Skip to main content

Rósalítla

 

Einaferðina var tað ein kongur og ein drotning, ið áttu tveir so fittar synir. Ta ið teir vóru bornir í heim, beyð drotningin øllum spákonum í ríkinum saman til at spáa lagnu teirra. Triðja barnið, ið drotningin fekk, var ein so ógviliga yndislig dóttir.

Drotningin beyð tá spákonunum saman aftur og helt við tær, at nú gjørdu tær sær tað til vildar at spáa dóttrini, soleiðis sum tær høvdu spátt synunum áður. Men spákonurnar umbóru seg við, at tær høvdu gloymt spábøkurnar heima, tær skuldu koma aftur seinni onkuntíð og siga henni frá.

Men drotningin hevði illbatan av, at tær sóu eitthvørt, tær vildu ikki siga, og bað tær lata hana fáa alt at vita, um enn tað var ikki so lystiligt. Tær hildu seg leingi aftur, men drotningin helmaði ikki í at biðja og bøna. Tá læt í tí elstu spákonuni:

”Eingi fragdartíðindi eru, lukkan, men tá ið tygum so fegin vilja hoyra, so skal eg lata tygum vita, at vit síggja einki uttan tað, at henda lítla kongadóttirin kemur at elva brøðrum sínum so stóran trega, at tað fer at galda lívið.”

Hetta elvdi drotningini mikla sorg, sum vera man, hon følnaði og litfórst, sum dagarnir liðu, og tað var skjótt, kongur varnaðist, at hon hevði mist sítt glaða sinni, og spurdi, hvat ið bagdi.

Drotningin segði, at hon var komin ov nær eldstaðnum og hevði brent alt línið, hon hevði á rokkinum.

”Ikki annað enn tað”, sigur kongur; fer inn í goymslur sínar og gevur henni meira lín, enn hon kann spinna í hundrað ár.

Men drotningin var líka sorgarbundin. Hann fer aftur til hana og spyr, hvat ið bagir. Hon svarar, at tað er tí, hon kom gangandi so nær strondini, at hon misti annan silkiskógv sín á sjógvin.

”Ikki annað enn tað”, segði kongur, kallaði allar skómakarar í ríkinum saman og bað teir gera henni túsund silkiskógvar. Men gleðina fekk hon ikki aftur. Einaferð enn spyr kongurin, hvat ið bagir. Nú sigur hon, tað er hetta, at hon hevur mist sín fingurring í mat og hevur svølgt hann niður.

Men nú varnaðist kongur, at hetta var ikki satt; hon vildi ikki siga, hvat ið bagdi, tí hann goymdi sjálvur ringin hjá henni, og hann helt við hana: ”Ja, men góða tú, hetta er ikki satt, tú sigur fyri mær, eg havi sjálvur ringin hjá tær í varðveitslu.”

Drotningin var illa við, tí hon sá, at kongurin var vorðin firtin, og hon mátti tí siga frá, hvat spákonurnar høvdu sagt um Rósulítlu og bað hann finna einihvørji ráð fyri hesi óeydnu.

Kongurin gjørdist ógviliga syrgin av hesum tíðindum og gekk leingi tigandi og grundaði yvir, hvat ið var til ráða at taka, men so kom hann til drotningina og segði, at hann visti eingi ráð uttan at taka lívið av barninum. Tá vildi drotningin gerast svøk og segði, at tað skuldi aldri henda so leingi, hon var á lívi; her máttu finnast onnur ráð.

Meðan kongshjúnini ganga og grunda yvir hetta, fáa tey at vita frá skilafólki, at stutt harfrá í einum innantómum træ býr ein gamal vitur maður, ið øll menniskju leita til at biðja um ráð. ”Har má eg eisini fara”, heldur drotningin, ”spákonurnar søgdu mær bert frá tí ringa, men góvu mær eingi ráð ímóti tí”. Ája so ein ljósan sólarmorgun saðlar hon ein hvítan hest og ríður avstað at hitta einabúgvan; tvær hovfrúur eru við. Nú tær koma í skógarjaðaran, stíga tær av og fara til gongu til tann gamla halga mannin.

Einabúgvin hevði ongan hug at tosa við konufólk; men tá ið hann fekk at vita, at tað var drotningin, ið kom, var hann fryntligur og bað siga sær, hvat hon vildi.

Drotningin sigur honum nú, hvat spákonurnar hava spátt um Rósulítlu, og biður hann leggja sær ráð fyri hesi vanlukku. Hann segði, her var einki at gera uttan at steingja ta lítlu kongadóttrina inni í einum torni alt sítt lív. Drotningin takkaði honum fyri ráðini, samsýnti honum tignarliga og skundaði sær heim aftur til kongsgarðin við hesum tíðindum.

