Skip to main content

Tríggir skillingar

who can write my assignment for me writing jobs onlineNú er tað ein hermaður, sum hevur tænt kongi og føðilandi í nógv Harrans ár. Men best sum var, fekk hann sovorðnan hug til at fara úr hermannaleguni og leggja arbeiðið frá sær. Tað fær hann eisini loyvi til frá yvirmonnum sínum, og hann fær eisini roknskap sín uppgjørdan. Nú stendur ikki mætari til hjá hermanninum, enn at hann eigur bert tríggjar skillingar til góðar. Hetta var nú heldur smávegis at fara av stað við. Men hermaðurin er ikki av teimum, sum missa mótið fyri lítið.

Væl hýrdur sigur hann farvæl og fer smákvøðandi av stað frá hermannaleguni. Nú er hann leysur, sín egin, fríur maður; eingin togar í hann meir; hetta var móti øllum, og hann dansaði og leyp eftir vegnum, so fólk, ið kom framvið, vendi sær á og hugdi aftan á honum. Men hermaðurin gav sær ikki far um tað, hann var hjartans glaður, bæði fyri seg sjálvan, fyri tað hann sá uttan um seg og fyri allan heimin.

Sum hann nú gongur, kemur ein gomul, fátæk kona ímóti honum.

”Góðan dag, hermaður,” sigur konan, ”ikki eiti á, sum tú er væl hýrdur; tú hevði kanska havt hjartalag til at givið hesari gomlu ein skilling?”

”Jú, hví ikki?” sigur hermaðurin, ”væl eigi eg bert tríggjar skillingar í alt; men eri eg nú ikki sami maður, um eg eigi tríggjar ella bert tveir?” Konan takkar so hjartaliga, og hermaðurin fer aftur til gongu, kvøður og stígur stórum.

Hann er ikki komin langt; nú møtir hann aftur einari gamlari, fátækari konu. ”Góða ferð, hermaður!” sigur konan og lær upp á hann. ”Takk fyri tað!” sigur hermaðurin. ”Tú er so glaður og nøgdur á at líta; tú skuldi ikki viljað givið einum fátækum neyðardýri ein skilling?”

”Ein skilling,” sigur hermaðurin, ”ja, eg eigi bert tveir skillingar; men eri eg ikki líka væl farin við einum, sum við tveimum?” Og hann gevur konuni annan skillingin; men at hetta er tann sama konan, sum støðgaði honum í áðni, gav hann sær ikki far um.

Hermaðurin gongur aftur, bríkslar og er kátur. Hann er ikki komin rættiliga langt, nú møtir hann aftur einari gamlari, fátækari konu. Heldur ikki hesa ferð kemur honum í hug, at hetta er sama kona, sum hann hevur hitt tvær ferðir frammanundan. - ”Góðan dag og Guds friður, hermaður!” sigur konan, ”tú skuldi ikki havt ein skilling at givið einari armóðskonu?” spyr hon.

”Jú, eg havi rætt ein skilling,” sigur hermaðurin, ”og um eg havi ein ella ongan, eri eg væl líka ríkur ella fátækur fyri tað,” hann gevur teirri gomlu konuni skillingin. Hon takkar fyri gávuna og fer sína leið.

Nú átti hermaðurin ikki annað enn tey slitnu klæðini, hann gekk í, ta skørðutu verjuna og sín gamla klæðsekk; men hann er líka glaður fyri tað, syngur og gleðir seg yvir fuglarnar, sum láta uppi yvir honum.

Nú hann kemur longri, beint áðrenn vegurin fer inn í ein skóg, stendur tann gamla konan aftur har: ”Skuldu vit bæði ikki tosað eitt sindur saman?” sigur hon.

”Jú, hví ikki tað?” sigur hermaðurin, ”eingin er, sum bíðar eftir mær, og kann eg ugga tygum eitt sindur, so eri eg fegin við. Men hvat skulu vit tala um?”

”Eg ætli at spyrja teg, um tú hevur ikki hug til at fáa trý ynski,” sigur tann gamla, neyðarsliga konan.

