so syrgiliga, meðan tær svumu eftir havinum; hon veittraði til teirra, og tær kendu hana og søgdu henni, hvussu illa hýrdar hon hevði gjørt tær og tey øll. Hvørja nátt eftir hesa vitjaðu tær hana, og eina náttina sá hon ommu sína langt, langt úti, hon hevði í mong Harrans ár ikki verið fyri oman sjóvarmálan, og eisini havkongin sá hon, við krúnu á høvdinum; men tey hættaðu sær ikki so nær sum systrarnar.
Dag undan degi gjørdist hon prinsinum kærari og kærari, hann var góður við hana, á sama hátt og ein er góður við eitt skikkiligt og gott barn, men at kjósa sær hana til drotning sína, kom honum ikki til hugs, og kona hansara mátti hon gerast, annars fekk hon ikki ódeyðiliga sál, men varð til hjóm á havinum brúdleypsmorgun hansara.
”Jú, tú ert mær kærast,” segði prinsurin, ”tí tú ert hjartagóðast av teimum øllum, og tú ert best við meg, og tú líkist eini ungari gentu, ið eg einaferð havi sæð; men sum eg neyvan hitti aftur. Eg var um borð í einum skipi, ið gekk burtur, eg rak á land undir einum templi, har vóru fleiri ungar gentur í tænastu, tað var tann yngsta av teimum, ið fann meg í fjøruni og bjargaði mær, eg sá hana einans tvær ferðir; hon er tann einasta, eg kundi elska í hesari verð; men tú líkist henni, tað er tætt við, at tú troðkar mynd hennara burtur úr sál míni; hon hoyrdi til hitt heilaga templið, og tí hevur eydnan verið mær blíð og sent mær teg í staðin, aldri vilja vit skiljast!” - ”Á, hann veit ikki, at tað var eg, ið bjargaði honum!” hugsaði hin lítla havfrúin, ”eg helt honum uppi og flutti hann til skógin, har templið stendur, eg sat aftur undir skininum og hugdi eftir, um nakað menniskja mundi fara at koma. Eg sá hina vøkru gentuna, ið hann er betri við enn meg!” og havfrúin suffaði so tungan, grátið fekk hon jú ikki. ”Gentan hoyrdi templinum til, segði hann, hon sleppur ongantíð út í verðina, tey hittast aldri aftur, eg eri hjá honum, síggi hann hvønn dag, eg skal varðveita hann, elska hann, eg vil halga honum heila lív mítt!”
Men nú segðist, at prinsurin skuldi giftast við hini undirføgru dóttur grannakongsins, og tí var tað, at hann útgjørdi so prýðiligt skip. Prinsurin fer at síggja seg um í landi grannakongsins, ljóðaði; men tað mundi vera fyri at njósnast um dóttur grannakongsins, fylgisflokkur hansara var stórur; men hin lítla havfrúin risti við høvdinum og læði; hon kendi hugsan prinsins betur enn øll hini. ”Eg má fara,” hevði hann sagt við hana, ”eg má fara at síggja ta vøkru prinsessuna, foreldur míni krevja tað av mær, men noyða meg til at kjósa mær hana til brúður vilja tey ikki! eg kann ikki elska hana! hon líkist ikki hini føgru gentuni í templinum, ið tær líkist, skal eg kjósa mær brúður, man luturin helst fara at falla á teg, mítt tigandi fosturbarn við teim talandi eygunum!” og hann kysti hennara reyðu varrar, og hann spældi við hennara síða hár og legði høvur sítt til hjarta hennara, so tað droymdi um mannaeydnu og eina ódeyðiliga sál.
”Tú ert ikki rædd á sjónum, tigandi barn mítt!” segði hann, tá tey vóru komin um borð í tað prýðiliga skipið, ið flyta tey skuldi til land grannakongsins; og hann segði henni frá ódnarstormunum og silvetni, frá sjaldsomum fiskum, ið livdu niðri í dýpinum, og hvat kavararnir høvdu sæð har niðri, hon smírdist at søgum hans, eingin visti betur enn hon, hvussu vorðið var á havsbotninum.
Í mánalýsinum um náttina, meðan øll uttan stýrismaðurin, sum stóð til róðurs, svóvu, stóð hon tætt úti við borðsstokkin og stardi niður í tann klára sjógvin, og henni tyktist, at hon sá slott faðirs síns, ovast sat gamla omma hennara við silvurkrúnu á høvdinum og stardi upp ígjøgnum tann stríða streymin undir skipinum. Tá komu systrar hennara upp á vatn, tær stardu sorgarbitnar at henni og vundu hvítu hendur sínar, hon veittraði til teirra, smírdist og ætlaði at siga teimum, at alt gekst væl hjá henni; men tá kom skipsdrongurin til hennara, og systrarnar máttu fara undir, so hann visti ikki betur enn, at tað hvíta, hann hevði sæð, var skúm á havinum.
