
grýla-u -ur kv1
Føstulávint er upprunaliga ein katólskur siður. Orðið føstulávint merkir føstuaftan, kvøldið fyri føstuna.
Føstan er ikki ávísa dagfesting, tí tíðin er knýtt at páskum og kirkjuárinum. Føstuinngangur er tann sunnudagin, sum er 7 vikur fyri páskadag. Føstulávint kann tí liggja ímillum 1. februar og 7. mars.
Fyrsti mánadagurin í føstu verður nevdnur føstulávintsmánadagur. Næstu tveir dagarnir eita grýlukvøld og øskudagur.
Føstan varir tó bara í 40 dagar, tí sunnudagarnir í føstutíðini verða ikki taldir við, tí teir verða ikki mettir at vera føstudagar.
Í dag er føstulávint fyrst og fremst ein barnaveitsla. Tað ræður um at lata seg í grýluklæði, og at ganga grýla. Skúlar og barnagarðar kring landið skipa fyri tunnusláing, har kattakongurin ella kattadrotningin fær krúnu. Kanska fær vakrasta grýlan eitt gávukort úr einum handli. Men hví halda vit føstulávint?
Hóast føstulávint er knýtt at kirkjuárinum, hevur høgtíðin eisini røtur í heidnari siðvenju. Summi vilja vera við, at føstulávint upprunaliga var ein várveitsla, har dentur varð lagdur á ítøkiliga bardagan millum vetur og summar. Menn, klæddir í vetrarbúna og aðrir í summarbúna, stuttleikaðu sær við at berjast í gøtunum.
Eisini tunnusláing sigst at stava frá heidnari siðvenju, har menn á hestbaki riðu í ring, og skiftust at sláa tunnu við einari livandi kettu í. Kettan var ímynd av óndskapi, sum vinnast skuldi á. Tá kettan rann avstað, varð liðugt.
Tí kunnu vit siga, at føstulávint er ein samanrenning av heidnari og kristnari siðvenju.
Spurningar til grunddeild og miðdeild:
Hyggið at filminum omanfyri, har Derhard Jógvansson, prestur í Vesturkirkjuni, tosar um føstulávint, og svarið hesum spurningum: