Skip to main content

Hermaðurin og deyðin

essay write service do my philosophy paperEinaferðina er tað ein hermaður, sum hevur tænt Gudi og keisaranum í fimmogtjúgu ár. Nú hevði hann sett sær fyri at fara heim. Avstaðfaringardagin fær hann í løn og til ferðakost tríggjar turrar breyðflísar.

Ája, hann sigur starvsbrøðrum sínum, sum hann hevur verið so leingi saman við, farvæl og geipar av, hvussu hann nú verður heiðraður, tá ið hann kemur aftur í heimbygdina, fyri øll tey brøgd, hann hevur gjørt í hernaði.

So fer hann av stað. Í fyrstani syngur hann, meðan hann gongur; men tá ið hann kemur burtur úr fólkaeygum, fer hann at hugsa meira um sína støðu og sigur við seg sjálvan: ”Øll hesi árini, eg havi tænt keisaranum, havi eg havt góð klæði upp á kroppin og mettur; men nú er ikki betur vorðið, enn at eg kann verða bæði kaldur og svangur. Í løtuni havi eg jú ikki annað enn hesar tríggjar breyðflísarnar.”

Í tí sama kemur hann til ein gamlan mann, sum stendur við vegin og biður geva sær eitt oyra í Guds navn.

Hermaðurin eigur einki oyra at geva, tekur tí eina av breyðflísunum og rættir tí gamla manninum.

Hann fer so aftur til gongu. Um eina løtu nú kemur hann aftur til ein gamlan mann, sum stendur við vegin og biður geva sær eitt oyra í Guds navn. Hermaðurin gevur honum aðru breyðflísina. Eitt sindur eftirsíður, nú hann kemur um eitt vegskák, stendur triði biddarin har, gamal, hvíthærdur, skelvur á beinunum og biður geva sær okkurt lítið í Guds navn.

Hermaðurin hugsar við sær - Gevi eg honum nú mín síðsta bita, verður einki eftir til mín. Hann gevur honum so hálva flísina. Men so kemur hann at hugsa um, at hittir hesin gamli maðurin nú hinar biddararnar og fær at vita, at teir hava fingið eina heila flís, fer hesin at kenna seg órættaðan og verður firtin, so hansara vælsignilsi einki gott ger mær. Tí tekur hann síðsta breyðbitan og gevur honum hann við.

Onkursvegna lívbjargi eg mær kortini, hugsar hann við sær og fer víðari fram á vegin.

Men tann gamli maðurin rættir hondina út og støðgar honum aftur: ”Bróðir,” sigur hann, ”er tað ikki okkurt, tú kundi ynskt tær?”

”Harrin vælsigni tygum,” sigur hermaðurin og hyggur at hesum klodduta vesalavættinum, ”eg ynskja nakað frá tygum, sum er so fátækur sjálvur.”

”Hugsa einki um mína fátækt,” sigur tann gamli biddarin, ”sig mær bara, hvat tú fegin vil hava, og eg man vera førur at samsýna tær fyri títt góða hjartalag.”

”Eg ynski í grundini einki,” sigur hermaðurin, ”men skuldu tygum havt eini spælikort hjá tygum, hevði eg verið fegin fyri at fingið tey til áminning um tygum og til stuttleika á míni longu leið.”

Gamli maðurin tekur hondina inn á bringuna og kemur við einum kortum, gevur honum tey: ”Tú skal eiga tey, og tú skal altíð vinna, tá ið tú spælir við teimum. Her havi eg eisini ein posa til tín. Um tú sær okkurt, tú vil hava, lat so bara posan upp og sig við dýrini, fuglarnar ella eitthvørt annað: Far í posan! So fer tað, og tú kann lata hann aftur og gera við hann, hvat tú vil.”

