63. KONGURIN Í HJØRTARKROPPINUM
Uppskrift úr Skálavík
Ein kongur fór við einum fylgisveini út at veiða djór. Teir jagaðu eftir einum hjørti, fingu og drópu hann.
Nú ið hjørturin er deyður, spyr maðurin kongin, um hann vil læra at lata hjørtin upp aftur at ganga.
Tað vil hann fegin læra, sigur kongurin, letur síðan lív sítt inn í hjørtarkroppin, og hjørturin tekur alt fyri eitt at ganga.
Nú er hin maðurin so kvikur at lata lív sítt inn í kongakroppin og hutsar hundarnar eftir konginum í hjørtinun. Men hjørturin slapp undan, og hundarnir fingu hann ikki.
So fer maðurin heim aftur við sínum lívi í kongakroppinun, og øll halda kongin vera øðruvísi vorðnan nú enn fyirr: kroppurin er tann sami, men sinnið í konginum er so nógv versnað.
Hjørturin við kongalívinum finnur ein deyðan náttargala á veginum, letur lív sítt í hann, og hjørturin liggur deyður.
So flýgur náttargalin heim í kongsgarðin og letur seg fanga.
Tey fáa drotningini henda náttargala, og hvørja ferð hon fer í song, syngur hann, men vil ongantíð syngja, tá ið kongurin fer í song.
Nú vil so til, at frúarhundurin hjá drotningini doyr, og við tað sama fer kongurin úr náttargalanum og inn í hundakroppin. Hundurin er tá livandi aftur og náttargalin deyður.
Drotningin er ring um, at hon hevur mist náttargalin; men kongurin (maðurin í kongakroppinum) biður hana ikki gremja seg, tí hann kann fáa náttargalan til at láta aftur, tá ið hann vil.
Um kvøldið letur hann lív sítt í náttargalan, og nú letur náttargalin aftur fyri drotningini so fagurliga.
Tá ið tann rætti kongurin (lívið í hundinum) sær hetta, fýkur hann í stundini aftur í sín egna kropp, og nú er eingin kroppur at fara í hjá hinum.
Kongurin tekur við tað sama náttargalan og slítur høvdið av honum.
Drotningin er illa hýrd um hetta og sigur við mann sín, at tað batti sær einki, at hann fór at láta í náttargalanum, tá ið hann so sleit høvdið av á honum aftaná.
Men kongurin bað hana ikki leggja lag í tað og greindi síðan fyri henni, hvussu vorðið var við náttargalanum, og hvussu sær hevði gingist í øllum.
Frásøgn: Jógvan Dánjalsson Øre, Skálavík
Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901
Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.
63 Einki AT-nummar