
Myndatema er komið í nýggjari útgávu, og har er føroyskt ikki við enn.
Arbeiðið er í gongd at fáa føroyskt við í nýggju útgávuna.




Um Lexin Myndatema
Lexin myndatema er fleirmálsligt netforrit við samvirknum ljóð- og myndaorðabókatilfari, sum er ætlað at stuðla undir innlæringina í føroyskum hjá fólki við øðrum móðurmáli.
Lexin er eisini hent hjá føroyingum, sum vilja læra seg okkurt av útlendsku málunum í Lexin.
Í forritinum eru umleið 1800 orð og tekningar, sum eru býtt í 31 evni. Til hvørt evni eru undirevni.
At velja mál
Í vinstru síðu á hesi síðu kann veljast, hvat mál skal vísast á myndini. Hvørt einsstakt mál verður víst saman við føroyskum og enskum.
Eisini kann brúkarin sjálvur velja, hvørji mál skulu vísast á myndini.
Myndin
Á evnisyvirlitinum verður valt, hvat evni skal vísast, og í skiljubløðunum ovast ber til at skifta millum tey ymisku málini.
Tá ið trýst verður á eitt orð ella ein lut á tekningini, verður samanhangurin vístur millum tekning og orð. Samstundis hoyra vit, hvussu orðið ljóðar á viðkomandi máli (ikki øll mál hava ljóð).
Norðurlendskt samstarv
Tað er “Myndigheten för skolutveckling” í Svøríki, sum av fyrstan tíð menti Lexin. Síðan er flestu norðurlond komin við í samstarvið. Føroyski parturin er gjørdur í samstarvi millum Nám og UNI•C í Danmark.