Kongur fer nú undir at byggja eitt stórt torn beinanvegin og setir ta lítlu dóttrina inn har. Fyri at hon skuldi ikki keða seg, vitjaðu foreldur og brøður hana hvønn dag. Brøðurnir vóru so ógviliga góðir við systrina, og hon var eisini tað yndisligasta barn, ið hugsast kundi. Tá ið hon hevði fylt fimtan ár, mintu kongasynirnir foreldrini á, at nú var at teimum stundum komið, at hon mátti giftast burtur. Men kongshjúnini bert læðu og dripu hetta burtur úr munni.

Nú hendir tað, at kongur og drotning leggjast av einari ringari sjúku og doyggja bæði sama dag. Hetta elvdi stóra sorg um alt ríkið; øll menniskju lótu seg í svart, kirkjuklokkurnar ringdu dagin langan. Men tann, sum mest syrgdi, var Rósalítla í torni sínum, hon var óflættilig av sorg yvir, at móðirin var deyð.

Tá ið gravarferðin var frá hondini, gjørdist eldri beiggin kongur, og aftur var alt sum vanligt í ríkinum. Brøðurnir gera so av, at eftirsum tað nú eru teir, ið ráða, skal systir teirra sleppa út úr hesum ræðiliga torni, ið hon hevur verið stongd inni í so leingi. Teir fara til gongu báðir. Systirin sær teir koma, hon situr við vindeygað og seymar. Tá ið teir koma inn, reisir hon seg og ynskir beiggja sínum til lukku við krúningini og heldur fyri: ”Ja, nú er tú mín kongur og harri og eg tín eymjúka tænarinna; eg biði teg, slepp mær út hiðani, eg orki ikki at vera her longur.” Hon græt og bar seg illa, sum hon hevði gjørt leingi.

Teir siga henni nú, at teir rætt eru komnir at sleppa henni út hiðani og føra hana til eitt stásisligt slott við urtagørðum, skógum og eingjum, og so skuldu teir skipa fyri giftarmáli fyri hana eisini.

*

Tá ið Rósalítla kemur út og sær blómurnar í urtagarðinum, frukttrøini, áirnar, fuglarnar og alt, er hon so burtur í øllum hesum, at hon fær ikki orðið upp; at nakað so vakurt var til, hevði hon aldri droymt um. Ein lítil grønur hundur hon eigur, slankar rundan um hana og er líka kátur sum hon, hoppar, dansar og er allastaðnis. Nú einaferð loypur hann inn millum trøini og kongadóttirin aftaná. Tá ið tey hava runnið eina løtu, koma tey til ein fugl, ið gongur á vøllinum; hann breiðir velið út sum eitt stórt hjól, og allur fuglurin skín í yndisliga strálandi litum. Kongadóttirin verður so burtur í hesum vakra fugli, at hon verður standandi stív og starir at honum. Aldri hevði hon sætt nakað so vakurt og hugtakandi. Brøðurnir, sum koma aftaná, spyrja, hvat tað er, hon er so paff yvir. Hon peikar á fuglin og spyr, hvat tað er fyri slag.

Teir siga henni, at hetta er ein páfuglur, og tað var vanligt at eta sovorðnar fuglar. ”Hvat siga tit, eta so glæsiligan fugl, drepa og eta hann? Nei, nú gevi eg tað lyfti, at eg vil ongum giftast við uttan páfuglakonginum, og tá ið vit eru gift, so bjóði eg yvir øll ríkir og lond, at eingin má eta páfugl.”

Kongur var illa við. ”Mín góða systir,” heldur hann við hana, ”hvar skulu vit finna páfuglakongin? Vit hava aldri okkara lívføddu dagar hoyrt graml um, hvar ið hann býr.”

”Tað mugu tit um, hvussu tit finna hann,” sigur kongadóttirin, ”men eg vil ongum øðrum giftast við, tað havi eg lovað.”

Ja, ja, hetta mátti so vera. Teir fylgja henni inn á slottið, har hon skuldi búgva. Men páfuglin vildi hon hava við sær, honum kundi hon ikki síggja av. Nú komu allar hovfrúurnar at finna kongadóttrina, sum tær høvdu ikki sæð fyrr, allar høvdu tær ymist tinganest við til hana. Og av tí kongadóttirin bar seg so hábærsliga og var so fryntlig og blíð við øll, var tað beinanvegin, at tær fingu góðsku fyri henni.