Hermaðurin takkar hesum gamla fyri gávurnar, stingur kortini í barmin, tekur posan á bakið og fer aftur til gongu, trívur í eina vísu og er væl hýrdur. Hann gongur nú, til hann kemur til eitt vatn. Har leggur hann seg niður og drekkur seg ótystan, festir sær í pípuna, situr so og hvílir. Nú sær hann tríggjar villgæs úti á vatninum langt burtur.

Hugsar hann við sær, ”tann sum hevði átt tær,” og honum kemur í hug posan, sum tann gamli maðurin gav honum, stuttligt at roynt, um hann dugdi nakað! Jú, hann letur hann upp og rópar av øllum alvi: ”Tit villgæs, komið í posa mín!” Hann hevur ikki meir enn sagt tað, nú koma villgæsnar tuskandi og beint í posan, hvør leggur aðra eftir. So letur hann posan aftur, tekur hann á bakið og fer aftur til gongu.

Nú kemur hann í ein bý, hyggur seg um eftir besta gistingarhúsinum, sum er, og fer inn, sigur við vertin: ”Gott á teg, steik mær eina av hesum villgásunum og gev mær eina fløsku av brennivíni fyri ta næstu, triðju gásina skal tú eiga fyri ómakin.”

Hetta vil verturin fegin, og hermaðurin verður settur við eitt borð, fløskan av besta brennivíni og tann nýsteikta gásin verða settar fyri hann. Tá ið gásin er etin, og fløskan drukkin, stingur hann sær upp í aftur pípuna og hellir seg afturá - hyggur út gjøgnum vindeygað, hvat ið er at síggja, tí hann hevði ikki verið her í býnum áður.

Og nú sær hann hinumegin gøtuna eitt stórt og ógviliga vakurt hús við listarligum prýði bæði uppi og niðri; men í hesum fína húsi var ikki ein heilur rútur, alt var sundursorlað. Hermaðurin spyr nú vertin, hvussu hetta ber til, at eitt so fínt hús er so illa umgingið.

”Jú,” sigur verturin, ”hatta húsið er bæði stórt og gott, sjálvur keisarin hevur latið tað byggja; men har spøkir so illa, at eingin kann búgva í tí.”

“Spøkir so illa?” tekur hermaðurin uppaftur.

”Ja, hvørja nátt tysa spøkilsi saman til kortspæl og beistalevnað, so har er ikki verandi hjá hampafólki.”

”Og er tað eingin, sum jagstrar alt tað harkaliðið út haðani?” spyr hermaðurin.

”Nei, tað man vera lættari sagt enn gjørt,” heldur vertin.

Hermaðurin sigur nú farvæl og takkar fyri seg, fer beint til keisaran, kemur inn, har hann býr, og heilsar hermansliga:

”Harra keisari,” sigur hann, ”eg eri komin at biðja um loyvi til at vera eina nátt í spøkilsishúsinum.”

”Væl verði tær,” sigur keisarin, ”tú man ikki vita, hvat tú biður um. Mangur maður er farin inn har mótaður og stórorðaður, men eingin er komin livandi út aftur.”

”Tað man ikki bila,” svarar hermaðurin, ”vatn vil ikki drukna ein raskan hermann, og eldur ikki brenna hann; eg havi tænt Gudi og keisaranum í fimmogtjúgu ár og eri ikki deyður, ein einasta nátt í spøkilsishúsinum ger ikki enda á mær.”

Keisarin svarar: ”Men eg sigi tær, at ein maður fer livandi inn har um kvøldið, og um morgunin hava tænararnir leitað allastaðni, hava sópað gólvið og ikki funnið eitt dust av honum.”

”Hóast tað vil eg fegin fara inn hagar, um keisarin gevur mær loyvi,” sigur hermaðurin.

”Ja, ja, far so meðni, og Jesus verði hjá tær,” sigur keisarin. ”Verð so har í nátt, síðani tú hevur sett tær hetta í høvdið.”