Næsta morgun legði skipið at í havnini við høvuðsborg grannakongsins. Allar kirkjuklokkurnar ringdu, og í tí hægsta torninum blástu teir í lúðrar, meðan soldátarnir stóðu við veittrandi merkjum og skyggjandi spjótum. Hvønn dag var gildi. Dansur og samverur trutu ikki; men einki sást til prinsessuna enn, hon var í fostur í einum heilagum templi langt burtur, segðist, har lærdi hon allar kongligar dygdir. At enda kom hon.
Hin lítla havfrúin stóð so trá og hugdi eftir vakurleika hennara, og hon mátti sanna, at yndisligari skapilsi hevði hon ikki sæð. Hold hennara var fínt og nossligt, og aftur undir teim longu eygnuhárunum brosaðu tvey dimmblá, trúføst eygu!
”Tað var tú!” segði prinsurin, ”tú, ið bjargaði mær, tá eg lá sum eitt lík í fjøruni!” og hann fevndi brúður síni, ið rodnaði av smædni. ”Á, eg eri nógv ov eydnuríkur!” segði hann við hina lítlu havfrúnna. ”Tað besta, tað, sum eg ikki vágaði mær at hopa, er fallið mær í lut. Ivaleyst frøist tú í eydnu míni, tí eingin av teimum er so góð við meg sum tú!” Og hin lítla havfrúin kysti hond hansara, og henni tóktist, at hjarta hennara brast. Brúdleypsmorgun hansara gav henni einki uttan deyðan og gjørdi hana til hjóm á havinum.
Allar kirkjuklokkurnar ringdu, boðberarar riðu gjøgnum gøturnar og kunngjørdu hesa trúlovan. Á øllum altarum brendi vælrúkandi olja í dýrmettum silvurlampum. Prestarnir sveiggjaðu roykilsiskørini, og brúður og brúðgómur rættu hvørjum øðrum hondina og fingu signing bispsins. Hin lítla havfrúin skrýdd í silki og gulli bar stakkavel brúðarinnar; men oyru hennara hoyrdu ikki tann fagra tónleikin, og eygu hennara sóu ikki dýrdina og vakurleikan kring um hana, hon hugsaði einans um deyðastund sína, og alt tað, sum hon hevði mist í hesi verð.
Longu sama kvøldið fóru brúður og brúðgómur um borð í skipið, kanónirnar dundu, og øll merki veittraðu, og miðskeiðis á skipinum varð tjald reist av gulli og purpuri, og har varð settur beður, sum brúðarparið skuldi sova á hesa stillu og svalligu nátt.
Seglini stóðu full, og skipið skreið so lættan eftir tí stilla klára sjónum.
Tá tað tók at myrkja, tendraðust ymist litaðar lampur, og skipsmenninir tróðu lættliga dans á dekkinum. Hin lítla havfrúin mátti hugsa um fyrstu ferð, hon var fyri oman sjóvarmálan og sá somu dýrd og frøi, og hon steig upp í dansin, sveimandi eins og svala, ið elt verður, og øll róptu og undraðust á dans hennara, aldri hevði hon dansað so yndisliga fyrr; tað var eins og hvassir knívar undir iljum hennara; men hon føldi tað ikki; tað skar hana so nógv svárari í hjartað. Hon visti, at hetta var síðsta kvøldið, hon sá hann, sum hon hevði ofrað alt, forlátið skyldfólk og heim, givið burtur yndisliga mál og dagliga tolað tær ræðuligastu pínslur, og alt hetta hevði hann ikki vitað petti um. Hetta var síðsta náttin, hon andaði ta somu luftina sum hann, sá tað djúpa, reina havið og tann stjørnuglógvandi himmalin, ein ævinlig nátt við ongum tanka og ongum dreymi bíðaði eftir henni, ið onga sál átti og ei heldur kundi fáa eina slíka. Og alt var gleði og kæti um borð á skipinum til langt um midnátt, hon læði og dansaði við deyðatankanum í hjartanum. Prinsurin kysti yndisliga brúður sína, og hon spældi við svarta hár hans, og leiðandi fóru tey inn í hitt prýðiliga tjaldið at leggja seg.
So var kvirt á skipinum, einans stýrismaðurin stóð til róðurs, hin lítla havfrúin legði hvítu armar sínar út á borðstokkin og leit móti eystri eftir morgunglæmuni, hon visti, at teir fyrstu sólargeislarnir vildu drepa hana. Tá sá hon systrar sínar koma upp úr havinum, tær vóru bleikar eins og hon; hár teirra flákraði ikki longur í lotinum, tað var avklipt.
”Vit hava givið kellingini tað, so hon skuldi hjálpa okkum, at tú ikki skuldi doyggja í nátt! Hon gav okkum ein knív, her er hann; sært tú ikki, hvussu hvassur hann er? Áðrenn sól rísur, mást tú stinga hann í hjarta prinsins, og tá heita blóð hansara slettist upp á føtur tínar, grógva teir saman aftur til sporl, og tú verður havfrú aftur og sleppur niður aftur í sjógvin til okkara og kanst liva tíni trý hundrað ár, áðrenn tú verður tað deyða, salta hjómið. Skunda tær! hann ella tú mást lata lív, áðrenn sólin rísur! gamla omma okkara hevur syrgt so, at hon hevur mist sítt hvíta hár, eins og vit hava lagt okkara undir saks kellingarinnar. Drep prinsin og kom aftur til okkara! Skunda tær, sært tú ikki hasa reyðu rípuna á luftini? Um eina løtu rísur sólin, og so mást tú doyggja!” Og tær suffaðu so undarliga tungan og smoygdu sær undir aftur.
