Snjódrotningin
Eitt ævintýr í sjey søgum.
Fyrsta søga, ið sigur frá speglinum og pettunum.
Ansið eftir! nú byrja vit. Tá ið søgan er úti, vita vit meira, enn vit nú vita, tí tað var eitt ónt trøll, tað var eitt av teimum allarringastu, tað var ”illimaður”. Ein dagin var hann í rættiliga góðum hýri, tí hann hevði gjørt eitt spegl, ið var so skikkað, at alt gott og vakurt, sum speglaði sær í tí, minkaði har burtur í næstan einki, men tað sum eingin dygd var í og var illavorðið, tað var sjónskt at síggja og gjørdist enn ljótari. Tey vakrastu landsløg sóu út har í eins og loyptar sýrur, og tey bestu menniskju gjørdust avskræmilig ella stóðu øvugt uttan maga, andlitini skeplaðust so burtur, at tey vóru ikki til at kenna aftur, og hevði tú eina frøknu, so kundi tú vera vísur í, at hon varð tand út yvir nasar og munn! Tað var avbera stuttligt, segði “illimaður”. Gekk nú einhvør góð og meinaleys hugsan gjøgnum eitt menniskja, tá kom ein skelkjan í speglið, so trøllafanin mátti flenna at sínum kynstruga smíði. Øll, sum gingu í trøllaskúla, tí hann helt trøllaskúla, tey loyptu út í orð, at eitt undur var hent; nústani kundu tey fáa sjón fyri, hildu tey, hvussu verðin og menniskjuni rætt vóru skikkað. Tey fóru runt við speglinum, og til endan var ikki eitt land ella eitt menniskja, ið ikki hevði verið avskeplað har í.
Nú vildu tey eisini flúgva upp móti sjálvum himninum at speireka einglarnar og “Vár Harra”. Tess hægri tey flugu við speglinum, tess verri skelkti tað, tey fingu nóg illa hildið tí; hægri og hægri flugu tey, nærri Gud og einglunum; tá titraði speglið so ræðuliga í síni skelkjan, at tað smeyg teimum úr hondunum og stoyttist niður til jarðar, hvar tað smildraðist í hundrað milliónir, billiónir og enn fleiri petti, og júst tá gjørdi tað nógv størri skaða enn áður, tí summi pettini vóru valla so stór sum eitt sandskorn, og tey fuku víða hvar runt í tí víðu verð, og hvar tey komu fólki inn í eyguni, settu tey seg føst, og tá sóu tey fólkini alt rangvørgt ella høvdu bert eyga fyri tí, ið var rangt við einum máli, tí hvørt spegilskorn bar í sær ta somu megi, sum alt speglið hevði; summum gekst so illa, at tey fingu eitt spegilspetti inn í hjartað, og so var tað heilt ræðuligt, tað hjarta gjørdist líkt einum ísknøtti. Summi spegilspettini vóru so stór, at tey vórðu nýtt til rútaglas, men gjøgnum tann rútin var ikki vert at síggja vinir sínar; onnur petti komu í glareygu, og so gekst illa, tá fólk settu tey glareyguni á seg fyri rætt at síggja og vera rættvís; hin versti flenti, so búkur hansara skrædnaði, og tað kitlaði honum so søttliga. Men úti flugu enn smá glasfon runt í luftini.
Nú skulu vit hoyra!
Onnur søga. Ein smádrongur og ein smágenta.
Inni í tí stóra býnum, hvar so nógv hús og fólk eru, at øki verður ikki nóg mikið til, at øll fólk kunnu hava ein lítlan urtagarð, og hvar tí tey flestu mugu hjálpast við at hava blómur í urtapottum, har vóru tó tvey fátæk børn, ið høvdu ein urtagarð eitt sindur størri enn ein urtapott. Tey vóru ikki bróðir og systir, men tey vóru so góð hvørt við annað, at tey væl kundu verið tað. Foreldrini búðu beint upp at hvørjum øðrum; tey búðu á tveimum lofts- kømurum; har hvar tekjan á øðrum grannahúsinum bar við hina, og takrennan lá fram við torvhaldið, har vendi frá hvørjum húsi ein lítil gluggi út; bara tey gleivaðu yvir um takrennuna, so kundu tey koma úr øðrum glugganum yvir í hin.
Bæði foreldrini høvdu uttanfyri ein stóran trækassa, og í honum vuksu gagnurtir, sum tey nýttu, og eitt lítið rósutræ; eitt var í hvørjum kassa, tað hevði ein vælsignaðan vøkstur. Nú funnu foreldrini uppá at seta kassarnar soleiðis tvørtur um rennuna, at teir næstan rukku úr øðrum glugganum í annan og líktust tveimum blómuheyggjum. Ertrarunnarnir hingu niður yvir kassarnar, og rósutrøini settu langar greinir, ringdu seg um gluggarnar, bendu seg móti hvørjum øðrum; tað var næstan sum ein tignargrind av grønum og blómum.
Av tí at kassarnir vóru ógvuliga høgir, og børnini vistu, at har máttu tey ikki klúgva upp, so fingu tey tíðan loyvi til at fara út til hvørtannað, sita á teirra smáu krøkkum undir rósunum, og har spældu tey nú so óføra væl.
Um veturin var jú tann stuttleikin ikki. Gluggarnir vóru tíðan heilt glerfrystir, men so vermdu tey koparoyru á ovninum, løgdu tað heita oyrað á tann gleraða rútin, og so gjørdist ein fittur lítil glotti, so trillrundur; aftan fyri hann kagaði eitt vælsignað blítt eyga, eitt úr hvørjum glugga, tað var tann lítli drongurin og tann lítla gentan. Hann æt Gunnar, og hon æt Guðrun. Um summarið kundu tey koma til hvørtannað bert við at gera eitt stig, um veturin máttu tey fyrst fara tær mongu trappur niður og tær mongu trappur upp; úti feyk kavin.
”Tað eru tær hvítu bíflugurnar, ið sveima!” segði tann gamla omman.
”Hava tær eisini eina bídrotning?” spurdi tann lítli drongurin, tí hann visti, at hjá teimum røttu bíflugunum er ein slík.
”Tað hava tær!” segði omman. ”Hon flýgur har, hvar tær sveima sum tættast! hon er størst av teimum øllum, og aldri bindur hon frið á foldini, hon flýgur upp aftur í hitt svarta skýggið. Manga vetrarnátt flýgur hon gjøgnum býggjargøturnar og skimast inn um gluggarnar, og tá fellur so undarligt gler á teir, eins og tað vóru blómur”.
”Ja, tað havi eg sætt!” søgdu bæði børnini, og so vistu tey, at tað var satt.
”Man snjódrotningin sleppa inn higar?” spurdi tann lítla gentan. '
”Lat hana bara koma”, segði drongurin, ”so seti eg hana á tann heita ovnin, og so tiðnar hon.”
Men omman kíndi honum um hárið og segði frá øðrum søgum.
Um kvøldið, tá ið lítli Gunnar var heimkomin og hálvt úrlatin, kleiv hann upp á stólarnar við gluggan og hugdi út gjøgnum tað lítla holið; einar tvær kavaflykrur fullu har úti, og ein teirra, tann allarstørsta, varð liggjandi á øðrum blómukassanum; kavaflykran vaks meira og meira, hon varð til endan til eitt heilt kvendi, klætt í tað fínasta, hvíta florið, ið var eins og samansett av milliónum av stjørnulíkum flykrum. Hon var so vøkur og fín, men av ísi, tí ljómandi, glampandi ísi, tó var hon livandi; eyguni stardu eins og tvær klárar stjørnur, men eingin friður ella hvíld var í teimum. Hon nikkaði móti glugganum og veittraði við hondini. Tann lítli drongurin varð skakkur og leyp niður av stólinum; tá var tað, eins og ein stórur fuglur fleyg uttanfyri tvørtur við gluggan.
Dagin eftir var klárt frost, - og so toyggjaði - og so kom várið; sólin skein, tað grøna spretti fram, svalarnir reiðraðust, gluggarnir vórðu upplatnir, og tey smáu børnini sótu aftur í teirra lítla urtagarði høgt uppi í takrennuni omaná øllum loftunum.
Rósurnar blómaðu tað summarið so makaleyst; tann lítla gentan hevði lært ein sálm, og í honum stóð um rósur, og av teimum rósunum hugsaði hon um sínar egnu; hon sang hann fyri tí lítla dronginum, og hann sang við:
”Hvar rósur í dalinum blóma,
hin heilaga leikin vit hóma!”
Og smábørnini hildu hvørtannað í hendurnar, kystu rósurnar, hugdu upp í Guds klára sólarskin og talaðu við tað, eins og Jesusbarnið var har. Sum tað vóru vænir summarsdagar, sum tað var vælsignað at vera úti hjá teimum frísku rósutrøum, ið aldri tyktust at vilja lata av at blóma.
Gunnar og Guðrun sótu og hugdu í myndabókina við djórum og fuglum í, tá var tað - klokkan sló júst fimm á tí stóra kirkjutorninum - at Gunnar segði: ”ou! tað prikaði meg í hjartað! og nú fekk eg eitt í eygað!”
Tann lítla gentan tók hann um hálsin; hann blunkaði við eygunum; nei, har var einki at síggja.
”Eg hugsi, tað er útfarið!” segði hann; men útfarið var tað ikki. Tað var júst eitt sovorðið av hesum glaskornunum, ið stukku úr trøllaspeglinum, vit minnast tað væl, tað fúla glasið, ið gjørdi, at alt stórt og gott, ið speglaði sær har í, minkaði og ljótkaðist, men tað ónda og ringa trein skilliga fram, og alt, ið rangt var við einumhvørjum, kom straks til sjóndar. Tann neyðars Gunnar, hann hevði eisini fingið eina flís beint inn í hjartað. Tað fór brádliga at verða eins og ein ísknøttur. Nú hevði hann ikki ilt longur, men tað var har kortini.
