
Í døgunum 14. juni – 15. juli 2018 kappast heimsins fremstu fótbóltslandslið um heimsmeimsmeistaraheitið í fótbólti. 32 landslið kappast á 11 leikvøllum í vestara parti av Russlandi.
Fyrsta heimsmeistarakappingini í fótbólti varð spæld í Uruguai í 1930, og síðan hevur HM-endaspælið verið fjórða hvørt ár. Tó var einki HM-endaspæl í 1940-árunum, tí at seinni heimsbardagi var.
Á hesari temasíðu verður í stuttum farið gjøgnum søguna um FIFA og heimsmeistaraheitið. Nøkur landslið og nakrir leikarar verða nærri lýst. Eisini lýsa vit HM-endaspælið úr einum føroyskum sjónarhorni.
Eisini hava vit eina gjøgnumgongd av sambandinum millum Føroyar og Russland við høvuðsdenti á tað, sum hendir á okkara døgum.


Bjørn Kunoy er føroyskur sendimaður í Moskva. Týsdagin sendi hann ferðabræv úr Moskva til hesa temasíðuna, nú HM endaspælið í fótbólti byrjar í Russlandi. Í ferðabrævinum greiðir Bjørn frá, at 41 ár eru liðin síðan fiskivinnusáttmáli varð gjørdur millum Føroyar og Russland. Í dag fer 30% av føroyska útflutninginum til Russlands.
Hagtøl um HM
Heimsmeistarar
1930 Uruguai
1934 Italia
1938 Italia
1950 Uruguai
1954 Vesturtýskland
1958 Brasil
1962 Brasil
1966 Ongland
1970 Brasil
1974 Vesturtýskland
1978 Argentina
1982 Italia
1986 Argentina
1990 Týskland
1994 Brasil
1998 Frakland
2002 Brasil
2006 Italia
2010 Spania
2014 Týskland
Tíðarinnar toppskjúttar
1 Miroslav Klose, Týskland 16
2 Ronaldo, Brasil 15
3 Gerd Müller, Vesturtýskland 14
4 Just Fontaine, Frakland 13
5 Pelé, Brasil 12
6 Jürgen Klinsmann, Týskland 11
6 Sándor Kocsis, Ungarn 11
Vertslond
1930 Uruguai
1934 Italia
1938 Frakland
1950 Brasil
1954 Sveis
1958 Svøríki
1962 Kili
1966 Ongland
1970 Meksiko
1974 Vesturtýskland
1978 Argentina
1982 Spania
1986 Meksiko
1990 Italia
1994 USA
1998 Frakland
2002 Suðurkorea/Japan
2006 Vesturýskland
2010 Suðurafrika
2014 Brasil
2018 Russland
2022 Katar
Toppskjúttar
1930 | Guillermo Stábile, Argentina | 8 |
1934 | Oldřich Nejedlý, Kekkoslovakia | 5 |
1938 | Leônidas, Brasil | 7 |
1950 | Ademir, Brasil | 8 |
1954 | Sándor Kocsis, Ungarn | 11 |
1958 | Just Fontaine, Frakland | 13 |
1962 | Garrincha, Brasil | 4 |
Vavá, Brasil | ||
Leonel Sánchez, Kili | ||
Flórián Albert, Ungarn | ||
Valentin Ivanov, Sovjet | ||
Dražan Jerković, Jugoslavia | ||
1966 | Eusébio, Portugal | 9 |
1970 | Gerd Müller, Vesturtýskalnd | 10 |
1974 | Grzegorz Lato, Pólland | 7 |
1978 | Mario Kempes, Argentina | 6 |
1982 | Paolo Rossi, Italia | 6 |
1986 | Gary Lineker, Ongland | 6 |
1990 | Salvatore Schillaci, Italia | 6 |
1994 | Hristo Stoichkov, Bulgaria | 6 |
Oleg Salenko, Russland | ||
1998 | Davor Šuker, Kroatia | 6 |
2002 | Ronaldo, Brasil | 8 |
2006 | Miroslav Klose, Týskland | 5 |
2010 | Thomas Müller, Týskland | 5 |
David Villa, Spania | ||
Wesley Sneijder, Niðurlond | ||
Diego Forlán, Uruguai | ||
2014 | James Rodríguez, Kolumbia | 6 |