Skip to main content

Dávur neytadrongur

 

Eina ferðina var tað ein smádrongur, sum æt Dávur. Hann situr ein dagin undir einum heyggi og goymir at neytum. Meðan hann goymir at, spælir hann við nakrar smásteinar, ið liggja har. Best sum er, kemur ein ungur dvørgur út úr heygnum, tekur ein stein millum hendurnar, kroystir hann sundur og sigur við drongin:

”So smátt skal eg smildra teg, letur tú ikki hasar steinarnar í frið.”

Tá ið Dávur kemur heim um kvøldið, biður hann mammu sína geva sær ein ost við, tá ið hann skal avstað aftur í morgin. ”Tað skalt tú fáa, barn mítt”, sigur mamman og leggur honum ein í matskjáttuna.

Dagin eftir situr Dávur aftur undir heygnum og spælir við steinarnar. Tað er ikki leingi, nú er tann ungi dvørgurin har og sigur hetta sama sum í gjár: ”Letur tú hesar steinarnar ikki í frið, skal eg gera við teg sum við henda steinin.” So tekur hann ein stein upp í hondina og molar hann sundur.

Tá svarar drongurin: »Heldur tú ikki munnin til á tær, skal eg vinda vatnið úr tær, sum eg geri við henda steinin.« So tekur hann ostin millum hendurnar og kroystir á, so mysan rennur úr.

Tá ógvast tann ungi dvørgurin við, tí hann heldur, at drongurin er sterkari, enn hann er sjálvur, og spyr Dáva, um hann vil ikki koma inn í heyggin at tæna teimum, hann skal fáa eina skeppu av gulli um árið í løn.

Hetta helt Dávur vóru góð kor og tók av, var so í heygnum hjá dvørgunum í sjey ár. Tey fyrstu trý gongur hann tí gamla dvørginum til handa, og hini fýra er hann rossadrongur.

Tann ungi dvørgurin fær skjótt tokka til Dáva, teir verða bestu vinir báðir. Tá ið tey sjey árini eru liðin, og Dávur skal avstað frá teimum, sigur tann ungi dvørgurin við hann:

”Langt burtur einastaðni býr ein kongur, sum hevur verið sjúkur í nógv ár, tí hann fæst einki at eta. Pápi mín eigur eina gamla silvurskeið, sum er soleiðis dánað, at verður tað rørt við henni í matinum, fær kongurin hugsku at eta aftur.”

”Hvat nyttar tað mær,” svarar Dávur, ”eg havi ikki dirvi til at fara til faðir tín og biðja um skeiðina.”

”Tað tori eg,” sigur dvørgurin, fer inn til hin gamla og sigur við hann: ”Nú fer Dávur neytadrongur frá okkum.”

”Eg veit, eg veit,” svarar tann gamli dvørgurin.

Hin ungi sigur: ”Drongurin vil heita ta bøn á teg, áðrenn hann fer, at lata seg fáa ta gomlu silvurskeiðina.”

”Hana lati eg ikki, so verði eg óhjálpin,” sigur hin gamli.

”Hann má fáa hana kortini”, sigur tann ungi.

”Íðan, gev honum hana so,” sigur hin gamli hvattliga.

Tann ungi fer út til drongin við henni og sigur: ”Her hevur tú skeiðina. Men far tú nú inn til pápa mín og bið hann geva tær ta gomlu, rustaðu byrsuna.”

”Tað havi eg ikki dirvi til,” svarar Dávur.

”Tað havi eg,” sigur dvørgurin, fer inn aftur til pápa sín og sigur: ”Nú fer Dávur neytadrongur frá okkum.”

”Eg veit, eg veit,” svarar tann gamli dvørgurin,

”Hann vil so fegin hava ta gomlu, rustaðu byrsuna við sær,” sigur tann ungi.

”Hana lati eg ikki, eg verði óhjálpin,” sigur tann gamli.

”Hann má fáa hana kortini,” sigur tann ungi.