Hermaðurin kemur nú til spøkilsishúsið, trívur í eina vísu og fer inn, sangurin klingar í hesum tóma rúminum; men annað varnast hann einki. Ája, hann leitar seg fram til størsta salin, leggur posan í ein krók, heingir svørðið á ein nagla og setur seg við borðið, tekur pípuna og fer at roykja, til reiðar at taka tað, sum koma má.

Rætt sum klokkan slær tólv, verður sovorðið óljóð, hornblástur, spælan á streingjatól, dansur og trumman, og spøkilsini tysa inn, fylla rúmið og tykjast kenna seg heima her, rætt sum tey áttu húsið, tey skotrast og geyla, so tað hoyrist ikki mannamál.

Summi troka seg fram til borðið og siga: ”Hoyr, tú hermaður, hví situr tú bara har so trútin, kom heldur og spæl kort við okkum.”

”Ja,” sigur hermaðurin, ”um tit vilja spæla við mínum kortum.”

”Ája,” siga spøkilsini, ”gev tú bara.” Og tey trokast um at sleppa framat at spæla.

Tey spæla fyrsta spælið. Hermaðurin vinnur. Tey spæla annað, hann vinnur aftur. Tað triðja gongur í sama navn, og so hvørt undan øðrum, hann vinnur tey øll somul. Nú verða spøkilsini meira tigandi, kýta seg, men tað ger tað sama, hermaðurin vinnur við sama lag, og tað er ikki leingi, so nú hava tey tapt hvørt oyra og hava einki eftir at spæla við.

Tey biðja hermannin bíða sær: ”Vit eiga trýss skeppur av silvuri og fjøruti skeppur av gulli eftir enn, men vit mugu fáa tíð at heinta tað.”

”Ja, lat meg síggja silvurið fyrst,” sigur hermaðurin og stingur allar pengarnar, hann hevur vunnið, upp á seg.

Hetta halda tey vera rímiligt og senda eitt spøkilsi eftir silvurinum. Trýss ferðir fór hetta út úr salinum, og trýss ferðir kom hetta aftur skinklandi við einari skeppu av silvuri á bakinum.

Hermaðurin gav, og tey aftur at spæla - av grimd. Men tað gekk sum áður. Spøkilsini royndu at falsa, men líka lítið hjálpti tað; tey taptu hvørt spæl, og skjótt var silvurið uppi, hermaðurin hevði vunnið alt, sum var.

”Far eftir gullinum!” rínur nú elsta spøkilsið, ovursint.

”Ja, abbi, ja, abbi!” svarar eitt aftur í flokkinum. Fjøruti ferðir fer hetta út úr salinum, og fjøruti ferðir kemur tað aftur skinklandi við einari skeppu av gulli á bakinum.

Aftur spæla tey, og hermaðurin vinnur hvørja ferð; tað varir ikki leingi, so hevur hann eisini vunnið alt gullið. Tá spyr hann, um tey eiga meir, tey vilja tapa. So tekur hann pípuna, festir sær í og setur seg aftur at roykja.

Spøkilsini standa øll stív og hyggja at allari rúgvuni, tey hava tapt, fúkandi óð, snerkja og eru ólátað. Nú letur í einum: ”Rív hann sundur, et hann, ger av við honum!” Og beinanvegin skrálar allur flokkurin hetta sama; tey trokast uttan um hann, grísla tenn, snerkja og rætta klørnar.

Hermaðurin slær sær sáttliga burtur úr pípuni á borðkantinum og sigur við tey: ”Bíðið nú, verið ikki so ovrásin. Latið okkum fyrst vera viss í, hvør ið skal eta, og hvør ið skal verða etin.” So tekur hann posan og spyr: ”Hvat kalla tit hetta?”

“Ein posa, ein posa!” skrálar allur flokkurin.

”So, tað rópa tit tað? Ja, farið tit nú øll í Gudsnavn í posa mín!” rópar hann tað dýrasta, hann er mentur.