Meðan kongadóttirin hugnaði sær á slotti sínum og gleddi seg saman við frúunum, sótu kongur og bróðir hansara daprir í huga og grundaðu yvir, hvussu teir skuldu finna páfuglakongin, ja, teir vóru heldur ikki vissir í, at nakar páfuglakongur var til í øllum heiminum. Teir hildu, at skuldu teir av stað at leita eftir honum, máttu teir ið hvussu er hava ein málning av systrini at vísa honum. Teir kalla so saman allar málarar í ríkinum og áleggja teimum at útpeika tann dúgligasta av øllum til at gera málningin. Og hetta varð ein so vøkur mynd, at tað restaði bert í at tala, fyri at tú skuldi halda hana vera livandi. Síðani sigur kongurin við systrina:

”Av tí tú vil ikki unnast øðrum enn páfuglakonginum, skulu vit nú fara at leita eftir honum um allan heimin. Ansa nú tú eftir ríkinum, meðan vit eru burtur.”

Tá gleddist kongadóttirin og takkaði brøðrunum so miriliga fyri, at teir vildu gera so nógv fyri hana, segði, at hon skuldi ansa væl eftir ríkinum, meðan teir vóru burtur, og hennara einasti stuttleiki, meðan teir vóru burtur, skuldi vera at spæla við tann grøna hundin og hyggja at páfuglinum.

*

Brøðurnir fara so avstað og ferðast eitt langt og sjey breið. Hvørja ferð teir hitta eitt menniskja, spyrja teir: ”Vita tit, hvar ið páfuglakongurin býr?” Men eingin visti at siga teimum. Ája, teir ferðast og ferðast, og at endanum eru teir komnir longur burtur, enn nakað menniskja nakran tíð hevur verið áður. Nú komu teir til skinfluguríkið, so nógvar skinflugur høvdu teir aldri sæð samankomnar áður, tað suðaði og summaði, so tað hoyrdist ikki mannamál. Kongurin spyr nú eina skinflugu, ið var so skilagóð á at líta, um hon visti, hvar ið páfuglakongurin mundi vera at finna.

”Ájú, ájú,” sigur skinflugan, ”ríki hansara er einar tríati túsund míl hiðani. Tit hava gingið stóran umveg, hava tit.”

Kongur spyr, hvussu hon veit tað, at teir hava gingið umveg. Jú, tí hon kennir teir væl, hon hevur mangan verið í urtagarði teirra, einar tveir summarmánaðir og so. Hetta vóru góð tíðindi. Kongurin og bróðir hansara gjørdust vinmenn við skinflugurnar, ótu døgurða hjá teimum og fingu allan blíðskap, flugurnar framdu kappflúgving fyri teimum, runnu dyst og vóru fryntligar. Men brøðurnir høvdu ikki stundir at sita og søgdu farvæl, takkaðu fyri seg og fóru aftur til gongu.

Langt um leingi koma teir til Páfuglaland. Her sótu páfuglar í øllum trøum, her tusti av páfugli, hvar tú hugdi, og málanin hoyrdist frá teimum heilar tvær míl burtur, so kváðir vóru teir.

Kongurin og bróðir hansara ganga og tosa um, hvussu møtumikið tað var at koma inn í Páfuglaland og leita kongin upp. Tí var nú kongurin sjálvur ein páfuglur, gjørdu teir sær fyri skommum, tí einum páfugli kundi systir teirra tó ikki giftast við. Og teir gramdu seg um, at tað skuldi hava borið so illa á, at systir teirra nakrantíð skuldi hava givið hetta undarliga lyfti.

Nú koma teir inn í høvuðsstaðin og síggja, at her búgva menniskju; men klædnabúni teirra er gjørdur av páfuglafjaðrum. Tað ber ikki betur á, enn teir hitta kongin; hann er úti og koyrir sær ein túr í einum tekkiligum gullvagni við tólv páfuglum fyri. Hann var av allar vakrastu monnum, langt gult hár og krúnu av páfuglaveli.

Tá ið hann sær menninar, gitir hann beinanvegin, at hetta eru útlendingar, støðgaði og spurdi tíðindi. Brøðurnir heilsa honum við miklum kurteisi og siga, at teir eru komnir úr

fjarum londum at vísa honum ein málning og geva honum myndina av systrini.

Páfuglakongurin hyggur at málninginum við miklum áhuga. So heldur hann fyri: ”Ber tað til, at nøkur so vøkur genta er til í heiminum?”

”Hon er hundrað ferðir vænari enn myndin,” sigur kongurin.

”Nei, nú gera tit av,” heldur páfuglakongurin.