”Jú, tað hevði verið sum ein stuttleiki, komið óføra væl við,” lær hermaðurin og heldur, at hetta er narrarí.

”Ynsk so, hermaður!” sigur tann gamla konan.

Hermaðurin stendur ikki fastur, heingir seg ikki í at gita, um konan meinti hetta ella ikki, men hevði svarið greitt fyri sær beinanvegin: ”Fyrst ynski eg mær Guds náði og vinskap; síðani ynski eg mær at fáa í klæðsekkin alt, eg ynski mær - og burtur úr honum aftur við. Tað triðja, eg ynski, er, at klæðsekkurin skal aldri slítast.”

”Tíni ynski skulu ganga út!” sigur tann skirvisliga, gamla konan, ”Og síðani sigi eg tær farvæl, hermaður og góða ferð!”

”Takk fyri tað,” sigur hermaðurin og fer aftur til gongu gjøgnum skógin. Men hann hugsar alsamt um, antin tað nú man hava verið nakað álvara í hesum, konan hevur sagt um ynskini, stuttligt hevði tað verið, um tað var eitt sindur um tað, hugsar hann við sær.

Meðan hann nú gongur soleiðis í sínum egnu hugsanum, kemur hann út úr skóginum, út á heiðina, og har dettur hann um ein stein, sum liggur í lynginum. ”Gævi tú lá í klæðsekki mínum!” rópar hann og snerkir av pínu í tánni. Og hey! har liggur hermaðurin við beinunum í veðrið, tí steinurin var beinanvegin í klæðsekkinum hjá honum, og hann var so tungur, at hermaðurin fór afturav. Eina løtu liggur hann ovfarin og hyggur upp í Guds bláa himmal; men so kemur hann at hugsa um, hvussu hetta er borið til, at tað hevur verið álvara við tí, konan segði um tey trý ynskini. Beinanvegin ynskir hann steinin burtur úr klæðsekkinum; hann hevur ikki meir enn felt orðini, tá liggur steinurin undir liðini á honum í lynginum. ”Nú, soleiðis er tað vorðið við hesum,” hugsar hann við sær, og hann setur sær fyri at ynskja skilabetri hereftir.

Tá ið hann nú hevur gingið bæði væl og leingi, fer hann at kenna seg svangan, hyggur seg um eftir onkrum húsi, hann kann týða til at biðja ein bita. Hann er staddur uppi á einari brekku og sær, at har niðri við eina á liggur ein harragarður, best at ganga til hann, drúgvast fæst inn í munnin. Hann fer oman, leitar sær fram at køksdyrnum og fer inn, kemur í køkin; har stendur húshaldskonan og sker breyð.

”Her hevði kanska borið til hjá einum ferðamanni at fingið ein breyðbita?” sigur hermaðurin.

”Nei, tað veit eg nú ikki,” sigur húshaldskonan, ”tað er heldur harramaðurin sjálvur, sum ger sovorðið av; her er alt so pírið tilætlað, at skulu tey, sum her eru, fáa seg mett, er eingin biti út at geva, so um eg hevði havt hug at leskað tygum, kann eg ikki kortini. Men harramaðurin hevur eitt rúm tætt við her, tygum kunnu fara sjálvur inn til hansara og spyrja, kanska gevur hann tygum ein breyðbita ella ein skilling til ferðina.”

Hermaðurin takkar fyri svarið, og honum verður víst á dyrnar inn til harramannin. Hann dunkar varliga á dyrnar. ”Kom inn!” rópar harramaðurin innanfyri; heldur hetta er kanska ein bóndi, sum kemur at gjalda skatt. Hermaðurin letur upp. Hann sær, harramaðurin situr við eitt borð og telur pengar. Framman fyri honum á borðinum stendur ein svørt leirgrýta full av gullpengum; undir liðini á honum á gólvinum stendur eitt jarnsligið skrín fult av skínandi silvurpengum.