”Íðan, lat hann so fara við henni,” hvessir hin gamli.

Tann ungi fer út aftur og sigur við drongin: ”Her hevur tú byrsuna. Men far nú inn til faðir og bið hann geva tær hin gamla stríðshamaran!”

”Eg tori ikki,” sigur Dávur.

”Tað tori eg,” sigur dvørgurin og fer inn aftur til pápa sín og sigur:

”Nú fer Dávur neytadrongur frá okkum.”

”Hann fer, hann fer, men kemur ikki av fetinum,” ilskast tann gamli.

”Men nú er tað hetta, at hann vil so fegin hava tann gamla stríðshamaran við sær,” sigur tann ungi.

”Hann lati eg ikki av hondini, so verði eg óhjálpin,” sigur hin gamli.

”Hann má fáa hann kortini,” sigur tann ungi.

”Íðan, lat tað so vera,” glepsar hin gamli.

Tann ungi fer út til drongin og sigur: ”Her hevur tú stríðshamaran. Men far nú inn til faðir og bið hann geva tær ta gomlu harpuna!”

”Nei, ikki komi eg mær,” sigur drongurin.

”Tað geri eg,” sigur tann ungi, fer inn til faðir sín og sigur við hann: ”Dávur neytadrongur fer frá okkum nú.”

”Hatta havi eg hoyrt tíggju ferðir sum eina, men hann fer jú ikki av fetinum,” deilir hin gamli.

”Ja, men nú er tað hetta, at hann vil so fegin fáa ta gomlu harpuna hjá tær við sær á ferðini.”

”Hana lati eg ikki frá mær, so eri eg óhjálpin,” sigur hin gamli.

”Hann má fáa hana kortini,” sigur tann ungi.

”Íðan, grýt honum hana so,” rópar hin gamli, ovursintur.

Tann ungi fer út aftur til drongin og sigur: ”Her hevur tú harpuna, slá hana onkuntíð, tú kemur í vanda. Nú hevur tú fingið nógv hent ting, men tú mást hava okkurt at flyta tey á, far inn til faðir og bið hann geva tær eitt ross úr stallinum!”

”Á tegi, eg komi mær ikki,” sigur drongurin.

”Tað geri eg,” sigur dvørgurin, fer inn aftur til faðirin og sigur: ”Nú fer Dávur neytadrongur frá okkum.”

”Tygg hata ikki upp aftur longur, hann fer, hann fer, hann fer og kemur alsamt ikki av fetinum.« Nú deilir gamli, so skeggið gongur sum steinstólpuvel.

”Tað er bert hetta, at hann vil sleppa at velja sær eitt ross úr stallinum at fara á.”

“Eingi ross, eingi ross havi eg at geva burtur,” sigur gamli.

“Eitt ross má hann fáa kortini,” sigur tann ungi.

“Íðan, lat hann so velja sær eitt meðni,” sigur gamli í øðini.

Hin ungi dvørgurin fer nú út aftur til Dáva og sigur við hann: ”Vel tær nú eitt ross. Tak ta gomlu, hvítu ryssuna, ið stendur aftan fyri hurðina, ta gomlu meilina og tann slitna saðilin, ið hanga uppi yvir henni.”

Drongurin fer nú í stallin við tí gamla dvørginum. ”Hvat ross velur tú?« spyr gamli. Har vóru fleiri prúðir og spræknir hestar og mangir stásiligir silvurdrignir saðlar.

”Á lat meg fáa hasa gomlu, hvítu ryssuna aftan fyri hurðina, ta gomlu meilina og tann slitna saðilin,” sigur drongurin.

Tá heldur hin gamli dvørgurin fyri: ”Hann var tær hollur, ið legði tær hasi orðini i munnin.”

Dávur fatlar nú allar sínar góðu lutir upp á ryssuna, setur seg sjálvan á bak, takkar fyri seg og fer at finna tann sjúka kongin.

