Skip to main content

Í vavi er Russland størsta land í verðini. Tað er í tveimum heimspørtum, Evropa og Asia. So langt er úr vestasta til eystasta landspartin í Russlandi, at har eru níggju tíðarøki. Í søgubókum hevur verið sagt, at Russland er so stórt, at har setur sólin aldrin. Russland fevnir um 11,5% av øllum lendi í verðini. Landið er so stórt, at Algeria, sum er tíggjunda størsta landið, hevði passað sjey ferðir inn í Russland. Eins og Kina, sum er fjórðstørsta land, hevur Russland mark við fjúrtan lond. Næststørsta land í vavi er Kanada, og triðstørsta er USA. Á heimskortinum er Russland nærum tvífalt so stórt sum USA. Tíggju tey størstu londini fylla 49% av øllum lendi í verðini.

Tað var í 1991 at gamla Sovjetsamveldið, sum var nógv størri enn Russland, fór sundur í fimtan sjálvstøðug lýðveldi. Sjey av hesum eru í Evropa, hini átta eru í Asia.

Hin føroyska Wikipedia sigur, at nú lýðveldini ikki longur eru afturlatin í einum Sovjetsamveldi, mugu tey laga seg til viðurskifti, sum eru á heimsmarknaðinum. Sagt verður eisini, at hetta hevur ikki verið so lætt. Hin føroyska Wikipedia sigur eisini, at fall Sovjetsamveldisins hevði við sær, at londini í Eysturevropa sluppu undan sovjetiskum eftirliti.

Spurningar

1 Hugsi tykkum, at helvtin av tykkara skúlaflokki er eystast í Russlandi, og hin helvtin av flokkinum er vestast í Russlandi. Hvørjar avbjóðingar eru, tá tit skulu samskifta beinleiðis tykkara millum, og gera avtalur við morgunsendingina í Kringvarpinum? 

2 Kunnu øll ítróttatiltøk verða hildin samstundis í summar bæði sunnast og norðast í Russlandi?