Tá tekur kongsbróðirin til orða: ”Harra kongur, bróðir mín er kongur sum tygum, og málningurin er av systur okkara, Rósulítlu. Vit eru komnir at spyrja, um tygum vilja hava hana til konu. Hon er líka so klók, sum hon er vøkur, og vit geva henni eina skeppu av gulli í heimanfylgju.”

Jú, páfuglakongurin svaraði, at hann longu hevði fingið yndi til hana, og hann skuldi gera alt fyri at gleða hana, tá ið hon kom. Men so mátti hon vera líka vøkur sum myndin; var hon ikki tað, so skuldu báðir brøðurnir lata lív.

Hesum tóku brøðurnir gleðiliga undir við, tí teir kendu seg vissar í, at systirin var nógv vakrari enn myndin.

Nú kravdi páfuglakongurin, at teir skuldu vera fangar hansara, til systirin kom. Hetta settu brøðurnir seg heldur ikki ímóti. Teir vórðu ógviliga væl fagnaðir, og páfuglakongurin vitjaði teir hvønn dag í fangahúsinum. Myndin hevði hugtikið hann so, at hann tosaði einki annað um og bert stundaði eftir tí degi, tá ið hon kom. Brøðurnir sendu beinanvegin bræv til Rósulítlu og bóðu hana skunda sær at koma, tí páfuglakongurin bíðaði eftir henni.

Tá ið kongadóttirin fær brævið, verður hon ómetaliga glað, letur kunngera um alt sítt ríki, at páfuglakongurin var funnin, og at hon nú skuldi giftast við honum. Hetta varð undirtikið við miklum hátíðarhaldi víða um í landinum, og alt fólkið frøddist við prinsessuni yvir hesi fagnarboð. Ríkið letur Rósalítla upp í hendurnar á elsta og vísasta manni á staðnum og so býr hon seg til ferðar.

Ongan tekur hon við uttan fostru sína, dóttur hennara og so tann lítla grøna hundin hjá sær. Tær fara um borð í eitt skip, sum lá fyri laðberginum og bíðaði eftir teimum. Heimanfylgjan, ein skeppa av gulldálum, varð koyrd umborð og hartil so nógvir kjólar, at kongadóttirin í tíggju ár kundi skifta tvær ferðir um dagin. So løgdu tey frá landi og sigla í nógvar dagar. Nú spyr fostran skiparan, um enn tey koma skjótt til Páfuglaland. ”Nei, ikki enn,” svarar hann. Tey sigla aftur mangar dagar, og fostran fer aftur til skiparan: ”Nú, eru vit skjótt í Páfuglalandi?” – ”Nú líður nakað,” svarar skiparin. Aftur sigla tey dagar og vik-ur, og fostran fer triðju ferð til skiparan: ”Hvat líður nú?” spyr hon. ”Nú líður meir,” sigur skiparin.

Tá rópar fostran skiparan í einrúm og spyr hann, um hann hevði viljað verið ríkur.

Jú, tað helt skiparin, at tað hevði hann viljað; men ivaleyst vóru ongar vónir fyri tí.

”Fæ skal aldri koma at tróta tær,” sigur nú fostran, ”um tú vil gera mær ein lítlan beina.”

Maktaði hann tað, skuldi hann gera tað, segði skiparin.

”So er tað ein avgerð,” sigur fostran. ”Í nátt, tá ið kongadóttirin er sovnað, hjálpir tú mær at blaka hana út. Tá ið hon so er druknað, lata vit dóttur mína í klæði hennara og føra hana til páfuglakongin, og tá verður lønin tær vís.”

Nú skiparin hoyrir hetta, sigur hann seg ikki hava hug at vera uppií, ”tað er synd at beina fyri so yndisligari gentu,” hann fær seg ikki til tað.

Nú finnur fostran upp á tey ráð, at hon ger veitslu umborð, ber tað so í band, at skiparin verður fullur og gloymir, hvat hann hevst at.

Tá ið tað er vorðið myrkt, fer kongadóttirin at leggja seg sum vanligt. Tann lítla grøna hundin hevði hon liggjandi á fótalagnum hjá sær. Tá ið hon er sovnað, lokkar fostran skip-aran at sníkja seg inn til hana, taka bæði hana og songina í kneppið og seta hana fyri borð. Hann gjørdi hetta so varliga, at hvørki kongadóttirin ella tann grøni hundurin vaknaðu.

Songin var so góð og tøtt, at hon fleyt sum ein bátur. Skipið sigldi so frá henni. Langt um leingi vaknaði kongadóttirin, tí vatnið setti so spakuliga ígjøgnum klæðini. Tá ið hon rørdi seg, vaknaði hundurin eisini og fór at goyggja. Kongadóttirin vildi gerast býtt, at hon vaknaði flótandi á havinum í songini, meðan skipið var har burturi at síggja. Og hon dugdi ikki at fata, hvussu ið vorðið var, settist so sáran at gráta í sínum hjálparloysi.