”Hví grætur tú?” spurdi hann, ”so sært tú so illavorðin út! mær baggar jú einki! Fý!” rópti hann knappliga, ”handan rósan har er makketin! og hygg, hon er jú heilt skeiv! Rætt sæð eru hatta einar andstyggiligar rósur! Tær líkjast køssunum, tær standa í!” og so fírdi hann við fótinum dygt undir kassan og skræddi tvær rósur av.
”Gunnar, hvat er tað, tú gert?” rópti tann lítla gentan, og tá hann sá, hvussu hon hvakk, skræddi hann eina rósu av afturat og leyp so inn um sín egna glugga burtur frá teirri vælsignaðu lítlu Guðrunu.
Tá ið hon síðani kom við myndabókini, segði hann, at hon var fyri speðbørn, og segði omman frá søgum, kom hann hvørja ferð við einum men - ja, um til bar, so gekk hann aftan á henni, setti glareygu á seg og hermdi eftir henni; tað var so meinlíkt, og so flentu, fólk at honum. Hann dugdi skjótt at herma og apa seg eftir hvørjum menniskja í allari gøtuni. Øllum, ið var margháttligt hjá teimum og ikki vakurt, tí dugdi Gunnar at herma eftir, og so søgdu fólk: ”Tað man vera ein frálíkur skøltur á hasum dreinginum situr!” men tað var glaspettið, hann hevði fingið í eygað, glaspettið, ið sat í hjartanum, tí var tað, hann argaði sjálvt ta lítlu Guðruna, sum av allari síni sál var honum góð. .
Hansara spæl varð nú heilt øðrvísi enn áður, tað var so ráðisligt: - ein vetrardag sum kavaflykrurnar fuku, kom hann við einum stórum brenniglasi, helt sítt bláa frakkavel út og læt kavaflykrurnar falla á tað.
”Hygg nú í glasið, Guðrun!” segði hann, og hvør flykran gjørdist nógv størri og sýndi seg sum ein skreytbúgvin blóma ella ein tíggjukantað stjørna; tað var sera vakurt at síggja.
”Sært tú, hvussu snilt tað er?” segði Gunnar, ”tað er nógv meira áhugavert enn við rættiligum blómum! og ikki eitt einasta lýti er á teimum, tær eru heilt regluligar, bara tær ikki tiðna!”
Stutt eftir kom Gunnar í stórum vøttum og við skíðifjølini á bakinum, hann rópti Guðrunu inn í oyruni: ”Eg havi fingið loyvi til at aka skíð á tí stóra vøllinum, hvar hini spæla!” og farin var hann.
Har uppi í brekkuni fingust summir av teimum raskastu dreingjunum við at binda skíðifjølina hjá sær fasta í vognin hjá bóndanum, og so óku teir ein góðan tein við. Har var gleimur og gaman. Best sum teir spældu, kom ein stór sleta, hon var hvítmálað, og í henni sat eitt sveipt í lodnum hvítum møtli og undir lodnari hvítari húgvu; sletan ók leikvøllin tvær reisur runt, og Gunnar var kvikur at binda sína lítlu skíðufjøl fasta við hana, og so ók hann við. Tað gekk skjótari og skjótari beint inn í næstu gøtu; hetta, ið ók, skimaðist aftur um seg, nikkaði so blídliga til Gunnar, tað var eins og tey kendu hvørtannað; hvørja ferð Gunnar ætlaði at loysa sína lítlu skíðifjøl, nikkaði hetta fólkið til hansara, og so settist Gunnar aftur; tey óku beint út av býggjarpotrinum. Tá tók kavin soleiðis at díkja niður, at tann lítli drongurin ikki kundi síggja fram fyri seg, so langt sum hann var langur, meðan hann reyk av stað; tá slepti hann kvikliga bandinum fyri at sleppa sær leysum frá teirri stóru sletuni, men ikki batti, hansara lítla far hekk fast, og tað fór við stormsins ferð. Tá skar hann í eitt róp, men eingin hoyrdi hann, og kavin feyk, og sletan fleyg av stað; upp ímillum gjørdi hon eitt dums, tað var, eins og hann fór yvir veitir og garðar. Hann var heilt forfardur, hann ætlaði at lesa sítt Faðir vár, men hann mintist bert ta stóru tabellina.
Kavaflykrurnar gjørdust størri og størri, til endan sóu tær út sum stór hvít høsn; so lupu tær snøggliga til viks, tann stóra sletan steðgaði, og tað fólkið, ið ók í henni, reistist á føtur, møttulin og húgvan vóru av berum kava; ein kvinna var tað, so høg og grannvaksin, so skínandi hvít, tað var snjódrotningin.
”Vit eru komin væl á leið!” segði hon, ”men er hatta at vera kaldur? krúp inn í mín bjarnabúna!” og so setti hon hann í sletuna hjá sær, sló møttulin um hann; tað var, eins og hann sakk niður í eina kavafonn.
”Ert tú kaldur enn?” spurdi hon, og so kysti hon hann á pannuna! Huff! tað var kaldari enn ísur, tað geys honum heilt inn at hjartanum, sum tó hálvavegna var vorðið ein ísknøttur; tað var fyri honum, sum hann skuldi doyð; - men bert eitt bil, so dámdi honum tað væl; hann føldi ikki meira kuldan rundanum.
”Skíðifjølin! gloym ikki skíðifjøl mína!” hon var tað fyrsta, hann hugsaði um; og hon varð bundin upp á eina av teimum hvítu hønunum, og hon fleyg aftaná við skíðifjølini á bakinum. Snjódrotningin kysti Gunnar eina ferð afturat, og so hevði hann gloymt lítlu Guðruna og ommuna og øll tey har heima.
”Nú fært tú ikki fleiri kossar!” segði hon, ”tí so kyssi eg teg til deyða!”
Gunnar hugdi at henni, hon var so vøkur, eitt klókari, fagrari andlit kundi hann ikki hugsa sær; nú tyktist hon ikki at vera av ísi, sum hina ferð hon sat uttan fyri gluggan og veittraði eftir honum; í hansara eygum var hon fullkomin, hann kendi seg als ikki bangnan, hann segði henni frá, at hann dugdi at rokna í høvdinum, og tað við brotum, vídd landanna og ”hvussu mangir íbúgvar”, og hon smíltist í heilum; tá helt hann, tað var ikki nóg mikið, hann visti, og hann hugdi upp í ta stóru rúmd, og hon fleyg við honum, fleyg høgt upp í tað svarta skýggið, og stormurin súsaði og brúsaði, tað var, eins og hann sang gomul kvæði. Tey flugu yvir skógir og vøtn, yvir høv og lond, niðri undir leikaði tann kaldi vetrarstormurin, úlvarnir ýldu, kavin glitraði, fram yvir hann flugu tær svørtu, skrenjandi krákur, men omanfyri skein mánin so stórur og bjartur, og at honum hugdi Gunnar ta longu, longu vetrarnátt; um dagin svav hann fyri fótum snjódrotningarinnar.
Triðja søga.
Blómgarðurin hjá konuni, ið dugdi gand.
Men hvussu gekst lítlu Guðrunu, tá ið Gunnar ikki meira kom? Hvar mundi hann vera? - Eingin visti tað, eingin dugdi at siga frá tí. Dreingirnir vistu ikki annað at siga, enn at teir høvdu sæð hann binda sína lítlu skíðifjøl í eina stóra og stásiliga sletu, sum fór inn í gøtuna og út um býggjarportrið. Eingin visti, hvar hann var, mong tár runnu, lítla Guðrun græt hjartaliga og leingi; - so søgdu tey, hann var deyður, hann var sokkin í ánna, ið rann tætt við býin; oh, tað vóru víst langir og myrkir vetrardagar.
Nú kom várið við lýggjari sólskini.
”Gunnar er horvin og deyður!” segði lítla Guðrun.
”Tað trúgvi eg ikki!” segði sólskinið.
”Hann er horvin og deyður!” segði hon við svalarnar.
”Tað trúgvi eg ikki!” svaraðu teir, og til endan trúði lítla Guðrun tí heldur ikki.
”Eg fari at lata meg í mínar nýggju reyðu skógvar”, segði hon eina morgunstund, ”teir, ið Gunnar ongantíð hevur sæð, og so fari eg oman til ánna at spyrja hana!”
Og tað var heilt árla; hon kysti ta gomlu ommuna, ið svav, læt seg í teir reyðu skógvarnar og fór púra einsamøll út um portrið oman at ánni.
”Er tað satt, at tú hevur tikið lítla leikvin mín? Eg vil geva tær mínar reyðu skógvar til gávu, um tú vilt geva mær hann aftur!”
Og aldurnar helt hont nikkaðu so undarliga, tá tók hon sínar reyðu skógvar, tað kærasta, hon átti, og tveitti teir báðar út í ánna, men teir fullu tætt inni við áarbakkan, og smábárurnar bóru teir straks á land til hennara, tað var, eins og áin vildi ikki taka tað kærasta, hon átti, tí at hon jú ikki hevði lítla Gunnar; men hon helt nú, at hon hevði ikki tveitt skógvarnar nóg langt út, og so kleyv hon upp í ein bát, ið lá í sevunum, hon fór heilt aftur í rongina og tveitti skógvarnar frá sær; men báturin var ikki bundin, og við tað at hon vikaði honum, gleið hann út frá landi; hon sansaði tí og skundaði sær at sleppa burturúr, men áðrenn hon slapp upp, var báturin meira enn eina alin frá landi, og nú gleið hon skjótari av stað.
Tá varð tann lítla Guðrun heilt forfard og fór at gráta, men eingin hoyrdi hana uttan grátítlingarnir, og teir kundu ikki bera hana á land, men teir flugu fram við áarbakkan og sungu sum fyri at ugga hana: ”Her eru vit! her eru vit!”
