Um síðuna
Á hesi síðu fara vit at leggja allar myndirnar úr bókini, og vóna vit at kunnu savna nógvar upptøkur av børnum, ið ríma og ramsa. Tí hevði tað verið deiligt um stovnar sendu upptøkur av børnum, ið ríma og ramsa inn, so kunnu vit leggja tær inn undir tað evni tær hoyra heima. Í høgra bredda er møguligt at velja evni úr bókini, har undir fara myndirnar og upptøkurnar til tað ávísa evnið at liggja.
Her verður møguligt hjá námsfrøðingum, foreldrum og øðrum at viðmerkja rímurnar, eitt nú um tey kenna ein annan variant av rímuni. Námsfrøðingar, foreldur og onnur eru eisini vællkommin at skriva inn til okkum, um tey hava okkurt rím, ramsu ella dansispæl, ið ikki er komið við í bókina.
Um onkur vil lata okkum eina upptøku, eru tey vælkomin at seta seg í samband við okkum á snar@snar.fo.
Trølla Pætur
Troellapaetur_-_123.mp3
Innsend rím
Eg fann eina karramellu
eg kallaði hana sprellu
tí hon sprellaði so nógv
til enda datt hon í ein skógv.
Sofía í Garði, 8 ár, Strendur.
Eg sigi hey,
tí eg eigi eitt breyð
Eg síggi reytt,
tí eg sá eina rakett.
Eg sá eitt hús,
tí kom eg at hugsa um eina lús.
Eg sá eitt træ,
tí segði eg mæ.
Villiam Klein, 9 ár
Omma blomma - abbi krabbi
Bókin er eitt savn av rímum og ramsum, skjaldrum og sangum, og tilfarið er lagt til rættis serliga við máli og málmenning í huga. Ætlanin við bókini er, at foreldur, ommur og abbar, barnagarðar,…