Leyp 1
Leyp er undirvísingartilfar til føroyskt sum annaðmál og er skipað í tríggjar røðir: eina grøna, eina violetta og eina bláa. Vit hava fimtan evni, sum verða bólkað í trý, og tískil eru tríggir amboðskassar. Til hvønn amboðskassa er ein uppgávubók við fimm evnum, har næmingurin fær innlit í grundleggjandi orðfeingi, ið snýr seg um eitt ávíst evni. Hartil eru minniskort, kinestetiskar og taktilar uppgávur, talgildar uppgávur og spøl.
Tilfarið er ætlað børnum frá forskúlaaldri og uppeftir og tekur støði í endamálinum, sum er fyri føroyskt sum annaðmál í námsætlanini frá 2023, at Undirvísingin í føroyskum sum annaðmáli hevur til endamáls, at næmingarnir við støði í egnum málsligum førningi ogna sær grundleggjandi førleikar at samskifta á føroyskum. Tað er at skilja, tosa, lesa og skriva føroyskt.
Leyp er ætlað øllum lærarum og næmingum, sum dagliga eru saman um at loysa eitt virðismikið samskiftisøki. Sostatt kann tilfarið nýtast til málmenning, samskifti og serundirvísing.