Báturin rak við streyminum; lítla Guðrun sat púra still í berum sokkum; hennara smáu reyðu skógvar flutu aftaná, men teir kundu ikki fáa bátin aftur, ið fekk meira ferð á seg.
Vakurt var á báðum áarbakkum, vænar blómur, gomul trø og líðir við seyði og neytum, men ikki eitt menniskja at síggja.
”Kanska áin ber meg til lítla Gunnar”, hugsaði Guðrun, og so uggaðist hon, reísti seg upp og hugdi fleiri tímar at teim vøkru grønu áarbakkum; so kom hon til ein stóran kirsiberjagarð, hvar eini smá hús stóðu við undarligum reyðum og bláum gluggum, annars flagtekja og uttanfyri tveir træsoldátar, ið akslaðu vápn síni fyri teimum, ið sigldu framvið.
Guðrun rópti eftir teimum; hon helt, at teir vóru livandi, men teir øntu vituliga ikki aftur; hon kom teimum heilt nær, áin førdi bátin beint inn ímóti landi.
Guðrun rópti harðari enn, og so kom út úr húsinum ein gomul, gomul kona, ið styðjaði seg við einum krókstavi, hon gekk undir stórum sólhatti, og hann var málaður við teimum fagrastu blómum.
”Títt lítla neyðardýr!” segði tann gamla konan, ”hvussu ert tú tó komin út á tann stóra, harða streymin, rikin so langt út í ta víðu verð?” og so steig tann gamla konan heilt út í vatnið, krøkti stavin fastan í bátin, dró hann upp og lyfti lítlu Guðruna á land.
Og Guðrun var fegin við at koma upp á turt, men kortini eitt sindur bangin fyri teirri fremmandu gomlu konuni.
”Kom tó og sig mær, hvør tú ert, og hvussu tað ber til, at tú kemur higar!” segði hon.
Og Guðrun segði henni frá øllum; og hin gamla skakaði høvur og segði: ”Hm! hm!” og tá ið Guðrun hevði sagt henni frá øllum og spurt, um hon ikki hevði sæð lítla Gunnar, segði konan, at hann var ikki komin her á leið, men hann mundi fara at koma, hon skuldi bara ikki leggja í, men smakka hennara kirsiber, hyggja at hennara blómum, tær vóru vakrari enn nøkur myndabók, tær dugdu hvør at siga frá sínari søgu. So leiddi hon Guðruna inn í tað lítla húsið, og hin gamla konan læsti dyrnar. Gluggarnir sótu so ovarlaga, og rútagløsini vóru reyð, blá og gul: dagslýsið skein so undarliga har inni í øllum litum, men á borðinum stóðu tey leskiligastu kirsiber, og Guðrun át sum vera vildi, tí tað tordi hon. Og meðan hon át, tók hin gamla konan og kembdi hár hennara við einum gullkambi, og hárið purlaði og skein so fagurt sum gull um tað lítla, blíða snýðið, ið var so runt og sá út sum ein rósa.
”Eini slíkari fittari smágentu hevut mær rættiliga longst eftir!” segði hin gamla. ”Nú skalt tú síggja, hvussu væl vit báðar skulu koma út av tí!” og alt sum hon kembdi hárið hjá lítlu Guðrunu, gloymdi hon meira og meira fostbróður sín Gunnar; tí tann gamla konan dugdi gand, men ein ónd gandakelling var hon ikki, hon gandaði bara eitt sindur fyri stuttleika, og nú vildi hon so fegin hava lítlu Guðruna hjá sær. Tí fór hon út í blómugarðin, rætti krókstav sín út móti øllum rósutrøunum, og hvussu yndisliga tey blómaðu, so sukku tey tó øll niður í ta døkku mold, og einki sást eftir, hvar tey høvdu verið. Hin gamla óttaðist fyri, at tá ið Guðrun bar eyga við rósurnar, skuldi hon fara at hugsa um sínar egnu og tá minnast aftur á lítla Gunnar og so smúgva sær av stað.
Nú leiddi hon Guðruna út í blómgarðin. - Nei, sum har var ein angi og ein dýrd! allar blómur, ið hugsast kundu, og tað fyri hvørja ársins tíð, stóðu her í tí fagrasta gróðri; eingin myndabók kundi vera meira litføgur. Guðrun rann runt av gleði og spældi, til sólin seig aftan fyri tey høgu kirsuberjatrøini; tá fekk hon eina bleyta song við reyðum silkidýnum, tær vóru stappaðar við bláum viólum, og hon svav og droymdi so fagurliga sum nøkur drotning á sínum brúdleypsdegi.
Dagin eftir slapp hon aftur at spæla millum blómurnar í tí lýggja sólskininum, - soleiðis gingu nógvir dagar, Guðrun kendi hvørja blómu, men hvussu mangar ið enn vóru, helt hon kortini, at har restaði ein, men hvør visti hon ikki. Tá situr hon ein dagin og hyggur at sólhattinum hjá tí gomlu konuni við teim málaðu blómunum, og hin vakrasta har var júst ein rósa. Hin gamla hevði gloymt at fáa hana burtur úr hattinum, tá ið hon fekk hinar niður í moldina. Men so er at ganga burtur í øðrum heimi! ”Hvussu ber tað til?” segði Guðrun, ”eru her ongar rósur?” og rann inn millum teigarnar og leitaði og leitaði, men har vóru ongar at finna; tá setti hon seg niður og græt; men hennara heitu tár fullu beint har, hvar eitt rósutræ var sokkið, og tá tey flógvu tárini vættu jørðina, spretti træið snøggliga upp eins blómandi og áður, og Guðrun fevndi tí, kysti rósurnar, og hugurin vitjaði aftur til tær vænu rósurnar heima og frá teimum til lítla Gunnar.
”Oh, sum eg eri vorðin tarnað!” segði hin lítla gentan. ”Eg fór jú at.leita eftir Gunnari! - Vita tit ikki, hvar hann er?” spurdi hon rósurnar. ”Halda tit, at hann er horvin og deyður?”
”Deyður er hann ikki” søgdu rósurnar. ”Vit hava jú verið niðri í moldini, har eru øll tey deyðu, men Gunnar var ikki har!”
”Tøkk skulu tit hava!” segði lítla Guðrun, og hon fór til hinar blómurnar, hugdi inn í teirra bikar og spurdi: ”Vita tit ikki hvar lítli Gunnar er?”
Men hvør ein blóman stóð í sólskininum og droymdi sítt egna ævintýr ella søgu; av teimum fekk lítla Guðrun so mangar, mangar at hoyra, men eingin visti nakað um Gunnar.
Og hvat segði tá eldliljan?
”Hoyrir tú trummuna: bumm! bumm! tað eru bert tveir tónar, einans bumm! bumm! hoyr sorgkvæði kvennanna! hoyr róp prestanna! Í sínum langa reyða kyrtli stendur Hindukonan á bálinum, logarnir hevja seg upp um hana og hennara deyða húsbónda; men Hindukonan ber í huga hin livandi her í manngarðinum, hann hvørs eygu brenna heitari enn logarnir, hann, hvørs eygnabrandur meira ber at hjarta hennara enn teir logar, ið brátt fara at brenna likam hennara til øsku. Kunna logar hjartans doyggja í logum bálsins?”
”Hasum skilji eg einki av!” segði lítla Guðrun.
”Hatta er mítt ævintýr!” segði eldliljan.
Hvat sigur konvolvolus?
”Út yvir ta trongu fjallagøtu hongur ein gomul riddaraborg; tað leyvtætta aldagrøna veksur upp um teir gomlu reyðu múrveggir, blað við blað yvir at høgaloftinum, har stendur ein føgur moyggj; hon bendir seg út yvir stikurnar og hyggur oman eftir gøtuni. Eingin rósa hongur frískari á greinunum enn hon; eingin apaldblóma, tá vindurin ber hana frá trænum, er meira dúnløtt enn hon; hvussu skróvar ikki hin dýrmetti silkikyrtil? ”Kemur hann tó ikki!””
”Er tað Gunnar, tú hevur í huga?” spurdi lítla Guðrun.
”Eg tosi bert um mítt ævintýr, mín dreym,” svaraði konvolvolus.
Hvat sigur tann lítli summardáin?
”Millum trøini hongur í bondum hin langa fjølin; tað er eitt reiggiband; tvær fittar smágentur - kjólarnir eru snjóhvítir, long grøn silkibond flákra undan húgvunum - sita og reiggja; bróðirin, ið er størri enn tær, stendur uppi á fjølini, hann hevur armin um bandið fyri at halda sær, tí í aðrari hondini hevur hann eina lítla skál, í hinari ein pípulegg, hann blæsur sápubløðrur; tey reiggja, og bløðrurnar fara á flog við vøkrum skiftandi litum; hin síðsta hongur enn við leggin og bognar í lotinum. Hin lítli svarti hundurin, lættur sum bløðrurnar, reisist upp á afturbeinini og vil sleppa upp í reiggibandið; tað fer undan, hundurin dumsar, glepsar í illsinni; hann verður lumpaður, bløðrurnar bresta, - ein reiggjandi fjøl, ein brestandi hjómmynd er mín songur!”
”Tað kann væl vera, at tað er vakurt, hvat tú bert fram, men tú sigur tað so syrgiliga og nevnir einki orð um Gunnar. Hvat siga hyacintirnar?”