”Skuldi spyrja, um ein ferðamaður kundi fingið ein bita at eta her á garðinum?” sigur hermaðurin spakmæltur.

”Út, út, armingin, eg vil ikki hava sovorðið slag rennandi her!” og hann loypur upp, ripar hurðina aftur í lás, so hevði hermaðurin ikki verið fyrivarin at geva seg frá, hevði hann fingið hurðina í høvdið.

Hermaðurin gongur nú av stað aftur, niðan á landavegin, og er aftur á vallaraferð. Men hann hevði lagt gjølla til merkis, hvat hann sá inni hjá harramanninum: Grýtuna við gullpengunum og skrínið við silvurpengunum. Nú gongur hann og smálær, sigur fyri seg sjálvan: ”Tú var ikki so fyrivarin, harramaður, at tú gav mær eitt sindur av tínum hentu pengum; men nú skal eg koma tær aftur um brekku, tín kargakoka!” Og so ynskir hann sær, at gullpengarnir í tí svørtu grýtuni skulu koma í klæðsekk sín. Tað hoyrist beinan vegin eitt lítið suð í luftini, og í tí sama rapla allir gullpengarnir niður í klæðsekkin, eisini eitt sindur av silvurpengum. Og so nógv var, at tað var mansbyrði, og klæðsekkurin varð væl fyltur. - ”Tá ið tann ríki letur tann fátæka fara tómhentan frá durum sínum, fer tann fátæki av stað við einum parti av sál hansara,” lær hermaðurin. Nú skundar hann sær av stað til keypstaðin, sum hann sær nakað burturfrá. Her spyr hann seg fram til besta gistingarhúsið. Hann kemur inn, og av tí tað er komið út móti midnátt, setur hann seg við eitt stórt borð og fer beinanvegin at eta; hann er eisini ógvuliga svangur, tí hann hevur jú einki fingið, síðan hann í morgun fór úr hermannaleguni.

Teir fínu harrarnir, sum høvdu longu sett seg við borðið, skeittu hvør at øðrum og vistu ikki rættiliga, um teir skuldu lata hann fáa albogarúm við borðið ella ikki, einum sovorðnum manni sum honum vóru teir ikki vanir at sita til borðs við. Ein teirra blunkar til hinar; hvør skal siga, nú skuldu teir hava gjøldur burtur úr honum! Og teir teska sínámillum, gletta.

Hermaðurin letur ikki við seg koma, hann er svangur og etur ramliga, tekur við, hvørja ferð eitt nýtt fat verður rætt um. Teir fínu harrarnir sótu alsamt og koyrdu undir hvønn annan og læðu hulisliga, høvdu ivaleyst stóran stuttleika yvir ta miklu matarlyst, hermaðurin hevði. - Tá ið teir eru lidnir at eta, gongur verturin runt og tekur fyri tað, teir hava notið. Men hermaðurin stóð bert innhugsin og stanglaði tenninar, lætst, sum hann sá ikki vertin, tá ið hann kemur til hansara. - Nú læa hinir fínu harrarnir hart, og ein av teimum sigur, at tann fremmandi ivaleyst hevði verið óheppin at gloyma pengar sínar heima; men matarlystin hevði hann nú ikki gloymt kortini! Og verturin spurdi illfýsin, um tað var skikkur, har hermaðurin kom frá, at eta og einki gjalda afturfyri?

Hermaðurin tekur tannstanglaran út úr munninum og peikar at borðinum: ”Undir dúkinum!” sigur hann. Verturin skundar sær at hyggja, og har lá ein stórur gullpengi. Verturin stendur og gløir, sigur ovfarin: ”Nú veit eg ikki, um eg kann geva aftur av so stórum penga.”

”Skal einki hava aftur,” sigur hermaðurin og stanglar aftur tenn.

Nú seta teir fínu flennibítarnir láturin í hálsin, og verturin nígur djúpt fyri hermanninum, so hann næstan stendur á høvdinum, lær upp á hermannin og spyr, um harrin vil ikki gera sær ta stóru æru at drekka eina fløsku av víni saman við sær. - ”Jú, takk, tað vil eg fegin,” sigur hermaðurin. Teir seta seg báðir aftur við borðið, og verturin skeinkir í gløsini. Teir fínu harrarnir fara nipnir á dyr.