Skipið sigldi sína kós og tað var skjótt, tey sóu høvuðsstaðin. Páfuglakongurin hevði sent hundrað vognar til strandar at taka ímóti síni festimoy. Og vognarnir vórðu drignir av mongum ymissum dýrum. Har vóru ljón, bjarnir, hjørtir, vargar, ross, oksar, ørnir og páfuglar. Seks bláar apur drógu vognin, ið kongadóttirin skuldi koyra í, tær dansaðu og gjørdu sítt ítasta fyri at hugna gestinum. Seksti moyggjar hevði páfuglakongurin sent at ganga til handar, klæddar í glæsiligar búnar, sum glitraðu av silvuri og reyðargulli.

Fostran hevði gjørt sítt ítasta fyri at snolla dóttrina upp, latið hana í vakrasta kjóla frá kongadóttrini og hongt allar hennara dýru steinar upp á hana; men hóast alt hetta var hon ljót. Hárið var sum avsetur, kúlut, hjólbeint, illfýsin á at líta, og so skeitti hon.

Nú hon trínur í land av skipinum, verða tey, ið páfuglakongurin hevði sent at taka ímóti, so paff, at tey standa bert og gapa.

Men fostrudóttirin smæddi seg ikki burtur, hon gav teimum av tonnum og spurdi, hví tey stóðu har og glandu, um tey vóru ikki komin at taka ímóti henni, tað var eingin synd at jarðlagt tey øll somul.

Fólk tutlaðu sínámillum og spurdu hvønn annan, hvat hetta var fyri eitt skrímsl, ið her var komið, eitt var at bjóða kongi til vív, bæði ljótt og ilt í sær.

Men fostrudóttirin bretti sær á í vogninum, sperdi bringuna fram úr sær og hvesti í sítt stóra glæsiliga fylgi. Páfuglarnir, ið høvdu sett seg í trøini við vegin og skuldu bjóða Rósulítlu vælkomna, hildu munn, men tutlaðu: ”Oy, oy, sum hatta er eitt ótespiligt kvendi.”

Fostrudóttirin hoyrdi, hvat teir søgdu, og varð ovursint, rópti á varðmenninar, at teir skuldu síggja til at skjóta allar hesar óargafuglar fyri sín óflýggjaliga atburð. Men páfuglarnir tóku seg á veingirnar og flugu burtur við háð og spott.

Skiparin og fostran hildu seg í hølunum á fylginum. Nú tutlaði hann inn í oyrað á henni: ”Hetta verður ein vanlukku standur, hon er so ljót, at tað verður ruðuleiki av tí.” Men fostran mundi bitið høvdið av honum og hótti hann at tiga: ”Einki er hon ljót, hon er mín egna dóttir.«

Tað vóru farin boð til páfuglakongin, at brúðurin var komin í land. – ”Íðan,” sigur hann, ”hava brøðurnir sagt satt fyri mær, er hon vakrari enn málningurin?”

”Tað er nú so nógv at krevja,” helt ørindasveinurin, ”hevði hon verið hálv so vøkur.”

”Ja, ja, so hevði eg eisini látið væl at,” segði páfuglakongurin.

Alt í einum er sovorðið tumbul og málageip í slotsgarðinum. Tá kemur hon inn í túnið - ”Smátt í kvendið, so er vorðið!” hoyrir hann frá fleiri røddum í allari málanini. Men páfuglakongurin helt, at hetta varð sagt til einhvønn gekkin, ið var við í fylginum; at tað galt brúðrina, grunaði hann ikki.

Málningurin av Rósulítlu varð nú borin hátíðarliga fram á einari høgari stong. Aftaná gekk kongur við øllum sínum páfuglum, embætismonnum og umboðsmonnunum fyri granna-londunum.

Kongurin var ógvuliga ótolin eftir at síggja brúðrina, sum vera man. Men tá ið hann so fekk eyguni á hana, myrknaði fyri honum, og tað var alt at gera, hann fall ikki í óvit. Ovursintur reiv hann skikkjuna av sær, tók seg fyri andlitið og bað fáa hatta ræðuliga fylgsnið burtur, so tað kom ikki fyri síni eygu meir.

Og páfuglakongurin vendi ikki fótinum, fór í somu øðini at fangatorninum, har brøðurnir sótu, nú skuldu teir týna; vera komnir higar at halda hann fyri gjøldur, bjóða honum eitt sovorðið fjørutrøll til konu. Og hann beyð monnum sínum at taka fostrudóttrina og móður hennara og skiparan og seta tey í svartasta fangahol í ríkinum.