Ája, hann kemur í øllum góðum til kongsgarðin og fær arbeiði sum kokkur. Hann hevur ikki verið har meir enn eina stutta tíð, nú fer kongur at koma seg, tí Dávur rørir trúliga í matinum við tí gomlu silvurskeiðini, ið hann fekk frá dvørginum. Tað er ikki leingi, til kongurin er sum fyrsta dagin, og Dávur kemur høgt í metum.

Nú er har á borgini ein maður, tey rópa Riddarin Reyði, eitt bølmenni, ið hevur reikað um hjá mongum stórmonnum, men ongastaðir heftst fyri sínar ódygdir. Honum líkar illa, at tað vignast so væl fyri Dáva, fer so til kong og lýgur fyri honum, at drongurin sigur seg vera føran fyri at skjóta tveir hjørtir, ið eru so stórir sum gildisskálar. ”Men hann má hóttast, annans ger hann tað ikki,” tekur hann aftur í orðið. Dávur verður nú róptur upp á borgina, og kongur sigur við hann: ”Eg hoyri, tú heldur teg til at skjóta tveir hjørtir til støddar sum gildisskálar, tað lystir meg at síggja.”

Ræðsla kemur á drongin, og hann svarar lágmæltur, at hann hevur hvørki hugsað tað ella sagt tað.

Kongur gav sær ikki far um tað, men beyð, at hann skuldi skjóta hjørtirnar, ella skuldi hann verða hongdur, tað vóru ongar umberingar.

Dávur fer dapur í huga av aftur borgini og leitar sær út í rossastallin, so at eingin skuldi síggja, at hann græt. Meðan hann stendur har og er heilt fyri ongum, vendir tann gamla hvíta ryssan høvdinum, talar á hann og spyr, hví hann ber seg so illa.

Drongurin hvøkkur við og sigur: »”Hoyr, dugir tú at tala? Tað visti eg ikki. Men hvat dugir tað, um eg sigi tær hvat, ið bagir?”

”Eg veit líka,” sigur ryssan, ”kanska tað var ikki verri, um tú lætst meg hoyra, hvussu vorðið ið er.”

So sigur hann henni alt, ið honum er viðurfarist.

”Hasum veit eg ráð fyri,” sigur ryssan. ”Far tú til kong og bið hann geva tær nakrar klyvjar av korni og tvey tjúkk tog. Tá ið tú hevur fingið hetta, tak so ta gomlu, rustaðu byrsuna, tú fekst frá dvørginum, klúgv upp á tað hægsta tornið á kongaborgini og skjót út í luftina í beinan eystan. Kom so aftur til mín!”

Drongurin ger nú alt, sum ryssan hevur sagt, kemur so aftur í stallin til hennara.

”Nú skalt tú leggja alt viðførið frá kongi á meg; vit skulu hava tað til matna á okkara longu ferð. So setur tú teg sjálvan omaná.”

Tey fara so avstað og ferðast eitt langt og sjey breitt. At endanum koma tey til eina fløtu, har tveir hjørtir liggja skotnir, til støddar sum gildisskálar. ”Tak nú togini,” sigur ryssan við Dáva, ”og køk mær hjørtirnar!” Tá ið hann hevur gjørt tað, krýpur ryssan inn millum fótabugarnar og fær hjørtirnar upp á ryggin á sær. Dávur setir seg omaná, og tey ríða heim aftur. Glaður var kongurin, tá ið hann fekk hesa miklu veiðu.

Men Riddarin Reyði gevst ikki so, hann fer aftur til kong og lýgur fyri honum, at Dávur sigur seg føran fyri at flyta eina kongadóttur til garðs, ið skínur sum tann bjarta summarsól. ”Men drongurin má hóttast, skal hann fáast til tað,” leggur bølmennið aftrat.

Aftur verður Dávur kallaður upp á borgina. Kongurin sigur við hann: ”Eg hoyri, tú lítur tær til at fáa eina kongadóttur til garðs, ið skínur sum tann bjarta summarsól. Hana lystir meg at síggja.«

Drongurin verður ræddur og sigur málveikur: ”Tað havi eg hvørki hugsað ella sagt.”