”Tað vóru tríggjar ljómandi systrar, so skygnar og fínar; tann fyrsta hevði reyðan kyrtil, tann næsta bláan, tann triðja snjóhvítan; hond í hond dansaðu tær við tað kyrra vatnið í tí bjarta mánalýsinum. Tað vóru ikki álvamoyggjar; tær vóru mannabørn. Har angaði so søttliga, og genturnar hurvu í skóginum; angin varð sterkari; - tríggjar líkkistur, í teimum lógu tey ljómandi sprund, vórðu líðandi fluttar úr skógartættanum eftir vatninum; glampandi flogkykt sveimaðu rundan um sum smáir veittrandi vitar. Sova tær dansandi moyggjar, ella eru tær deyðar? - Blómuangin sigur, at tær eru lík; aftanklokkan ringir yvir teim deyðu!”
”Eg verði so tung í huga av tær,” segði Guðrun. ”Tú hevur so sterkan anga; eg má hugsa um tær deyðu moyggjar! áh, skuldi tað verið satt, at Gunnar er deyður? Rósurnar hava verið niðri í moldini, tær siga nei!”
”Ding, dang!” ringdu bjøllurnar hjá hyacintini. “Vit ringja ikki yvir lítla Gunnari, hann kenna vit ikki! Vit syngja bert okkara vísu, ta einastu, vit duga!”
Og Guðrun fór til sóljuna, ið skein fram millum tey glampandi grønu bløð.
”Tú lítla bjarta sóleyga!” segði Guðrun. ”Sig mær, um tú veit, hvar eg kann finna leikbróður mín?”
Og sóljan skein so vakurt og leit aftur at Guðruni. Hvørja vísu dugdi væl sóljan at syngja? Hon var heldur ikki um Gunnar.
”Í einum lítlum túni skein Drottins sól so lýtt á fyrsta várdegi; geislarnir gliðu oman eftir nábúgvans hvíta veggi, tætt við vuksu tær fyrstu gulu blómur, skein gull í teim lýggju sólargeislum; gamla omma sat úti í stóli sínum, ommudóttirin, tann fátæka arbeiðskonan, hevði verið úti og ferðast og kom heim aftur; hon kysti ommuna. Har var gull, hjartans gull í tí signaða kossi. Gull á munni, gull í grundini, gull har uppi í morgunstundini! Ja, tað er mín lítla søga!” segði sóljan.
”Gamla neyðars omma!” suffaði Guðrun. ”Ja, víst man henni leingjast eftir mær, og gremur seg um meg, eins og hon gramdi seg um lítla Gunnar. Men eg komi skjótt heim aftur, og so havi eg Gunnar við. – Tað batar ikki, at eg spyrji blómurnar, tær duga bert teirra egnu vísu, tær geva mær onga greiði!” og so bant hon sín lítla kjóla upp um seg, so hon fekk runnið skjótari; men hvíta liljan sletti henni um beinið, tá ið hon leyp upp um hana; tá steðgaði hon á, hugdi at teirri longu gulu blómu og spurdi: ”Veitst tú kanska nakað?” og hon bendi seg heilt niður at henni. Og hvat segði hon?
”Eg síggi meg sjálva, eg síggi meg sjálva!” segði hvíta liljan. ”Áh, áh, sum eg angi! - Uppi á tí lítla takkamarinum, hálvílatin, stendur ein lítil dansarinna, hon stendur summatíðir á einum beini, so á tveimum, hon spjálkar at allari verðini, hon er tann bera sjónvilla. Hon stoytir vatn úr einari tekannu út á eitt klædnaplagg, hon heldur á, tað er stimatroyggjan; gott er at vera reinførur! tann hvíti kjólin hongur á seyminum, hann er eisini tvegin í tekannuni og tornaður á tekjuni! hann letur hon seg í, tað safrangula turrklæðið um hálsin, so skínur kjólin bjartari hvítur. Beinið upp í loft! hygg, hvussu hon ber seg á einum leggi! eg síggi meg sjálva! eg síggi meg sjálva!”
”Tað leggi eg ikki lag í!” segði Guðrun, ”hatta er ikki nakað at bera fram fyri mær!” og so fór hon rennandi út ytst í blómugarðin.
Hurðin var afturlatin, men hon rinkaði tann stirvna knarvan leysan, og hurðin fór upp, og so rann tann lítla Guðrun berføtt út í ta víðu verð. Hon hugdi tríggjar ferðir aftur um seg, men har var eingin aftan á henni; at endanum orkaði hon ikki longur at renna og setti seg á ein stóran stein, og tá ið hon leit runt um seg, var summarið liðið, tað var vorðið seint út á heystið, tað var hon ikki vorðin var við inni í hinum fagra blómugarði, hvar altíð var sólskin og allar ársins blómur.
”Á Jesus! sum eg eri tarnað!” segði tann lítla Guðrun. ”Heystið er jú komið! so tori eg ikki at dvølja!” og hon reistist á føtur fyri at fara.
Oh, sum hon hevði andsperri í sínum smáu móðu fótum, og rundanum var kalt og ilsligt at síggja; tey longu viðjubløð vóru heilt gul, og sirmið drap í dropum úr teimum, eitt blaðið fall til jarðar fyri og annað eftir, bert reyðtornin stóð við berjum, so berkin og til at rimpa munnin saman. Oh, sum tað var grátt og tungligt í teirri víðu verð!
Fjórða søga.
Prinsur og prinsessa.
Guðrun noyddist aftur at hvíla seg; tá hoppaði á kavanum, beint yvir av hvar hon sat, ein stór kráka; hon hevði sitið leingi og hugt at henni og giddað við høvdinum; nú segði hon: ”Krá! krá! – góð’ dá góð’ dá!” Betur dugdi hon ikki at siga tað, men hon meinti teirri lítlu gentuni tað so væl og spurdi, hvar hon ætlaði sær so einsamøll úti í teirri víðu verð. Tað orðið: einsamøll skilti Guðrun sera væl og kendi gjølla á sær, hvussu mikið ið lá í tí, og so segði hon krákuni frá øllum lívi og levnaði sínum og spurdi, um hon ikki hevði sæð Gunnar.
Og krákan nikkaði so grundandi og segði: ”Tað kundi borið á! tað kundi borið á!”
”Ha? Heldur tú!” rópti hin lítla gentan og hevði nær um kroyst lívið úr krákuni, sum hon kysti hana.
”Hav skil! hav skil!” segði krákan. ”Eg haldi, tað kundi verið lítli Gunnar, men nú man hann hava gloymt teg fyri prinsessuna!”
”Býr hann hjá einari prinsessu?” spurdi Guðrun.
”Ja, bíða!” segði krákan, ”men tað fellur mær so torført at tosa títt mál. Skilir tú krákumál, so hevði borið betur til!”
”Nei, tað havi eg ikki lært!”, segði Guðrun, men omma dugdi tað, og P-mál dugdi hon. Bara eg hevði lært tað!”
”Tað fer at verða harvið!” segði krákan, ”eg skal greiða frá, so frægt eg dugi, men vánaligt verður ið hvussu er;” og so segði hon frá tí, hon visti.
”Í tí kongaríkinum, hvar vit nú sita, býr ein prinsessa, ið hevur so ovurhonds gávur, men hon hevur eisini lisið allar ávísur, ið til eru í heiminum, og gloymt tær aftur, slíkar gávur hevur hon. Nú ein dagin situr hon á trónuni, og tað skal ikki altíð vera so dælt, sigst, so fær hon eina vísu í høvdið, tað var júst hendan: ”Hví skuldi eg ikki gift meg?” ”Íðan, tað var ikki úr lagi”, sigur hon, og so vildi hon gifta seg, men hon vildi hava ein mann, ið dugdi at svara, tá ið ein tosaði við hann, ein, ið ikki stóð upp og niður og bert var hábærsligur, slíkum var lítil stuttleiki uppií. Nú stevndi hon øllum hirðkonunum saman, og tá ið tær frættu, hvat hon ætlaði, kom slíkt kæti á tær. ”Mær dámar tað væl!” søgdu tær, ”tað mól mær eisini sovorðið nakað í høvdinum nú ein dagin!” – “Tú mást trúgva mær, at tað er satt, hvørt orð eg sigi!” segði krákan. ”Eg havi eina tama vinkonu, ið gongur ófjøtrað runt á borgini, og hon hevur sagt mær frá øllum!”
Tað var sjálvsagt eisini ein kráka, vinkona hansara, tí kráka søkir altíð maka sín, og tað er altíð kráka.
”Ávísurnar komu alt fyri eitt út prýddar við einum bredda av hjørtum og navnamerki prinsessunnar; tey kundu lesa sær til, at tað stóð hvørjum ungum manni, ið hevði góða útsjónd, í boði at fara niðan á borgina og tosa við prinsessuna, og hann, ið tosaði so, at tað kundi skiljast, at hann hoyrdi til har og tosaði best fyri seg, hann vildi prinsessan taka sær til mann. - Ja, ja!” segði krákan, ”tú kanst trúgva mær, tað er so víst, sum eg siti her, fólk tustu saman, har var ein skotran og ein tuskan, men ikki bar til, hvørki fyrsta dagin ella annan. Teir dugdu allir væl at tosa, tá ið teir vóru úti á gøtuni, men tá ið teir komu inn um borgliðið og sóu varðmenninar í silvuri og niðan eftir trappunum hovsveinarnar í gulli og teir stóru bjørtu salir, so stóðu teir forfummaðir; og stóðu teir framman fyri trónuni, hvar prinsessan sat, so vistu teir sær einki at siga uttan tað síðsta orðið, hon hevði sagt, og tað skoytti hon ikki um at hoyra uppaftur. Tað var eins og fólk har inni høvdu fingið snústubbak upp á búkin og vóru fallin í dvala, til at tey komu út aftur á gøtuna, jú men, tá gekk muðurin kykur. Tað stóð ein riðil allan vegin frá býggjarportrinum og til borgina. Eg var sjálvur inni og hugdi at!” segði krákan. ”Teir liðu bæði hungur og tosta, men úr borgini fingu teir ikki so frægt sum eitt glas av flógvum vatni. Væl høvdu teir, ið mest fyrivarnir vóru, tikið sær nakrar breyðflísar við, men teir góvu ikki granna sínum burturav; teir hugsaðu sum so: ”Lat bara prinsessuna síggja, hvussu gorhungraður hann sær út, so tekur hon hann ikki!”