Meðan alt hetta fer fram, sita brøðurnir og stunda eftir, at systir teirra skal koma at landa, tí teir hava frætt, at hon er á veg. Teir gleða seg til at sleppa við at taka ímóti henni við strondina. Men ístaðin fyri koma hermenn inn til teirra við buldur og brak, taka teir á hondum og hirða teir niður í ein myrkan kjallara, djúpt undir jørðini, har vatnið stendur teimum upp á miðju og iglarnir skríða upp og bíta seg fastar. Teir eru heilt paff yvir hesa medferð og duga ikki at skilja, hvat ið hent kann vera, sum hevur elvt teimum hesa neyð. Tað ganga tríggir dagar, áðrenn nakað menniskja hyggur til teir aftur. Tá høvdu teir longu gitt sær, at ætlanin var, teir skuldu doyggja her; men ikki høvdu teir dul ella dreym um, hvat ið hent var.

Nú kemur sjálvur páfuglakongurin og rópar á teir gjøgnum eitt lítið glopp í fangaklivuni. Røddin er ræðulig, hann deilir sum ein vargur: ”Tit komu higar og søgdu tykkum vera kong og kongsbróður, lokkaðu meg at taka systur tykkara til konu. Nú síggi eg, tit eru landastrok, sum eru komnir við lygnum og hava hildið meg fyri gjøldur. Gentan, tit buðu mær, er eitt skrímsl, ein havtaska, ein ræða, sum ravnarnir megu spýggja at. Men nú skal gerast stutt av. Gálgarnir eru reistir. Tit skulu sleppa upp at reiggja, áðrenn sólin setur.”

Nú tekur tann eldri bróðurin til orða, illur yvir hesi skendarinsorð, teir fáa oman yvir seg:

”Harra kongur. Ver nú ikki ov bráður. Tað kundi borið á, at tygum komu at iðra tað. Eg eri kongur líka væl sum tygum og eigi nøgdir bæði av gulli og hermonnum. Hvat er nú tað fyri lótir at heingja okkum; hava vit stolið frá tygum, ella hvat?”

Nú páfuglakongurin hoyrir hesa djørvu talu, er hann eitt sindur ráðavillur og iðrar seg um, at hann var so bonskur í orðum, kanska hann skuldi slept teimum leysum og latið teir farið sín veg við systrini? Men tá er tað ein hovmaður, ið stingur honum í oyrað: ”Ger ikki ta skomm at eira teimum, tað verður ikki niður aftur lagt.”

Tá kom sinnið aftur í páfuglakongin. Hann svór so dýran við, at teir skuldu ikki sleppa, rætturin skuldi viðgera málið. - Men rætturin hevði ikki leingi um at kolldøma brøðurnar. Teir metaðu saman málningin og fostrudóttrina, har var einki at ivast í; kongurin var hildin fyri gjøldur, og dómararnir løgdu ikki minni við, enn at brøðurnir skuldu verða hongdir.

Hetta var lisið upp fyri konginum og bróður hansara í fangaholinum. Men teir vildu ikki taka við, søgdu við ein munn, at teir høvdu sagt satt, systir teirra var vøkur sum tann ljósi dagur, hon var háborin og nógv yndisligari enn málningurin, teir høvdu víst. Her mátti tí vera hent eitthvørt, teir vistu ikki, hvat tað kundi vera; men teir kravdu at fáa freist eina viku, áðrenn nakað varð gjørt burtur úr dóminum.

Páfuglakongurin var alsamt líka illur, so hann nóg illa lurtaði eftir, hvat teir søgdu; men so at endanum sissaðist hann so mikið, at hann játtaði teimum hetta.

*

Nú kemur Rósalítla aftur í søguna. Hon sat alla náttina í song síni og græt og grundaði yvir, hvat ið hent henni var. Tess meir hon grundaði, tess ógvisligari tóktust henni hendingarnar, og tá ið lýsti fyri morgni, var hon komin til tað úrslit, at hetta mundi vera páfuglakongurin, ið hevði iðrað seg um, at hann hevði játtað at giftast við henni, og nú hevði fingið í lag at koyra hana fyri borð í song síni fyri at verða av við hana. Og tí græt hon so sáran og undraðist á, at páfuglakongurin kundi vera so løgin. Tað var so undarligt, at hon fekk seg ikki til at vera illa við hann kortini, nei, henni longdist eftir honum, hon græt av kærleika til hann.