Tá ið vínfløskan er tóm, biður hermaðurin um at fáa eitt kamar fyri náttina. Verturin ger tá nógvar umberingar og sigur frá, at hvør krókur er umbiðin - uttan tað eina rúmið, sum eingin kann sova í.

”Hví kann eingin sova har?” spyr hermaðurin.

Verturin sigur honum nú frá, at øll, sum hava roynt at sova har, eru funnin deyð morgunin eftir. Soleiðis hevði tað verið, meðan tann, ið frammanundan honum var, hevði gistingarhúsið, og soleiðis hevði tað verið í hansara tíð, sigur verturin. Hetta rúmið stóð tí altíð læst, og eingin kom nakrantíð inn har; tað varð ikki brúkt til nakað.

”Ja, men hatta er rætt eitt rúm, sum mær dámar,” sigur hermaðurin, ”lat bert rúmið seta í stand og lat meg fáa tað, reið eitt fínt nátturðaborð til har inni, set eina fløsku av góðum víni við fýra gløsum og eisini fýra ljós á borðið; legg eitt kortspæl fram og lat meg so fáa lykilin til kamarið.”

Hetta ger verturin, hóast hann mutar ímóti, tí hann ræðist fyri, at hermaðurin verður álopin av trøllum um náttina og sundurskræddur; men hermaðurin bara lær og biður hann ikki vera býttan: ”Mær gera trøllini einki; men koma tey, skulu tey ikki vera viss í, at eg geri ikki teimum onkra neisina.” - Tá ið alt er liðugt, kemur verturin við lyklinum. Hermaðurin fer nú inn í rúmið og læsir hurðina eftir sær. Fyrst tendrar hann tey fýra ljósini á borðinum, so tømir hann gull- og silvurpengarnar úr klæðsekkinum og fjalir teir á songarbotninum, síðani setur hann seg at bíða. Roykir og hugsar um hesa gomlu konuna, sum hevur gjørt so nógv gott fyri hann.

Tað er ikki leingi, nú er eitt sovorðið ræðuligt buldur í skorsteininum, og ein svartur klumpur rullar úr ovninum og út á gólvið framman fyri hermanninum. Hetta er livandi, og um eina løtu hevur klumpurin fingið bæði armar og bein, hendur og føtur við klóm, høvur og alt, sum er, tøkutenn og langan hala við gløðandi duski á. Hetta er eitt ræðuligt skepilsi á at líta. Men hermaðurin letur ikki við seg koma, er høviskur og sigur blíðmæltur: ”Góðan dag, mín vinur! Tú kom í tøkum tíma, her er rætt nú borðreitt, ver so góður og set teg framat, ger tær til góðar.”

Hesin svarti, óbodni legst ikki á boðini, setur seg at borðinum og fer at eta; borðskikkurin er ljótur; men matarlystin er góð.

Hesin óhugnaligi skapningurin er ikki meir enn komin í gogd við átinum, nú er aftur eitt dundur í skorsteininum, og annar klumpurin rullar úr ovninum út á gólv; um eina løtu er hetta eitt skepilsi, sum er bæði størri og ljótari enn hitt fyrra. Hermaðurin býður eisini hesum inntrokaranum blídliga til borðs.

Hann hevur valla sett seg, nú dundrar aftur harðari enn nakrantíð í skorsteininum, og triði, svarti klumpurin rullar úr ovninum út á gólv. Hann veksur og veksur, fær limir og høvd, hala og kløur, verður ikki liðugur at vaksa, og hermaðurin ræðist fyri, at hann skal verða so stórur, at hann rúmast ikki inni. Men einaferð, nú støðgar vøksturin, og tá er hetta skrímslið so stórt, at tað má bukka seg undir loftinum, og hetta gløir so illført upp á hermannin við sínum reyðu eygum. Men hermaðurin tekur líka blídliga ímóti, býður hesum síðsta ótýdliga gestinum til borðs. Tað er bert ein løta, so er einki etandi ella drekkandi eftir á borðinurn, og teir fara allir fýra at spæla kort. Men tað er bert ein lítil løta, so tykjast hesir ljótu heljargestirnir ikki at tíma meira. Fara at vera eitt sindur ólátaðir, verða naskir við hermannin, skotrast uttan um hann; teir gera so nógv av, at teir høgga eftir honum við klónum.