”Men Gunnar, lítli Gunnar!” spurdi Guðrun. ”Nær kom hann? Var hann við í múgvuni?”
Gev tær stundir! Gev tær stundir! nú koma vit beinanvegin til hansara! Tað var triðja dagin, tá kemur ein lítil tøppur uttan hest og vogn spákandi, nokk so boysin beinanvegin til borgina; eygu hansara glitraðu eins og tíni, hann hevði vakurt, sítt hár, men annars fátækslig klæðir.”
”Tað var Gunnar!” rópti Guðrun frøiliga. ”Oh, so havi eg funnið hann!” og hon klappaði í hendurnar.
”Hann hevði ein lítlan klæðsekk á bakinum!” segði krákan.
”Nei, tað man hava verið skíðifjøl hansara!” segði Guðrun, ”tí við skíðifjølini var tað, at hann fór!”
”Tað kann væl vera!” segði krákan, ”eg gav mær ikki far um tað! men tað veit eg frá míni tomu vinkonu, at tá ið hann fór inn um borgliðið og sá varðmenninar í silvuri og niðan eftir trøppunum hóvsveinarnar í gulli, varð hann ikki tað sum líktist forfummaður, hann nikkaði og segði við teir, ”tað mátti verið vána lív at standa á trappuni, eg fari heldur innum!” Har ljómaðu salirnir í ljósi; ráðharrar og excellensar gingu skóleysir og bóru gullføt; ein mátti væl kenna seg í høgtíðslagi! tað ríkti so ræðuliga hart í skóm hansara, men kortini var hann ikki bangin!”
”Tað er eyðvitað, at tað er Gunnar!” segði Guðrun, ”eg veit, at hann var í nýggjum skóm, eg havi hoyrt tað ríkja í teimum í stovuni hjá ommu!”
”Ja ríkja í teimum, tað gjørdi tað!” segði krákan, ”og djarvur fór hann inn beint fram fyri prinsessuna, ið sat á einari perlu so stórari sum hjólið á rokki; og allar hirðkonurnar við teirra moyggjum og moyggja moyggjum, og allir hirðmenninir við sínum tænarum og tænara tænarum, ið halda sær drong, stóðu uppspritað rundanum; og tess nærri tey stóðu durunum, tess erpnari sóu tey út. Tænaranna tænaradrongur, ið altíð gongur á tuflum, kann næstan ikki hyggja upp á fólk, so erpin stendur hann í durunum!”
”Tað má vera grúiligt!” segði lítla Guðrun. ”Og Gunnar hevur kortini fingið prinsessuna?”
”Hevði eg ikki verið kráka, so hevði eg tikið hana, og tað hóast, eg eri trúlovaður. Hann sigst at hava tosað líka so væl, sum eg tosi, tá ið eg tosi krákumál, tað havi eg frá míni tomu vinkonu. Hann var djarvur og dámligur, hann var als ikki komin at fríggja, bert einans komin at kanna eftir viti prinsessunnar, og honum tyktist væl um tað, og henni tyktist væl um hann afturímóti!”
”Ja víst var tað Gunnar!” segði Guðrun, ”hann var so klókur, hann dugdi rokning í høvdinum við brotum! - O, vilt tú ikki taka meg við inn á borgina?”
”Ja tað er ikki bara at siga tað!” segði krákan. ”Men hvussu gera vit tað? Eg skal tosa um tað við mína tomu vinkonu; hon kann vónandi leggja okkum ráð; tí tað kann eg siga tær, ein sovorðin lítil genta sum tú sleppur aldri inn á regluligan hátt!”
”Jú, tað sleppi eg!” segði Guðrun. ”Tá ið Gunnar hoyrir, at eg eri her, kemur hann í stundini út og heintar meg!”
”Bíða mær her við garðaliðið!” segði krákan, giddaði við høvdinum og fleyg av stað.
Ikki fyrr enn tað var myrkt á kvøldi, kom krákan aftur: ”Krá, krá!” segði hon. ”Eg skal heilsa tær frá henni mangar gangir!- og her eitt lítið breyð til tín, tað tók hon í køkinum, har er ivaleyst av breyði, og tú mást vera svong! - Tað er ikki hugsandi um, at tú kanst koma inn á borgina, tú ert jú skóleys; varðmenninir í silvuri og hovsveinarnir í gulli vilja ikki geva loyvi til tess; men grát ikki, tú skalt sleppa inn kortini. Vinkona mín veit einar baktrappur, ið ganga til seingjarkamarið, og hon veit, hvar hon skal taka lykilin!”
Og tey fóru inn í trægarðin, í ta stóru allé, hvar bløðini fullu eitt fyri og annað eftir, og tá á borgini ljósini sløktust, eitt fyri og annað eftir, leiddi krákan lítlu Guðruna til einar bakdyr, ið stóðu upp á glopp.
O, sum hjartað í Guðruni sló av angist og longsli! Tað var, eins og hon fór at gera nakað ónt, og hon vildi jú bara vita eftir, um tað var lítli Gunnar; jú, tað mátti vera hann; hon hugsaði so livandi fyri sær hansara klóku eygu og tað síða hárið; hon reiðiliga sá fyri sær, hvussu hann brosaði, eins og tá ið tey sótu heima undir rósunum. Hann vildi ivaleyst verða glaður við at síggja hana, hoyra, hvussu langan veg hon hevði gingið fyri hansara skuld, og frætta, hvussu forharmað tey øll høvdu verið heima, av tí at hann ikki kom aftur. O, tað var ein ótti og ein gleði.
Nú vóru tey á trappunum; har stóð ein lítil lampa og brann á einum skápi; mitt á gólvinum stóð tann tama krákan og skimaðist til allar síður og hugdi at Guðruni, ið neig, so sum omman hevði lært hana.
”Mín trúlovaði hevur talað so vakurt um tygum, lítla mín”, segði tann tama krákan. ”Tygara vita, sum tey rópa tað, er jú sera hjartarørandi! - Vilja tygum taka lampuna, so skal eg fara frammanundan. Vit ganga her beinanvegin fram, so hitta vit ongan!”
”Mær tykist, her kemur nakar beint aftaná!” segði Guðrun, og tað tusti fram við hana; tað var eins og skuggar eftir bróstinum, hestar við flaksandi moni og klønum beinum, veiðidreingir, harrar og frýr á rossbaki.
”Tað eru bert dreymarnir! teir koma at heinta hugin hjá teimum hábornu hjúnunum til veiði, væl fellur tað í lag, so ber betur til hjá tygum at hyggja at teimum í songini. Men lat meg nú síggja, um tygum vinna sømd og frama, at tygum tá sýna eitt takksamt hjartalag.”
”Tað er jú einki at tala um!” segði krákan úr skóginum. Nú komu tey inn í tann fyrsta salin, hann var av rósureyðum atlaski við virkaðum blómum upp eftir bróstinum; her tustu dreymarnir longu fram um tey; men teir fóru so kvikliga, at Guðrun fekk ikki eygleitt tey hábornu hjúnini. Salirnir vórðu stásiligari og stásiligari; ein kundi væl standa bilsin, og nú vóru tey í seingjarkamarinum. Loftið harinni líktist einum stórum pálma við bløðum av glasi, dýrmettum glasi, og mitt á gólvinum hingu í einum tjúkkum stelki tvær seingir, ið báðar sóu út sum liljur; onnur var hvít, í henni lá prinsessan; hin var reyð, og í henni var tað, at Guðrun skuldi finna lítla Gunnar; hon bendi eitt av teimum reyðu bløðunum burtur frá, og tá sá hon ein brúnan nakka. - O, tað var Gunnar! - Hon rópti heilt hart navn hansara, helt lampuna yvir at honum - dreymarnir tustu á hestunum inn aftur í stovuna - hann vaknaði, vendi sær á, og - tað var ikki lítli Gunnar.
Prinsurin líktist honum bert á nakkanum, men ungur og vakur var hann. Og úr teirri hvítu liljusongini leit prinsessan út og spurdi, hvat var á vási. Tá græt lítla Guðrun og segði frá allari søgu síni og øllum, sum krákurnar høvdu gjørt fyri hana.
”Títt lítla neyðardýr!” søgdu prinsurin og prinsessan, og tey róstu krákunum og søgdu, at tey vóru als ikki ill inn á tær, men tær skuldu tó ikki gera tað uppaftur. Sum vorðið var, skuldu tær hava okkurt afturfyri.
”Vilja tit flúgva fríar?” spurdi prinsessan, ”ella vilja tit hava fast embæti sum hóvkrákur við øllum, ið av loypur í køkinum?”
Og báðar krákurnar nigu og bóðu um fast embæti; tær hugsaðu um ellisárini og søgdu: ”Tað var so gott at hava nakað upp á gamalsaldurin”, sum tær róptu tað.
Og prinsurin fór upp úr songini og læt Guðruna sova í henni, og betri kundi hann ikki gera tað. Hon legði sínar smáu hendur saman og hugsaði; ”Sum tó menniskjur og djór eru góð”, og so læt hon eygu síni aftur og svav so vælsignað. Allir dreymarnir komu aftur flúgvandi inn, og tá sóu teir út sum Guds einglar, og teir drógu eina lítla skíðifjøl, og á henni sat Gunnar og nikkaði; men tað var alt bara dreymmyndir, og tí vóru tær eisini horvnar, so skjótt sum hon vaknaði.
Dagin eftir varð hon klødd frá topp til tá í silki og floyal; boðið varð henni at verða verandi á borgini og hava góðar dagar, men hon bað einans um at fáa ein lítlan vogn við einum rossi fyri og einar smáar skógvar, so ætlaði hon sær aftur at aka út í ta víðu verð at finna Gunnar.