Kongurin gav sær einki far um tað, men beyð, at hann skuldi fara eftir kongadóttrini beinanvegin, ella skuldi hann verða hongdur; tað skuldi ikki ryggjast.

Aftur fer drongurin grátandi út í rossastallin. – ”Nú stakkalur,” sigur tann gamla, hvíta ryssan, ”hvussu veit við hjá tær, tú stendur og grætur?”

Hann biður ikki tala. ”Nú er úti við mær, kongur býður, at eg skal føra honum eina kongadóttur, ið skínur sum tann bjarta summarsól, til garðs, annars skal eg verða hongdur.”

”So mást tú royna at gera tað meðni,” sigur ryssan. ”Far tú til kong og bið hann geva tær tríati klyvjar av korni, tólv klyvjar av húðum og tólv klyvjar av seymi.”

Dávur ger, sum hann verður biðin, og fær alt viðførið lagt fyri stalldyrnar. Nú fatlar hann allan førningin upp á ryssuna og setir seg sjálvan omaná. So fara tey avstað bæði.

Tá ið tey hava riðið ein langan tein, sigur ryssan: ”Hoyrir tú einki?”

”Jú,” sigur drongurin, ”eg hoyri sús og dun í luftini sum av fjarum fossum.”

”Tak so og loyp tjúgu klyvjar av førninginum á vøllin,” sigur ryssan. Drongurin er ikki meir enn liðugur við hetta, nú koma so nógvar dúgvur flugvandi, at tað myrknaði fyri sólini. Tær løgdust beinan vegin á kornið; men so nógvar vóru tær í tali, at tær fingu ikki meir enn einaferð upp í nevið hvør. Tær vóru glaðar fyri at fáa kornið, og tá ið tær flugu burtur aftur, góvu tær Dáva eina látipípu, søgdu við hann: ”Blás í hana, um tú vilt hava ein beina frá okkum onkuntíð.”

Tey ríða nú longur fram á vegin. Tá tey eru komin nakað, sigur ryssan aftur: “Hoyrir tú einki?”

Drongurin svarar: ”Eg hoyri buldur og brak í luftini.” ”Tak og loyp tólv klyvjar av førninginum á vøllin,” sigur ryssan.

Drongurin hevur ikki meir enn gjørt tað, nú tysa so nógv huldufólk samanum, at tað er bert ein nevi til hvørt av korninum. Men tey eru glað fyri, at Dávur egnir tey, og geva honum eina látipípu, áðrenn tey fara, siga við hann: ”Blás í hana, vilt tú onkuntíð hava okkum at gera tær ein beina.”

Aftur ríða tey ein langan tein. Nú sigur ryssan: ”Hoyrir tú einki?

”Jú,” sigur drongurin, ”eg hoyri soran og skotran í luftini.”

”Loyp so tólv klyvjar av førninginum á vøllin,” sigur ryssan.

Drongurin so ger. Hann er ikki meir enn liðugur, nú tysa so nógvir fjallatussar rundan um tey, at tað verður bert ein hundsmoli av korninum til hvønn. Men tussarnir eru glaðir fyri tað sindrið, teir fáa, og áðrenn teir fara frá teimum aftur, siga teir við Dáva: ”Hesa látipípuna skalt tú eiga frá okkum, blás í hana, skuldi tú viljað havt okkum at gjørt tær ein beina onkuntíð.”

Aftur ríða tey bæði langt og leingi. At endanum koma tey at strondini. ”Sært tú einki?” spyr ryssan.

”Jú, eg síggi ein hval, ið hevur rent seg upp á land,” sigur drongurin.

”Hjálp honum aftur á flot,” sigur ryssan. Drongurin so ger. Hvalurin er so glaður fyri, at hann sleppur aftur á sjógvin, at hann gevur dreinginum eina látipípu og sigur: ”Blás í hana, skuldi tú onkuntíð viljað havt meg at gjørt tær ein dugnað.