Tá fer hermaðurin at ótolnast: ”Nú, nú, hvat vilja tit mær?”

Men teir svørtu gestirnir snerkja bara, tað stendur eldur úr eygum og kjafti teirra. Verða meira og meira ágangnir.

”Tit eru mær í so nærgangnir, haldi eg,” sigur hermaðurin, ”men heilt niður í lummarnar hjá mær, vil eg nú ikki hava tykkum, niður í klæðsekkin, kunnu tit sleppa!” Og í tí sama ynskir hann teir allar niður í klæðsekkin, sum liggur á gólvinum. Hei! tað er alt í einum, eitt lítið suð í luftini, so eru teir allir tríggir í klæðsekkinum. Tá verður friður í kamarinum. Men í klæðsekkinum hoyrist rin og hvin, skav og skotran; viðhvørt hoyrist braka niðrií, sum tá ið okkurt brennur.

”Nú, hinir gomlu!” sigur hermaðurin spotskur, ”tit hildu sovorðið vøs, at tað vóru ikki líkindi hjá mær at siga eitt orð, og tit vóru mær so bágnir, at eg var neyðskaddur at koyra tykkum í klæðsekkin fyri at fáa frið. Har noyðast tit nú at vera, til eg sleppi tykkum út aftur.”

Tað varir eina góða løtu, til teir tríggir svørtu binda frið í klæðsekkinum, men so geva teir seg og vilja lurta eftir tí, sum hermaðurin hevur at siga.

”Nú skulu tit siga mær,” sigur hermaðurin, ”hvussu tað ber til, at tit hava sovorðna innrás higar í kamarið?”

Beinanvegin fara teir tríggir at leika í, so klæðsekkurin hoppar og skakast á gólvinum, men tá ið teir eru ikki førir at bróta seg út, verða teir friðarligir aftur. Ein av teimum svarar, at teir eru vanir at koma higar, tí undir ovninum stendur ein ketil fullur av pengum, sum eru vunnir á óærligan hátt. ”Ketilin er tí okkara.”

”Er tað ikki annað, tit vilja higar,” sigur hermaðurin, ”ketilin stendur væl, sum hann stendur - fyribils, og tit liggja væl, sum tit liggja! Men nú vil eg sova, og eg vil ikki hoyra eitt kis frá tykkum. Góða nátt!” Hermaðurin fer nú til songar og svevur so søtan til tann ljósa morgun.

Vertsmaðurin er ógvuliga spentur eftir at fáa at vita, hvussu tað er vorðið við hermanninum, um hann er livandi ella deyður; so skjótt tað er ljóst um morgunin, kemur hann upp og kagar inn gjøgnum lyklarholið; hann sær, at hermaðurin liggur í seingini, og tað er rímiligast at halda, at honum hevði gingist líka illa sum teimum, ið her høvdu verið frammanundan; hann fer tí at dundra á hurðina og rópar, at nú er tíð at koma upp.

Hermaðurin vaknar við kaldan dreym og fer at deila, sigur, at hann hevur goldið fyri seg, og nú vil hann hava sín morgunsvøvn í frið.

Vertsmaðurin verður glaður fyri at hoyra, hermaðurin er á lívi; men hóast hann er við at seta til av forvitni, torir hann ikki at spyrja hermannin, hvussu gingist hevur, tað má bíða, til hann einaferð kemur upp.