Og hon fekk bæði skógvar og muffu; hon varð so fínt ílatin, og tá ið hon skuldi av stað, stóð við dyrnar ein nýggj karet av skírum gulli; vápnamerki prinsins og prinsessunnar lýsti á henni eins og ein stjørna; stýrari, tænarar og rossadreingir, tí har vóru eisini rossadreingir, sótu klæddir í gullkrúnur.
Prinsurin og prinsessan hjálptu henni sjálv upp í vognin og ynsktu henni góða eydnu. Skógkrákan, ið nú var vorðin gift, fylgdi við tær fyrstu tríggjar mílir; hon sat við liðina á henni, tí hon toldi ikki at aka øvut; hin krákan stóð í portrinum og sló við veingjunum, hon fylgdi ikki, tí hon var ring í høvdinum, síðani hon hevði fingið fast embæti og ov mikið til matna. Innan var karetin fóðrað við sukurklingrum, og í sætinum vóru fruktir og piparnøtir.
”Farvæl! farvæl!” róptu prinsur og prinsessa, og lítla Guðrun græt, og krákan græt; - soleiðis gingu tær fyrstu mílirnar; tá segði eisini krákan farvæl, og tað var hin tyngri skilnaðurin; hon fleyg upp í eitt træ og sló við sínum svørtu veingjum, so leingi hon bar eyga við vognin, ið ljómaði sum tað bjarta sólskin.
Fimta søga.
Tann lítla ránsmannagentan.
Tey fóru akandi gjøgnum tann myrka skógin, men karetin skein sum ein viti, hon skar ránsmenninar í eyguni, tað toldu teir ikki.
”Tað er gull! tað er gull!” róptu teir, tustu fram, fingu fatur á rossunum, slógu teir smáu rossadreingirnar, stýraran og tænararnar til jarðar og drógu nú ta lítlu Guðruna út úr vogninum.
”Hon er feit, hon er átulig, hon er fitað við nøtakjarna!” segði tann gamla ránsmannaskrindan, ið hevði sítt, ývið skegg og brýr, ið rukku henni niður um eyguni. Hatta er so gott sum eitt lítið vælgøtt lamb! á, sum hon skal smakka!” og so dró hon sín blanka knív, og tað skygdi av honum, so at tað var øgiligt.
”Ou!” segði skrindan í sama viðfangi, hon varð bitin í oyrað av síni lítlu dóttur, ið hekk á bakinum á henni og var so vill og óargalig, at máti skuldi vera við.
”Tín skarns teys!” segði mamman og fekk ikki stundir til at svæva Guðruna.
”Hon skal spæla við meg!” segði tann lítla ránsmannagentan. ”Hon skal geva mær muffu sína, sín fína kjóla, sova hjá mær í míni song!” og so beit hon aftur, so ránsmannaskrindan sprakk upp í loft og mól í klingur, og allir ránsmenninir froystu útúr og søgdu: ”Hygg, hvussu hon dansar við unga sínum!”
”Eg vil sleppa inn í karetina!” segði tann lítla ránsmannagentan, og hon mátti og vildi hava vilja sín, tí hon var so óvand og ein sovorðin høvuðkambur. Hon og Guðrun settu seg inn í hana, og so óku tær um hógv og tornarunnar djúpari inn í skógin. Tann lítla ránsmannagentan var javnstór við Guðruna, men sterkari, herðabreiðari og døkk í húðini; eyguni vóru heilt svørt, tey sóu næstan hørm út. Hon tók lítlu Guðruna um miðjuna og segði: ”Tey skulu ikki svæva teg, so leingi sum eg ikki verði ill við teg! Tú ert saktans ein prinsessa?”
”Nei”, segði lítla Guðrun og segði henni frá øllum hendingum sínum, og hvussu góð hon var við lítla Gunnar.
Ránsmannagentan hugdi heilt álvarsom at henni, nikkaði so smátt og segði:
”Tey skulu ikki svæva teg, um eg so verði ill við teg, tí so skal eg gera tað sjálv!” og so turkaði hon Guðruni um eyguni og koyrdi báðar hendur sínar inn í ta vøkru muffuna, ið var so mjúk og so fjálg.
Nú steðgaði karetin; tær vóru mitt í túninum uttan fyri eina ránsmannaborg; hon var klovnað frá ovast til niðast, ravnar og krákur flugu út úr teim opnu holunum, og teir stóru varðhundarnir, ið sóu út til at kunna slúka eitt fólk hvør, lupu høgt upp í loft, men teir goyðu ikki, tí tað var forboðið.
Í teirri stóru, gomlu, sótdálkaðu høllini brann mitt á steingólvinum ein stórur eldur; roykurin dreiv upp undir loftið og mátti sjálvur um at sleppa sær út; ein stórur bryggjupottur kókaði við súpan í, og bæði harur og kaninir vóru vendar á sneis.-
”Tú skalt sova í nátt við mær her hjá øllum smádjórum mínum!” segði ránsmannagentan. Tær fingu at eta og drekka og fóru so yvir í eitt horn, hvar hoyggj og rekkjuváðir lógu. Í erva sótu á vøglum og stongum nærum hundrað dúgvur, ið allar tyktust at sova, men vendu sær tó eitt sindur á, tá ið smágenturnar komu.
”Eg eigi tær allar”, segði tann lítla ránsmannagentan og treiv knappliga í eina av teimum fyrstu, helt um beinini á henni og skakaði henni, so at hon sló við veingjunum. ”Mussa hana!” rópti hon og kveistraði Guðruna í andlitið við henni. ”Har sita skógkanaljurnar!” tók hon upp og bendi á eina rúgvu av rimum, ið vóru negldar fyri eitt hol uppi í erva. ”Hatta eru skógkanaljur, hasar báðar! tær fara beinanvegin á flog, um vit ikki hava væl læst fyri teimum, og her stendur gamli hjartavinur mín Bæ!” og hon leiddi eftir horninum eitt reindjór, ið hevði ein blankan koparring um hálsin og stóð bundið. ”Hann mugu vit eisini seta í klombur, annars loypur hann frá okkum við. Hvørt gudskapta kvøld kitli eg hann á hálsin við mínum hvassa knívi, tað ræðist hann so illa!” og tann lítla gentan dró ein langan knív út úr einari rivu í bróstinum og læt hann glíða eftir hálsinum á reindjórinum; tað neyðars djór spjálkaði við beinunum, og ránsmannagentan læði og dró so Guðruna niður í songina við sær.
”Hevur tú knívin við tær, tá ið tú svevur?” spurdi Guðrun og kveitti eitt sindur bangin at honum.
”Eg sovi altíð við knívi!” segði tann lítla ránsmannagentan. ”Eingin veit, hvat henda kann. Men sig mær nú aftur frá tí, tú í áðni segði um lítla Gunnar, og hví tú ert farin út í ta víðu verð.” Og Guðrun tók alt uppaftur, og skógdúgvurnar kurraðu har uppi í búrinum, hinar dúgvurnar svóvu. Tann lítla ránsmannagentan legði arm sín um hálsin á Guðruni, helt knívin í hinari hondini og svav, so tað reyt; men Guðrun fekk ikki blund í síni eygu, hon visti ikki, um hon skuldi liva ella doyggja. Ránsmenninir sótu rundan um eldin og sungu og drukku, og ránsmannakellingin bóltaði rút. O! tað var heilt ræðuligt fyri ta lítlu gentuna at líta á.
Tá søgdu skógdúgvurnar: ”Kurr, kurr! vit hava sæð lítla Gunnar. Ein hvít høna bar skíðifjøl hansara, hann sat í vogninum hjá snjódrotningini, ið fór lágt oman yvir skógin, meðan vit lógu á reiðri; hon blásti á okkum ungar, og allir doyðu uttan vit báðir; kurr, kurr!”
”Hvat siga tit har uppi?” rópti Guðrun, ”hvønn veg fór snjódrotningin? Vita tit nakað um tað?”
”Hon mundi helst fara til Lapplands, tí har er altíð kavi og ísur! spyr bara reindjórið, ið stendur har í bandi.
”Har er ísur og kavi, har er vælsignað og gott,” segði reindjórið; ”har kanst tú strúka frítt runt í teim stóru skínandi dølum! har hevur snjódrotningin summartjald sítt, men hennara fasta borg er uppi við jarðarhvarvið á teirri oyggj, ið eitur Svalbarð.
”O Gunnar, lítli Gunnar!” suffaði Guðrun.
”Nú skalt tú liggja still!” segði ránsmannagentan, ”annars fært tú knívin upp í búkin!”
Um morgunin segði Guðrun henni frá øllum tí, ið skógdúgvurnar høvdu sagt, og tann lítla ránsmannagentan sá heilt álvarsom út, men nikkaði við høvdinum og segði: ”Tað verður harvið! tað verður harvið. - Veitst tú, hvar Lappland er?” spurdi hon reindjórið.
”Hvør skuldi vita tað betur enn eg”, segði djórið, og eyguni vóru kyk í høvdinum á tí. ”Har eri eg føddur og borin, har havi eg strokið um kavavíddirnar.”
”Veitst tú!” segði ránsmannagentan við Guðruna, ”tú sært, at mannfólkið okkara er burturi, men gamla er her enn, og hon verður verandi, men út á morgni fer hon at drekka úr tí stóru fløskuni og durvar so eitt sindur omaná; - so skal eg gera nakað fyri teg!” Nú leyp hon fram úr songini, fleyg um hálsin á mammuni, skrykti hana í munnskeggið og segði: ”mín egni søti geitarbukkur, góðan morgun!” Og mamman bresti títling undir nøsina á henni, so hon gjørdist bæði reyð og blá, men tað var alt samalt av berum kærleika.
