Skip to main content

 

 

Charles Darwin 1809-1882

Charles Darwin var enskur náttúrusøgufrøðingur, sum skelkaði heimin í 1859, tá ið hann í bókókini: Veranna uppruni (On the Origin of Species), segði, at menniskjan er nær skild við apurnar. Hugsanir Darwins eru enn á døgum grundarlag undir pørtum í menningarlæruni ella evulutiónsástøðinum. Orðið evulutión merkir »at taka seg fram, at mennast« og sigur, at allar livandi verur mennast ella broytast, sum tíðin gongur. Ástøðið er í trimum høvuðspørtum. Fyrsti er frábrigdi. Hjá øllum livandi verum eru frábrigdi t.d. í stødd, skapi, liti og styrki. Til eru ikki tvær verur av sama slagi, sum eru meinlíkar. Onnur fortreyt fyri ástøðinum er, at hesir munir ávirka, um veruni er lív lagað, og hon nørist. Ávísir eginleikar, t.d. litur, kunnu gera, at dýr ella planta av ávísum slag er betur fyri at standa seg. Summi dýr og summar plantur hava eginleikar, sum falla væl til umstøðurnar. Hesar verur hava lagað seg betur eftir umstøðunum, og hesar eginleikar nevna vit tillagingar. Triði partur er arvur. Tillagingar, veri seg lit og skap, ið hjálpa einari veru at standa seg, kann avkomið arva. Arvar avkomið hesar eginleikar, hevur tað eisini betri møguleika at koma undan. Sum ættarlið fara, verða best tillagaðu dýrini og planturnar flest. Tær verur, sum ikki hava lagað seg, doyggja. Nógvir granskarar halda, at tey mongu mió. sløg, sum eru á jørðini nú, eru komin av hesari menning.

Eftir at Charles Darwin hevði skrivað Veranna Uppruni, vóru tað nógv, ið flentu at honum, tí hann helt at menniskjan var skild við dýrini.

Steinrenningar, t.e. dýraleivdir í jørðini, verða nýttar at prógva menningarlæruna. Tær vísa, hvussu dýr og plantur so líðandi eru broytt upp ígjøgnum tíðirnar. Eftir aldrinum á beinunum í steinrenningunum kunnu tey síggja, nær ið hvør fílur hevur livað. Granskarar kunnu ikki vera vísir í, at eitt filaslagið hevur ment seg til annað fílaslag. Men ikki er tað sannlíkt, at hvørt fílaslagið hevur verið sjálvstøðugt slag. Sannlíkari er, at teir eru skildir. So við og við, sum fleiri steinrenningar verða funnar, gerst skyldskapurin millum ymisk dýr ella ymiskar plantur sjónskari.


Charles Robert Darwin

Ein hin mest umstríddi persónurin í nýggjari tíð, er óivað Charles Robert Darwin. Men, hvør var hann? Hvat gjørdi hann? Hví kom hann fram til niðurstøður innan náttúruvísindi, ið enn tann dag í dag kunnu seta sinnini í kók? – Hendan greinin skal royna at varpa ljós á sjálvan persónin Charles R. Darwin og annars nema við partar av lívsævisøgu hansara.

Henda grein byggir á fyrilestur í sambandi við tiltakið Darwin 200 ár, og fílan 'Lívssøga Charles Darwin' hevur myndir til fyrilesturin.

Aldurstrin: frá 10. flokki

Lærugrein: Søga og samtíð

Kjarnaøki: Tíð og rúm

Charles Robert DarwinTak niður...

Lívssøga Charles DarwinTak niður...

Darwin og tær føgru bókmentirnar

 

Fyrilestur við Turið Sigurðardóttir á Náttúrugripasavninum 11.11.09 í sambandi við, at Charles Darwin hevði verið 200 ár og at tað eru 150 ár síðan Uppruni Veranna kom út í 1859.

Í fyrilestrinum verður víst á dømir úr føroyskum bókmentum, ið, so ella so, eru ávirkaðar av menningarlæru Darwins.

Tak niður...


Hans Andreas Sølvará - Menningarlæran í Vísindaástøðiligum høpi

 

Fyrilestur, í Náttúrugripasavninum tann 5. aug. 2009, í sambandi við, at tað eru 200 ár liðin síðan Darwin var føddur og 150 ár síðan bókin 'On the Origins of the Spesies' kom út.

Menningarlæran hevur fingið ómetaliga stóran týdning á samfelag og mentan vestanfyri tey seinastu 150 árini, men atfinningarnar móti læruni hava eisini verið nógvar og harðar. Í hesum fyrilestrinum verða menningarlæran og tær atfinningar, sum hava verið settar fram ímóti henni, settar inn í eitt vísindaástøðiligt høpi, har nomið verður við tann heimspekiliga spurningin um, hvat vísindi yvirhøvur eru fyri nakað.

Tak niður...

Hvat er evolutión?

Fyrilestur hjá Eyðfinni Magnussen í sambandi við, at Charles Darwin hevði verið 200 ár tann 12.feb. 2009. Høvuðsheitið er: Um læruna hjá Darwini í undirvísingini.

 

Evolutión er læran um, hvussu livandi verur broytst í náttúruni.

 

Nakrir av høvuðsspurningunum í evolutiónuni

• Hví finnast tað so nógvar ymisk livandi verur á

jørðini?

• Hví eru tær felags um summar eginleikar, men

ikki um aðrar?

• Hví hava tær tað skap og virki, sum tær hava?

• Hví finnast summir djórabólkar bert í Australia,

og aðrir bert í Suðuramerika?

Framløgan kann takast niður, sum pdf og er væl egnað, sum fakliga kunning og íblástur til læraran.

Tak niður...


Lívssøga Charles Darwin

Fyrilestur frá 12. feb. 2009 v/ Dánjal Petur Højgaard, lívfrøðingi í sambandi við, at 200 ár eru síðani Charles Darwin varð borin í heim.

Hvør var Charles R. Darwin?

Hvat gjørdi hann - og hví?

Fyrireikarar: Føroya Fróðskaparfelag, Lívfrøðingafelagið og Náttúrugripasavnið.

Lærugrein: Søga og samtíð

Kjarnaøki: Tulkan og miðlan

Tak niður...

Menningarástøði og hugmyndafrøði

Kirsten Brix: Darwin fyrilestur, august 2009.

 Brotmynd í 4 pørtum um vald og kyn við støði í bókmentaligari viðgerð

 Menningarástøðið eftir Charles Darwin (1809-82), sum hann legði fram í verkinum On the Origin of Species í 1859, elvdi frá fyrsta degi til mótstøðu bæði frá vísindaligari og átrúnaðarligari síðu. Seinni hava rannsóknir innan fyri ymiskar vísindagreinir sum t.d. jarðfrøði, dýrafrøði og læknafrøði við nýggjari tøkni prógvað hansara niðurstøður, og menningarástøðið er viðurkent sum vísindaligt ástøði. Men hugmyndafrøðiliga heldur stríðið fram. Tann nýggjasta royndin at útihýsa menningarástøðinum frá undirvísingini í skúlum og øðrum lærustovnum er at fáa tað, sum verður rópt intelligent design viðurkent sum vísindaligt ástøði.

Fyrilesturin fer við støði í trimum bókmentaligum tekstum at viðgera ymisk brigdi í tí hugmyndafrøðiliga stríðnum við tí fyri eyga at lýsa, hvørji evni hanga uppi í hesum stríði, og hvørji perspektiv eru í tí.

Tak niður...