Tey ríða nú út yvir havið, tí gamla ryssan er líka fim á sjónum sum á landinum. Um eina løtu spyr hon aftur: ”Sært tú einki?”

”Eg síggi eitthvørt, ið glógvar sum tann heiti eldur har langt burturi,” sigur drongurin.

”Tað er kongsgarðurin, vit skulu til,” sigur ryssan, ”men enn eru túsund mílir eftir. Tá ið vit nú koma hagar, fáa vit ikki tosað saman. Tí er beinast, at eg sigi tær, hvussu tú skalt gera. Tá ið tú fert inn í kongsborgina, skalt tú hvørki eta ella drekka. Nýtir tú alt so lítið, verði eg til stein, og tú sleppur aldri heim aftur.”

Ája, tey koma at kongsgarðinum, og Dávur setir ryssuna inn í stallin. Síðani fer hann inn á borgina, og har sær hann ta kongadóttrina, ið skínur sum tann bjarta summarsól. Hon er bæði blíð og góðgjørd, tað er ikki um at tala; har verður borðreitt við øllum, ið lív kann lysta. Drongurin vildi einki nema við av øllum. Men hon noyddi og noyddi, og endin var tann, at hann neyt so mikið, at ein lítil dropi kom inn um varrarnar. Og nú hann eitt sindur seinni kemur út í stallin, eru bert oyruni eftir av ryssuni, restin er tað klingandi blágrýti. Men tosa kundi hon kortini og helt við hann: ”Nú eru eingi ráð, uttan tú tekur hin gamla stríðshamaran, ið dvørgurin gav tær, og deingir meg við honum frá høvur til hala.”

Drongurin so ger, tekur hamaran og deingir hana um allan kroppin. Tá ið hann hevur gjørt tað, sigur ryssan: ”So, stakkalur, slepp tær nú burturfrá.” Og tá ið hann er farin, tekur hon at velta sær og brestast, so hon spreingir helluskorpuna uttan av sær, so klípini fúka um allan stallin og sora alt viðakent, ið inni er. Tá ið ryssan er liðug við hetta, sigur hon við Dáva: ”Nú er sloppið, far nú aftur í kongshøllina og et og drek, alt ið búkur heldur.”

Drongurin fer nú aftur í borgina, hittir kongadóttrina og spyr hana, um hon vil ikki koma við sær til kongin í hansara landi og verða drotning har. Jú tað vildi kongadóttirin. Men fyrst skuldi sáast og saksast ein velta, ið var so stór, at tey har á borgini høvdu verið í holtur við hana í trý ættarlið, og ikki var hon liðug enn.

Dávur verður í døpurhuga av hesum, hann hoyrir, og fer aftur í stallin til ryssuna at leita sær ráð. ”Jú,” sigur ryssan, ”eitt er til ráðar at taka, blás í látipípuna, sum dúgvurnar góvu tær, drúgvast dugna tær okkum eitt tak.”

Drongurin blæsur, og tað er eitt tvey, nú myrknar fyri sólini av dúgvum, ið tysa saman úr øllum ættum, hvør við sínum korni í nevinum; tær seta seg á veltuna, og tá er alt landið av-takið at síggja. So leggja tær kornið í moldina, skava einar tvær ferðir hvør útyvir og flúgva so avstað aftur. Nú var veltan liðug, bæði sádd og saksað. Dávur fer nú glaður til kongadóttrina og sigur henni hetta.

”Eg veit, eg veit,” sigur kongadóttirin, ”men eg vil hava eitt herskip smíðað, áðrenn eg fari.”

Drongurin fer aftur í stallin at leita sær ráð.

Tá sigur ryssan: ”Blás nu í látipípuna, ið huldufólkini góvu tær, drúgvast dugna tey tær eina hond!” Drongurin so ger, og alt í einum tysur so nógv huldufólk saman, at tað steigst ikki fyri teimum, so langt eygað sá. Tey leggja á beinanvegin at fella trø, evna til og smíða. Tað er beinanvegin, nú flýtur eitt hetta glæsiliga skipið liðugt fyri laðberginum, og huldufólkini eru horvin.