Trøllini hvøkka við, og tað verður ein trokan og ein skoran rundan um posan at sleppa niðurí sum snarast, summi eftir høvdinum, onnur eftir beinunum, og tað við níst og pípan. Hermaðurin situr friðarligur og roynir at halda posakjaftin sundur, sum best hann kann, og tá ið síðsta spøkilsið er komið niðurí, tekur hann samanum og bindur fyri við tveimum tvørastaknútum. So heingir hann posan frá sær upp á ein nagla og leggur seg at sova.

Morgunin eftir sendir keisarin boð eftir tænarum sínum og biður teir fara í spøkilsishúsið og vita, hvussu vorðið er við hermanninum, sum skuldi vera har í nátt. ”Hava spøkilsini gjørt av við hann, so sópið restirnar upp - um tað eru nakrar.”

Tænararnir koma á slottið, men vænta einki gott, harma henda neyðars mann, sum so ekkaleysur gevur seg í klørnar á hesum spøkilsunum, sum hava verið so mongum manni á bana.

Men hvat síggja teir? Hermaðurin gongur aftur og fram á gólvinum og roykir, tað sæst ikki høgg á føti, og hann er fróur og glaður.

”Tað er ikki eiti á, sum tú hevur verið heppin! Vit ivaðust ikki í, at tú varð sundurskræddur í nátt, hvussu basti tú spøkilsunum ?” spyrja tænararnir.

”Spøkilsini,” svarar hermaðurin, ”Tað er ikki annarhvør, sum er so útlopin at svara sína skyldu í kortspæli, sum tey. Hygg alt gullið og silvurið, eg havi vunnið frá teimum.”

Tænararnir vilja gerast býttir at síggja rúgvuna og ynsktu sær at eiga part av øllum hesum.

”Men nú er ikki at standa,” sigur hermaðurin, ”gerið tit mær tann beina og farið út í býin og biðið tveir teir sterkastu jarnsmiðirnar í námindunum koma higar, taka stiðja og mokara við sær.”

Tænararnir fóru, undraðust á, hvat hermaðurin vildi við smiðum her inni, men vóru ikki fyri at spyrja nærri.

Jú, tað er beinanvegin, so nú eru smiðirnir har, hvør við sínum mokara á økslini og bera ein stiðja ímillum sín.

”Væl verði tykkum komandi,” sigur hermaðurin, ”Nú fái eg tykkum at dugna mær eina hond: Takið handa posan, á bróstinum hongur, leggið á stiðjan og deingið hann til lítar. Sær mítt eyga rætt, eru tit ikki sørir fyri kreftir, so nú vænti eg, tit vísa, hvat tit kunnu.”

Smiðirnir taka posan: ”Skamm fáið hetta, innan tungt ikki er,” siga teir sínamillum.

Nú hoyrist tutl og tesk í posanum: ”Vit eru friðarlig og viðeirilig, vit eru sum tit.”

”So, tað halda tit,” smílka smiðirnir, leggja posan á stiðjan og so at deingja av grimd rættiliga; tað var, sum alt vildi fara í sor, bæði stigi og gólv.

Tá skuldu tit hoyrt, hvussu spøkilsini rinu og hvinu, bóðu so staðiliga fyri sær: ”Slepp okkum, hermaður, aldri skulu vit seta okkara bein í hetta hús meir, og aldri skulu vit gloyma tær tað, sleppur tú okkum nú.”

Men hermaðurin bað smiðirnar deingja eina løtu enn, ”betri at geva ivaleyst á tey, meðan vit hava tey.” So bað hann støðga og loysti kjaftbandið av posanum.

Tá vóru tey kvik at sleppa sær til rýmingar, lupu hjartkipt við eygunum á baki líka aftur til Heljar, har tey hoyrdu heima.