Tá ið hermaðurin umsíðir er fullsvøvntur og hevur latið seg í, er vertsmaðurin aftur og spyr, hvussu gingist hevur; men hann fær einki svar. Hermaðurin spyr bert, um tað eru ikki nakrir sterkir menn at fáa í býnum, hann vildi havt einar tveir higar at dugna sær eina hond.

Jú, tað helt vertsmaðurin, sterkir menn tróta ikki. Ja, um enn hann kundi ikki fara út fyri seg og fáa tveir at koma higar, tveir teir sterkastu?

Nú er forvitið so sterkt hjá vertsmanninum, at hann kann ikki bara sær: ”Eg má spyrja, hermaður, hvat skulu teir báðir sterku menninir nýtast til?”

Hermaðurin svarar, at hann vildi fegin fingið klæðsekkin bornan til býarsmiðin, so hann kann verða rættiliga bankaður, ”tað hevur lagt seg so nógv av dusti og sovorðnum innan um hann gjøgnum árini, og eg vildi so fegin bankað tað leyst.”

”Klæðsekkin til jarnsmiðin, sterkastu menn í býnum at bera ein klæðsekk?” hugsar vertsmaðurin,”og so skal hann deingjast. Man tað vera vínið, hermaðurin drakk í gjár, sum nú fyrsta slær til? Tað havi eg nú aldri hoyrt gitið áður. Men skal tað vera stuttleiki, so lat tað vera stuttleika!” Vertsmaðurin fer í býin og kemur aftur við tveimum kempumonnum.

Hermaðurin sigur við teir: ”Vilja tit bera mær klæðsekkin til jarnsmiðin, skulu tit fáa ein blankan silvurdála hvør afturfyri.”

Menninir eru nøgdir við lønina, teir skulu fáa, hugsa við sær, at aldri hava teir vunnið ein dála so lætt áður. - Men tá ið teir taka klæðsekkin, fáa teir annað at síggja, hann er so tungur, at teir bogna undir honum fyri hvørt spor. Men teir knógva hann nú fram til jarnsmiðin.

Vertsmaðurin er við, og hann sigur hulin jarnsmiðinum frá, hvussu vorðið er, at tað var ein hermaður, sum vildi hava klæðsekk sín bankaðan rættiliga væl, tí tað hevði fest seg so nógvur skittur innan um hann gjøgnum árini: ”Men tú veit, smiðurin góðin, hetta er ikki hvønndagsplikt at koma við einum klæðsekki til jarnsmiðin; men orsakin man vera tann, at hermaðurin drakk so dúgliga í gjár, og tað er ikki sligið til hjá honum fyrr enn í dag. Men maðurin er ein góður viðskiftamaður, so tað er bert at gera honum til vildar.”

Smiðurin hugsar við sær, at eitt sovorðið arbeiði hava mínir menn aldri havt áður, teir kunnu so fáa ein stuttleika burturúr, ið hvussu er.

Nú kemur hermaðurin til og spyr smiðin, hvussu nógv hann skal hava afturfyri at banka klæðsekkin væl og virðiliga.

”Ja, einar tveir markar verður tað, ið hvussu er,” heldur smiðurin.

”Eg vil lata ein ríkisdála,” sigur hermaðurin, ”men so gera tit mær tað heilt væl.”

”Ja,” sigur smiðurin, ”væl skulu vit gera tað, vit skulu banka, til tað verður ikki eitt dust fast eftir innanum; men um tað er nøkur seilin eftir av klæðsekkinum, tá ið av fjarar, tað er eitt annað mál, og tí kann eg ikki svara fyri.”

”Tað skulu tit einki hugsa um,” sigur hermaðurin.

Tær báðar kempurnar, sum eru komnar strevandi við klæðsekkinum, knossa hann nú upp á stiðjan. Tríggir av smiðjusveinunum við sínum mokarum gera seg nú til at fara undir arbeiði; teir toga buksubrøkurnar upp, knýta svinturnar betur enn vanligt og spýta í nevarnar, nú skal deingjast, so tað munar, og teir eru um at skotra hvønnannan um koll, so ivrigir eru teir eftir at sleppa at sláa fyrsta slagið.