Drongurin fer aftur til kongadóttrina og sigur frá, at skipið er liðugt, um enn hon vil ikki koma við nú.

”Jú, hjartans fegin,” sigur kongadóttirin, ”men eg vil ikki sita á hasi gomlu, hvítu ryssuni hjá tær, eg taki mín egna hest Bissifelus.”

Dávur fer nú glaður í huga í stallin at siga frá, hvussu sær hevur gingist, at kongadóttirin vil koma við nú, hon skal bert riða á sinum egna hesti.

Men ryssan sigur við hann, at hetta er ikki einans lystiligt, tí Bissifelius er eitt ræðuligt brótaraross, sum eingin flættar við uttan kongadóttirin sjálv. ”Tað eru tí míni ráð, at tú tekur tær tólv klyvjarnar av seymi og stingur gjøgnum tær tólv klyvjarnar av húðum, vit tóku við; vevj tær so uttan um meg við seymunum úteftir. Klúgv tær so upp í eitt høgt træ og kasta mína gomlu meil og mín slitna saðil niður yvir hestin, tá ið hann er so frægt tamdur.«

Drongurin ger nú alt, sum ryssan hevur sagt, og klívur upp í træið. Hann er ikki meir enn komin at sita, nú kemur Bissifelus sporandi, treður jørðina um kálvarnar og leikar í, so trøini skakast, og tað brestur í luftini uppi yvir honum. Hann leggur beinan vegin á ta gomlu ryssuna at sláast, men hvar hann bítur, og hvar hann slær, stingur hann seg til blóðis av seyminum, og tað er ikki leingi, nú tálmast hann. Dávur, sum situr í trænum, er ikki seinur, ripar saðilin og meilina hjá tí gomlu ryssuni niður yvir hann, og liðugt er, hann verður tamur sum eitt lamb.

Drongurin fer nú til kongadóttrina við hestinum og sigur: ”Her hevur tú Bissifelus, nú er hann so tamur, at eg havi leitt tær hann higar í einum líntráð.”

”Eg síggi, eg síggi,” sigur kongadóttirin. ”Nú vil eg fegin koma við tær; men slottið, eg eri von at búgva í, vil eg hava við.”

Tá fall drongurin í fátt og fór hálvgrátandi aftur í stallin: ”Nú er verri enn nakrantíð,” sigur hann við ryssuna.

”Hvussu er tá vorðið?” spyr ryssan.

”Jú, nú vil kongadóttirin hava slottið hjá sær við á ferðini,” sigur Dávur.

”Íðan, so eru eingi ráð uttan at taka tað við meðni,” sigur ryssan, ”royn einaferð og blás í látipípuna, tú fekst frá fjallatussunum.”

Drongurin so ger, og alt í einum tysa fjallatussar saman úr øllum ættum, taka slottið ímillum sín og fara avstað við tí.

Ryssan sigur nú við Dáva: ”Tá ið vit fara, fáa vit ikki tosað saman; tí gevi eg tær tey ráð, longu nú. Ansa væl eftir, at tú fært ikki hondina inn undir kappan hjá kongadóttrini, tí so fær hon yndi til tín í staðin fyri til kongin, og tað verður tær ein verri fløkja.”

Tey ríða nú avstað út yvir havið. Tá ið tey eru komin á strondina hinumegin, heldur Dávur við fjallatussarnar, um enn teimum lysti ikki at hvíla eina løtu, eitt sovorðið slott mundi

vera eitt sindur illtungt at fara við.

Fjallatussarnir smílkaðu og spurdu, hvat hann meinti við. ”Vit vita ikki, hvat tað er at hvíla,” søgdu teir.

”Jú, eg meini, vit kunnu seta slottið á vøllin og so sita berbakaðir og rinda møðina eina løtu.”