Men hermaðurin var ikki vissur í, at tey vóru at líta á, hóast tey høvdu fingið henda skelkin, tók tí um beinið á einum gomlum spøkilsi og helt tí aftur: ”Nú skal tú svørja at tæna mær trúliga í einum og øllum, vera til reiðar, nær og hvar eg kalli á teg.”

Spøkilsið bardist sum ein vanlukka fyri at sleppa leyst, græt og jamraði seg, men her var eingin undanførsla, tað mátti svørja og skriva undir at halda tað, sum álagt tí varð. Síðani fór tað til stroks aftan á øllum hinum og støðgaði ikki ferðini fyrr enn inni á botni í Heljum.

Og so deyðarødd vóru spøkilsini, at beint tey komu heim, settu tey varðhald fyri hvørjum durum og løgdu eina við ikki at sleppa hermanninum við posanum inn, um hann skuldi komið tann vegin.

Hermaðurin fer nú til keisaran at siga frá, hvussu sær hevur gingist, og at her eftir verður ikki spøkilsi at síggjast á hesum leiðum.

Keisarin verður ógviliga glaður við hesi tíðindi og sigur: ”Nú fari eg aftur í tað nýggja slottið at búgva, og tú skal vera hjá mær.”

Soleiðis verður gjørt, og hermaðurin er so hjá keisaranum í langa tíð, hevur tað sum sonur í húsinum, hvør dagur gongur við gleði og gleim. Peningur trýtur honum ikki, tí so nógv fekk hann frá spøkilsunum, at ikki á ævini er hann maður at brúka tað upp. Ja, hann fer so smátt at troyttast av at síggja hesa øgiligu gullrúgvu liggja har í krókinum.

Best sum er, fer hermaðurin at kenna seg heldur einsamallan og fær sær eina konu. áðrenn langt umleið, fingu tey ein son. Nú hugsaði hermaðurin ikki um annað enn, at sonurin skuldi koma til og verða ein stórur herhøvdingi.

Men nú hendir tað, at óvitin verður sjúkur, og eingin veit, hvat ið baggar; tað gongur aftur á hondina fyri hvønn dag. Keisarin sendir boð eftir øllum læknum í landinum; men eingin kann hjálpa dreinginum. Hermaðurin og konan ganga við tungari sorg og eru um at missa alla vón. Tá rennur honum í hug spøkilsið, sum hann hevur sáttmála við - kanska tað hevði verið ein bati.

Hann kallar á tað.

Jú, tað er har alt í einum, ílatið sum ein gamal bóndi. - Spyr hvat tey vilja.

”Sonur okkara er vorðin sjúkur, sig okkum, hvussu vit kunnu fáa hann frískan aftur,” sigur hermaðurin.

Spøkilsið tekur eitt glas út úr barminum, koyrir vatn í og setur dreinginum á pannuna:

”Kom nú og síggj, hermaður.”

Hermaðurin hyggur og sigur: ”Eg síggi deyðan, hann stendur sum ein lítil kona við fótalagið hjá dreinginum.”

”Ver glaður fyri tað,” sigur spøkilsið, ”stendur deyðin við fótalagið, verður sonur tín raskur, men stóð hann við høvdalagið, hevði einki kunnað lekt hann.” Í tí sama tekur spøkilsið glasið, stoytir vatnið úr tí út yvir barnið, og alt í einum er tað frískt, drongurin loypur av seingini og er sum fyrsta dagin, kennir sær ikki hundavaml.

”Gev mær hatta glasið,” sigur hermaðurin við spøkilsið, ”so skal eg aldri krevja meira av tær.”

Jú, hermaðurin fekk glasið, og spøkilsið fekk sáttmálan við undirskriftini aftur og leyp avstað, sum eldur var í hølunum á tí.

Hermaðurin fór nú um sum læknakønur, skammfór læknarnar og grøddi mangan mann, bæði herhøvdingar og harramenn.

Hann hugdi bert í glasið. Stóð deyðin við fótalagið, stoytti hann vatnið yvir tann sjúka, og hann var frískur beinanvegin. Stóð deyðin við høvdalagið, segði hann: “Her kann eg ikki hjálpa,” og so var deyðin vísur.