Tá ið so mamman hevði drukkið úr fløsku síni og legðist at durva, fór ránsmannagentan til reindjórið og segði: ”Eg kundi havt serstaka góðan hug til mangar ferðir enn at kitla teg við tí hvassa knívinum, tí tá ert tú so stuttligur, men tað verður harvið, eg skal loysa teg úr bandinum og hjálpa tær út um, so at tú kanst renna til Lapplands, men tú skalt vera kvikur á fótum og føra mær hesa lítlu gentuna til borgina hjá snjódrotningini, hvar leikbróðir hennara er. Tú hevur ivaleyst hoyrt tað, hon segði frá, tí hon tosaði nóg so hart, og tú lúrir!”
Reindjórið leyp upp í loft av gleði. Ránsmannagentan lyfti lítlu Guðruna uppá og var so umhugsin at binda hana fasta, ja, enntá at geva henni eina lítla pútu at sita á. ”Tað verður harvið”, segði hon, ”her hevur tú tínar lodnu stivlar, tí kalt verður, men muffuna havi eg, hon er nógv ov fitt! Tú skalt tó ikki verða køld. Her hevur tú teir stóru vøttirnar hjá mammu míni, tær røkka teir heilt niður á albogan; far í! - Nú líkist tú míni ógóðsligu mammu um hendurnar!”
Og Guðrun græt av gleði.
”Ikki dámar mær, at tú surrar!” segði tann lítla ránsmannagentan. ”Nú eigur tú júst at vera væl hýrd! og her hevur tú tvey breyð og eitt tjógv, so doyr tú ikki í hungri.” Bæði sløg vóru klyvjað á reindjórið aftan; tann lítla ránsmannagentan læt upp hurðina, lokkaði allar teir stóru hundarnar inn, og so kvetti hon bandið av við knívi sínum og segði við reindjórið: ”Renn nú, men ansa væl eftir tí lítlu gentuni!”
Og Guðrun rætti hendurnar í teimum stóru vøttunum út móti ránsmannagentuni og segði farvæl, og so fleyg reindjórið av stað um runnar og hógv, gjøgnum tann stóra skógin, um mýrar og heiðar alt tað, tað var ment. Úlvarnir ýldu, ravnarnir gorraðu. ”Futt, futt!” segði tað á luftini, tað var, eins og hon neys reytt.
”Tað eru míni gomlu norðlýsi!” segði reindjórið, ”hygg hvussu tey lýsa!” og so rann tað enn skjótari av stað, nátt og dag; breyðini vóru etin, tjógvið við, og so vóru tey í Lapplandi.
Sætta søga.
Lappakonan og finnakonan.
Tey steðgaðu við eitt lítið hús; tað var so skirvisligt; tekjan bar við jørðina, og dyrnar vóru so lágar, at húsfólkið mátti leggja seg fram eftir rommum, tá ið tey skuldu fara út ella inn. Her var eingin inni uttan ein gomul lappakona, ið stóð og stokti fisk uppi yvir einari kolu, og reindjórið segði henni frá allari søgu Guðrunar, men fyrst frá síni egnu, tí hana helt tað vera nógv meira týðandi, og Guðrun var so illa komin av kulda, at hon hevði mist málið.
”O, armingjar tykkara!” segði lappakonan, ”tá hava tit langa leið enn at renna! Tit mugu fara yvir hundrað mílir áfram, inn í Finnmørkina, tí har er snjódrotningin farin at ferðast og brennir bláljós hvørt gudskapta kvøld. Eg skal skriva eini tvey orð á ein turran klippfisk, pappír havi eg ikki, hann skal eg geva tykkum við til finnakonuna har norðuri, hon dugir betur at leggja tykkum lag á enn eg!”
Og tá ið nú Guðrun var fløvað og hevði fingið nakað niður á hjartað, skrivaði lappakonan eini tvey orð á ein turran klippfisk, bað Guðruna ansa væl eftir honum, bant hana fasta aftur á reindjórið, og tað leyp av stað. ”Futt, futt!” segði tað uppi á luftini, alla náttina brunnu tey fagrastu bláu norðlýsi; og so komu tey inn í Finnmørkina og bankaðu upp á skorsteinin hjá finnakonuni, tí hon hevði ikki so mikið sum einar dyr.
Tað var ein hiti har inni, so finnakonan sjálv gekk næstan nakin, lítil var hon og illdæmd, hon loysti straks klæðini hjá lítlu Guðruni, læt hana úr vøttum og stivlum, annars var hon kódnað av hita, legði reindjórinum eina glerpípu á høvdið og las so, hvat skrivað stóð á klippfiskinum; hon las tað tríggjar ferðir, so dugdi hon tað uttanat og koyrdi fiskin í løgpottin, tí hann var jú væl etandi, og hon spilti aldri nakað burtur. -
Nú segði reindjórið fyrst frá síni egnu søgu, síðani frá lítlu Guðrunar, og. finnakonan blunkaði við sínum klóku eygum, men segði einki.
”Tú ert so klók”, segði reindjórið; ”eg veit, tú kanst binda allar heimsins ættir í ein hosnatráð; tá ið skiparin loysir ein knútin, fær hann góðan byr, loysir hann annan, herðir hann uppá, og loysir hann triðja og fjórða, tá stormar so hart, at skógir falla um koll. Vilt tú ikki geva tí lítlu gentuni ein drykk, so at hon fær tólv manna styrki og vinnur snjódrotningina?
”Tólv manna styrki”, segði finnakonan, ”jú, tað man fara at muna!” og so fór hon yvir at eini hill, tók eitt stórt samanballað roð fram, og tað breiddi hon út; har vóru skrivaðir løgnir stavir á, og finnakonan las, so vatnið haglaði henni oman eftir pannuni.
Men reindjórið bað aftur so innarliga fyri lítlu Guðruna, og Guðrun hugdi við so bønligum eygum, fullum av tárum upp á finnakonuna, at henda sama aftur fór at blunka við sínum og leiddi reindjórið yvir í ein krók, hvar hon teskaði við tað, meðan tað fekk eina nýggja glerpípu á høvdið:
”Lítli Gunnar er víst hjá snjódrotningini og heldur har alt vera eftir sínum tykki og huga og heldur tað vera tann betra partin av verðini, men tað kemur av, at hann hevur fingið eina glasflís í hjartað og eitt lítið glaskorn í eygað; tey mugu fyrst út, annars verður hann aldri til fólk, og snjódrotningin vil hava vald yvir honum!”
”Men kanst tú ikki geva lítlu Guðruni nakað inn, so at hon fær vald yvir øllum somlum?”
”Eg kann ikki geva henni størri vald, enn hon longu hevur, sært tú ikki, hvussu stórt tað er? Sært tú ikki, hvussu menniskju og djór mugu tæna henni, hvussu hon á sínum beru beinum er komin so væl fram í verðini. Hon má ikki frá okkum fáa at vita um sína megi, hon liggur í, at hon er eitt søtt, meinaleyst barn. Evnar hon ikki sjálv at koma inn til snjódrotningina og fáa glasið út úr lítla Gunnari, so kunnu vit ikki hjálpa! Tvær mílir hiðani taka lunnindir snjódrotningarinnar við, hagar kanst tú bera ta lítlu gentuna, set hana av við tann stóra runnin, ið stendur við reyðum berjum í kavanum, ger stutt av og skunda tær aftur higar!” Og so lyfti finnakonan lítlu Guðruna upp á reindjórið, ið rann, alt hvat tað var ment.
”Oh, eg fekk ikki mínar stivlar! eg fekk ikki mínar vøttir!” rópti lítla Guðrun; tað varnaði hon í tí svíðandi kulda; men reindjórið tordi ikki at steðga, tað rann, til tað kom til hin stóra runnin við teim reyðu berjum; har slepti tað Guðruni niður, kysti hana á munnin, og stór blonk tár runnu niður eftir kjálkunum á djórinum, og so fór tað rennandi, alt hvat tað var ment afturaftur. Har stóð tann neyðars Guðrun í ongum skóm, ongum vøttum, mitt í teirri ræðuligu, ískøldu Finnmørkini.
Hon rann frameftir so hart hon var ment; tá kom eitt heilt fylki av kavaflykrum; men tær fullu ikki niður úr luftini, ið var klár og skein av norðlýsi; kavaflykrurnar runnu beint eftir jørðini og jú nærri tær komu, jú størri gjørdust tær; Guðrun mintist á, hvussu stórar og kynstrugar tær vóru at síggja, hina ferðina, tá hon sá flykrurnar gjøgnum sjóneykuna, men her vóru tær øðrvísi stórar og øgiligar, tær vóru livandi, tær vóru varðmenn snjódrot- ningarinnar; tær høvdu tey løgnastu skapilsi; summar sóu út sum fúl stór igul, summar sum heilir bólkar av ormum, ið stungu høvdini fram, summar sum smáar kýpnar bjarnir við ývnum hárum, allar skínandi hvítar, allar vóru tær livandi flykrur.
Tá bað lítla Guðrun sítt Faðirvár, og kuldin var so harður, at hon sá anda sín; sum ein heilur eimur stóð hann henni út úr munninum; andin varð tættari og tættari, og hann umskapaði seg til smáar, bjartar einglar, ið vuksu meira og meira, sum teir bóru við jørðina, og allir høvdu teir hjálm á høvdinum og spjót og skjøldur í hondunum; teir fylktust fleiri og fleiri, og tá ið Guðrun hevði endað sítt Faðirvár, var eitt heilt herlið um hana; teir høgdu við spjótum sínum í tær ræðuligu flykrur, so tær brustu í hundrað stykki, og lítla Guðrun helt heilt fræls og djørv framá. Einglarnir kíndu henni um føturnar og hendurnar, og so kendi hon minni, hvussu kalt tað var, og gekk kvikliga fram móti borgini hjá snjódrotningini.