Fjallatussarnir settu frá sær og løgdu seg á vøllin, hildu sín ámillum, at hetta mundi vera ein skilamaður, ið dugdi at leggja sovorðin ráð. Meðan tey nú sita har og hvíla øll, er Dávur so óheppin, at hann fær hondina inn undir kappan hjá kongadóttrini, og liðugt er, hon fær yndi til hann beinanvegin og sigur, at hon vil ikki verða drotning, men vil halda brúdleyp við Dáva.

Fjallatussarnir fara nú undir aftur slottið og bera tað hagar, tað skal standa. Men Dávur og kongadóttirin ríða nú bæði dagar og nætur yvir dalar og fjøll, yvir blotar og brattar líðir, inntil eina náttina, nú eru tey við kongsborgina. Og hóast tað var niða, var ljóst sum dagur; so skærur stóð ljómin av hesi fremmandu kongadóttur.

Kongur kemur út á túnið at taka ímóti teimum, firndarglaður fyri at fáa eina so væna drotning. Og hann sigur við hana beinanvegin: ”Hygg, her er borgin og landið alt, her er bæði skart og skreyt. Vilt tú vera drotning mín, so er tað títt, sum tað er mítt.”

Men hon segði nei. ”Eg giftist ongum manni, fyrr enn eg fái gullringin aftur, eg havi mist eftir ferðini.”

Tá ið Riddarin Reyði hoyrir hetta, er hann ikki seinur at fara til kong og siga, at tað er Dávur, ið hevur elvt, at kongadóttirin misti ringin, tí er hann næstur at fáa hann aftur. Kongur lurtar eftir hesi ringu tungu og áleggur dronginum at koma aftur við ringinum, ella skal hann verða hongdur. Dávur er illa við og fer grátandi í stallin at kæra sína neyð fyri ryssuni.

”Legg tú einki í tað,” uggar ryssan, ”okkurt vita vit til ráð.” So ríða tey avstað aftur bæði, somu leið, tey vóru komin, til tey koma at strondini. Tá sigur ryssan: ”Far nú á staðið, har tú fanst tann strandaða hvalin og blás í látipípuna, hann gav tær.”

Dávur so ger. Tað er alt í einum, nú kemur hvalurin við sjógv á baki inn eftir og spyr drongin, hvat ið hann skal hjálpa honum við.

”Gott í teg, finn mær gullringin, sum kongadóttirin misti í havið,” sigur Dávur.

”Tað skal ikki standast á,” sigur hvalurin og svimur av stað. Hann er ikki meir enn eina góða løtu burtur; nú kemur hann aftur, svimur inn á strondina og letur kjaftin upp. Tá liggur gullringurin á tunguni. Nú er frøi á Dáva, hann tekur ringin, takkar hvalinum so miriliga fyri hjálpina, ríður heim aftur til borgina og gevur kongi ringin.

Men nú gerst størri vandi. Tí tá ið kongur gevur kongadóttrini ringin og sigur, at nú fer hann at bjóða í brúdleyp, svarar hon: ”Eg havi lagt alt mítt yndi á Dáva og giftist ikki øðrum manni.”

Tá lær skálkurin í Riddaranum Reyða. Hann fer beinanvegin s0 glaðbeintur til kong og sigur, at tað er Dávur, ið hevur gjørt kongadóttrina býtta fyri sjálvur at fáa hana til konu. Men um nú drongurin verður hongdur, fer hon at laga seg. Kongur lýðir hesi ráð og býður, at Dávur skal heingjast beinanvegin.

Tann neyðars drongur bæði grætur og illa letur, biður so tráliga kong lata seg tiggja lív, tí hann er ósekur í hesum. Men tað batar einki. Hann verður leiddur undir gálgan, og bøðilin fer at fonglast við at leggja togið um hálsin á honum. Tá sigur hann í allari neyðini: ”Væl verði tykkum. Sýtið mær ikki ta bøn: Eg eigi eina gamla harpu, sleppið mær at sláa hana eina løtu, áðrenn eg doyggi.” Jú, tað helt kongur, hann kundi sleppa.