Hin lítla havfrúin dró purpurklæðið burtur frá tjaldaskøruni, og hon sá ta yndisligu brúðrina liggja og sova við høvdi sínum at barmi prinsins, og hon bukkaði seg niður og kysti hann á vakra enni hansara, hugdi so upp á himmalin, har alt meir og meir roðaði fyri sól, hugdi so at tí hvassa knívinum og festi so eyguni aftur á prinsin, sum í dreymi nevndi brúður sína við navni, einans hon var í tokka hans, og knívurin pipraðist í hond hennara, - men hon blakaði hann langt yvir á sjógv, og tað skygdi reytt, har sum hann kom niður, tað var, eins og blóð roðaði sjógvin. Enn eina ferð hugdi hon at prinsinum við hálvbrostnum eygum, so stoytti hon sær í havið, og hon kendi, hvussu likam sítt gjørdist til hjóm.
Nú reis sólin, sólargeislarnir hitaðu so milt tað deyða kalda hjómið, og hin lítla havfrúin føldi einki til deyðans, hon sá ta blonku sólina, og oman fyri hana sveimaðu hundrað klárir, yndisligir skapningar; hon sá tey hvítu skipsseglini gjøgnum teir og eisini tey reyðu skýggini á himmalinum, røddir teirra vóru eins og yndislig løg, men so andakent, at einki mannaoyra kundi hoyra nakað, og einki mannaeyga sá nakað; á ongum veingjum sveimaðu teir gjøgnum luftina, so lættir vóru teir. Hin lítla havfrúin sá, at likam sítt var eins og teirra, tað hevjaði seg longri og longri upp úr hjóminum.
”Hvønn komi eg til?” segði hon, og mál hennara ljóðaði eins og málið á hesum skapningunum; so andakent, at eingin tónleikur her á jørðini kann líknast tí.
”Til døtur loftsins!” svaraðu hinar. ”Havfrúin hevur onga ódeyðiliga sál, og kann heldur ikki fáa hana, uttan so er, at hon vinnur kærleika mansins! í fremmanda valdi stendur ævinlig tilvera hennara. Døtur loftsins hava heldur ikki ævinliga sál; men tær kunnu skapa sær eina sjálvar við at gera góðar gerningar. Vit flúgva til tey heitu londini, har sum tann tunga, heita pestluftin drepur menniskjuni; har leiftra vit, so tað verður svalligt. Vit spjaða blómuanga í luftina og veita lætta og heilsubót. Tá ið vit í trý hundrað ár hava kýtt okkum at gera alt tað góða, vit kunna, so fáa vit eina ódeyðiliga sál og fáa lut í hini ævinligu eydnu menniskjunnar. Tú neyðars, lítla havfrú hevur av øllum alvi og hjarta roynt tað sama sum vit, tú hevur liðið ilt og tolt, hevur nú hevjað teg til ríki loftsandanna, og nú kanst tú sjálv við at gera góðar gerðir skapa tær eina ódeyðiliga sál um trý hundrað ár.”
Og hin lítla havfrúin lyfti kláru armar sínar upp móti sól Guds, og fyrstu ferð á ævini kendi hon sær tár í eygum. - Um borð á skipinum var alt kvirt, hon sá prinsin og vøkru brúður hans leita eftir henni, sorgarfull stardu tey niður í hjómið, eins og tey vistu, at hon hevði kastað sær í havið. Ósjónlig kysti hon brúðrina á ennið, brosaði til hansara og fór so við hinum børnum loftsins upp í tað rósureyða skýggið, ið feyk gjøgnum luftina.
”Um trý hundrað ár sveima vit soleiðis inn í ríki Guds!”
”Vit kunna eisini sleppa fyrr hagar!” teskaði ein. ”Ósjónligar sveima vit inn í hús menniskjanna, har sum børn eru, og fyri hvønn dag vit finna eitt gott barn, sum er foreldrum sínum til gleði og er vert kærleika teirra, so styttir Gud royndartíð okkara. Barnið veit ikki av, tá vit flúgva gjøgnum stovuna, og tá vit av gleði brosa at tí, verður eitt ár tikið burtur av teim trý hundrað, men síggja vit so eitt ringt og ilt barn, tá mugu vit fella sorgartár, og hvørt tárið leggur ein dag afturat royndartíð okkara!”
Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Den lille Havfrue”, ”Eventyr, fortalte for børn. Første samling. Tredie hefte”, 1837.
Poul Olsen (1896-1933) týddi. ”Sáttmálin mikli II”, Oddmar á Steig savnaði. Føroya Lærarafelag 1969.