Hetta gongur alt í besta lagi - til so keisarin ein dagin verður sjúkur og sendir boð eftir hermanninum, biður hann skunda sær at gera seg frískan, “tí eg kenni, hvussu tungliga eg versni fyri hvørja løtu. Hermaðurin koyrir kalt vatn í glasið, hyggur, stúrsar, hyggur aftur. Jú, tað er einki ivamál, deyðin stendur við høvdalagið.

“Harri keisari,” sigur hann tungur í huga, “tað fellur mær tungt at siga tað: Deyðin stendur við høvdalagið, so tú hevur ikki nógvar løturnar eftir at liva í.”

“Ha, hvat sigur tú?” skrálar keisarin, ovursintur, “tú grøðir mínar herhøvdingar og mínar harramenn; men meg, keisaran sjálvan vil tú ikki grøða, og eg sum havi viðgjørt teg, sum var tú bróður mín. Havi eg fáar løturnar eftir at liva, so er tað tó so mikið, at eg fái givið tey boð, at tú skal missa høvdið!”

Hermaðurin varð illa við, hugsaði seg um, tók at biðja til deyðan um at lata keisaran liva og taka sítt lív afturfyri - betri at doyggja soleiðis enn at verða hongdur og koma sær til skammar.

Hann hyggur aftur í glasið og sær nú, at deyðin hevur førkað seg, stendur við fótalagið. So stoytir hann vatnið yvir keisaran, og hann verður frískur beinanvegin, loypur av seingini og takkar so miriliga hermanninum: ”Tú er mín góði bróðir, kom nú heim við mær og lat okkum halda veitslu fyri tí, sum hent er.”

Men hermaðurin er fyri ongum, tí nú skal hann jú doyggja sjálvur, skelvur og piprar, kann illa halda sær á beinunum. - Biður deyðan geva sær ein tíma afturat at liva í, so hann fær sagt konuni og soninum farvæl.

”So skunda tær meðni,” svarar deyðin.

Og hermaðurin skundar sær heim á slottið, sigur konuni farvæl, sigur við sonin, at hann skal vaksa til og verða ein stórur herhøvdingi.

So leggur hann seg í seingina, kennir, hvussu hann doyr so líðandi. Rívur eyguni sundur og sær deyðan, ta lítlu konuna, sita har.

”Nú, hermaður,” sigur deyðin, ”tú hevur tveir minuttir eftir at liva í.”

Hermaðurin suffar tungliga, vendir sær á og fær hendur á posan, sum liggur undir koddanum, letur hann upp og spyr deyðan: ”Veit tú, hvat hetta er ?”

”Hatta er ein posi,” svarar deyðin.

”Er tað ein posi, so far í hann,” er hermaðurin so knappur at siga.

Og í somu løtu er deyðin í posanum. Hermaðurin loypur av seingini, frískur og raskur, bant væl og virðiliga fyri posan og bar hann langt, langt burtur, mitt inn í tjúkkasta skóg í allari verðini. Har kleiv hann upp í eitt høgt træ og hongdi posan, fór glaður og fróur syngjandi aftur at húsum.

Frá tí degi doyði einki menniskja í øllum heiminum. Børn komu afturat hvønn dagin; men einki doyði. Læknarnir gingu og høvdu einki at taka sær fyri. Soleiðis gingu nógv ár. Deyðin var horvin, tað var líkt til, at øll menniskju skuldu liva til ævigar tíðir. Og alla hesa tíð sat tann lítla konan innistongd í posanum og kundi ikki gera sína skyldu.

So ein dagin, nú er hermaðurin úti og gongur sær ein túr í góðveðrinum. Tá hittir hann eina elligamla konu. Hon er so veik og neyðarslig, at hon mest sum blaktrar fyri lotinum, sum følnað bløð um heystið.