Dávur tekur harpuna og slær.

Hetta hoyra dvørgarnir heima í heygnum. Tá sigur ungi dvørgur: ”Nú sló Dávur neytadrongur harpuna, nú er hann í neyð.”

”Eg hoyri, eg hoyri,” sigur gamli dvørgur; ”men lat hann sláa hana eina ferð enn.”

Aftur sló harpan. – ”Nú sló Dávur neytadrongur harpuna á øðrum sinni,” sigur ungi dvørgur, ”drongurin er í neyð.”

”Eg hoyri, eg hoyri,” sigur gamli dvørgur. ”Men lat hann sláa hana eina ferð enn.”

Harpan ljóðar aftur. – ”Nú sló Dávur neytadrongur harpuna á triðja sinni,” sigur ungi dvørgur, ”drongurin er í miklum vanda.”

Í tí sama fer gamli dvørgur sum eitt fok út úr heygnum og stendur í somu løtu undir liðini á dronginum við gálgatræið: ”Skal eg dugna tær eina hond, Dávur neytadrongur?” spyr hann.

”Ja,” sigur drongurin, ”harta mær Riddaran Reyða, men loyv konginum.”

Tá tekur gamli dvørgur í herðatoppin á riddaranum og sigur við hann: ”Nú skal eg vísa tær, hvussu høgt ørnin kann flúgva.”

Í tí sama ripar hann riddaran so høgt í loft, at hann hvørvur mannamúgvuni úr eygsjón, dettur so niður aftur og verður liggjandi í beinabjølgi á vøllinum.

Tá skilir kongurin, at drongurin er sakleysur, og Riddarin Reyði er tann, ið svíkjarin er. Beint sum Dávur er sloppin leysur, fer hann í stallin at siga ryssuni, hvat ið viðurfarist er. Tá sigur ryssan: ”Ger mær nú tann beina: Høgg høvdið av mær og set tað aftur ímóti gumpinum.”

”Nei,” sigur Dávur, ”tað hevði verið sum at høgt í mítt egið hold. Tú, sum eigur lívið í mær so mangar ferðir, skuldi eg gjørt meg inn á teg. Nei, ikki fyri mítt lív.”

”Ger tað fyri mína bøn,” sigur ryssan, ”eg bøni teg um tað.” So læt Dávur sær eftirlíka, tók svørðið, høgdi høvdið av ryssuni og setti tað aftur ímóti gumpinum. Í tí sama hann hevur gjørt hetta, reisir hon seg upp aftur og er nú ein ovurføgur kongadóttir í síðum skarlaksstakki og við skínandi reyðargullskrúnu á høvdinum: ”Væl verið tær, Dávur,” er tað fyrsta, hon sigur, ”nú loysti tú meg úr trøllahami, sum illir andar høvdu fjøtrað meg í.”

Tað fyrsta, ið kongur sá hesa kongadóttrina, fekk hann yndi til hana, og hon til hann. Tað fyrsta, tey gjørdu, var at senda boð til foreldur hennara, tey gomlu kongahjúnini, at siga hvussu vorðið var. Tit kunnu ætla, at tað varð frøi, tá tey frættu, at dóttirin, tey høvdu mist burtur og syrgt yvir so leingi, nú var komin aftur í øllum góðum. Síðani varð boðið í brúdleyp í báðum ríkjunum. Og av tí at Dávur samstundis helt brúdleyp við tí kongadóttrini, ið skein sum sólin ein summardag, varð eisini boðið yvir hennara faðirs ríki.

Tá ið hetta brúdleyp, sum spurdist víða um, varð liðugt, reið Dávur neytadrongur við síni frú á hestinum Bissifelusi heim í slottið, sum fjallatussarnir bóru - og eru tey ikki deyð, so liva tey har enn bæði í gleði og gaman.

Úr bókini ”Ævintýr 1”. Heðin Brú týddi. Føroya lærarafelag gav út í 1959.