Tveir dagar rak hon á sjónum, ígjøgnum, stív av kulda og hungurstungin, sum vera man. Ein uggi var tað, at hundurin alsamt sat á fótalagnum. Um náttina, tá ið hon vildi flúgva frá vitinum av ræðslu, lokkaði hon hann at goyggja alla tíðina, hugsaði kanska, havdýrini aftraðu seg fyri at leggja á, tá ið tey hoyrdu hann.

Líðandi rak songin inn móti landi, inn at einari fláari strond, har ein gamal einsamallur maður búði. Hann var ógvuliga fátækur, livdi mest av at leita eftir reka og sovorðið. Tá ið ættin lá upp á landið, var hann altíð vanur at stetla niðri í fjøruni. Sum hann nú gongur ein morgunin, hoyrir hann hundagoyggj. Hann hyggur uttan um seg - tað var løgið - hugsar hann við sær, - her er ikki vanligt at hoyra sovorðið, heldur hondina fyri brúnar og hyggur niðan yvir hagan - tað man vera onkur ferðamaður, ið er vilstur - men hann sær einki. Tá hyggur hann út yvir aftur sjógvin og fær eyga á songina úti fyri. Hann vil gerast býttur, ein song við einari gentu og einum lítlum grønum hundi í; sovorðnan reka hevði hann aldri funnið fyrr.

Nú rópar kongadóttirin og biður hann hjálpa sær, rættir armarnar inn ímóti honum. Gamli leggur á lónna, vaðar út ímóti songini, fær í hana og dregur hana landfasta. Tá var frøi á hundinum og kongadóttrini. Hon sveipti seg í áklæðið, og so fóru tey niðan í smáttuna. Hin gamli setti brandarnar saman á fýrstaðnum og fekk heitt inni, fór so í eina kistu, har stóð, tók messuklæðini hjá deyðu konu síni uppúr og gav kongadóttrini, so hon kundi fara í turt.

Tann gamli maðurin dugdi at síggja, at hetta var ein ættstór genta, hann hevði bjargað, tí seingjarklæðini vóru gulldrigin, og búni hennara var tað reinasta silki og purpur. Men hon var illa komin, so hann helt seg ikki undan at bjóða henni av sínari fátækt: ”Tygum eru deyðkomin av svongd, her er eingin harrakostur at bjóða; men eg eigi breyð og røtur, eg beri tygum tað, so tygum kunnu koma fyri tygum aftur.” Og hann var sum ein faðir fyri henni.

Tað var so skjótt, kongadóttirin fekk sovorðið álit á hesum gamla, at hon segði honum søgu sína frá fyrst til síðst, og hon græt síni móðigu tár yvir, at páfuglakongurin var so undarligur, tí enn trúði hon, at tað var hann, ið hevði koyrt hana á sjógvin.

Men gamli maðurin helt, at tað bar ikki til, at páfuglakongurin var so harðhjartaður: ”Eg ivist ikki í, at sá hann tygum, hevði hann tikið tygum til konu beinanvegin.” Og hann beyð sær til at leita páfuglakongin upp fyri hana, og lata hann vita, hvussu vorðið ið var.

Men nei, nei, tað batti einki, suffaði kongadóttirin: ”Páfuglakongurin hevur sligið hondina av mær, tað batar einki at fara til hansara. Men høvdu tygum átt eina lítla kurv at lánt mær, hevði hundur mín drúgvast fingið okkum eitthvat gott at etið.”

Kurv fekk hon, bant um hálsin á hundinum og segði við hann: ”Far nú til besta køkin í landinum og ber mær tað, tú finnur har.”

Hundurin leyp av stað. Og av tí besti køkurin mátti vera hjá kongi, smeyg hann sær inn har, skavaði lokini av pottum og pannum, fylti upp í kurvina og bar heim til kongadóttrina. Rósalítla sigur aftur við hundin: ”Loyp avstað og ber mær eisini tað besta, tú finnur í kovanum hjá kongi. Hundurin avstað aftur, rumsast í kongskovanum og fyllir kurvina, alt tað besta hann finnur: frukt, køkur, vín, so nógv hann knógvar undir, og kemur aftur til kongsdóttrina við tí.

Tá ið páfuglakongurin skal fáa døgurða, nú eru bæði køkur og kovi tómir, eingin matartuggan at borðreiða fyri hann. Kokkarnir standa hjartkiptir og fata ikki, hvussu hetta er borið til. Páfuglakongurin fer frá aftur borðinum við turra tonn, ovursintur: ” Ja, ja, tit hava beint mær fyri døgurðanum, nú skal eg ið hvussu er hava eina vala steik til nátturða frá tykkum.” So fór hann og ripaði hurðina aftur eftir sær.