”Nei, sum tú er gomul,” sigur hermaðurin við hana, ”betri fyri teg at verið deyð, meðan tíð var, heldur enn at ganga her og hamast.”

”Ája, ája,” svarar henda gamla og fær illa orðið upp við sínum tannleysa lofnaða munni. ”Fyri mongum árum síðani var eg búgvin at doyggja. Tá ið tú stongdi deyðan inni í posanum, hevði eg bert ein tíma eftir at liva í. Eg var liðug við verðina, og verðin liðug við meg. Eg hevði verið fegin við at sloppið at doyð í frið og náðum. Tú hevur borið teg illa at móti Gudi og menniskjum. Valla verður hetta tær fyrigivið. Lít á tað, at eg eri ikki tað einasta menniskja, ið sigur hetta, vit eru túsundatals, sum ganga her og fáa ikki frið, tí tú hevur tikið deyðan frá okkum.”

Hermaðurin fer nú at hugsa um hetta og minnist øll tey gomlu, konur og menn, ið hann hevur forðað í at fáa ta hvíld, sum Várharra hevur ætlað teimum. Hann sigur við seg sjálvan, at tað er einki at ivast í, hann má fara at sleppa deyðanum leysum aftur. ”Tað verður, hvussu tað kann, um eg sjálvur verði tann fyrsti, hon beinir fyri. Manga misgerðina havi eg gjørt fyri uttan hesa. Betri at taka deyðan nú, meðan eg eri ungur og sterkur, so toli eg betur at taka revsingina, enn tá ið eg eri vorðin gamal og veikur.

Hann fer nú til gongu at finna tann tjúkkasta og tættasta skógin í allari verðini. Og hann finnur skógin, finnur træið, har posin hongur, og klívur upp í tað. Jú, posin hongur har og sveiggjar í vindinum ”Hey, tú deyðin, er lív í tær enn ?” rópar hann.

Ein ógviliga neyðarslig og klænmælt rødd svarar aftur: ”Ja, ja, enn eri eg á lívi, mín vinur.”

Hann tekur nú posan á bakið og fer heim við honum. Komin at húsum, sigur hann konu og soni farvæl, fer inn í kamarið, leggur seg í seingina og sigur við deyðan: ”Ja, ja, ger nú enda á mær, einaferð skal tað so vera, í hvussu er.”

So letur hann posan upp. Men tá ið tann lítla konan kemur út úr posanum og sær hermannin, verður hon so rødd, at hon heldur á dyr, tað snarasta hon kann, og hann sá hana ikki aftur!

“Spøkilsini kunnu beina fyri tær, vilja tey, meg skal tú ikki lokka einaferð afturat at fáast við teg,” rópti hon, tá ið hon fór.

Hermaðurin setist upp undir seg í seingini og merkir, at hann er á lívi, veit ikki rættuliga, hvat hann skal gera, kendi seg eitt sindur sviknan. Var kanska best sjálvur at fara til illamann og biðja um at fáa tann syndastraff, sum hann hevði uppiborið, so var tað tá undangjørt.

Nú sigur hann farvæl heima, tekur posan í hondina og fer av stað til Heljar. Gongur eitt langt og sjey breitt, yvir dalar og fjøll, yvir heiðar og breiðar mýrar. Langt um leingi kemur hann vegin fram, sær har burturi heljargrindirnar, verndarmúrin við sínum tornum og tindum.

Sum hann nærkast, sær hann, at har standa spøkilsi á varðhaldi allar vegir og staðir, bæði uppi og niðri. Hvat ið mundi verða? hugsar hann við sær. Onkur ósemjan, veit eg, altíð er okkurt. Hann kemur nærri. Nú rópar varðhaldið:

”Hvør er har?”

Hermaðurin svarar: ”Eitt syndugt neyðardýr, sum kemur at biðja um at fáa ta revsing, tað hevur uppiborið fyri misgerðir sínar.”

