Skip to main content

6. RISIN OG DRONGURIN

 

Uppskrift av Syðradali í Kalsoy

Ein drongur var hjá einum risa at vera. Tveireinir vóru teir i húsi. Ein dagin skuldu teir fara burt á skógvin til at høgga brennivið.

Tá ið teir hildu vera nóg mikið at bera, tóku báðir at fatla saman hvør sína byrði. Í sama bili risin fór undir, legði hin byrði sína upp á risans og setti seg sjálvan omaná.

Tá ið teir høvdu gingið nakað, spurdi risin, um tað var ikki tungt hjá honum. Nei, hann føldi ikki til tað.

”Fjør mítt, nú hugsi eg, at eg fari at hvíla,” sigur risin.

Drongurin heldur tað vera skomm fyri hann at hvíla, tá ið hann sjálvur ikki kennir møði.

Til endan koma teir at húsum. Risin setur av sær, kyndir upp eldin og heingir kjøtpottin uppyvir. Illa gongur til: hann fær ikki eldin at loga, tekur at blása og blæsur so, at drongurin fýkur upp í tróðrið. Risin vendir sær á, hyggur upp og sær drongin í tróðrinum:

”Fjør mítt! hvat gert tú har?”

”Eg leiti eftir brenniviði.”

”Umhugsið, umhugsið, fjør mítt!” sigur risin.

Nú fer potturin at kóka, og risin sigur við drongin, sum niður aftur er kropin úr tróðrinum, at teir skulu fara at kappsleikja fløtið.

”Fjør mítt, eg skal sleikja, har sum kókar, og tú hinumegin.”

Tá ið kókað er, og báðir hava slokt, leggur risin uppúr. Nú skulu teir kappeta, heldur drongurin og bindur ein posa undir øsið á sær.

Teir setast at eta, og ikki er eiti av gloypum, ið risin tekur, men drongurin koyrir mestur hvønn bita í posan. Risin spyr, um hann er ikki mettur enn. Nei, sigur drongurin.

”Fjør mítt, nú tykist eg at hava nóg mikið.”

Risin leggur frá sær, men drongurin heldur á at eta. Umsíðir gevur hann uppat:

”Nú rúmast ikki meira í mær; nú fari eg at kryvja meg.”

Drongurin kryvur posan, og allir kjøtbitarnir rapa niður á gólvið. Risin tykist at vera ovbyrjaður og biður hin kryvja seg við. Hann so ger, setur knívin á risans búk og kryvur hann.

Risin doyði, og drongurin tók so alt gullið, í hellinum var, heim aftur við sær.

Frásøgn: Erika K. Johannessen, Syðradali, Kalsoy

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

6 AT 1052, AT 1088