Um kvøldið sigur Rósalítla aftur við hundin: ”Far í kongskøkin og tak mær tað besta, tú finnur.” Hundurin fer, og meðan kokkarnir venda sær burtur, naspar hann steikina av tein-inum og er horvin heim aftur til Rósulítlu við henni. Síðani rann hann avstað aftur í kovan og fylti kurvina á øðrum sinni við øllum, ið kokkarnir høvdu gjørt til nátturðan.

Páfuglakongurin gekk ótolin og bíðaði eftir nátturðatíð, og tá ið hann so kom til borðs, skundaði hann undir kokkarnar, ikki at drála longur við matinum, tí nú var hann so svangur. Men kokkarnir komu nipnir til harra sín og søgdu, at teir fataðu ikki, hvussu vorðið ið var; men alt var horvið, teir høvdu gjørt til nátturða, bæði úr køki og kova. Kongur var bæði óður og galin; men har gjørdist einki, hann mátti til songar nátturða-leysur. Dagin eftir gekk í sama navn og triðja dagin við, kongur fekk hvørki vátt ella turt, hvørki til døgurða ella til nátturða.

Høvuðskokkurin var illa við, tí hann stúrdi fyri, at páfuglakongurin fór at svølta í hel. Dapur í huga setti hann seg tí á varðhald í ein krók í køkinum og eygleiddi alsamt pottarnar, ið stóðu útyvir. Best sum hann situr, sær hann, ein lítil grønur hundur kemur sníkjandi, skavar lokið av pottinum, tekur kjøtið uppúr, leggur tað í kurv sína og hvørvur ljódliga avstað aftur við tí. Høvuðskokkurin fer nú aftan á hundinum og eltir hann at smáttuni hjá tí gamla manninum. Síðan vendir hann aftur og sigur páfuglakonginum, hvussu vorðið, ið er.

Kongurin undrast stórliga yvir hetta og býður, at tey, sum inni eru í smáttuni, skulu verða tikin og førd til høvuðsstaðin. Høvuðskokkurin tekur nakrar hermenn við sær, fer aftur til smáttuna og kemur á tey, meðan tey sita og eta nátturðasteikina hjá kongi. Hann tók nú bæði kongadóttrina, tann gamla mannin og hundin og bant tey.

Tá ið kongur fekk hetta at vita, segði hann, at tað var í lagi. ”Í morgin er freistin úti, eg gav hinum báðum landastrokunum, so ber til at heingja steiktjóvarnar saman við teimum.” Síðan fer kongur til rættarstevnuna, har fangarnir vóru fyri.

Tann gamli maðurin kastar seg á grúgvu fyri páfuglakonginum, sigur, at hann vil greiða frá, hvussu alt hetta er borið til. Meðan gamli greiðir frá, situr kongur og hyggur at hesi yndisligu gentu og harmar hana. Nú hann hoyrir hin gamla greiða frá, at hetta er tann rætta kongadóttirin, at hon er vorðin koyrd fyri borð av skipi sínum, loypur hann upp í gleði, loysir Rósulítlu úr bondum, hálsfevnir hana og sigur henni, hvussu góður hann er við hana, og at hann hevur longst so tráliga.

Tá er kongur ikki seinur at loysa brøðurnar av fangatorninum. Teir eru ógvuliga tungir í huga, tí nú halda teir seg verða leiddar til gálgan. Fostran og fosturdóttirin og skiparin verða eisini loyst av torninum. Tey kendu øll hvørt annað aftur beinanvegin. Rósalítla leyp um hálsin á brøðrum sínum, meðan hini løgdu seg á grúgvu og bóðu um grið. Gleðin var so stór, at páfuglakongurin og Rósalítla eirdu teimum. Tann gamli maðurin fekk tað fyri sína hjálp, at hann alla sína livitíð skuldi verða búgvandi í kongsgarðinum.

Páfuglakongurin vísti nú brøðrunum allan heiður og harmaðist sáran yvir, at hann hevði verið so harður við teir. Fostran mátti út aftur við øllum, hon hevði tikið frá kongadóttrini, bæði klæðum, prýðum og gullpeningunum, hon hevði havt við í heimanfylgju. Brúdleypið stóð í tvær vikur í kongsgarðinum. Páfuglakongurin og drotning Rósalítla ráddu leingi í landinum og livdu saman í gleði og gaman, yndað av øllum fólkinum.

 

Úr bókini ”Ævintýr 1”. Heðin Brú týddi. Føroya lærarafelag gav út í 1959.

Upprunaheiti: ”Roselil”. V. Hermann, B. Pio: “Eventyrbogen”, København 1862