Men nú skulu vit fyrst kanna eftir, hvussu Gunnar er staddur. Hann hugsaði víst ikki um lítlu Guðruna, tíansheldur at hon stóð uttan fyri borgina.
Sjeynda søga.
Hvat ið barst til í borgini hjá snjódrotningini, og hvat síðani hendi.
Borgarveggirnir vóru av fúkandi rokkava, og vindeygu og dyr av teim nítandi vindum; har vóru yvir hundrað salir, alt sum kavin feyk; hin størsti var mangar mílir í vídd, allir birtir av teim sterku norðlýsum, og teir vóru so stórir, so tómir, so ísandi kaldir og so skínandi. Aldri kendist her kæti, ikki so mikið sum ein lítil bjarnavertskapur, hvar stormurin kundi spæla lag, og hvítabjarnirnar ganga á afturbeinunum og hava hábrøgd á sær, aldri ein lítil leikfundur við granarsmelli og labbabresti, ikki snevilin av einum kaffigildi hjá teim hvítu revamoyggjunum; tómt, stórt og kalt var í høllum snjódrotningarinnar. Norðlýsini bleiktraðu so gjølliga, at ein kundi telja sær til, nær tey vóru á hægsta stigi og nær á lægsta. Mitt har inni í teirri tómu endaleysu snjóhøll var eitt fryst vatn, tað var stokkið í túsund stykki, men hvørt stykki var so javnlíkt hinum, at tað var eitt listarverk; og mitt á vatn-inum sat snjódrotningin, tá ið hon var heima, og so segði hon, at hon sat í vitskunnar spegli, og at tað var tað einasta og besta í hesi verð.
Lítli Gunnar var heilt bláur í kulda, ja nærum svartur, men hann varnaði tað ikki, tí hon hevði jú kyst skjálvtan úr honum, og hjarta hansara var mest sum ein ísknøttur. Hann gekk og dragsaði nøkur hvøss, fløt íspetti, sum hann legði í allar tær myndir, ið hugsast kundu, tí hann vildi hava nakað burtur úr tí, tað var eins og tá ið onnur hava smáar træflísar og leggja tær í myndir, ið rópast tað kinesiska spælið. Gunnar gekk eisini og legði myndir, tær alrafløktastu, tað var vitskuísspælið; í hansara eygum vóru myndirnar frálíkar og av avbera stórum týdningi; tað voldi tað glaskornið, ið sat honum í eyganum! hann legði heilar myndir, ið vóru eitt skrivað orð, men aldri dugdi hann at finna tað orðið, sum hann júst vildi leggja, tað orð: ævinleikin, og snjódrotningin hevði sagt: ”Kanst tú finna mær ta myndina, so skalt tú vera tín egni harri, og eg skal geva tær allan heim og einar nýggjar skoytur.” Men hann dugdi ikki.
”Nú súsi eg burtur til tey heitu londini!” segði snjódrotningin, ”eg ætli mær at kaga niður í teir svørtu pottarnar!” - Tað vóru tey eldgoysandi fjøllini, Etna og Vesuv, sum tey eru kallað. - ”Eg fari at hvítta tey eitt sindur! tað hoyrir seg til; tað gagnast væl oman á sitrónir og vínber!” og so fleyg snjódrotningin, og Gunnar sat heilt einsamallur í teirri mangar mílir stóru, tómu íshøll og hugdi at íspettunum og hugsaði og hugsaði, so tað ríkti í honum, púra stirdur og svinnur sat hann, ein kundi halda hann vera frystan í hel.
Tá var tað, at lítla Guðrun trein inn á borgina gjøgnum tað stóra portrið, ið var nítandi vindar; men hon las kvøldbøn sína, og tá stiltust vindarnir, eins og teir vildu leggja seg at sova, og hon steig inn í teir stóru, tómu, køldu salir - tá sá hon Gunnar, hon kendi hann, hon fleyg um hálsin á honum, helt so fast um hann og rópti: ”Gunnar, søti lítli Gunnar! so havi eg funnið teg!”
Men hann sat heilt stillur, stívur og kaldur; - tá græt lítla Guðrun heit tár, tey fullu á bringu hansara, tey funnu sær veg inn í hjarta hansara, tey bræddu ísknøttin og týndu ta lítlu spegilsflísina har inni; hann leit at henni, og hon sang sálmin
”Hvar rósur í dalinum blóma,
hin heilaga leikvin vit hóma!”
Tá fleyg Gunnar í grát; hann græt, so spegilskornið flotnaði út úr eyganum, hann kendi hana og rópti í frøi: ”Guðrun, søta lítla Guðrun! - hvar hevur tú tó verið so leingi? Og hvar havi eg verið?” Og hann leit rundan um seg. ”Sum her er kalt! Sum her er tómt og stórt!” og hann helt seg í Guðruna, og hon læði og græt av gleði; tað var so vælsignað, at sjálvt ísstykkini dansaðu av gleði rundanum, og tá ið tey vóru móð, lógu tey júst í teimum stavum, sum snjódrotningin hevði sagt, at hann skuldi finna, so var hann sín egni harri, og hon skuldi geva honum allan heim og einar nýggjar skoytur.
Og Guðrun kysti kinnar hansara, og roði kom á teir; hon kysti eygu hansara, og tey glitraðu eins og hennara, hon kysti hendur og føtur hansara, og hann var frískur og førur. Snjódrotningin kundi gjarna koma heim; loysunarbræv hansara stóð skrivað har við skínandi ísstykkjum.
Og tey leiddust út úr teirri stóru borgini; tey talaðu um ommu og um rósurnar uppi á tekjuni; og hvar tey komu fram lógu vindarnir heilt stillir, og sólin sá; og tá ið tey komu til runnin við teim reyðu berjunum, stóð reindjórið har og bíðaði; tað hevði eitt annað ungt reindjór við, hvørs júgur var fult, og gav teim smáu sína flógvu mjólk og mussaði tey á munnin.
So bóru tey Gunnar og Guðruna fyrst til Finnakonuna, hvar tey fløvaðu seg í tí heitu stovuni, og hon legði teimum ráð um heimferðina, so til lappakonuna, ið hevði seymað teimum nýggj klæði og gjørt sletu sína til.
Og reindjórið og tann unga hindin lupu undir liðini á teimum og fylgdu teimum heilt til landamarkið, har nældi tað fyrsta grøna fram, har skiltust tey við reindjórið og lappakonuna. ”Farvæl!” søgdu tey øll somul. Og teir fyrstu smáfuglar tóku til at láta, skógin hevði grønar spírar, og út úr henni kom ríðandi á einum stásiligum hesti, sum Guðrun kendi aftur (hann hevði gingið fyri gullkaretini), ein ung genta við skyggjandi reyðari húgvu á høvdinum og pístólum framman fyri sær; tað var tann lítla ránsmannagentan, sum leiddist við at vera heima og ætlaði sær fyrst norðureftir og síðani einhvønn annan veg, um henni ikki hugnaðist. Hon kendi Guðruna alt fyri eitt, og Guðrun kendi hana, har var frøi.
”Tað er ikki eiti á, sum tú strýkur um!” segði hon við lítla Gunnar; ”heldur tú, at tú hevur uppiborið, at tey renna um allan heim fyri tína skyld!” Men Guðrun kíndi henni um kjálkan og spurdi um prins og prinsessu.
”Tey eru farin burtur at ferðast til fremmand lond!” segði ránsmannagentan.
”Men krákan?” segði lítla Guðrun.
”Ja krákan er deyð!” svaraði hon. ”Tann tama vinkonan er vorðin einkja og gongur við einum svørtum hosnatráði um beinið; hon gremur seg sárliga, og berur býttisskapur er tað alt samalt! - Men sig mær nú, hvussu tær er gingist, og hvussu tú fekst fatur á honum!”
Og Guðrun og Gunnar greiddu frá bæði.
”Og snipp-snapp-snurri-bassilurri!” segði ránsmannagentan, tók tey bæði um hendurnar og lovaði, at um hon eina ferð kom til teirra bý, so skuldi hon koma inn at vitja, og so fór hon ríðandi út í ta víðu verð, men Gunnar og Guðrun gingu hond í hond, og sum tey gingu, var tað væna várið komið við blómum og grønum; kirkjuklokkurnar ringdu, og tey kendu tey høgu tornini, tann stóra býin, tað var í honum, tey búðu, og tey fóru inn í hann og at durunum hjá ommu, upp eftir trappuni, inn í stovuna, hvar alt stóð í sama stað sum áður, og urið segði: ”dikk! dikk!” og pinnarnir gingu runt. Men sum tey stigu inn um dyrnar, kendu tey, at tey vóru vorðin vaksin fólk. Rósurnar úr takrennuni blómaðu inn um tey opnu vindeyguni, og har stóðu teir smáu barnastólarnir, og Gunnar og Guðrun settu seg hvør á sín og hildu hvørt annað í hendurnar, tey høvdu gloymt sum ein tungan dreym ta køldu tómu dýrd hjá snjódrotningini. Omma sat í Guds klára sólskini og las hart úr bíbliuni: ”Uttan at tit verða sum børn, koma tit ikki inn í Guds ríki!”
Og Gunnar og Guðrun litu hvønn annan inn í eygað, og tey skiltu snøggliga tann gamla sálmin:
”Hvar rósur í dalinum blóma, hin heilaga leikvin vit hóma.”
Har sótu tey bæði tvey, vaksin og tó børn, børn í hjartanum, og summar var, tað lýggja signaða summarið.
Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Sneedronningen”, ”Nye Eventyr. Første Bind, Anden Samling”, 1845.
Christoffur Lützen (1891-1981) týddi. H.C. Andersen: ”14 ævintýr”, Egið forlag 1953.
Snjódrotningin.