”Hvat er hatta, tú hevur í hondini?” rópar aftur.

”Ikki annað enn ein posi,” svarar hermaðurin.

Tá lupu øll spøkilsini upp, róptu ávaringarróp, og alt á heljarlondum var, tusti út, har var sum marramýggj bæði uppi og niðri, settu stokkar fyri dyr, grindir og gluggar, allastaðni var lukt og lokað.

Hermaðurin var undarliga við, fór til gongu verndarmúrin runt, men allastaðni var afturlatið.

Tá rópti hann av neyðum: ”Sleppið mær inn um heljargrindir, eg eri ein misgerðarmaður, sum komi at líða revsing fyri syndir mínar móti Gudi og monnum!”

”Nei, her kemur tú ikki,” rópar illimaður afturímóti, tí tað er hann, sum er høvdingi á Heljarlondum, ”her er ikki rúm fyri tær!”

Tá var lítið um hermannin, hann suffaði tungliga og helt fyri munni sínum:

”Ja, ja, síðani tú vil ikki sleppa mær innum, so má eg fara onkra aðra staðni. Og hvar? Ja, tað má vera til Himmiríkis. Men tað man ikki fara at ganga betur, tá ið eg nú fekk ikki tvigið misgerðirnar av mær á Heljarlondum fyrst.”

Ája, hann fer so at ragga móti Himmiríki, langt var. Gongur dagar og vikur yvir dalar og fjøll, yvir heiðar og bleytar mýrar. Men so ein góðan morgun, nú sær hann gyltar borgir við tornum og tindum daga móti luftini. Her ljómar, og her syngur. Lýsandi verur fljúgva á skínandi veingjum bæði uppi og niðri.

So kemur hermaðurin fram fyri himnagrindina og dunkar. Spakuliga fer hurðin upp, og har stendur sjálvur sankta Pætur við lyklum sínum. Spyr, hvør ið er?

”Eg eri ein syndafullur maður, sum var við heljardyr og bað um at líða mína rættvísu revsing fyri misgerðir mínar móti Gudi og menniskjum, men eg slapp ikki inn. Nú eri eg her líka tiltíggjaður, sum eg gekk í lívinum, so eg unđrist ikki á, um eg sleppi ikki inn higar heldur.”

”Hví slapp tú ikki inn í Heljarlond?” spyr sankta Pætur.

”Tí teir har niðri ræðast meg, eg vann teimum einaferð eina neis, tá ið eg hevði alt reiðrið í hesum posanum her.”

”Hvør gav tær handa posan, tú hevur við tær,” spyr sankta Pætur aftur.

”Ein fátækur maður gav mær hann...”

”Hvat gav tú fátækramanninum afturfyri ?”

”Einki, eina turra breyðskorpu.”

Sankta Pætur stígur fram og tekur í hondina á hermanninum og sigur: ”Vælkomin mín vinur! Kennir tú meg ikki aftur? Tað var eg, ið gav tær posan. Gev mær hann nú aftur, nú nýtir tú hann ikki longur.”

Tá ið hermaðurin hyggur upp, kennir hann tann gamla mannin aftur, sum bað um hansara síðstu breyðskorpu og fekk hana.

”Kom nú inn mín vinur, her er alt til reiðar at taka ímóti tær.”

Hermaðurin hyggur niður eftir sær og heldur fyri: ”Eg dálki alt út hjá tykkum.”

“Nei, nei, legg tú einki í tað. Her eru atstøður til at skoyna eitt sindur burtur av sær.”

Og so gliðu Himmiríkis grindir aftur aftan fyri teir báðar.

Úr bókini ”Ævintýr 4”. Heðin Brú týddi. Føroya lærarafelag gav út í 1970.

Upprunaheiti: ”Døden og soldaten”. J. Byskov:”Eventyrets verden”. Chr. Eriksens Forlag, Kbhvn 1952