Men nú, fyrsta slagið rámar klæðsekkin, verður sovorðið róp og skrál, at sveinarnir missa hamrarnar úr hondunum, alt, sum í smiðjuni er, ringlar og glintar.

”Gerið tit bara tykkara arbeiði,” sigur hermaðurin sáttliga, og tað er einki, sum týðar á, at hann er ovfarin av hesum larmi - setur seg á eina holvda byttu at hyggja at.

Við næsta slag er sovorðin gremjan og venan, at sveinarnir aftra seg, skeita at hermanninum og eru ivasamir. Men hann er líka órørdur og sigur: ”Drívið tit bara á, hinir gomlu!” Og nú góvu sveinarnir á, alt teir kundu; skjótt dreiv sveittin av teimum, so teir fingu hvítar veilur í andlitini. Men klæðsekkurin var líka óskalaður. ”Leggið tit bara kreftir í,” sigur hermaðurin, ”eirið ikki, hasin klæðsekkurin hevur drigið so nógvan skitt upp í seg gjøgnum árini, at hann treingir harðliga til at verða dongdur rættiliga.” Sveinarnir deingja og deingja, til teir eru deyðgivnir og noyðast at geva frá sær. Tá setur jarnsmiðurin tríggjar ómóðar sveinar til, og teir deingja nú av øllum alvi, til teir eru so móðir, at teir missa mokararnar úr hondunum. Men klæðsekkurin, hann er tann sami, sum áðrenn teir byrjaðu.

Nú helt hermaðurin, at gott var, sum var, hann letur jarnsmiðin fáa tað, sum hann skal hava afturfyri, fær sveinarnar at bera sær klæðsekkin út til eina á, sum rann uttan fyri býin, har læt hann kjaftbandið av. Klæðsekkurin var fullur av svørtum dusti. Hetta var tað, sum teir tríggir devlakropparnir vóru vorðnir til. Teir stoyta hetta í ánna, rista klæðsekkin væl og virðiliga, so einki skal vera eftirí.

”Kom tú nú heim við mær,” sigur verturin við hermannin, ”tað var ein heilur stuttleiki at síggja henda klæðsekkin verða dongdan; vit kunnu væl treingja til at fáa ein breyðbita og eitt lítið glas oman á alt hetta ræðuliga baksið.”

Meðan teir sita og eta, sigur hermaðurin vertinum frá, at hann veit, hvar ein fullur ketil av pengum stendur goymdur, og um verturin vil, at teir skulu býta hesar pengar í helvt ímillum sín, skal hermaðurin siga honum, hvar teir eru.

”Jú, jú, tað er ikki um at tala,” sigur verturin, ”vit býta í helvt, eg eri glaður við; tað kann tú ætla, hermaður.”

”Kom so við mær upp í trøllarúmið,” sigur hermaðurin við vertin, ”og tak amboð við tær, vit skulu bróta ovnin niður.”

Nú teir seta á, síggja teir, at undirparturin á ovninum er lagdur uttan um ein stóran bryggjaraketil, sum er fullur av gullpengum. Teir býta nú sínámillum, og almikið er til hvønn.

Verturin verður so glaður fyri henda fong, at hann gevur hermanninum eitt rúmligt jarðarstykki uttan fyri býin; har byggir hann sær hús, setur búgv, og har verður hann búgvandi alla ævi sína. Hann hevur Guds náði og vinskap, og er tað nakað meir, hann hevur fyri neyðini, nýtir hann bert at ynskja sær tað í tann gamla klæðsekkin, sum hongur á bróstinum. Og alt hetta hevur hann fingið fyri teir tríggjar skillingarnar, hann hevði givið tí gomlu, fátæku konuni, hann hitti á sínari leið.

Úr bókini ”Ævintýr 6”. Heðin Brú týddi. Føroya lærarafelag gav út í 1974.

Upprunaheiti: ”For tre skilling”. Danske folkeeventyr. Thormod Kidde. Gyldendal, 1964.